Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 27. september 1975 Disciplar kyns- kúgingarinnar Í SOSIALINUM tann 3. sep- tember verður skrivað um viður- skiftini á studentaskúlanum í Hoydelum. Millum annað viðger blaðið viðurskiftini á kostdeild- ini uttan veruliga at viðgera tey. Blaðið skrivar: „Her er pláss fyri 45 dreingj- um og fyri 20 gentum«, >Í ár var Hvussu nógv fer dollarin at hækka afturat? Tað tykist at vera rættuliga trupult at gera metinga um, hvussu ein valutakursur fer at leggja seg í framtíðini. Tá dollarin byrjaði at mennast aftur, varð av bankamonnum mett, at dollarin fór at verða 5,80 um ársskifti og 6,00 1. apríl 1976. Sum kunnugt gjerdist hækkanin skjótari, enn tá varð mett. Tá hetta varð greitt, varð aftur mett, at dollarin nú í heyst fór at leggja seg um 6,00. Nú er dollarin sum sagt komin upp á 6,20 og mett verður, at hann framvegis fer at hækka. Áður er so mett, at dollarin fer at leggja seg um 6,30 —6,35. Tó soleiðis at roknast kann við afturstigum inn ímillum vegna »profit- taking<, sum er umtalað framm- anfyri. Menn eru tó samdir um, at ikki er eftirynskjandi, at dollarin fer ov nógv upp. Fer hann langt upp um tað, sum hann verunliga orkar at bera, so endar tað bert við, at hann ríkur niður á botn aftur, og tá er so lítið vunnið. Men vit kunnu tó fyribils fegnast um, at dollarin er komin so frægt aftur fyri seg, sum hann er, og tessvegna okkara heimliga kreppa er vorðin nógv minni umfatandi, enn hon ann- ars hevði verið. Óli Jacobsen <22 tað so, at allir teir dreingir, ið søktu um bústað har uppi, fingu pláss, meðan tað vóru fleiri gentur ið máttu (mín undirstrik- ing) fáa avbod.« Og so skrivar man um tann møguleika, hesar gentur, vegna tærra vidfødda kyn, noyðast at taka við, dýrt verilsi í býnum vegna kapitalistanna spekula- tión í lesandi ungfólki av bygd. SOSIALURIN er ikki altíð tað, sum navn blaðsins átti at tytt. Ein »sosialur« er ein sum gjøgnumskodar sosial viður- skifti, ella — roynir at gera tað. Hvessvegna eru gentur og dreingir diskrimineraði vegna teirra vidfødda kyn — á landsins hægsta mentunnarstovni? At býta kallkyn og kvennkyn sundur, hoyrir tað ikki heima í stati George Wallace's í USA, har svørt og hvít verða noktað atgongu í sama skúla? Hvar aðrastaðni í heiminum, tí civili- seraða í hvussu so er, sært tú hægri skúlarnar ganga á odda í kynsligu kúganini og diskrim- ineringini? Eta tey hvønn annan, um tey sleppa at búgva dyr við dyr, ella áttu bæði kynini at isolerast perfekt, kanska við tremmum fyri vindeyguni, fyri at viktorianska mentanin átti at yvirliva? Hvat er hetta fyri psykologiskur politikkur yvir fyri vaksnum fólki, og hver hevur ábyrgdina fyri fangaleir- inum í Hoydelum? SOSIALURIN refererar, greiðir frá, men setir eingi spurnartekin. Tað er skeivt fyri eitt sosialistiskt blað í einum kapitalistiskum landi. At vit hava sudurafrikanskar tilstandir á landsins hægsta lærustovni, er eingin sjålvsøgd tilvild. Allar- helst ikki, tá leiðarin er vorðin skúlastjórin á landsins næst- hægsta (kvalitativt) lærustovni. Næmingur Úr Keben- skip BLIKUR LÓMUR RAVNUR BLIKUR BLIKUR FALKUR RAVNUR BLIKUR BLIKUR 30.9 2.10 9.10 3.10 10.10 14.10 16.10 23.10 17.10 24.10 Lýsið í sosialinum havn Úr Ålborg Telefon 1225 Telex Úr Leith Í Føroyum 29.9 29.9 6.10 6.10 13.10 13.10 20.10 20.10 27.10 1.10 9.10 15.10 FALKUR fermir í Delfzijl 7.10, i Føroyum 13.10. RAVNUR fermir i Drammen 2.10 og 16.10. PF SKIPAFELNAGID FØROYVAR sosialurin = ag 4 Arbeiðið byrjað Arbeiðið upp á Leynaberg- holið er byrjað. Bergholið verður 700 metrar langt. Pihl á Sen stendur fyri arbeið- inum, og teir brúka somu boriútgerðina, sum hevur verið brúkt í arbeiðinum upp á Eysturoyarbergholið. Teir flestu fóru mikukvøldid Teir flestu bátarnir norðan- fyri, sum hava trolað í summar, eru nú farnir at rógva við línu. Úr Klaksvík frættu vit mikudagin, at har skuldi fleiri bátar, sum eru lidnir at rigga um, fara á linuveidu mikukvøldid. Týs- dagin og mikudagin landaðu Nestangi og Oyggjarmúli ávikavist 1800 og 2200 og 1500 og 2600 pund av linu- fiski. Eingin trolbátur í Klaksvík hevur trolað uttan fyri fiskimarkið, síðani trol- ingin á landleiðini helt uppat. Bingospæl gav 20.000 krónur Bingospælið á Hotel Fer- oyum mánakveldið til frama fyri keyp av sjónvarpstóli til Feroya Spesialskúla gav slakar 20.000 kr. Framman- undan hevdu foreldur at næmingum, sum ganga á Spesialskúla, givið 8.000 kr. Sjónvarpstólið og tað, sum hoyrir til, kostar 23.000 kr. Álandsframsýningin endar í morgin Framsýningin um Áland, sum hevur staðið uppi í Listaskálanum í Havn sein- astu 14 dagarnar, endar í morgin. Tað frættist, at framsýningin hevur verið væl vitjað. Hetta er onnur fram- sýningin í einari reð um Norðurlond. Tann triðja verð- ur um Feroyar, og hon verður liðug næsta ár. Tað eru sviar, sum gera framsýningarnar. ' Síða ;Æ —— oo > oyggjarnar Landsstevnan um vikuskiftid Javni — landsfelagið evna- veikum at bata — hevur landsstevnu um vikuskiftið. Stevnan verður hildin í hellini á statssjúkrahúsinum. Hon byrjar í dag kl. 14 við aðal- fundi. Kl. 16.30 greiðir Tommy Petersen, sosialráð- gevi, frá um foreldraarbeiði. Í kveld er nátturði. Í morgin kl. 15 heldur Klaus Hermann, stjóri á Al- mannastovuni, fyrilestur um broytingar innan andsveika- forsorgina í Føroyum. Aftaná gevur virkisnevndin frágreið- ing, og kl. 17.30 er saman- dráttur og orðaskifti. Formaður í Javna er He- lena Samuelsen. Hinir nevnd- arlimirnir eru Rókur Dals- gaard, Maria Oknadal, Hans thomsen og Sigmund Frederiksen. Stendur stilt Sildavirkið Borgsild í Kolla- firði hevur ikki verið í drift í longri tíð. Menn hava nú verið í Kollafirði og kannað tólini á virkinum og megu- leikarnar fyri at fáa tað í gongd aftur. Góður eplavøkstur Sandingar hava verið í velt- uni og tikið upp at kóka, og tað vísir seg at vera væl vaksið hjá teimum flestu í ár. Einstakir bátar hava verið eftir nátum, men teir eru ikki so nógvir sum árini framman- undan. Teir hava ligið úr 90 upp í 250 nátar um dagin, sum verða seldir fyri 9 kr. stykkið. Skipafelagið byggja pakkhús Kommunan í Runavík hevur latið eitt stórt grundeki byggibúgvið inni á Hegabóli. Skipafelagið Feroyar skal byggja eitt pakkhús har. Grava út til nýggja skúlan Arbeiðið við at grava út til nýggja skúlan í Kvívík er byrjað. Skúlin skal hava svimjihell, og kostnaðurin er mettur til 4,1 milj. kr. Av hesum er landskassa- og ríkisstudningurin góðar tvær miljónir. Haraftrat veðheldur landsstýrið fyri einum láni til Kvívíkar kommunu í sam- bandi við skúlabyggingina upp á 1,5 milj. kr., sum er tikið úr Kredittforeningen af kommuner í Danmark.