mikudagur 1. oktober 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin Nr. 67 — 1. oktober 1975
Síða 2
4“
- .
SOSKÅIPIN … +20 - viro 682725
box 76, 3800 Tórshavn
Utar Førova Jacnadarflokkur
bað tjðu Vilhelm Johannesen (ábyrgd), tell. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Vicut::Prentsmidjan á Heygsbreyt
Skeivur arbeiðsháttur
BOÐAÐ ER FRÁ, at strandferðslan longu
í hesi vikuni ferð at lýsa eina broyting í vetrar-
ferðaætlanini, sum kom í gildi frá 3. september.
TAÐ ER ONKI dulsmál, at alt síðani ferða-
ætlanin varð lýst, hevur ónegdin verið
rættuliga stór. Hetta er týðuliga komið til
sjóndar av tosi manna millum og av øllum
teimum mongu lesarabrevunum, sum verið
hava í blødunum í seinastuni. Hendan onøgd
tykist eisini at umfata so at siga allar partar av
landinum.
TAÐ ER AT fegnast um, at teir, sum hava
ábyrgdina av strandferðsluni, eru so mikið at
sær komnir, at teir vilja geva eftir fyri hesi
ónegd frá brúkarunum og vilja fremja ávísar
broytingar, ið vónandi verða ein bati. Tað er
alla æru vert, at menn vidganga mistøk og
rætta tey.
OKKUM KUNNUGT eru tað bert nakrir heilt
fáir persónar, ið einsamallir leggja hesa ferða-
ætlan, ið síðan verður lýst at fáa gildi frá
ávísum degi. Spurningurin er, um hetta ikki er
skeivur arbeiðsháttur hjá eini almennari fyri-
tøku, ið røkkur at ollum búplássum landsins og
annadhvørt so ella so hevur åvisan tydning fyri
allar samfelagsborgarar.
Í OKKARA TID verður so nógv tosað og
skrivað um demokrati. Um nærdemokrati og
um demokrati á arbeiðsplássinum. Má tað ikki
haldast at vera rættuliga ódemokratiskt, at
bert nakrir fáir persónar, mest sum í loyndum
og fyri læstum hurðum, leggja hesa ferða-
ætlan, uttan at tey, sum nýta skulu ferða-
skránna fáa høvi til at seta síni sjónarmið
fram?
HEVÐI TAÐ IKKI verið mikið rættari, um
leiðslan fyri strandferðsluni fyrst gjørdi eitt
uppskot til ferðaætlan, sum síðani varð kunn-
gjørt i blødunum, soleiðis at fólk fingu høvi til
at gera vart vid møguligar skeivleikar og fingu
høvi til at sent strandferðsluni møgulig upp-
skot til broytingar. Strandferðslan kundi so
tikið væl undirbygd og skilagóð broytingar-
uppskot til eftirtektar.
ALT VIT BÝR ikki í einum hevdi. Heldur ikki í
tveimum ella trimum. Og tað skal vera langt
frá okkum at krevja av leiðsluni fyri strand-
ferðsluni, at hon ger eina ferðaætlan, ið er
fullkomin og litaleys.
MEN HON KUNDI givið brúkarunum kring
landið møguleika fyri at sagt sína hugsan, ser-
stakliga í teimum forum, tá broytingin við eini
nýggjari ferðaætlan er so stór og kollveltandi,
sum tilfellið var við broytingini frá 3.
september.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin hevur Torkil
Beder gudstænastu við kon-
firmatión í Elduvíkar kirkju.
K. O. Videro hevur guds-
tænastu í Hvalbiar kirkju
sunnudagin.
Unggentudeild
KFUK's
hevur fund í kveld kl. 20.
Evni: Farið verður í kirkju.
Í Várgleði
Í dag kl. 4.15 sp. bibliutimi
Henry Joensen, skúla-
stjóra.
Samkoma
fyri basarkvinnur
Friggjakvøldid kl. 20 verður
samkoma í KFUK í Havn fyri
teimum kvinnum, sum vóru
við til basararbeiði til frama
fyri Vesturkirkjuna.
Sjómanskvinnu-
ringurin í Havn
kemur saman á Sjómans-
heiminum í kveld kl. 20.
Burturluting verður.
Filadelfia
I kvøld kl. 20 systurmission.
Telefonandakt alt samdøgrid
å telf. 14880.
Fundir å bygd
Finn Kappelgaard, skrivari
hjá KFS, og Johs. Mortensen
hava fundir i missiónshús-
inum í Kollafirði í kveld og
hóskveldið kl. 20.
DE
Konfirmantar
Sunnudagin verða hesi kon-
firmerað í Elduvíkar kirkju
av Torkil Beder, presti:
Asmund Davidsen, Eldu-
vik.
Meinhardt Dahl Jacobsen,
Fuglafjørdur
Hildibjartur Thomsen,
Fuglafjørdur
Johan Danielsen, Leirvík
Mikkjal Andreasen, Leir-
vik
Kurt Petersen, Fugla-
fjørdur
Sóley Hansdóttir Hansen,
Fuglafjørdur
Mari Ann Ellendersen,
Fuglafjørdur
Ann Mari Petersen, Fugla-
fjørdur.
Anni Haraldsen, Fugla-
fjørdur.
va
Í V4-spæli útvarpsins sein-
asta leygarkveld vórðu hesi
tel tikin: 4, 17, 19, 24, 32, 35,
37, 53, 55, 58, 67, 68, 82, 83,
84, 91. Vinningurin var 5.690
kr. og triggir vinnarar: 1 av
Oyrarbakka, 1 úr Klaksvík
og Í av Tvøroyri. Eykavinn-
ingurin upp á 1.000 kr. fór til
Miðvágs
at búgua i?
var hann einsamallur?
Cesar vann á Gallarunum,
hver annar sigraði?
Ein sigur til hvønn?
So mangar fråsøgnir.
So mangir spurningar.
Arbeiðsmaðurin spyr
Hver bygdi Theben við teim sjey portrum?
Í bókunum standa konganøvn.
Drógu kongarnir grótið saman?
Og Babylon — ferð eftir ferð lagt oyði —
Hver reisti tað so mangan aftur?
Og í gullglitrandi Lima; hvar búðu arbeiðsmenninir?
Hvagar fórð arbeiðsmenninir tað kveldið,
tá kinverski múrurin var liðugur?
Í stóru Rómaborg ' ru mangir triumfbogar —
hver bygdi teir? Hverjum triumferadu cesararnir yvir?
Hevdi tað vidagitna Byzans bert skreytborgir
heuði hann ongan við sær?
Filip av Spaniu græt, tá herflotin var sokkin!
Mundi eingin annar gráta?
Fríðrik Annar sigraði í sjeyárastríðnum,
Hver bakaði sigurskakuna ?
Ein stóran mann tíggjunda hvert árið.
Hver man gjalda kostnaðin ?
14
Eftir Berthold Brechi
Eisini í søgurika Atlantis geylaðu tey druknandi
á trælir sínar ta náttina, tá havið tók tey.
Hin ungi Aleksander hertók Indiu —
—J
Kr RR
Leynabergholið
liðugt næsta heyst
Fara undir spreingiarbeiðið í dag
Spreingiarbeiðið upp á Leyna
bergholið byrjar í dag. Bergholið
verður 700 metrar langt, 9
metrar breitt og 6 metrar høgt.
Tað er byggifelagið Pihl & Søn,
sum skal gera arbeiðið. Eftir
ætlanini skal arbeiðið verða
liðugt einaferð næsta heyst.
Bergholsgerðin kemur at kosta
umleið 6 mili. kr. Haraftrat
skulu vegir gerast bæði eystan-
fyri og vestanfyri upp á ávika-
vist 200 og 250 metrar.
KKA
Skeið í reidskapsfimleiki
Verður hildið í hell
Havnar Fimleikarfelags
Í dogunum frá 9. til 12. oktober
skipar Fimleikadeild ÍSF's fyri
skeiði á reiðskapsfimleiki fyri
Bókakassar
ókeypis
til láns
Landsbókasavnið sigur frá, at
bókakassar við 30—40 bókum í
hverjum — 'til børn og/ella
vaksin — fáast ókeypis til láns
frá Landsbókasavninum. Bygdir
har eingi bókasevn eru, hava
framíhjárætt. Tann, ið hevur
bókakassa undir hond, eigur at
geva ødrum í bygdini høvi til at
læna bøkurnar.
Tilfarid i barnabékakøssunum
er nytiligt sum iskoytislesnadur
i fólkaskúlanum — so langt til-
farid røkkur.
Bøn um bókakassa verður at
senda Landsbókasavninum,
postbox 61 í Havn, so skjótt
sum tilber.
tey, sum undirvísa og hava
áhuga fyri at undirvísa í hesari
itrottargrein.
Leiðarar á skeiðnum verða
Marie Mártensson, sum var
annar av leiðarunum hjá Hega-
lidgymnastunum, ið vóru gestir
hjá Stakk í summar, og Lennart
Andersson, sum er skrivari hjá
Svenska Gymnastikførbundet.
Undirvíst verður í lop á máttu,
frittstandandi, barr, rech, ring-
um, lop um hest, fyriologi
psykologi og ársplanlegging.
Eisini verða sýndir fimleika-
filmir.
FARODANE
25 år i dag
Í dag eru liðin 25 ár, síðani heil-
salan hjá pf Farodane og Co.
byrjaði. Tað var 1. oktober 1950,
at pf Farodane og Co. fór undir
heilsølu. Í sambandi við 25 ára
dagin verður mótteka fyri inn-
bodnum á Hotel Hafnia í dag
seinnapartin.