leygardagur 27. september 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Framgongd
fyri finsku
kommunistarnar
Fólkademokratarnir, finsku
kommunistarnir, triðstersta
kommunistaflokkurin í Vest-
ureuropa, stóð greitt sum
sigurharri aftan á upptelj-
ingina sunnu- og mánadagin,
og hevði eina framgongd upp
á umleið 2%.
Tá helmingurin av atkveð-
unum vóru upptaldar, høvdu
Fólkademokratarnir fingið
19,1%, ein framgongd við
2,1%.
Stersti flokkurin í Fin-
landi, Sosialdemokratarnir
fingu eina afturgongd upp á
0,9%.
Stóri borgarligi flokkurin,
Midflokkurin, var tann ikki
sosialistiski flokkurin, sum
for mest fram.
Konservativi savningar-
flokkurin fekk eina fram-
gongd upp å 0,8%, sum til-
samans gevur flokkinum 18,4
prosent av atkvødunum.
Móti at
rakettir verða latnar
Amerikanski verjumálaráð-
harrin, James Schlesinger,
hevur sagt, at hann fer at
vera ímóti at geva Ísrael tær
nógv framkomnu Perhing
miðteina rakettir.
EF rósar Danmark
Danska innspræningin upp á
5 miljardir krónur til at fáa
liv aftur í figgjarliga virki,
fekk rósandi umtalu frá figgj-
armálaráðharrafundi í EF og
rósandi umtalu frá bæði
figgjarligu sambindingar-
nevndini hjå EF og EF-
kommisjónini, segði figgjar-
málaráðharri Per Hækkerup
aftan á fundin.
Rúmdarfundir
í Portugal
Meira enn 400 rúmdargransk-
arar úr umleið 40 londum —
millum teirra Sovjettsam-
veldinum og USA — fara
mánadagin at luttaka í upp-
latingini av 26. altjóða rúmd-
araðalfundinum í Lissabon.
Fundurin er hin fyrsti av al-
tjóða slag, sum verður hildin
í Portugal síðani kollvelting-
ina í apríl í 1974. Nakrir fáir
kendir rúmdargranskarar
koma ikki við. Amerikansku
stubbar uttaneftir
rúmdarfararnir = hava av
rúmdarsteðini NASA fingið
boð um, at teir ikki sleppa at
luttaka, tí rúmdarfarar mugu
ikki ferðast til eki, sum
NASA av trygdarorsøkum
metir at vera »politiskt
ostødug«.
Nytt kriggj
i Mideystri
Palestinski leidarin Yasser
Arafat hevur í eini samreðu
við ungarska sjónvarpið sagt,
at staðan í Mideystri er heilt
nær upp undir eitt fimta
kriggj.
Nýggjur peningur
í Suðurvietnam
Nýggja stjórnin í Suður-
vietnam hevur sagt, at ein
nýggj peningaskipan skal
koma í staðin fyri hin devalu-
eraða pjastrin frá tíðini undir
stýri Nguyen Van Thieu for-
seta. Í frágreiðingini vóru oll
handisfólk biðin um at lata
aftur handlar sínar, og fólkið
varð biðið um at halda seg av
gøtunum í sjey tímar, fyri at
skriva i skema um penga-
goymslur sínar og skriva
umsóknir um at fáa gomlu
pengarnar býttar um við teir
nýggju.
Sveits við
í valutaslanguni
Figgjarmålarådharrarnir i
Felagsmárknaðinum og í
Sveits eru komnir ásamt um
at lata sveitsarafrankin koma
upp í »valutaslanguna« hjá
EF, upplýsir fíggjarmálaráð-
harrin í Belgia Willy de
Clerq.
Dollarin og vit
Í samband við tær rættuliga
stóru broytingar, sum hava
verið í råfiskaprisunum seinastu
árini, hevur frágreiðingin í
rættuligan stóran mun verið
tann, at dollarvirði er broytt. Og
verunleikin er eisini tann, at
virðið av dollaranum er av av-
gerandi týdningi fyri okkara
búskap. Meginparturin av okk-
ara flakaframleisðslu verður jú
seld til USA, men annars verða
fleiri aðrir fiskaprísir og eisini
valutakursir óbeinleiðis ávirkað-
ir av støduna hjá dollaranum.
Inn til 1971 var dollarkursurin
fastur í mun til krónuna, og gav
1 dollar tá 7,50. Hetta árið varð
dollarin tó niðurskrivaður, og
tvey ár seinni, í 1973, varð
dollarin gjørdur flótandi, soleiðis
at virðið av honum verður
avgjørt av útboði og eftirspurn-
ingi. Sum hjásetta mynd vísir,
hevur dollarin síðan tá sveiggjað
almikið, og hevur hetta havt
beinleiðis ávirkan á okkara
råfiskaprisir. Grundarlagið fyri
útrokningunum av ráfiskapris-
unum á hýsu og toski 44—70
cm. er galdandi prísur í USA. Í
dag er prísurin á hýsu í 5 punds
pakkum 87 cent pr. Lb., t.v.s.
454 gr. Um dollarkursurin er
6,00, verður prísurin hesin:
0,87 dollar á 5,50:0,454 kg.
11,50 pr. kg.
Um kursurin í staðin hevði
verið 5,50, hevði úrslitið verið
hetta:
0,87 dollar á 5,50:0,454 kg. =
10,54 pr. kg.
Hetta gevur ein mun upp á 96
oyru pr. kg. flak. Roknað verður
við, at tað fara 3,3 kg. av ráfiski
til 1 kg. av flaki, og tá svarar
hesin munur til 29 oyru pr. kg.
ráfisk. T. v. s. at tá dollarin
hækkar 10 stig, ávirkar hetta
hýsuprísin A við 6 oyrum.
Tað prisfall, sum vit høvdu frá
november 1974 og til umleið juni
mánaða, var fyri ein stóran part
orsakað av falli í dollarkurs-
Ldvalgte vahrtaers
Á Á
kursuðswing over for
=
|
Nr. 66 — 27. september 1975
inum. Í november 1974 var
dollarin umleið kr. 6,00, men so
við og við fall hann til umleið
5,40. Hetta mátti jú merkjast á
fiskaprisunum, og tað gjørdi tað
eisini. Fyri 2 mánaðum síðani
byrjaði hann tó at menna seg
aftur, og tá hesar reglur verða
skrivaðar, er hann um 6,20.
Óli Jacobsen
fiskimannafelagsformaður
Úrslitið av hesi hækkan hevur
eisini - verið ein tilsvarandi
hækkan av av avrokningarpris-
inum, og so mikið kann sigast
fyri vist, at uttan hesa hækkan,
høvdu tær 10 milliónirnar í rá-
fiskagrunninum ikki strekt
langt.
Orsøkin til hesa menning av
dollaranum er, at fíggjarliga
rákið í USA er vent, soleiðis at
yvirskotið á handilsjavnvágini
er økjandi, prisvøksturin er
T
———
————}
minkaður, og idnadarframleidsl-
an er í menning. Hetta saman
við ødrum hevur styrkt um álitið
til amerikanska búskapin, og
úrslitið er so ein sterkari dollar.
Hvat ávirkar
dollarkursin?
Orsøkin ti, at dollarin hevur
ment seg aftur, er, sum sagt,
tann, at vend er komin i figgjar-
ligu gongdina i USA, og at
framstig i búskapinum verða
merkt næstan dagliga. Men
kursurin hækkar ikki javnt dag
um dag. Til tíðir ger hann stór
lop uppeftir, meðan hann so inn
ímillum stendur í stað og kanska
eisini lækkar.
Tey viðurskifti, sum ávirka
gongdina í dollaranum, eru
rættuliga nógv. T. d. hevur
rentulegan ein stóran tydning,
Rentulegan er hægri í USA enn í
Europa, og styrkir hetta um
dollaran. Øll góð tíðindi hava
eisini eina mennandi ávirkan.
Um mánaðartelini fyri amerik-
ansku handilsjavnvágini eru
góð, merkist hetta beinanvegin á
dollarkursinum. Verður roknað
við góðum tølum upp undir eina
slíka mánaðarliga kunngering,
so mennir hetta eisini, men eru
tølini ikki so góð, sum roknað
varð við, fellur dollarvirðið
beinanvegin aftur. Uttanrikis-
viðurskifti, sum amerikanska
sølan av korni til Sovjet og
friðaravtalan í Miðeystri, hava
eisini havt eina mennandi ávirk-
an.
Men so eru eisini onnur viður-
skifti, sum trýsta dollaran.
Danmark fær eina ferð um
mánaðin síni gjøld úr grunn-
unum hjá EF. Uppundir hesa
útgjaldan styrknar krónan altíð
við tí úrslitið, at dollarin fær
tilsvarandi lægri virði. Eitt
annað trýstandi fyribrigdi er
»profit taking<. Hetta kemur
fyri, tá teir, sum hava keypt
dollars við vinningi fyri eygað,
selja hesar fyri at realisera vinn-
ingin. Um hetta verður gjørt av
nógvum í senn, kann dollarin
vikna nakrar dagar.
Tað kunnu eisini vera heilt
óvanlig viðurskifti, sum gera seg
galdandi. Fyrst í hesum mánað-
inum var orsøkin til dollarfall, at
býurin New York var við at fara
á húsagang, og tað var ivasamt,
um býarkassin kundi greiða
fyrstkomandi lønargjaldsdag.
Fyrst í hesi vikuni hækkaði
dollarin frá 613,80 mánadag til
621,65 týsdagin. Í hesum før-
inum var frágreiðingin tann, at
tey týsku handilsjavnvágtelini
vóru sera vánalig, og ekta doll-
arstyrkin í mun til D-markin var
orsøkin til hetta lop.