Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 27. september 1975 sosialurin I Síða 7 Besti leirur til keramikk i heiminum finnst í Føroyum Í føroyska leirinum er innihaldið av titan- oxyd umleið tað dupulta av, hvat ið menn vita um aðrastaðir at siga frá, og tí kanska best egnaði leirur í heiminum. Hetta sigur Tormóður Dahl, ídnaðarráðgevin, í einum skrivi, har hann hevur sekt um studning og lán til figgjan av keramiskum verkstaði, sum liggja skal í Hvalba. Vit fingu hevi at síggja nakrar lutir, gjørdar úr føroyskum leiri og føroyskum litingarevni. Umframt at tað hevur eina slíka negd av titanoxyd, hevur foroyska leirið tann eginleika, at í tí finnst einans lítið ella einki av kálki. Og í mun til tað út- lendska litevnið, sum inniheldur eitrandi evnir, er føroyska til- farið reint, og finnst í stórum nøgdum og í mongum litum, m. a. út í Nólsoy. Tormóður Dahl sigur, at sum er flyta vit inn tonsavis av tilfari til keramiskt brúk, til skúlarnar, Andreas Hansen, millum teir fyrstu limirnar Poul K. Mouritsen 1934 —36 Hans J. Jacobsen (Heðin Brú) 1936 — 39 J. P. Henriksen 1939 — 65 J. Lindenskov 1965 — 69 Martin Joensen 1969—71 Kåri Petersen 1971—72 Hanna Lisberg 1972 — 73 J. Lindenskov 1973 — 75 Heðin Klein 1975 — Av hesum yvirliti sæst, at tann maðurin, sum kom at standa sum umboðsmaður felagsins meginpartin av skeiðinum síðani stovningina, var J. P. Henrik- Poul Karbech Mouritsen sen. Hann var formaður í meiri enn 25 ár. Palli, sum hann vanliga verður nevndur, fekk at kenna ta politisku øsingina undir krignum. Hann sat í mong ár sum býráðslimur og borgar- stjóri í Havn, og eisini hevur Palli umboðað javnaðarflokkin á tingi. Stovningarveitsla 25. oktober Suðurstreymoyar Javnaðarfelag heldur 50 ára stovningarveitslu Palli Henriksen, sum var for- maður felagsins í 25 ár á Hotel Feroyum 25. oktober, har borðreitt verður við ræstum kjøti og súpan. A seinasta aðalfundinum, sum varð hildin 8. september, vórðu gjørdar nakrar broytingar í nevndini. Formaður er nú Hedin Klein. Næstformaður er Martin Joensen og skrivari Johnsigurd Johannesen. Henry Róða er kassameistari. Hinir nevndar- limirnir eru Sigurd Bech, Sigrid Dalsgaard og Jákup Linden- skov. Heðin Klein sigur, at ætlanin er at skipa fyri fleiri limafundum í vetur við ymiskum aktuellum spurningum á skránni. Tann fyrsti fundurin av hesum slag verður væntandi í komandi viku. og er hetta av nógv verri goðsku, enn tað vit sjálvi hava. Tann mesti leirurin av hesum slag finnst undir kolalindini, sum liggur í Suðuroy, og nakað norður á vestursíðu Feroya. Nýta gamla elverksbygningin Ætlanin er at nýta gamla el- verksbygningin í Hvalba til endamálið. Teir hava fingið játtað at keypa bygningin, og bert fáar broytingar skulu gerast. Tað er danin Niels V. Madsen, sum stendur fyri hesum pro- sjekti. Hann hevur egið keram- iskt firma í Danmark, Vinge Stentøj, men er hann so sann- førdur um dygdina i tilfarinum og um møguleikarnar fyri at framtid er i prosjektinum, at hann ivast ikki i at flyta til Føroya og fara undir at arbeida i hesum virki sinum i Hvalba. Gødskumeting av innfluttningi — Okkum manglar eina gødsku- Koppur, gjørdur år føroyskum leiri og litingartilfari metaraskipan, tå talan er um innflutningsvørur til Føroya, sigur Tormóður Dahl. Vit meta, sum er, allar tær vørur, sum fara av landinum, men ikki tær, sum koma inn i landið. — Eg havi verið nógv i Norðurnoregi, og var har tað skil, at nógvar verur, ið komu hagar, bert vóru triða flokks. Men síðan fingu teir sær eina skipan, so at allar verurnar, sum komu norður, vórðu mettar. Og tá batnaði. — Skilið er nærum tað sama her i Føroyum. Vit fáa bert trida flokks verur, men vit gjalda fyri tær, sum vóru tær fyrsta flokks. Til demis fáa vit triða flokks flesk. speigipylsur, oxakjet, epl- ir og annað. Men vit gjalda fyri tær, sum vóru tær fyrstaflokks. Tormóður Dahl: — Besti leirur í heiminum til keramikk finst í Feroyum