leygardagur 4. oktober 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sostalurin telf. I I820 giro 6282725
box. 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Førova Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vili 2 Johannesen (ábyrgd), telf. 56411
John urd Johannesen, telf. 132 42
Prent: Dimmalætting
Byggigrundir
FØLK HAVA HOYRT og lisið, at í Klaksvík
arbeiða teir við einari kommunalari útstykking,
sum um stutta tid kemur at umfata eitt byggi-
búgvið oki til umleið 80 sethus.
HÓAST UMSØKNIRNAR eftir hesum byggi-
grundum hava verið nógvar, tykist tað
rættiliga at standa á hjá kommununi at fáa selt
byggigrundirnar nú so lang er komið, at
skjeytini eru klár og kostnaðurin, 70 kr. pr. m?,
skal gjaldast. Gingnir eru tríggir fýra mánaðir,
síðani tær 60 byggigrundirnar vóru klárar at
lata keyparunum, men higartil eru bert einar 20
innloystar.
HETTA BENDIR Á, at ungfólk ið byggja
skulu, ikki hava so nógvan pening tøkan, at tey
greiða at gjalda hesi stykkir kontant. Tað, sum
skal gjaldast fyri eina byggigrund, snýr seg
ivaleyst um einar tveir triðingar av ti samlaða
eginpeninginum, ið vanliga er 20 pst. Tað vil
við eðrum orðum siga, at nærum allur egin-
peningurin verður kravdur á borðið, áðrenn
byrjað verður.
HETTA MÁ haldast at vera heldur enn ikki
Orimiligt. Eitt rímiligari krav hevði verið, at
eginpeningur upp á 20 pst. av virðismetingini
varð fingin til vega í seinasta lagi tá byggingin
var liðug. Í Føroyum hevur tað vanliga verið
so, at menn fyri ein stóran part hava skapt sær
ein part av eginpeninginum við egnum arbeiði,
t. v. s. við útgrevstri, planering, stoyping av
grund og i summum førum við uppstoyping av
húsum.
UM TAÐ VAR meguligt at fingið hendur á
byggigrundini ímóti eingari relativt lítlari út-
gjalding, vildu harvið møguleikar verið skaptir
fyri at fingið sterri eginpening til vega við
egnum arbeiði, meðan hesin møguleiki ikki
býðst, so leingi maður ikki hevur fingið byggi-
grundina.
Í KLAKKSVÍK hava býráðslimir álagt fíggj-
arnevnd býráðsins at kanna meguleikarnar fyri
einari avdráttarskipan soleiðis, at grund-
stykkini kunnu latast ímóti einum tridingi
kontant og restina yvir eitt ávíst åramål.
Úrslitið av hesari kanning kann ikki sigast at
vera glæsiligt. Bert ein av peningastovnunum
var til reiðar at lata lán — ein triðing av
kostnaðinum yvir trý ár við 11 pst. í rentu.
Hetta má tykjast logið, tá hugsað verður um,
at bankarnir kunnu figgja bilar, prutl og aðrar
líknandi lutir, sum dag frá degi minka í virði,
meðan byggigrundir harafturímóti bert vaksa i
virði, sum tíðin líðir.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Torkil Beder í Elduvík kl. 11,
konfirmatión, K. O. Videre í
Hvalba kl. 12, Eivind Vil-
helm í Vesturkirkjuni kl. 11,
altangangur, og á Argjum kl.
19, altargangur, J. J. Joen-
sen í Nólsoy, altargangur, J.
Follend á Nesi kl. 11, kon-
firmatión, N. P. Danielsen í
Oyndafirði kl. 11, konfirma-
tión, P. M. Rasmussen við
Gjógv, konfirmatión, Kjart-
an Mørkøre i Havnar kirkju,
konfirmation, S. J. Joensen i
Hvannasundi kl. 12, kon-
firmation, J. Magnussen i
Klaksvik og J. Weihe i Sand-
vik, altargangur.
Mánakveldið kl. 20 verður
konfirmatiónsgudstænasta
við altargangi í Havnar
kirkju.
broytt
gudstænastutíð
Frá sunnudegnum verður
aftur farið í kirkju í Haldórs-
vík kl. 12.
Adventistsamkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliugransking
og gudstænasta við Gunnari
Pedersen á skúlanum við
Hoyvíksvegin.
Etiopia-missiónin
Preben Skoven ferðaskrivari
úr Danmark, hevur fund fyri
heimamissiónina í Sandavági
í kveld.
Konfirmatión
Hesi verða konfirmerað í
Havnar kirkju sunnudagin:
Kristina Øre, Sílageta 6,
Poula Simonsen, Vardagøta,
Marjun Vilhelmsen, Bratta-
brekka 33, Synnøve Thomsen
Heygsbreyt 7, Ann Askham,
Hoydalsvegur, Elna Kros-
stein, Tinghusvegur 73, Anna
Tórgarð, Tinghúsvegur 84/a,
Janna B. Skaale, Sigmund-
arg. 21, Elin Merkistein,
Landavegur 29, Súsanna
Sørensen, Skákið 6, Eyðna
Patursson, Kirkjubø, Else-
beth Mortensen, Torfinsg.
28, Bryndis á Dunga, Dala-
vegur 17, Annika Magnus-
sen, Heiðaskákið 10, Inga
Malena Djurhuus, Heiðaveg-
ur 13, Anna Dalsgaard,
Heiðaskákið 5, Marita Dals-
gaard, Heiðaskákið 5, Rúna
Poulsen, Marknagilsvegur,
Erik J. Larsen, Heinageta 5,
Øssur Egholm, Gundadalur
45, Birni Hansen, Gunda-
dalur 29 Terje Midjord,
Kovalåg 6, Anfinnur Hov-
gaard, Brattabrekka 23, Jan
Eli Reinert, Villingadalsveg-
ur, John Egholm, Dalavegur
22, Hanus Peter Joensen,
Dalsgøta 7, Høgni Hansen,
Varðabú 9, Høgni Morten-
sen, Dalagøta 14, Kennet
Lindenskov Samuelsen, Krå-
arvegur 9, Olaf Heini Jo-
hannesen, Hoyviksvegur 14,
Kartin Mikkelsen, Sigmund-
argøta 26, Heini Andresen,
Hoydalsvegur 2.
Nr. 68 — 4. oktober 1975
filmir ið koma
Ungur kærleiki
Filmur úr Tjekkoslovakia, sum
fer at ganga í Sjónleikarhús-
inum.
Í einum lítlum byi er løgd ein
skóverksmiðja, har i høvuds-
heitum bert arbeiða ungar
gentur, og hetta hevur framt
ein stóran meiriluta av konu-
fólki í býnum. 2000 konufólk
eru í býnum saman við 200
mannfólkum, og kann hetta
skjótt elva til trupulleikar.
Genturnar droyma og fyri-
gykla sær um kærleikan, og
ofta siga tær hverjarð aðrari
frá kærleikshendingum, sum
teimum als ikki hevur verið
fyri. Í býnum er lítið at
uppliva, men tá ein herdeild
kemur til staðið, er hetta ein
kærkomin broyting, hóast at
tað ikki eru heilt ungir menn,
sum bera hesar khakibún-
arnar. Nú skal okkurt henda.
Verksmiðjuleiðslan ger eina
veitslu í samkomuhúsinum.
Hermenninir, sum fáa lirkað
ringar sínar av og niður í
lumman, vísa seg ikki at vera
eitt petti tryggari við hetta
enn tær ungu genturnar eru.
Hesin skemtiligi parturin
— ein av teim mongu í film-
inum — er í umtalu frágreitt
soleiðis: „hesar leikmyndir
fara i filmsøguna sum eitt av
teim bestu demunum um
sinn, ironiskar lýsingar og
veruligt skemt<. Og uppaftur
meir væleydnað kann hetta
kallast, av tí at tað bert eru
amaterar, ið leika.
Her hendir einki millum
hermenninar og genturnar,
men hin ljósa verksmiðju-
gentan Andula fer avstað við
einasta líkinda unga mannin-
um, klaverspælaranum Milda
frá Praha. Hann fær Andulu
upp á gistingarkamar sítt, og
har finnir hon so at enda
setleika fyrsta kærleikans.
Kærleikspartarnir eru ógvu-
liga ungir og lættir, og
frásagdir við skaldakendum
skemti.
Fyri gentuna er hetta ein
hending sum hon hevur
droymt um, meðan tað fyri
klaverspælaran bert er en av
mongum hendingum, sum
hann skjótt gloymir.
Nú hevur Andula ikki
annað enn henda unga mann-
in í tonkunum, og næsta
vikuskiftið fer hon til Praha,
har hon fer inn til dreingin og
verður móttikin av foreldr-
unum, ið vita av ongum.
Mamman er skelkað, men
letur gentuna liggja nátt í
køkinum. Tá sonurin tidliga á
morgni kemur heim, liggur
hann fegin i køkinum, men
mamman leggur hann imill-
um foreldrini i dupultseingini
— aftur ein av skemtiligu
leikpørtunum.
Gentan skilir av heldur
harðliga ordadråttinum í
kamarinum hjá foreldrunum,
at tað, sum fyri henni var
innbjóðingin til kærleiks-
heimin, ikki merkti petti fyri
hin unga mannin.
Næsta dag fer hon aftur til
litlabyin. Men tann søgan,
sum hon sigur vinkonum
sínum um ferðina í Praha, er
ikki heilt samsvarandi veru-
leikan.
Leikstjórin
Tað er hin 34 ára gamli Milos
Formen, sum hevur sett
leikin upp, og er hesin film-
urin vorðin kjakevni nógva-
staðir. Hann varð sjálvur
rættuliga viðurkendur vest-
anfyri, tá ein av filmum
hansara »Svarti Petur< varð
kosin ein tann besti við film-
stevnuna í Frankaríki í 1965.
Tað, sum er serligt við
hesum filminum, er, at hann
viðger eina vanliga hending í
vanliga lívinum hjá vanligum
menniskjum. Tað er nakað,
tú sjáldan sært á løriftinum,
har vit aloftast síggja óvan-
ligar hendingar, og har
fólkini aloftast eru framúr á
onkran hátt.
Tað, ið hin ungi leikstjórin
vil við filminum, er at visa
hvussu torfort tað er hjá
ungdóminum at skapa sítt
egna lív, tí tey hava so lítla
ávirkan á samfelagið og um-
stødurnar.
At hesin ungi leikstjorin,
bert vid tveimum filmum,
gjørdist heimskendur, er at
hann so meistarliga kann visa
okkum longsul og dreymar
ungdómsins á løriftinum.