Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 66 — 27. september 1975 | Síða 2 SOSU … 11520 - giro 6287725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Foroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen, telf. 132 42 Prent: Dimmalætting Brutto ella netto BÆÐI I TALU og skrift er nógv sagt um tey vanlukku kombandittfeløgini og seinni parts- reiðaríini, ið heilt ella lutvist sleppa persónum við annars góðari inntøku undan at gjalda skatt. við hesum SJÁLVUR skattafyrimunurin feløgum er, sum nevnt, ofta umreddur og eisini av okkum, so øll skuldu verið kunnug við okkara steðu í hesum spurningi. Vit fara tí ikki á hesum sinni at viðgera tann spurningin, men heldur allar tær mongu avleiðingar, sum hesar avskrivingar annars føra við sær — til fyrimuns fyri tey, sum gera hesar avskrivingar. SUM ØLL VITA, er tað skattskylduga inn- tøkan, t. v. s. øll årsinntøkan, tá allir loyvdir frádráttir eru gjørdir, ið verður løgd til grund, tå metast skal um, annadhvørt ein borgari, beinleiðis ella óbeinleiðis, skal hava hetta ella hatta av sosialum fyrimunum. HETTA ER avgerandi fyri steddina á fólka- pension, avlamispension og ødrum beinleiðis sosialum veitingum. Hetta sama ger seg galdandi, tå talan er um studning til børn i læru, heil- ella lutvis friplåss til børn i barna- gørdum og å vøggustovum. Somuleidis tå talan er um, hverji skulu verða A og B limir í sjúkra- køssunum. ALLIR HESIR fyrimunir, sum upprunaliga og væl sagtans enn, bert vóru ætlaðir til låinn- tøkufélk, koma nú fyri stóran part eisini nógvum håinntøkum til góðar. Hetta hendir við tað at gingið verður eftir skattskyldugu inntekuni, sum als onki sigur um veruligu inntøkuna, tå avskrivingar kunnu gera eina rættiliga stóra bruttoinnteku til eina neyðars- liga lítla nettoinnteku. ORÆTTVISID verður nú tvifalt. Håinntøk- urnar sleppa, umvegis avskrivingar, undan at gjalda skatt, medan lå- og midalinntøkurnar megu gjalda. Håinntøkurnar fåa harafturat lut i øllum teimum fyrimunum, id bert eru ætladir teimum låløntu. VÆL VITA VIT, at ymiskar avmarkingar eru gjørdar i avskrivingarrætti hins einstaka, og at avskrivingarnar vid hesum broytingum meira koma vinnuni enn einstaklinginum til góðar. MEN KORTINI vildi tad verid rætt, at skipad so fyri, at tad altid verdur gingid eftir brutto- inntøkuni, tå metast skal um tey vidurskifti, sum nevnd eru omanfyri. Persónligu skatta- frádráttirnir eru nú so avmarkaðir, at síggja vit burtur frá avskrivingum, eru teir nærum eins hjá ollum, og vil ein slík broyting tí bert gera tað meira rættvist. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Getu. K. O. Videre á Tvøroyri, J. Weihe í Fámjin, J. Magnussen í Klaksvík, Høgni Poulsen i Be, altargangur, J. Follend í Vesturkirkjuni í Havn, P. M. Rasmussen á Eiði kl. 11 og við Norðskála kl. 19. S. J. Joensen í Svínoy, Frímann a Brúnni á Sandi kl. 12, altargangr, í Skopun kl. 17, altargangur, og í Skálavík kl. 20. Prestainnsetan Sunnudagin innsetir Eivind Vilhelm, varabispur, Hans J. Joensen frá Gjógv, sum prest í Suðurstreymoyar presta- gjaldi. Prestainnsetanin verð- ur í Havnar kirkju. Brúdleyp Í dag giftast í Keypmanna- havn Beinta Festirstein og Hjalmar Norðberg Poulsen, bæði úr Havn. Brúdleyps adressa: Tor- benfeldtvej 39, 2. sal, 2700 Brenshgj. Ganga til Konfirmantarnir í Eiðis prestagjaldi byrja at ganga til í skúlanum á Oyrabakka sunnudagin kl. 12.45. Evangeliihúsið Evangelisku fundirnir í skúlaaulini i Vestmanna halda fram í kveld og sunnu- kveldið kl. 20. Dennis Burn- ett og Lincoln Wilson tala og syngja. Telefonandaktir Evangeliihúsið telf. 12266 og Filadelfia telf. 14880. Fundirnir í Kollafirði undir heitinum Kristus er svarið halda fram í missións- húsinum í kveld og annað- kveld. Fundir í Norðdepli Hesir fundir verða í Norð- depli: í kveld kl. 20 og sunnu- kveldið kl. 18 og 21 við ljós- myndum úr Ísrael v/ Martin Hammer, trúboðara. KS75 er opin i dag og i morgin aftrat. Hevuðsvinningurin upp á 10.000 kr. verður tikin í annadkvøld. Skúlastjórnin sigur frá, at Sigurd Petersen, lærari í Fuglafirði, fer úr starvi sínum við pensjón í desember. Ole Georg Serensen er settur sum lærari við komm- unuskúlan í Vestmanna frá 1. august i ár. KUNNGERÐ Oyra-, nøs- og hålslækni B. C. Nielsen hevur viðtalu á Landssjúkrahúsinum (Tórshaun, tlf. 135 40) frá miku- degi 22/10 til og við friggjadag 7/11 1975 og frá friggja- degi 21/11 til og við hósdag 16/12 1975. Suðuroyar Sjúkrahús, (Tvøroyri, tlf. 71133) frá mánadegi 10/11 til og við hósdag 13/11 1975. Klaksvíkar Sjúkrahús (Klaksvík, tlf. 55463) frá leyg- ardegi 15/11 til og við mikudag 19/11 1975. Sjúklingarnir mugu sjálvir ringja frammanundan til sjúkrahúsini og biðja um tíð. Tað verður bert tikið ímóti sjúklingum, ið hava ávísing frá lækna sínum (bern frá skúlalækna). Viðtaludagin er fyrst at venda sær til skrivstovurnar á sjúkrahúsinum, har 24,00 kr. skulu verða goldnar fyri 1. viðtalu og 12,00 kr. fyri tær, sum kanska verða seinni. Á Landssjúkrahúsinum hevur læknin viðtalu á 1. hædd í nýggja bygninginum og har verður goldið fyri viðtal- urnar í »Leidbeining« í forhøllini. Ein partur av útreiðsl- unum verður afturgoldin av sjúkrakassanum. Eg ynski at gerast limur í SUÐURSTREYM- OYAR JAVNAÐARFELAG Navn: . Bústaður: r TRADERLINE. 3 i Vit ferma HVØNN EINASTA i ÅLBORG i HALMSTAD i KØBENHAVN TYSDAG MIKUDAG HOSDAG i LARVIK (næstu ferð 29.9) i ÁLESUND (næstu ferð 15.10) í BLYTH (næstu ferð 29.9) í SANDNES (næstu ferð 3.10) 2. hvørja viku 3. hverja viku 3. hverja viku 3. hverja viku BEINLEIÐIS TIL FOROYA AVGREIÐSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Álborg A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schanche Olsen, tlf. 62078. Sandnes W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen. BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN