Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 mee Ein partur av ti biliga kjøti, sum kom sum »yvirskotslagur« frå EEC londum, var av slikum våna slagi. Og somuleidis set- eplir, sum ongantíð nældu, tí tey vóru yvirsproytaði við skaðilig- um evnum. Vit kunnu hjålpa upp å hetta vid at seta å stovn eina gødsku- metaraskipan fyri tær vørur, sum koma inn i landið. Framleiðsla av pakkitilfari Undir fyrireiking hevur verið eitt virki í Lamba til at framleiða pakkitilfar. Hetta er lutvís fer- oyskur peningur, men helming- urin er norskur. Tað er eitt av størstu virkjum í Norðanlond- um, Guru-papp, sum eigur 50% av partapeninginum. Hetta er farið til landsstýrið, men hevur tíverri ligið leingi í »skuffuni«, vegna eitt mangl- andi svar frá Fiskaseluni. Tað ljóðar tó, at svarið er komið, so at prosjektið kann fara víðari. Sum er nýta vit íslendskt pakkitilfar til foroyskar útflutn- ingsverur innan fiskaframleiðsl- una. Nakrar royndir av hesum tilfari hava verið yviri í Noregi, hjá einari óheftari prentsmiðju innan somu framleiðslu. Teir hava sent sínar viðmerkingar til tilfarið aftur til Ídnaðarstovuna. Her siga teir, at íslendskt framleidda tilfarið, sum vit nýta, er óegnað og taka soleiðis til, at >váre kunder ville ikke akseptere disse kvaliteter«. Har- umframt eru 4 konkretar faklig- ar viðmerkingar, sum benda á vánaligan kvalitet. Sekt verður eftir einum FÓLKAVOGNI TYPA 1302 Er tað nakar, sum hevur ein góðan fólkavogn, vilja vit fegin geva eitt gott tilboð. Bill. mrk. 1001 Hugsa tygum um LAMPUR Sjálvandi fara vit til fak- mannin. Tað gevur altid besta úr- slitið. LAMPUBÚÐIN R.C. Effersøesg. - tlf. 14477 Hermetikkvirki og roykjarí Annars er undir fyrireiking eitt hermetikkvirki, sum liggja skal í Sandavági. Hetta kann viðgera og konservera brisling, sild og annað. Eisini hava teir um hendi úti á Ídnaðarstovuni eitt roykjarí, sum eftir ætlan skal liggja í Porkeri. Til hetta virki er longu eginpeningur fingin til vega. Trolvirki í Fuglafirði Trolvirkið Vónin er eitt virkið, har fígging er fingin. Hon er fingin frá Egnsudviklingsfon- den, Menningargrunninum, Búagrunninum og Ídnaðar- grunninum og telur 2 miljónir tilsamans. Tað er her, at hin nógv um- talaði brunnurin kemur at vera. Talan er um ein brunn, har ein kann royndartrola í. Hetta er fyrsti brunnurin av slíkum slag í Norðanlondum, og kann tí sigast, at vit eru fremri enn aðrir á hesum eki. Brunnurin er einar 40 metrar langur, og umleið 4 metur til breiddar. Her kannst tú eygleiða trolið, hvussu tað skikkar sær, gjøgnum rút, og verður atburð- urin hjá trolinum eisini tikið upp á film. Soleiðis kunnu vit konstruera serlig trol, sum hóska seg til viðurskiftini, sigur Tormóður. sosialurin Húsaframleiðsla Tað hevur verið frammi í fleiri blødum, at innflutt verða nógv lidugtgjørd hús. Og rætt er tað. Tormóður Dahl upplýsti okkum, at tað verða umleið 200 hús inn- flutt um árið. — Hesi kunnu framleiðast her heima, og er prosjekterað eitt slíkt virki. Umsóknir til studn- ing og lán eru sendar til rettu viðkomandi. Og innan hesa vinnugrein liggur eisini væl fyri at samskipa verkstaðirnar, sum hver í sínum lagi liggja og gera hurðar, vindeygu og annað. Tað hevði verið munabetri, um alt varð samskipað í eina eind, sigur Tormóður Dahl. Føroya Fiskasøla i ov litlan mun ein slóðbrótari — Tað kann uttan himpr sigast, at tendensir eru frammi til at vidgera fiskin meira, og hetta kemur fram frá ymsum síðum. Til dømis hava vit fingið upp- skot til eina útflutningsmiðsteð til nógv vidgjørdar fiskavørur. Hetta hevur Idnadarstovan i samráð við Trygva Johansen, handils- og marknaðarráðgeva, gjørt. Men, sigur Tormóður, tað er í alt ov lítlan mun, at Fiskaselan tekur undir við hesum, at viðgera fiskaverurnar meira. Fiskasølan vil ikki ganga á odda í hesum. Og tað hevði ikki verið meira enn náttúrligt, og er eisini ein fyritreyt fyri góðum úrsliti. LL —TwWwWwWw—wn— ” filmir ið koma Jeremy — bert seytjan ár Leikhús bio í Havn fer nú undir at sýna kærleiksfilmin Jeremy — bert seytjan ár. Tað er Arthur Barron, sum hevur lagt filmin til rættis. Hann er professari í filmsvis- ind við lærda háskúlan í Columbia, og hetta er tann fyrsti spælifilmurin, sum hann hevur lagt til rættis. Arthur Barron hevur framm- anundan lagt fleiri doku- mentarfilmir til rættis og hevur fingið fleiri heidurslønir fyri teir. Jeremy — bert seytjan ár vann fyrstu virdislønina á filmsstevnuni í Cannes tað árið, hann kom fram. Bobby Benson, sum hev- ur leiklutin sum Jeremy, er 16 ára gamal. Tá hann var yngri, spældi hann við í fleiri sjónleikum, eitt nú í Oliver. Haraftrat hevur hann luttikið í meiri enn 100 reklamufilmum og í nekrum sjónvarpssendingum. Glynnis O'Connor, sum hevur hin høvudsleiklutin í filminum, er eisini 16 ár. Hon hevur gingið á sjónleikaraskúla og hevur eisini luttikið í nøkrum sjón- leikaframførslum. Um filmin, Jeremy — bert seytjan år — sigur Arthur Barron, at hann å ein serligan hått visir å hvussu royndirn- ar av ti fyrsta kærleikanum plaga at vera. Nr. 66 — 27. september 1975 maskinur Stórt úrval í seymimaskinum Elna Husqvarna Grand Special Prísir frá 830 krónum. AMANDA ZACHARIASSEN Sverrisgeta 15 - Tórshavn - tlf. 12991 SKRIVSTOVU innbúgv maskinur Olympia Rex-Rorary nipu KEVI sKvDD STANDARD TAYLORIX ANKER skrivimaskinur, man. og el. roknimaskinur u. og v. strimmul fotokopieringsmaskinur faktureringsautomatir svertuduplikatorar spritduplikatorar stencilbrennarar skrivstovu off-sett skriviborð skáp- & reolsystemir skermveggir og blómukassar hvíldarstólar og sofur til receptiónir og skrivstovur kantinumøblar skrivstovustólar chefstólar barnastólar arbeiðsstólar pengaskáp brandboxir innmúringarskáp og boxhurðar eldtryggjaði arkivskáp arkivskáp og kartotek hongimappur bókhaldssystemir bókhaldsmaskinur kassaapparatir frankeringsmaskinur Ringið ella skrivið eftir brochurum og prísum P/F FARODANE & CO Tinghúsvegur tif. 11414