Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| i i Nr. 66 — 27. september 1975 sosialurin Fólk fáa ikki viðbót fyri hækkan í skattinum — sigur D.P. Danielsen, landsstýrismaður Hin 1. oktobur fáa vit eitt pristal at vita, sum er roknað út eftir nýggja pristalsgrundarlagnum, og eftir hesum tali verða lenirnar roknaðar. Lenirnar verða eisini roknaðar á annan hátt enn áður. Nýtt prístalsgrundarlag Nýtt prístalsgrundarlag varð gjørt og avloysti hitt í april mánaða í ár. Í gildi kom lóg, sum setti prístalið niður í 100, meðan tað áðrenn, eftir gamla skalanum var nærum 1000. Prístalið 100 kom í gildi 1. juli í ár. — Nýggja prístalsgrundar- lagið er ikki gjørt á sama hátt sum hitt gamla. Tað er býtt upp so, at hver verubólkur fær sína vekt. Til dømis matverur fyri seg, klæðir fyri seg o. s. fr. Hetta sigur Dánjal Pauli Daniel- sen, landsstýrismaður, í sam- rødu við SOSIALIN. Men, heldur hann fram, trupulleikar stungu seg upp, nú vit eisini hevdu danskar lønir, sum vóru roknaðar á annan hátt. Tað gleddi okkum tí at síggja, at danir gjørdu somu broyting í síni lóggávu, sum vit hevdu gjørt. Broyta prístalsgrundarlagið Hann upplýsti fyri okkum, at tað situr ein nevnd, sum stødugt heldur eyguni eftir prístals- grundarlagnum, soleiðis at tað altid skal svara til nýtslumynstr- ið. Um keypsvanar hjá fólkinum broyta seg, so skal pristals- grundarlagið broytast tilsvar- andi. — Vit vilja hava eitt neutralt prístal, og ikki eitt, har ein ella annar fær fyrimun av tí. Pris- talið skal svara til tað nýtslu- mynstur, sum fólk hava vanliga. Og nevndin kann halda skil á hesum við at gera kanningar av, hvat ið keypt verður úr ymsu handlunum. Til tað at prístalið verður 100 ístaðin fyri, sum tað var, umleið 1000, svarar Dánjal Pauli, at tað í sær sjálvum ikki er nekur broyting, sum kemur at ávirka viðbótina. Prístalsviðbótin broytt Tá prístalið er roknað út, verða lønirnar broyttar í mun til ta hækkan, sum farin er fram. Áður var tað so, at hverja ferð at prístalið hækkaði eitt stig, so fóru lenirnar upp við 1,3 oyra. Hetta er broytt so, at hverja ferð prístalið fer upp við 3 stigum, so fer lønin upp vid 60 oyrum. Men hetta hendir bara, um pristalid fer heili 3 stig upp. Verður hækkanin undir 3 stig- um, so verður eingin hækkan í lønunum. — Henda nyggja login gevur betri endurgjald fyri hækkandi prisirnar, enn tann gamla gav, sigur Dånjal Pauli, landsstyris- maður. — Eitt aftrat, sum ger hesa nýggju prístalsviðbótina betri, er, at hon er líka í oyrum fyri allar lonarbólkar. Vit hava nú fingið burtur tann misjavna, sum var í, sigur Dánjal Pauli Danielsen. Arbeiðarafelggini Tá nýggja lógin um prístal pg prístalsviðgerð kom fram, vóru nógvar viðmerkingar frá arbeið- arafeløgunum, sum vildu hava broytingar í. Ein viðmerkingin var, at tá príshækkingar fóru fram og samantalt varð, so var hækk- ingin í skattinum ikki tikin við. — Tað er rætt, sigur Dánjal Pauli, skatturin er ikki irokn- aður, og fólk fáa ikki viðbót fyri hækkan í skattinum. Eisini førdu arbeidarafeløgini fram próvgrundir fyri, at pris- talsviðbótin fór at minka við ár- unum. Til hetta svaraði Dánjal Pauli, at hetta er beint evugt. Veru- leikin er tann, at hendan júst fer at halda viðbótini rættari. Annars viðmerkti Dánjal Pauli, at tað eru ikki ell, sum eru so glað fyri, at hækkaninar í lenunum eru so stórar. Hann segði, at fiskiflotin ikki er so glaður fyri, at lønirnar fara upp, men heldur vildi havt eitt stabilt lonarlag. Vit spurdu, hvussu nógv ið prístalið fór at hækka. Til hetta svaraði landsstýrismaðurin, at tað hvorki visti ella kundi hann siga áðrenn 1. oktobur. kommunu DRÚGT ORÐASKIFTI Hóast málini bert vóru tólv, sum komu til viðgerðar á al- mennum býráðsfundi í Klaks- vik týskveldið, gjørdist fund- urin kortini drúgvur. Mikið orðaskifti stóðst um ferðsluna eftir hevuðsvegnum kring buktina og um fígging av byggigrundum. Ferðsluspurningurin Á fundinum vóru tvær tilráð- ingar frá feråslunevndini um einsrætting av ferðslu. Tann fyrra tilráðingin, har mælt varð til, at tað verður einvegis ferðsla eftir Vågsgeil suðureftir inn frá Selheyggja- vegi, og at parkeringsforboð verður í báðum síðum, varð einmælt samtykt. Hin tilráðingin snúði seg um skákvegin frá ferjuleguni niðan í Nólsoyar Pállsgetu. Her varð samtykt at eins- rætta vegin frá ferjuleguni og niðan eftir. Hetta varð somu- leiðis einmælt samtykt, men undir hesum máli kom alt strekkið frá ferjuleguni á Stongunum og til heimastu bryggjuna á vestursíðuni til umreðu. M. a. varð vist á, at bý- ráðið fyri nekrum árum síðani setti parkeringsforboð skiftivis á høgru og vinstru síðu á øllum strekkinum. Hildið varð, at hetta ikki roynist so væl, at tað kann halda fram og víst varð á, at summar tíðir av degnum eru so nógvir bilar parkeraðir, at tað rættuliga tarnar ferðsluni á hesum strekki, sum tá næstan alt sum tað er verður einsporað. Skotið varð upp, at ferðslu- nevndin umhugsar meguleik- an at finna hóskandi parker- ingspláss uttan fyri vegin, soleiðis at parkeringsforboð verður sett á øllum strekkin- um kring buktina frá ferju- leguni á Stongunum og út í Klaksvík. Eisini vórðu fleiri hóskandi ekir nevnd, ið kundu loyst hendan spurn- ing, um tey verða gjørd til parkeringspláss. Figging av byggigrundum Á næstseinasta byrådsfundi var skriv frå fimm byråds- limum, har heitt varð á figgj- arnevndina um at kanna meguleikan fyri at fáa fígging til eina avdráttarskipan fyri byggigrundir, sum kommun- nýtt an stykkjar út. Á fundinum týskveldið legði figgjarnevndin fram álit í hesum máli. Nevndin hevur kannað meguleikarnar hjá Feroya Banka, Norðoya Sparikassa, Norðoya Banka, Kommunala lánigrunninum og hjá Kre- dittforeningen Danmark. Feroya Banki býður sær til at lána ein triðinga av kostn- aðinum yvir trý ár og til 11 pst. í rentu, treytað av, at Norðoya Sparikassi letur ein triðing, og at keyparin ein triðing á borðið. Sparikassin gav onga tilsøgn. Norðoya Banki segði seg ongan pening at hava men vildi vera mill- umlið, um roynt varð at fáa uttanlandalán til endamálið. Kredittforeningen Danmark hevur svarað, at felagið ikki letur lán fyrr enn húsini eru liðug, og viðvíkjandi Komm- unala lánigrunninum vísir figgjarnevndin til, at komm- unan hevur sekt um lán hað- ani men onki svar fingið hóast spurt hevur verið eftir umsóknini fleiri ferðir. Undir orðaskiftinum um hetta mál kom fram, at byggigrundirnar, sum komm- unan nú selur fyri 70 kr. pr. kvm., hava kostað komm- ununi umleið 100 til 120 kr. pr. kvm., og at kommunan sostatt longu hevur stuðlað við at selja stykkini ódýrari, enn tey veruliga eru, men hetta varð ikki hildið at vera nóg mikið. M. a. varð vist á, at í nógvum førum er tað so, at stórur partur av eginpening- inum er egið arbeiði, og at tað tí er umráðandi, at menn fáa byggigrundirnar so lagaliga sum gjerligt, soleiðis at teir kunnu sleppa til arbeiðis fyri at skapa sær sterri egin- pening. Onkur helt tað eisini vera logið, at bilar, prutl og mangt annað kann keypast upp á keypssáttmála yvir trý ár, meðan hetta ikki kann lata seg gera viðvíkjandi eini byggigrund, ið hóast alt er meira neyðug og hevur eitt sterri og meiri varandi virði. Eftir at fleiri býráðslimir høvdu havt orðið tvær og tríggjar ferðir, varð málið beint aftur í figgjarnevndina, meðan eitt uppskot um at málið fær viðgerð í serstakari nevnd, varð felt. brukarastevnan KS 75 Kl. 21.30 i kvøld verður lutakast millum vitjandi i dag um kr. 1.000, — Sunnukvøldid kl. millum vitjandi å allari bråkarastevnuni um høvudsvinningin upp å kr. 10.000, — 21.15 verdur lutakast