leygardagur 27. september 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
$
skapur — gudaborin skald-
skapur.«
Operain greidir frå søguni
hjå fyra ungum listarmonn-
um — skaldinum Rodolphe,
målaranum Marcel, heims-
spekinginum Colline og tón-
leikaranum Schaunard —
sum búgva fátækir í París, í
heilum byggja harraborgir í
huganum, men sjáldan hava
ráð til at eta seg mettar.
Rodolphe fær hug á granna-
konuni, Mimi, sum er seymi-
genta og jólaaftan kemur og
pikkar upp á hurðina hjá
honum á lítla kvistkamari
hansara at biðja hann læna
sær eina glóð at kveikja sær
kertuljósið við. Marcel hevur
eitt ógvusligt ástarævintýr
við Musette, sum dámar væl
at pynta seg og tí í heilum
rýmir við onkrum ríkiskroppi,
men kortini altid kemur aftur
til sín málara, sum hon ikki
fær livað fyriuttan. Rudolphe
verður varur við, at Mimi
hevur tuberklar og hóast
hann er góður við hana,
sleppur hann henni, tá ein
ríkur greivi, sum hevur betri
umsteður at uppihalda henni,
fær áhuga fyri henni. Men
nakrar mánaðir seinni rýmir
Mimi frá verndara sínum og
kemur aftur í kvistkamarið at
búgva. Her doyr hon, hóast
Rudolphe og vinmenn hans-
ara royna alt, teir eru ferir
fyri at bjarga henni.
Evnið ikki nóg »fint«
Høvudsorsøkin til at ummæl-
ararnir i Torino á sinni høvdu
hildið so hánt um operuna
mundi helst vera, at hon
snúði seg um ungar, fátækar
listarmenn og gentur av arb-
eiðarastættini. Teimum hevði
dámað betur, um Puccini
hevði skapað tónlistaverk sítt
uttan um gitnar kappar úr
søguni og sagnaheiminum.
Eingin teirra vágaði sær tó til
at siga Puccini ongar gávur
at hava, men teir vóru illir, tí
teir hildu hann misbrúka
hesar gávur.
Ikki eftri fremmandar
Puccini hevði ikki tónlista-
gávur sínar eftir fremmandar.
Hann var fimti maður í einari
tónleikaraætt, har starvið
sum urguleikari í dómkirkj-
uni í toscanska býnum Lucca
var gingið í arv frá faðiri til
son. Giacomi, sum var upp-
kallaður eftir fyrsta ættar-
faðirinum, varð feddur í
1858. Hann byrjaði útbúgv-
ing sína sum tónleikari longu
sum barn og helt fram
við Pacini-lærdómsstovnin í
Lucca, so hann skuldi gerast
forur fyri at taka við starv-
inum sum urguleikari eftir
pápan. Men ongantíð gjørdist
hann nakar serliga framúr-
skarandi urguleikari. 18 ára
gamal fór hann til gongu teir
21 kilometrarnar til Pisa fyri
at hoyra »Aidu« eftir Verdi,
og var hetta fyrsta opera-
framførsla, hann upplivdi.
Henda hending kom at hava
avgerandi tydning fyri fram-
tíð hansara. Sjålvur tók hann
seinni soleiðis til: >Brádliga
vórðu hurðarnar til ein nýggj-
an tónlistaheim latnar upp
fyri mær.«
Puccini fer til Milano
Nú fór Puccini til Milano,
hagar tå i tidini allir italskir
tónlistamenn leitaðu, og kom
inn á kongaliga tónlistaskúl-
an har. Fyrsta opera hansara
„Le Villi«, sum kom i 1884,
vakti áhuga hjá Giulio
Ricordi, sum tá á degum
hevði eitt stórt orð at siga í
italskum tónlistalívi og var
leiðari av forlagnum, sum
gav út verkini hjá Verdi,
Donizetti og eðrum kend-
um operakomponistum. Hann
gjørdist ein dyggur leiðbein-
ari hjá hesum unga, trilvandi
tónaskaldi. Vinarlagið við
í 28 ár og hann var sum ein
pápi fyri Puccini og bæði
eggjaði honum til men heldur
ikki spardi at koma við at-
finningum, tá tað kravdist.
»Bohéme« verður til
Fyri at fáa bestu librettoina
til >Bohéme< fekk Ricordi
tveir gávaðar rithevundar at
evna bókina hjá Murger til:
Luigi Illica, sum hevði skriv-
að einar 80 librettoir, og
Guiseppe Giacosa, sum var
kendur yrkjari og sjónleika-
skald. Illica tók sjálva leik-
gongdina upp á seg, meðan
Giacosa hevði tann kenslu-
borna skaldskapin í hondum.
Sjálvur tók Ricordi íðin lut í
hesum arbeiði, skoytti erindi
uppí, har tað kravdist ella
vísti á veikleikar í dramatisku
uppbyggingini. Men fremst
av øllum var hann maðurin,
sum við fastleika sínum var
forur fyri at hava tamarhald á
hinum.
Mangan vóru báðir rit-
høvundarnir um at gerast
óðir i høvdinum av Puccini,
sum í heilum vildi hava teir at
broyta tekstin og treiskur
vildi hava teir at fylgja teim
strongu og óvikandi lógum
fyri ellum leiki. Eina ferð
gjørdist Giacosa í ødini og
hótti við at gevast. Tá settist
Ricordi við klaverið og spældi
tónleikin úr fyrsta parti.
Eyðmjúkur fór tá Giacosa
yvir aftur og setti seg við
skriviborðið hjá sær. „Nú
skilji eg, hví Puccini leikar so
i og ansar sum ein gammur
eftir ørindisreglum og herð-
ingum«, helt hann fyri.
Tók 3 ár
at gera operuna lidna
Puccini brúkti eitt knapt ár
sosialurin
til at skriva tónleikin — men
tað tók 3 ár at gera operuna
lidna. Librettoin mátti skriv-
ast umaftur heilar 3 ferðir ølls
sum hon var. Teir fýra menn-
inir stríddu og tingaðu seg
fram orð fyri orð og setning
fyri setning, men tá liðugt
var, vóru eisini allar ósemjur
gloymdar, so glaðir vóru teir
um at hava lagt eitt gott
úrslit úr hondum. Hóast
»Bohéme« er ein av teimum
fáa operum, sum væl hevði
borið til at ført fram sum
sjónleik, høvdu persónarnir
kortini riggað illa við ongum
tónleiki. Puccini hevur við
gandagávum sínum givið
eina fullfiggjada mynd av
hverjum einasta persóni í
operuni, hevur enntá vandin
valt ymisk tónatól fyri at lýsa
høvudsleikararnar uppaftur
betur: strúkarar til Rodolphe
og Mimi og træblåsarar til
Musette. Eisini sovorðnir
smálutir sum teir blaktrandi
logarnir í ovninum á kvist-
kamarinum ella sólargeislin,
sum bráddliga fellur á and-
litið á ti doyggjandi Mimi,
fáa eisini sítt egna tónlistar-
liga yvirbragd.
Á midnátt hin 10. des.
1895 setti Puccini »finis«
undir partiturið í lítlu bygdini
Torre del Lago við Massa-
ciuccoli-vatnið, har honum so
væl dámdi at veiða fugl á
vatninum. Her dvaldist hann
mangan og hvíldi seg frá
arbeiðinum. Ein bróðurdóttir
sigur seg einaferð minnast, at
hann bráddliga úti á miðjum
vatninum rópti á mannin,
sum sat við árarnar, um at
rógva til lands sum skjótast.
Í somu letu báturin legið at,
sprakk Puccini á land og fór
rennandi niðan til hús, har
hann í stundini settist við
klaverið og fór at spæla eitt
lag. Hetta var tað lagið, sum
seinni gjørdist valsaarian hjá
Musette i »Bohéme«.
Arbeiddi mest um nåttina
Puccini skrivadi meginpartin
av tónleiki sínum um nætur-
nar, byrjaði vanliga um
9-leitið um kveldið, helt so
mangan á til út móti morgni.
Við hattinum á hevdinum,
brillunum frammi á nes og
blýantinum í munninum setti
hann seg við klaverið. So sat
hann og arbeiddi og legði ikki
petti í, um nógvur gangur var
uttan um hann, tí mangan
vóru nógvir av vinmonnum
hansara inni hjá honum langt
út á næturnar, bæði rithøv-
undar og listamálarar. Ikki
uttan teir bráddliga tagdu,
kundi hann hyggja uppúr og
spyrja, um teir allir vóru
sovnadir!
Ariurnar i »Bohéme«
Sangarar hava altid verid
hugtiknir av ariunum i
»Bohéme«. Hver einasti stór-
Nr. 66 — 27. september 1975
ur sopranur hesi seinastu 80
árini hevur sungið Mimi —
her kunnu bert nevnast nøvn
sum Nellie Melba, Lina
Cavalieri, Licia Albanese og
Maria Callas fyri at nevna
nakrar. Tenorar sum Enrico
Caruso, Beniamino Gigli,
Jussi Bjørling og Jan Peerce
hava altíð verið mettir sum
miklir framberarar av Ro-
dolphe.
Roknað verður við, at
Puccini hevur vunnið meira
pening enn nakar annar
operakomponistur, og í
minsta lagi ein tridingur av
stóru ogn hansara kom frå
inntøkunum av »Bohéme«.
Men fyri Giacomo Puccini
sjålvan kom operan »Bo-
héme« at fáa stóran persón-
ligan týdning. Hann segði
einum vinmanni, at tá hann
hevði skrivað tann partin,
har Mimi doyr, lidnan, gjørd-
ist hann ógvuliga rerdur:
„Ég stóð púra einsamallur
inni í arbeiðsrúmi mínum
mitt um náttina og græt. Tað
kendist sum hevði eg sæð
egna barn mitt doyggja.« Vit
eitt annað hevi viðgekk
hann: >Ég legði alla mína sál
og allar mínar heitastu kensl-
ur i »Bohéme«, og eg fái als
ikki sagt frá, hvussu góður eg
eri við persónarnar í henni.«
Puccini og Toscanini
Tann tónleiksstjórin, sum
fyrstur av ellum alment
segði frá, at hann trúði upp
á, at góður dugur var í
»Boheme« — Arturo Tosca-
nini — kom sum árini liðu at
stjórna nógvum Puccini-oper-
um Seinasta veturin, Puccini
livdi, var hann hjástaddur
undir einari venjing, gamli
vinur hansara stjórnaði á La
Scala. >Ongantíð áður var
tónleikur mín spældur við so-
vorðnari kenslu og so skyggj-
andi reint<, segði hann seinni.
„Í huganum rann alt liv mítt
fram fyri meg, bæði gleðir,
sorgir, vónbrot og sigrar. Tá
Toscanini aftaná kom yvir til
mín, helt eg hond hansara so
leingi og trýsti so fastliga á,
at hann má hava kent,
hvussu takksamur eg var
honum.«
Giacomo Puccini doyði hin
29. nov. 1924, 66 åra gamal,
men enn tårar og brosar
heimurin hugtikin av »Bo-
heme«, hesari ævigu ungu
operu.
Til minni!
Marcus å Fløttunum til minni,
honum vit bera alt gott bædi åti og inni,
og vit í hjartanum hans minni goyma,
nú hann í himnaborg er heima.
Hans Andrias í Útistovu
Komin er
hin dýri dagur
Komin er hin dýri dagur
hvat er maður — kappi frægur.
Fjørd og himmal, snarljós skyggja
alt við lív um náð man tyggja.
Hjálp mær, Harri, arma støv,
nú eg handan deyða grøv
svara skal for lív á foldum,
rísa upp eg skal úr moldum.
Sanna dómin — frælsur kongur —
munnu vit ei sekka longur —
Harrin sjálvir skilir sundur
deydadømdur — krossins undur.
J.M.
TU