Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

H | Nr. 68 — 4. oktober 1975 Markus å Fløttinum til áminningar Nú er kvirt í millum Garðar farin er á fund við aðrar tómt nú stendur pláss á Fletti har ið mangir vini møttu. Hvila tinar troyttu hendur, handan sól við himnastrendur tey sum bóru tunga byrðu kallar til sín góður Hirði. Rokkin er um Gylta Liðið andar bert av dýrd og friði blika logn og ongar glaður hvíl í friði megnar maður. Kl. TØKK Hjartaliga takka vit fyri synda samkenslu, tå kæri maður min og góði pápi okkara, sonur, bróður og svågur okkara TUMMAS JUUL JENSEN doyði og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á P6 á Landssjúkrahúsinum, og ein serlig tokk til Kjartan Mørkøre, prest, fyri hansara troystarríku orð, bæði í kapellinum og í kirkjuni. Somuleiðis tøkk til sangarar og berarar og til tykkara, sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk til tykkum all, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Louisa, Jóhan, Sólrun og Eydna Skulu tygum seyma er tað altið ein góð byrjan at fara inn á BERNINA seymimiðsteðina har alt fæst til seyming á einum stað; nålir til øll endamál, tråur í ollum litum, mynstur, lynlås, knappar, spennir, lappar, bendlar, bordar, skrábond, blondur, kragar, skinnkantar, merkir, strúkibetrekk, strúki- brettir, strukijørn, saksar, (eisini til vinstru hond), plastikkeskjur til trá, skinn og beltir o. a. og nógv onnur smáting. Marjun Heimá C. Pløyensgøta 4 tlf. 12531 , Setid sparipening tygara 1 FØROYA SPARIKASSA — fólksins peningastovn tað lønar seg sosialurin Byggja upp i Kosavirkid Tad er ætlanin at byggja upp i Kosavirkid i Klaksvik. Tad skal leingjast vid 150 til 200 metrum norðureftir, og har skal saltfiskagoymsla gerast. Uppibyggningurin verdur nakad tad sama til støddar sum tann verandi bygningur- in á Kósini. Fyrst skal bryggjan leingjast norður- eftir, og tað arbeiðið er byrjað. Fimm bátar avreiddu á Kósini mikudagin. Árna- búgvin hevði 5.000 pund, Morgunroðin 2.700, Nestangi 4.800, Royndin Fríða 5.400 og Skorðhamar 5.600 pund. 850 fólk sóu SKIPIÐ Tilsamans 850 fólk sóu sjón- leikin Skipið eftir Steinbjørn B. Jacobsen, tá hann varð framførdur i Roynhøllini i Hvalba seinasta vikuskiftid. Nakrir opnir bátar rógva út frá Hvalba. Teir royna eyst- anfyri, ti tað hevur ikki viðrað at farið vesturum. Teir fáa væl. Ein bátur við tveimum monnum avreiddi 1.000 pund av snelluveiðu, og ein annar bátur hevði 800 pund. 70 —80 tons Petur á Gerðunum, sum roynir í Grenlandi, hevur fiskað eini 70—80 tons. Teir byrjaðu túr fyrst í juni við bátum. Fyri einum mánaða síðani løgdu teir um til garna- veiðu. Tá teir løgdu um høvdu teir fingið eini 40 tons av saltfiski. Nú verður rokn- að við, at teir hava fingið eini 70— 80 tons. Skulu byggja dansistovu Ætlanin er at byggja nyggja dansistovu i Skålavik. Hon skal standa har, sum tann gamla stendur. Tað hevur tó gingið striltið, tí torfort er at fáa størri grundøki burtur av kongsjørdini. Ungmannafel- agið, sum eigur dansistov- una, vónar at fáa svar frá jarðaráðnum í næstum. Veiða blálongu Tveir norskir bátar, sum um dagarnar vóru á Vági eftir olju, veiða blålongu á Føroya Banka. Prisurin í Noreg fyri blålongu er 3,10 kr. kilo síða 5 kring oyggjarnar Formarnir til havnalagið brotnaðu Í farnu viku brotnaðu form- arnir til havnalagið í Skálavík av illveðri. Í fleiri dagar lá hann av landnyrðingi og norði við brimi, og tað toldu formarnir ikki. Garðurin var komin undan, men dekkið var eftir at stoypa, tá óhappið hendi. Hendan uppstillingin varð liðug, tá illveðrið kom. Menn rokna tó við, at arbeiðið kann gerast liðugt í ár. Mitt í farnu viku sleipaði Edda Grindafoss á Tveroyri. Teir høvdu fingið maskin- skaða og skuldu fáa eykalut úr Noreg. Grindafossur og Edda rógva annars við línu og Svanur og Eysturbúgvin við snellu. Fiskiskapurin hevur verið góður. Linubåtarnir hava fingið 150 pund upp á stampin summar dagar, og teir hava eisini fingið væl við snelluni. Teir eru givnir við hoygg- ingini í Skálavík. Tað er bert, ein helvt, sum verður sligin, og tað hava teir gjort tey seinastu árini. Teir hava rikið nakað, mest til at selja, og tað hevur ikki staðið á at sloppið av við seyð. Tað mesta er farið til Havnar og nakað til Klaksvíkar. Skurð- urin er um miðal, kanska minni, og siga menn, at hetta skuldast gróðurin, sum kom so seint fyri seg í vár orsakað av kuldanum. Hava framleitt 14.000 rútar Atlantic Pane í Vestmanna hevur higartil í ár framleitt einar 14.000 rútar, og tað er tvær ferðir so nógv sum í fjør. Teir flyta glasið inn og skera tað so til á virkinum, haðani tað verður selt til bæði privat og verkstaðir. Teir siga á Atlantic Pane, at fólk eru væl nøgd við framleiðsl- una, sum upp á seg er munandi biligari enn tann út- lendska. Gødskan er minst líka góð sum tann útlendska. Atlantic Pane hevur í umbúnað at byggja út. Ætlanin er at byggja eini hús í støddini 15X33 metrar í tveimum hæddum. Hver hæddin skal vera einar. 5 metrar heg. Roknað verður vid, at framleiðslan kann tvi- faldast í mun til nú, tá út- byggingin er liðug. Í letuni arbeiða 9 fólk á virkinum, og tað verður ikki beinleiðis neyðugt at vaksa um talið á arbeiðsfólkum, tá útbygging- in er liðug. Tað eru tvey ár, síðani Atlantic Pane fór undir framleiðslu. Ikki heilt nøgdir Nólsoyingar eru ikki heilt nøgdir við nýggju keiina. Hon er heldur stutt, og enn er ikki ljós sett upp Afturimoti eru teir væl nogdir við asfalteringina av vegunum í bygdini. Tað er nakað síðani nú, at teir vóru lidnir at asfaltera. Tað er oljugrús, sum er lagt á vegirnar, og tað heldur ófera væl Fullsett í summar Bæði á Viðareidi og á Sandi siga teir, at hotellini hava verið fullsett í summar. Ta einu tíðina vóru so nógvir út- lendingar á Viðareiði, sum búðu á hotellinum, at tað var bert hendingaferð, at viðing- ar sóu nakað til bygdafólkið! Tað eru mest týskarar, sum hava vitjað í Sandoynni í summar, og teir hava búð á hotellinum. Um veturin eru tað mest sílafiskarar og arb- eiðsmenn, sum gista har. Hotellið hevur 9 kemur, o tey kunnu øll gerast til dupultkømur. Í summar hava fýra fólk verið knýtt at ho- tellinum, men tað verður nóg mikið við tveimum í vetur.