Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 115 - 20. juni 2002 Nr. 115 - 20. juni 2002 19 Føroyski sangarin kom millum 25 tey bestu av 1200 luttak- arum og er væl nøgd- ur við sítt avrik TÓNLEIKUR Pop.fo Jens Marni Hansen er nú liðugur í donsku sangkapp- ingini Popstars. Týsdagin fekk hann boð um, at hann verður ikki millum tey seinastu 10 fólkini frá umfarinum í Keypmannahavn, sum fara víðari í kappingini. - Eg havi ikki droymt um at vinna hesa kappingina, men eg hevði vónað, at eg kundi koma eitt stig longur. Tá tað er sagt, so eri eg sera væl nøgdur við, at eg eri komin so mikið langt, sigur Jens Marni Hansen. - Eg fekk at vita, at tað er einki galið við talentinum hjá mær, men tey halda, at eg gjøgnum fleiri ára royndir havi funnið mín egna stíl, og tí verður tað trupult hjá teimum at forma meg av nýggjum, sigur hann og heldur, at tað kanska eisini hevur nakað at gera við, at hann er vorð- in 27 ára gamal og at sókn- ast verður eftir einum yngri sangara. Hørð kapping Tað er danska sjónvarps- støðin TV2, sum fer at senda Popstars. Hugskotið er at skipa fyri eini opnari sangkapping millum danir. Hetta er gjørt eina ferð áð- ur, og tá var úrslitið diddu- bólkurin eyeQ. Nú leitar TV2 eftir einum solisti, sum kann vænta sær plátu- sáttmála við stórt plátu- felag. Tvey umfør hava verið hildin í Danmark. Annað var í Keypmannhavn og hitt í Århus. Eini 2000 fólk hava samanlagt roynt seg í kappingini. Jens Marni var við í Keypmannahavn, har tað vóru 1200 fólk, sum bjóð- aðu seg fram. Fyrst skuldu 50 fólk velj- ast burturúr stóru rúgvuni, og eftir at Jens Marni hevði sungið Angels, var hann valdur sum ein av teimum. Í næsta umfari sang Jens Marni sangin Lovin’ Each Day, og enn einaferð eydn- aðist honum at koma víð- ari, tá helvt var send víðari í kappingini. Síðani var uppgávan at syngja eina duett saman við einum konufólki, og her sang Jens Marni Don’t Look For Love. Hesa vikuna gjørdist tað so greitt, hvørji 10 av teim- um 25, sum vóru eftir í Keypmannahavn skuldi víðari, og her varð Jens Marni sílaður frá. Nú skulu tey 10 fólkini í Keypmannahavn kappast saman við teimum seinastu 10 fólkunum úr Århus. Endin verður, at ein sangari verður valdur burturúr sum vinnari. Málið var ikki at vinna TV2 hevur fylgt Jens Marna gjøgnum kapping- ina, og tí verður ivaleyst eitt sindur at síggja til hann, tá TV2 fer at senda sendirøð- ina í heyst. - Mítt mál var ongantíð at vinna kappingina, men at bjóða meg fram og kanska gera vart við meg við ein- um góðum úrsliti, sigur Jens Marni. Kollfirðingurin heldur, at skuldi hann ynskt sær meira í kappingini, so var tað at koma millum tey ein- astu 20 sangararnar, men tað skuldi ikki vera. - Hetta hevur verið bæði stuttligt og spennandi. Eg haldi, at føroyingar skulu als ikki halda seg aftur, tá tað ræður um slík tiltøk. Vit kunnu saktans vera við, og eg vóni, at onkur kann brúka mínar royndir í hesi kappingini til okkurt, sigur Jens Marni. Jens Marni hevur sín egna tónleikabólk, sum hann spælir til dans saman við. Hann skal spæla nógv í summar, men spurningurin er so, hvat kann henda hjá honum, tá TV2 fer at senda Popstars í heyst. Jens Marni liðugur í Popstars TV2 hevur fylgt luttøkuni hjá Jens Marna Hansen í donsku sangkappingini Popstars Mynd: Jens Kristian Vang Bólkurin við kvæða- rockinum skal spæla í Føroyum, Danmark og í Noregi í summar TÓNLEIKUR Pop.fo Rockbólkurin Týr skal í summar hava fleiri konsert heima og uttanlands. Bólkurin var fyrr í ár í Ís- landi og spældi á konsert- um har, og nú sleppa teir eisini at royna seg í Dan- mark og í Noregi. Farna vikuskiftið spældi Týr á útikonsert í Runavík, og fríggjakvøldið spæla teir í Vestmanna. 13. juli spæla teir í Hvalba, og 3. august eru teir ein av bólkunum, sum skulu spæla á stóru listastevnuni. Tíðliga í august mánaði skal Týr spæla í Keyp- mannahavn, og her er upp á tal, at teir skulu spæla á kenda spælistaðnum Lopp- en. Í oktober skulu teir til Oslo at spæla, og møguliga skulu teir spæla á fleiri konsertum í Noregi. Umframt hesar konsertir verður arbeitt við fleiri konsertum í Íslandi, eins og ferðir til Svøríkis og Finn- lands kunnu koma upp á tal seinni. Týr á konsertferð NÁTT- T- T B hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið : • Vetsm.-Tórsh. kl. 23.30 • Tórsh.-Vetsm. kl. 00.30 órsh. kl. 03.30 • Tórsh.-Vestm. kl. 04.30 (Koyrt ver ívík og Kollafj rð Onnur kv ld kann avtalu Tlf. 424254 Tlf.286254 Felagið Tórshøll Flúrar Hvørt fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld er Týskvøldið 25. juni sjavskapping kl. 19.00 Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 Tlf. 31 15 65 livandi tónleikur Í vikuskiftinum spæla Tinghúsvegur • Tórshavn • Tlf. 31 56 28 Fríggjakvøldið Leygarkvøldið Café'in hevur opið mán.-frí. 17.00-24.00 og leyg.-sun. 14.00-24.00 Club 20 Café Írskur búffur v/chips, salat & whiskeysós 69,- EISINI TANN BESTI Í LANDINUM Hóskvøldið DJ Martin Kjærbo De Ja Vu DJ Eyðfinn Drewsen www.club20.fo Fótbóltur á stórskíggja HESA VIKUNA ladies night & Happy Hour til kl. 23.00 -01.00 Happy Hour frá kl. 21.00 til 22.00 LIVE tónleikur Ókeypis atgongd Skipað verður fyri busssambandi hetta kvøldið, tilmelding á telefon í Tórshavn 223311. Koyrt verður av Steinatúni kl. 22.30 Vestmanna Náttarbussurin á tlf 424254 ella 286254 Bussarnir koyra heim aftur eftir dansin Sundalagsstevnan Sundalagsstevnan Sundalagsstevnan spæla í bygdarhúsinum í Hósvík fríggjakvøldið 21. juni kl. 23.00 AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Í Býin Kaggin in Kaggi K n www.kaggin.fo Hó kvøldið Í Sosialurin - 311820 Ró D Express Express ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin - hv¿nn h—sdag KLAKSVÍ Klaksv LAKSV Klaksv Í ví Í íkar Klubbi kar Klubbi k . 455681 KSV Tlf.Í. 455681 UNDIRHALD UN IRHA UNDIRHALD Fríggjadagin 21. juni g • Fimmari Fimmari Leygardagin 22. juni • Opið frá kl. 22.00 Dansur frá kl. 24.00 til 04.00 við "PLÁTUVENDARA" Mat- seðilin Hósdagin 20. juni: Urtagarðsgrýta Fríggjadagin 21. juni: Beef steak Leygardagin 22. juni: Fleskasteik Mánadagin 24. juni: Kjøtfrikadellur Týsdagin 25. juni: Revelsbein Mikudagin 26. juni: Royktur medistari *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 23,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 28,00 Matstovan í Hoyvík C M Y K 19 18 Í Býin Hafnia Lounge Tlf. 31 32 33 · Fax 31 52 50 · Stórt úrval av kaffi · Dagsins køka · Sandwich · Flógv terta við salati · Ymisk "snacks" · Smyrjibreyð frá kl. 14-17 (aftaná kl. 17 eftir áheitan) Upplatingartíðir Sunnudag - hósdag Opið kl. 14.00-24.00 Fríggjadag & leygardag Opið kl. 14.00-01.00 fríggjakvøldið 21/06 Konufólk ókeypis atgongd áðrenn kl. 01.00 TILBO : sí www.platform.fo p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0 DJ Rúni Jákupsson & Høgni Zachariasen DJ Ottar í Funningstovu leygarkvøldið 22/06 sí www.platform.fo