leygardagur 4. oktober 1975síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 4. oktober 1975
N
77;
DK
N
la
VÁ
N
IV
SS
Hø
NN
7
Í
27
IM
N
1,
Ís
Á
2, i,
2
NN
N
”
fj
74,
NEN
4
7
Z/h
fg
NN
Í}
(1,
Í
SN
SN
NS
I
/
H/
N
SN
|
N
=
M
7
AT
NN
7}
7
710
4
HM
MW
5
NN
N
N
AM
SN
Wii
77
N
Va
ta Í
NR
7
NN
NM
2
(7
N
NS
NN
NN
Í
I
Í{1#
7 B
7
NS R
NN
NN
N
YU
Ritstjóri:
Hans Thomsen
sosialurin
Gunnar Gunnarsson
Í gomlum døgum hildu íslendsku skaldini til
við hovini í útlondum, yrktu kvæði og drápur
til fremmandar høvdingar og bóru kunnleika
um fremmand lond og vidurskifti heim aftur
við sær til Íslands. Minnið um teirra víða-
gitnu ferðir skaptu í íslendsku fólkasálini ein
longsul eftir europeiska meginlandinum, ein
mentunarlongsul settur saman av trongdini
til at vaksa um flogið og eini tráan eftir føri-
muni at vera við til at seta dám á vendurnar í
mentunarliga heimsvevnaðinum.
Sum målsliga innibygringin vaks, gjørdist
hesin longsul sterkari og fyrst i hesi øldini
spurdist burtur úr hesum, at nógv islendsk
skald fluttu heiman fyri at skriva á øðrum
málum. Best kendir av hesum eru kanska teir
Íslendingarnir, sum stutt undan fyrra heims-
bardaga 1914 —18 fóru at gera vart við seg í
Danmark: Johann Sigurjónsson, Jónas
Gudlaugsson, Gudmundur Kamban og
Gunnar Gunnarsson. Tað besta í list teirra er
ekta íslendskt, fast bundnir at íslendskari
søgu og íslendskum hugsunarhátti, sum teir
vóru.
Tann seinast nevndi av hesum monnum,
rithøvundurin Gunnar Gunnarsson, er føddur
í 1889. Hann búði i Danmark frá 1907 — 1939, tå
hann fór heimaftur til Íslands. Fyrsta bók
hansara, sum kom út í Danmark í 1911 var
eitt lítið yrkingasavn. Árið eftir kom fyrsti
parturin av søguni um ættina Borg við ti
kenda danska heitinum »Borgslægtens
Historie«, sum alt fyri eitt gjørdi hann
kendan og gjørdist mest sum fólkaogn.
Titlarnir, sum her verða nevndir eru allir á
donskum. Næsta verkið frá hansara hond var
»Varg í Veum« í 1916, »Salige ere de
enfoldige« 1920, »Edbrødre« í 1918 »Skibe
paa Himlena 1925 og „Jón Årason« í 1930.
Gunnar Gunnarsson hevur vunnið sær ein
stóran og trúgvan lesaraskara, og man hetta
fyri ein part vera reidiligu livsåskodan
hansara fyri at takka. nógv av árunum, síðani
hann flutti heimaftur, hevur hann brúkt til at
týða seg sjálvan aftur til móðurmálið
íslendskt. Í 1934 fekk hann professaraheiti.
Av mongum legnum stavn-
um eg havi hitt, haldi eg
kortini Geir vera tann marg-
háttligasta.
Vit hittust av berari tilvild.
Pápi og eg vóru farnir oman í
handilsbygdina, og av tí at
ein dampari beint var komin,
fóru vit umborð at finna hov-
meistaran, hildu hann kanska
mundi hava nakrar floskur av
góðum konjakki at lata
okkum fáa. Vit góvu okkum
óvanliga góðar stundir. Dag-
in eftir var ætlanin at byrja
slótturin, so teir næstu mán-
aðirnar fór neyvan at bera til
at taka sær av løttum.
Tå vit høvdu verid eina
lotu umborð, kom ein ungur
maður yvir til okkara. Hann
segði seg vera ferðamann við
skipinum; annars kallaðist
hann Geir og sóknaðist eftir
vinnu fyri summarið sum
bønarmadur. Um pápa ikki
tørvadi ein mann til hoygg-
ingina? spurdi hann. Ella
kendi onkran annan bónda
har í dalinum, sum var
óhjálpin við arbeiðsmegi.
Tað sást á øllum brøgdum,
at Geir var maður, sum bæði
vildi og kundi fáa nakað á
skaftið. Slíkt sæst oftast við
hálvum eyga. Hann var
heilsugóður og á tambi av
lívsmegi — átti hetta avlop
av megi, sum ger, at tey
útvaldu, sum eru so væl fyri,
fáa ikki bundið frið ella staðið
still, um tað so bert er eina
lítla lotu. Eisini mundi hann
vera ein íspegil og ógvuliga
kátoygdur var hann.
Pápi skúgvaði húgvuna
aftur á nakka og kláaði sær í
pannuni, sum hann plagdi, tá
hann skuldi taka eina avgerð,
sum hann í roynd og veru
longu heuði tikið. Hann visti,
at slíkur maður var gull
verdur. Hann fór við sínum
lætta sinni at fáa ferð á
arbeiðið og annars dámdi
eisini pápa so væl hetta
slagið av fólki. Kortini lætst
hann sær í fyrstani at ivast.
Jú, segði hann, — nú er
árið kanska ikki av teimum
bestu til gras, — so klókt
hevði kanska verið at vissa
sær fólk í góðari tíð. Men nú
er tað tað, at mær trýtur hoy-
konur, og ikki betir tað um at
fáa sær ein slótturmann aft-
rat, tí hoykonurnar herum-
leiðir finnast ikki undir
hverjum steini.
Bráddliga gjerdist Geir
inntonktur og ogvuliga álvar-
samur. Hvussu álvarsamt
hetta var honum, skilti eg
ikki fyrr enn seinni.
Eg haldi so avgjert, at eg
nú ein dagin av tilvild kom at
hoyra eina samreðu millum
nekur av hinum ferðafólk-
unum. Teirra millum var ein
genta, sum segði seg sóknast
Síða 9
ME FRÍGGJARARNIR
eftir arbeiði fyri summarið,
men kanska eg fari skeivur.
Annars haldi eg tað er handa,
ið har gongur, — um tygum
skuldu lagt í at spurt hana.
Påpi fór at tosa við ta ungu
gentuna, — og rætt var, sum
Geir hevði sagt.
Av tí at pápi nú hevði sett
sær fyri at festa henda ben-
armannin, komu bæði hann
og tann vakra, unga gentan,
sum æt Sigga, við okkum, tá
vit fóru í land aftur. Vit
høvdu gjørt kvettið og glaðir
vóru vit. Geir skemtaðist alla
tíðina, men tann unga gentan
tóktist óvanliga smæðin.
Hverja ferð vit talaðu á hana,
rodnaði hon, — eisini tá vit
tosaðu við Geir. Teirra mill-
um varð einki orðið talað, —
sum vera man, tey kendust jú
einki.
Pápi og eg vórðu ikki
sviknir av hesum báðum
fólkunum, vit hevdu fest
okkum, tí tá arbeitt verður so
hugaliga sum tað summarið,
fyllast hoyleðurnar skjótt.
Sovorðnan íspegil og skemt-
ara sum Geir havi eg ikki
vitað. Meðan hann prátaði og
læði, sveipaði hann liggj-
anum so dúgliga, at hann
fekk hinar slótturmenninar at
kappast, og konufólkini
noyddust at dríva á fyri ikki
at koma darlandi aftaná.
Vit vistu ikki, hvussu
summarið fór.
Eg og Geir vóru blivnir
rættiligir vinmenn, tá hann
ein sunnudag 0. u. eina viku
fyri tað stóra hátíðarhaldið,
sum verða skuldi, kom til
mín, har eg lá á einari
lyngtúgvu nakað oman fyri
garðin og sólaði mær. Eg lá
og hvíldi meg við einari bók
oman á alt knossið, sum verið
hevði ta vikuna.
Hann var kátur sum vant
og prátaði ófert.
Eg havi nakað umráðandi
at tosa við teg um, helt hann
fyri. Hoyr, fert tú nakran veg
í dag?
Nei, eg ætli mær at verða
við hús.
So, so. Jú, men so ber væl
til. Tað vil siga: við hús
sleppur tú ikki at vera, um tú
vilt gera mær ein lítlan beina.
Eg legði honum dýran við,
at eg var fúsur at veita
honum allar teir beinar, sum
eg kundi.
Hatta visti eg altíð, segði
hann. Tú ert í grundini bara
fittur og mær dámar teg væl,
hóast tú ert reyðhærdur. Men
Harragud! Hvat hevur tað at
týða! — tá annars einki
annað bagir tær. Eg skal siga
tær, at eg eri so illa fyri, at eg
fái ikki tíðina at rekka. Nú
skalt tú hoyra: Pápi kemur til
m—| pp