Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Varðveita eina slupp aftrat frælsi javnaður brødralag Nr. 68 — Leygardagin 4. oktober 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Fleiri um boðið at fáa Danielsens hús Tórshavnar býráð samtykt at taka upp samráð- ingar við Verkfrødingafelagid um aðrar møgu- Byggigrundir Fólk hava hoyrt og lisið, at í Klaksvík arbeiða teir við eini kommunalari út- stykking, sum um stutta tíð kemur at umfata eitt byggibúgvið eki til umleið 80 sethús. Bert ein av peninga- stovnunum var til reiðar at lata lån — ein triding av kostnaðinum yvir trý ár við 11% í rentu. Hetta kann tykjast legið, tá hugsað verður um, at bankarnir kunnu figgja bilar, prutl og aðrar líkn- andi lutir, sum dag frá degi minka í virði, meðan byggigrundir harafturímóti bert vaxa í virði, sum tíðin líðir. Oddagrein á síðu 2 Heyst í skaldaheim- mum Veruleikin er tann, at tað kostar so nógv at siga tað tú vilt, at tú ikki hevur ráð til tað. Hetta er sanniliga at skerja skrivifrælsið. Panelið á síðu 4 Bridge- teigurin SOSIALURIN er nú farin undir at hava ein teig, har skrivað verður um bridge- spæl, og kemur hesin at skifta við talvteigin. Tað er ein stórur áhugi fyri hesum spæli millum fólk. Bridgeteigurin er á síðu 3 leikar enn Danielsens hús Tórshavnar byråd samtykti á eykafundi hóskveldið eina til- ráðing frá Heina Olsen, býráðs- limi, um, at Tórshavnar komm- una í fyrsta umfari ger upp við Føroya Verkfrødingafelag tær dokumenteradu utreidslur, sum felagið hevur í sambandi við Pætursastovu, ið býráðið hevur samtykt at keypa, og at býráðið í eðrum umfari tekur upp nýggjar samráðingar við felagið um aðrar meguleikar enn Danielsens hús. Samstundis fall burtur ein til- ráðing frá einum meiriluta í figgjarnevndini um at lata Verk- froðingafelagnum Danielsens hús fyri 300.000 kr. og soleiðis, at keyp kommununnar av Pæt- ursastovu gongur ímillum. Konfirmatión S. J. Joensen hevur guds- tænastu við konfirmatión í Hvannasunds kirkju sunnu- dagin kl. 12. Konfirmantarnir eru: Marianna Poulsen, Hans Oliver Simonsen, Karl Joen- sen og Jákup Christiansen. Alt starvsfólkið hjá kommununi er sagt upp Fleiri vildu hava Danielsens hús Tað vóru nakrar upplýsingar frá Sofus Sivertsen, formanni í byggi- og býarskipanarnevndini, sum fingu býráðslimir til at ivast í, um teir skuldu atkveða fyri = meirilutatilrådingini, og summir bóðu um at fáa málið Framhald á síðu 12 Ungdómurin í Havn vil sjálvur fyriskipa diskotekdans Líkt er til, at ungdómurin í Havn hevur stórri áhuga fyri sjálvur at skipa fyri diskotekdansi heldur enn at góðtaka tær núverandi um- støðurnar, sum diskklubbin hevur at bjóða. Mánaðarfundurin hjá Skansastovu tyskvøld- ið var eitt týðiligt prógv um, at ungdómurin er misnøgdur við núverandi umstødur. Diskotekklubburin í Havn heldur í løtuni til í leigaðum hølum hjá Havnar Klubba. Síða 6 ILL LL AA pb Såttmålaloysi hjå Havnar kommunu Alt fólkið hjá Havnar kommunu liggur nú í sått- málaloysi, tí at býráðið hevur sagt upp allar sáttmálar. Í mars mánaða í ár segði lands- stýrið sáttmálarnar hjá ellum starvsfólkunum sínum upp. Og stutt eftir gjørdi býráðið í Havn tað sama, tó so, at býráðið segði upp allar sáttmálar, eisini tæn- astufólkið og onnur við ser- sáttmála. Tey sum hava ser- sáttmála, eru verkfreðingar og onnur, sum verða lent eftir krøv- unum, sum donsku fakfeløgini á teirra oki seta. Starvsfólkið sáttmála 20. oktobur Býráðið hevur tó lovað starvs- fólkunum, at tey fáa sáttmálan endurnýggjaðan innan hin 20. oktobur. Men tey, ið roknast sum tæn- astufólk, ella slík við sersátt- mála, fáa ikki sáttmálan endur- nýggjaðan enn. Tey hava fingið játtan um, at sáttmálin skal JL liggja greidur innan 1. januar næsta år, og vénar Kommunala Starvsfelagid hetta eisini. Bólkurin tænastufólk og ser- sáttmálalent eru ikki ein stórur bólkur hjá landinum, meðan tað er ein rættuliga stórur hjá bý- ráðnum. Tað eru tí rættiliga nógv fólk hjá býráðnum, sum koma at bíða til næsta ár við at fáa sáttmálan endurnýggjaðan. — Ti gjørdi býráðið eina býtta gerð at siga sáttmálarnar við hesi upp, sigur ein nevndarlimur felagsins, Ingi Mohr. Samskipa almenna lønarlagid — Felagið hevur avgjert at bíða, til sáttmálafrestirnar eru gingn- ar út hin 20. oktobur i år, og 1. januar næsta ár, sigur Marius Wieha, formaður felagsins. Vit hava fingið hóttan um at sátt- málarnir verða endurnýggjaðir til hesar tíðir. Landsstýrið sigur seg vilja samskipa allar lenirnar sum verða latnar innan hitt almenna, og er hetta grundin til at sátt- málarnir verða seinir fyri summ- ar bólkar.