hósdagur 20. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 115 - 20. juni 2002
Nr. 115 - 20. juni 2002
17
Natúrgass
til Focus
Týska Ford bilverk-
smiðjan hevur latið
120 Ford Focus bilar
til mynduleikarnar í
Berlin, ið royna at fáa
fólk at brúka natúrgass
ístaðin fyri bensin.
Bilarnir koyra eisini
uppá bensin. Í Svøríki
koyra
Focus
eisini
uppá ethanol
Kelda: Motor Magasinet
Mini í USA
Amerikanarar
hava
víst stóran áhuga í
Mini Cooper. BMW
hava ætlanir um at
framleiða
100
tús.
bilar á verksmiðjuni í
Onglandi, men tað sær
út til at verða alt ov
lítið
Kelda: Motor Magasinet
Mazda
yvirskot
Eftir
nøkur
trupul
fíggjarlig ár, varð yvir-
skotið hjá Mazda fyri-
tøkuni í Hiroshima
10,2 milliardir krónur
seinasta roknskaparár.
Umframt Mazda 6, ið
kemur á marknaðin í
heyst, eru fleiri nýggj-
heitir á veg.
Kelda: Motor Magasinet
X-Trail er tann fyrsti
sokallaði lívsstíls off-
roadarin hjá Nissan.
X-Trail skal kappast
við bilar sum Toyota
RAV4 og Land Rover
Freelander, ið sam-
eina off-road egin-
leikarnar við góðar
koyrieginleikar á
longri túrum og til
býkoyring
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nútímans off-roadarar eru
ofta ein sameining av jeep-
um og persónbilum, t.v.s. at
bilarnir eru lættir at koyra
við í býnum, men klára seg
eisini væl uttanfyri koyri-
vegin. Nissan X-trail er ein
elgantur 5 persónabilur, ið
kann trekkja á 2 ella 4
hjólum, ella við "Auto-
funktión", sum elektroniskt
deilir kraftina millum fram
og bakhjólini. Bilurin fæst
við 2.0 litur bensinmotori
ella 2.2 litur dieselmotori
við nýggjastu common-rail
innspræningarskipanini. Í
bensinútgávuni fæst hann
við 5 trins manuellum gir-
kassa ella automatiskum
girum, meðan dieselútgáv-
an hevur manuellan 6 trins
girkassa. Instrumentborðið
er av nýggja slagnum við
instrumentunum í miðjuni,
eins og á nýggja Nissan
Primera.
Nissan X-Trail – sameinir off-road
og góðar koyrieginleikar
Hósdagin í síðstu
viku lat Bilasølan hjá
Øssur Johannesen ein
nýggjan VW Trans-
porter, ið var dekorer-
aður í Danmark, í
samráð við Goodyear
Danmark, til Super
Dekk í Havn
BILAR
Magnus Gunnarsson
Dekksølan, Super Dekk,
fekk í síðstu viku ein
nýggjan VW Transporter,
ið ætlanin er at brúka til at
koyra við vørum hjá fyri-
tøkuni og til lættari tæn-
astuuppgávur. Bilurin er
ein Transporter vørubilur
við 2.5 litur TDI turbodies-
el motori og 102 hk. Trans-
portarin er dekoreraður í
samráð við Goodyear Dan-
mark. Hann hevur 17" alu-
felgur við dekkstøddini
235/45-17 og sjálvandi
eisini við nýggjastu Good-
year F-1 dekkunum. Bilur-
in hevur dragihurðar á báð-
um síðum og er lakkeraður
í originala Goodyear litin-
um.
1. juli fær Super Dekk
vitjan av tveimum Good-
year sølustjórum, Kenneth
Saust og Flemming Christ-
ensen, ið báðir hava stóran
áhuga í Ellisakførum og
hava gamlar bilar sum sítt
frítiðarítriv.
Nissan X-Trail 2.2 CDi
Motorurin
2.2 litur 4 syl. turbodiesel 114 hk
v. intercoolara og
common-rail innspræning
0-100 km/t
13,7 sek.
Oljunýtsla
13,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
215/65-16
Stødd og vekt
Longd
451,0 cm
Breidd
176,5 cm
Hædd
166,5 cm
Eginvekt
1500 kg
Totalvekt
2050 kg
Prísur
við dieselmotori úr kr. 329.000,-
(sum vøruvognur kr. 249.000,-)
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.nissan.fo
VW Transporter
– dekoreraður av Goodyear
Øssur Johannesen, VW umboðsmaður, handar her Goodyear Transportaran til Fríðrik
Bláhamar frá Super Dekk
Nissan X-Trail kemur ivaleyst at klára seg væl í kappingini millum lívsstíls og frítíðarbilar
Instrumentini eru í miðjuni og eitt
handskarrúm er frammanfyri bilføraran
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Bíligari at
flúgva
Stóra
bretska
flog-
felagið British Airways
hevur nú gjørt av at
taka upp kappingina
við tey sonevndu bíligu
feløgini so sum Easyjet
og Ryanair, sum næstan
javnan flúgva við full-
settum flogførum. Har-
afturímóti hevur tað
gingið illa fíggjarliga
hjá British Airways,
síðani altjóða flog-
ferðslan
fekk
ein
frammaná eftir atsókn-
irnar í USA tann 11.
september í fjør.
British Airways hev-
ur tí boðað frá, at á
fleiri rutum millum
evropeiskar býir verður
tann
vanligi
ferða-
seðlaprísurin lækkaður
heili 80 prosent. Tað
ber m. a. í sær, at frá 20.
juni kostar ein einvegis
ferðaseðil úr Bretlandi
til
Amsterdam
ella
París at kosta 800
krónur.
Stórt blað
illa fyri
Dagens Nyheter, sum
er næststørsta morgun-
blaðið í Svøríki og
flaggskipið hjá kenda
ú t g á v u f o r l a g n u m
Bonnier, er so illa fyri
fíggjarliga, at leiðslan
nú hevur fingið boð um
at spara heilar 166
milliónir
svenskar
krónur. Tað ber í sær, at
55 fólk skulu sigast úr
starvi. 40 teirra arbeiða
á tíðindadeildini hjá
blaðnum.
Danir missa
nógv
Ein ætlan hjá ES at
endurskoða landbúnað-
arstuðulin fer at kosta
danska landbúnaðinum
meiri enn eina milliard
krónur í mistum stuð-
uli, og tað er væl meiri,
enn danir høvdu vænt-
að.
Sjálvt endurskoðan-
aruppskotið verður ikki
almannakunngjørt fyrr
enn tann 10. juli, men
longu nú er greitt, at tað
fer at kosta donsku
bøndrunum 1,15 mill-
iard krónur. Danska
landbúnaðarfelagið
ætlar sær at fáa upp-
skotið broytt, tí verður
uppskotið samtykt, ber
ikki til at koma aftur
umaftur.
Úr Norðurlondum:
Vandameiri
ísbjarnir
Granskarar í Noregi
bera ótta fyri fleiri
samanstoytum millum
fólk og ísbjarnir á
Svalbard í komandi
árum.
Granskararnir siga, at
tann veksandi hitin á
Jørðini fer at hava við
sær, at minni ísur
verður við Svalbard um
summarið, og tað fer at
gera, at ísbjarnirnar
fara at leita sær upp á
land. Um summarið
koma rættiliga nógv
ferðafólk til Svalbard,
og tí stúra granskarar-
nir fyri, at vit í komandi
árum fara at hoyra fleiri
frásagnir um, at ís-
bjarnir hava gjørt seg
inn á fólk.
Illveður í
Danmark
Týsdagurin var tann
heitasti dagurin í Dan-
mark í ár við umleið 33
hitastigum, har tað var
heitast. Men góðveðrið
fekk ein bráðan enda
seinnapartin, tá ein
kuldabrúgv uttan úr
Norðsjónum kom við
bæði
gloprarregni,
heglingi og sonevndum
skýpumpum. Illveðrið
rakti serliga Norður- og
Miðjylland. Í Aalborg
og aðrastaðni stóðu
nógvir kjallarar undir í
vatni, men ringast var í
Karup og Ilskov, har
tvær skýpumpur gjørdu
um seg. Skýpumpurnar
vóru so ógvusligar, at
fleiri hús mistu takið
omanav og nógv trø
duttu. Í summum hús-
um
vórðu
rútarnir
sognir út úr vindeygun-
um.
Tey flestu
sleppa
Ein uppgerð hjá norsku
myndugleikunum vísir,
at nógv tey flestu
brotsverkini, sum verða
fráboðað, enda uttan
rættarviðgerð ella dóm.
Tá talan er um rán og
stuldur, verður bara eitt
av tíggju málum upp-
klárað, er talan um
kynsligan ágang, verða
tvey av hvørjum tíggju
málum uppklárað, og tá
tað snýr seg um harð-
skap, endar triðja hvørt
mál í rættinum við
dómi.
Uppgerðin vísir, at
myndugleikarnir
eru
raskastir at loysa mál,
sum snúgva seg um
rúsevni.
Har
verða
meiri enn seks av
hvørjum tíggju upp-
klárað.
Russiski herflotin
hevur nú bjargað
teimum seinastu
leivdunum av kav-
bátinum Kursk
KURSK-VANLUKKAN
Árni Joensen
Ovastin fyri russiska norð-
urflotanum,
Gennadij
Sutsjkov, segði í gjár, at
herflotin hevur nú bjargað
teimum seinastu leivdunum
av
kjarnorkukavbátinum
Kursk, sum sakk í Barents-
havinum í august í 2000.
Allir teir 118 menninir,
sum vóru við kavbátinum
doyðu.
Tað mesta av kavbátinum
varð fingið upp av botni í
fjør. Gennadij Sutsjkov,
segði, at alt, sum hevur
týdning í sambandi við
vanlukkuna, er tikið upp og
til lands. Hildið verður, at
ein torpedo gekk av, og at
Kursk tí fór til botns. Tí eru
fleiri torpedorør send til
Sankta Pætursborgar til
nærri kanningar, segði ad-
miralurin.
Tað, sum liggur eftir á
botni, verður liggjandi,
men russiski herflotin fer at
tryggja, at tað verður ikki
til ampa fyri teir, sum fiska
á hesum leiðum.
Beint eftir vanlukkuna
vildu russar vera við, at
Kursk hevði stoytt saman
við ein NATO-kavbát, men
seinni varð sagt, at tað helst
var ein torpedo, sum gekk
av. Tann endaliga frágreið-
ingin um vanlukkuna er
ikki
almannakunngjørd
enn.
Ísraelskir stríðs-
vognar fóru gjára-
náttina inn í býirnar
Nablus og Jenin, og
hesaferð verða teir
verandi
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Minni enn eitt samdøgur
eftir ta ógvusligu bumbu-
spreingingina í Jerusalem
týsmorgunin sendi ísraelski
herurin hermenn og stríðs-
vognar inn í teir báðar
palestinsku býirnar Nablus
og Jenin á Vestara Áar-
bakka.
Ísraelska stjórnin sam-
tykti týskvøldið at lata
herin herseta palestinskar
býir á Vestara Áarbakka.
Samstundis varð avgjørt at
lata hermenninar verða ver-
andi í býunum, til palestin-
ar gevast við sjálvmorðs-
bumbuatsóknunum í Ísrael.
Palestinskir
talsmenn
søgdu eisini í gjár, at teir
ísraelsku hermenninir, sum
komu til Jenin, høvdu hús-
vognar við sær.
Ísraelski forsætisráðharr-
in, Ariel Sharon, lovaði
beint eftir bumbuspreing-
ingina
týsmorgunin,
at
stjórn hansara fer at berja
yvirgangin niður, og at
stjórnin er til reiðar at taka
øll neyðug stig.
Palestinsku myndugleik-
arnir hava mótmælt, at
ísraelska stjórnin gevur
teimum
ábyrgdina
av
atsóknini í Jerusalem. Tann
víðgongdi felagsskapurin
Hamas hevur átikið sær
ábyrgdina av spreingingini.
Ein palestinskur ráðharri
segði týskvøldið, at at-
sóknir sum hendan gagna
ikki palestinska fólkinum,
men geva harafturímóti
ísraelsku stjórnini høvi til
at halda fram við herseting-
arpolitikkinum.
Sjálvmorðsbumbuatsókn
in týsmorgunin kravdi 20
mannalív og er tann ógvus-
ligasta seinastu seks árini.
Ísraelski herurin aftur
á Vestara Áarbakka
Seinastu leivdirnar av Kursk
tiknar upp
Tey 20, sum doyðu í bumbuspreingingini í Jerusalem týsmorgunin, fóru til gravar í gjár. Her leggja ein kvinna og dóttir hennara
hondina á líkið av einari dóttir og systir, sum doyðu í atsóknini. Shiri Nagari var 22 ára gomul
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
17
16