Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin stubbar uttaneftir Arbeidisloysid vexur i EF Aftur er arbeidsloysid vaxid i EF, visir ein månadarfrå- greiðing, sum varð almanna- kunngjørd mánadagin. Í august vóru 1,2 miljónir arbeiðsleys í Onglandi móti umleið 1,04 miljónum í juli, í Frankaríki 800 túsund móti 740 túsund, í Hollandi 194 móti 191,1, í Belgia 174 móti 172 og í Danmark var steðan 94 túsund móti 84 túsund. Sjórænarar givið seg yvir 30 muhammedanskir parti- sanar, sum friggjadagin í síðstu viku tóku eitt japanskt farmaskip við manning upp á 21 og fimm filippinskum toll- arum, yvirgóvu seg mána- dagin til filippinsku myndug- leikarnar. Skipið varð rænt sunnan fyri oynna Mindanao, har More frælsisrerslan heldur til. Fylkingin kravdi ein loysipening upp á 800.000 krónur (umleið ein miljón peso). Mánadagin varð skipið kringsett av 10 krigsskipum, og tá vórðu fyrst manningin og tollararnir frigvinir, og tástani yvirgóvu partisanarn- ir seg. Eykaútreiðslur upp á 25 miljardir At oljuprísurin fór upp við 10% hin 1. oktobur, merkir at EF fær eina eykaútreiðslu upp á umleið 25 miljardir kr. teir niggju mánaðarnar, ið hesin prísur stendur við, upplýsir ein talsmaður fyri EF kommisjónina mánadag- in. Serfrødingar í kommisjon- ini halda, at inntøkurnar hjå oljuframleidaralondunum fara at vaxa umleid 60 miljaridr hesar månadarnar. Rædur ikki longur frå at ferðast til Libanon Stødan i Beirut er nú so vanlig, at danska ambassad- an ikki longur vil fråråda folki at ferðast til Libanon i ør- indum viðvíkjandi handli, sigur uttanríkismálaráðið. Ambassadan heldur tó í einum skrivi, at stødan er so sum so við at samráðast um handil, tí bankar og skriv- stovur eru væntandi stongd- ar eina tíð frameftir. Játta deyðshóttanir Keldur í Ísralska uttanríki- ráðnum játtaðu mánadagin slaturin um, at stjórnirnar í fleiri arabiskum londum hava sent hóttanarskriv til afrik- anskar leiðarar, sum undir Yom Kippur krignum vildu hava diplomatiskt samband við Ísrael. Sum tað hevur ljóðað, bæði í israelskum bloðum og Washington Post, funnu afr- ikansku leiðararnir útav, at nevnini á londum teirra stóðu undir anti-israelskum skriv- um, uttan at teir vóru spurdir. 19.000 verja Hirohito keisara Hóttanir um atsóknir og um drápsroyndir á japanska keis- aran Hirohito undir almennu vitjan hansara í USA hevur sett sving í løgregluna. Longu dagin áðrenn ferð hansara var keisaraborgin í miðbýnum í Tokio hildin undir strongum politieftirliti. Og sambært almennar keldur fara 19000 legreglumenn at verja 20 kilometra langa teinin frá keisaraborgini til flogvellin, haðani keisara- parið skal fara. stórsigur fyri fjallaklintrarar Tveir onglendingar, Dogu Scott ((t.v.) og Dóougal Haston hava sum teir fyrstu í heiminum verið uppi á Mount Everest, komnir upp ein veg, har eingin áður hevur farið. Útsynningsleiðin upp á 8.848 metra hega tindin hevur higar til dags verið mett at vera Omøgulig at koma upp. Ákærdir fyri at myrða Carrero Blanco Hóast spanska stjórnin hevur avsannað tað, vænta verj- arnir fyri 15 ETA limir, at tað koma nýggjar rættargongdir um stutta tíð. Millum teir ákærdu eru Ignacio Perez Beoutegui alias »Wilson« og Jose Mugicia Arregui — báðir eru sagdir at vera leiðandi limir í tjóð- skaparrørsluni í Norður- spania. Teir eru ákærdir fyri morð á forsætisráðharran Carrero Blanco í 1973. Nokta spæl við spaniólar Sum fyrsta felag: av sínum slag noktaði Ítróttasamband Sveríkis at kappast við Spania í %trótti. Aftaná ein eykanevndarfund í felagnum varð avgjert, at eingin fram- eftir skuldi í felagnum taka lut í ítrótt saman við Spania. Tvey sponsk fótboltslið mótmæla Spanska meistaradeildarliðið Atletico Bilbao noktaði týs- dagin at spæla ein vinardyst sum mótmæli móti morð Franco á tveir baskarar. Sunnudagin mótmæltu tveir leikarar í meistaraliðnum Santander við at spæla við svertum armbindi undir ein- um dysti. Tá teir vórðu avhoyrdir av legregluni, søgdu teir, at teir syrgdu ein vin. Nr. 68 — 4. oktober 1975 Heyst i skaldaheiminum Ja, heystid er komid, og kaldir vindar fara um landid, rætt er tað. Men eitt annað heyst er eisini komið, tað er skaldaheyst. Tað er rættuliga komið við køldum vindum, vátaveðri, og niðri á Vaglinum falla blødini av trøunum so brúngul — følnadi — niður á tað kolasvarta asfalt. Og ikki so langt frá Vaglinum liggur ein bókaútgávusteð, sum eisini hevur følnadi blød í vind- eyganum. Hesi følnadu blød eru gamlar skrivaðar segur, sum eru endurprentaðar. Á jú okkurt gott er uppaftur- prentað av farnum skaldum, men tað kann alíkavæl saman- berast við heystið, tað eru gomul følnadi blød, sum eru framkomin. Tað er í hvussu so er ikki ungur og fagurgrenur, ný- blómandi skaldskapur. Vit sum í ár skriva 1975, kunnu eisini skriva eitt 1-tal fyri talið á útgivnum bókum i prosa — óbundnum máli, sum kom út í fjor. Í yvirliti frá í fjør sæst, at í Føroyum kom ein bók við fagrum bókmentum, skrivað í óbundnum málið út, seks í bundnum máli og ein barnabók. Tað vil siga, at vit í alt fingu í hendi 8 bekur tilhoyrandi fagrar bókmentir. Men tað vóru bekur skrivaðar av føroyingum. Sam- stundis komu út 15 bøkur innan yrkisbókmentir, og 10 skúla- bøkur. Hetta vóru eisini upp- runaverk úr Feroyum. Hetta gevur okkum eitt tal, sum sigur 37 bøkur, skrivaðar á foroyskum givnar út í 1974. Men um somu tíð verða givnar út 41 bekur, sum er umsettar úr fremmandum máli. Einki ilt um tað, at fólk umseta. Tað er frálíkt, at vit fáa bøkur um útlendsk viðurskifti, til at siga okkum frá útheim- inum. Men tað kann ikki bera til at vit fáa útlendskar bekur at siga okkum frá Føroyum, og ti ið fer fram her. Og tað er tápuligt at hugsa sum so, at hetta bara er eitt fyribrigdi, sum er í 1974. Tað er tað ikki. Hetta er eitt, sum stendur við — vit fáa ikki út- givnar føroyskar bøkur av eini- hvørjari orsøk. Men hvat er tad so, sum liggur til hindur fyri at fåa bøkur å føroyskum, um føroysk vidur- skifti til føroyingar at lesa? Vit frætta onkuntið, at eitt- hvørt skald, tad veri seg ein innan fagrar bókmentir, ella yrkisbókmentir — liggur við handritum til bekur, sum ikki koma út. Hetta eru greið boð um, at tað lønir seg ikki at geva út bøkur. Tað er ikki talan um at gerast ríkur av at skriva, men at kunna liva av ti. Um skaldini kundu livað av ti, tá vóru kanska heitari tíðir innan skaldaheimin. Og hetta, um at skaldini ikki kunnu liva av skriving síni, at teir ikki fáa orðið upp, tí tað lønir seg ikki, tað liggur nær upp at tí, sum hendir aðrastaðir, bert á annan hátt. Djarvt er tað kanska at siga, men her er talan um at skerja skrivifrælsið. Tað hoyrast himmalrópandi reddir, so skjótt tað er ein stakkal Hermann Oskarsson, blaðmaður handan tjald, bambustjøld og jarntjøld, sum verður teptur ella útvístur. Ein Solsjenitsin í Sovjet og ein hálendskur munk- ur í Kina. Á jú, vit gremja okkum eisini um fólk í diktatur- londunum, har til dømis Teodo- rakis ikki fekk orðið fram. Men líta vit á okkara egna hesna- garði, so er tað ein merkilig togn í hesnagarðinum, sum kann sigast at vera heldur óvanligt. Veruleikin er tann, at tað kostar so nógv at siga tað tú vilt, at tú hevur ikki ráð til tað. Hetta er sanniliga at skerja skrivifrælsið. Nú ljóðar tað kanska eitt sindur øvugt, men satt at siga hava vit ikki ráð til at lata tøgnina standa við. Tað hevur stóran týdning fyri menningina av samfelagnum, at vit kunnu lata skaldini tala, uttan at tey fara á húsagang av tí. Tað má vera skyldan hjá sam- felagnum at stuðla mentanini, soleiðis at tað, ið er til, kann koma fram í ljósmálam. Og tað er eisini ein stór uppgáva, at hjálpa til so at vit fáa fleiri ið skriva, og gera skaldskapin meir fjølbroyttan. Tad er ti ikki at undrast å, at virdisløn M. A. Jakobsens ikki er komin fram enn i år. Og tad hevdi heldur ikki undrad, um hon hevði farið til eldri bók- mentir. Hermann Oskarsson Vinningarnir á KS 75 Pláta frá H. C. W. Tórgarð Teppimaskina frá Thomas Dam Tvey slips frá Lexa Truckur frá Tórshamar Pláta frá Filadelfia Lego frá F. Akursmerk Tvey slips frá Lexa Pláta frá H. C. W. Tórgarð Truckur frá Tórshamar Skinn frá Vilma Band frá Filadelfia Bók frá Filadelfia Truckur frá Tórshamar Pláta frá H. C. W. Tórgarð Jakki frá Fa. John W. Thomsen Kr. 1000 frá hósdegnum Kr. 1000 frá friggjadegnum Kr. 1000 frá leygardegnum Hevuðsvinningurin upp á 10.000 kr. Vinningarnir kunnu heintast við at venda sær til Pf. KS, Traðarvegur 14, tlf. 14442. rokna. Spreinging við Leynaklivar Vegna spreinging í sambandi við tunnilgerð- ina við Leynavatn verður vegurin um Leyna- klivar stongdur 2 ferðir um samdøgurid — o.u. 5 minuttir hvørja ferð — frá 1. oktober at LANDSVERKFRØDINGURIN Pf. KS ——E——IIEC TR er