Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 | håtidarhaldid sunnudagin, og so er ætlanin, at eg skal fara heim aftur við honum. Men nú er tað tað, at hin gamli og eg hava avgjørt, at eg skal royna at finna mær eina gentu, sum eg so skal vísa honum henda dagin. Eg hugsaði við mær sjálv- um, at tað mátti ikki staðið á hjá Geiri, tí sum eg dugdi at skyna vóru hesin vinmaður min og Sigga, tann vakra gentan, sum vit høvdu fest um somu tíð, hetta summarið blivin meira enn væl. Ella mundi eg .fara skeivur? Nei, best mundi vera at tiga fyri fyrst. Men Geir helt fram: Men tað ringasta av øllum er, at eg enn ikki havi fingið upp í lag at fáa mær eina gentu, hóast hin gamli hevur givið mær alt summarið til tað. Og nú er bara dagurin í dag eftir, so nú er at fara til verka, veitst tú. Eg havi gjørt mær eitt yvirlit, og nú skalt tú hoyra: Sum eg veit, eru niggju gentur her í dalin- um, sum mugu roynast fyri fyrst — ti hin gamli hevði ongantið gloymt mær tað aftur, hevði eg ikki roynt at fingið mær eina teirra til konu. Genturnar eru: Rosa við Gil, Jóna á Teigum, Øluva á Sondum, Marsa undir Fjalli, Tóta á Grund, Bjørg á Flógva, Nýja á Mal, Bogga í Holti og Lina á Heyggi. So, so, eru ikki fleiri. Jú, sært tú, so eru nakrar, sum eg havi til at taka. Men sum sagt, fyrst mugu hesar niggju spyrjast. Av teimum búgva tær fýra niðri í dalinum og hinar fimm longur uppi. Hevði eg nú fingið teg at roynt tær fýra, so kundi eg sjálvur tikið hinar upp á meg. Ti sært tú, eg rokni við, at meguleikar mínir eru lítlir og eingir hjá hasum fýra, sum tu skalt spyrja, so einki man bila, at ein annar kemur í mín stað. Men eg geri hetta bert sum eina roynd fyri at ugga handa gamla. Jú, men so mátti hann farið at verið nøgdur, ti eg haldi ikki tú kanst gera stórt meira, og eg skal gera, hvat eg eri mentur fyri at koma aftur við nøkrum ja-orðum til tín — so kanst tú sjálvur velja. Geir fór á føtur. Sært tú, eg rokni við, tú skilur, at tú ikki skalt gera tær meira ómak enn neyðugt. Men nú mugu vit skunda okkum, tí vegurin er langur. Vónandi verða vit lidnir í skýmingini og so hittast vit aftur her á túgvuni. Hann skuldi fara, og eg, sum hevði hildið alt vera skemt, fór at ivast. Meinar tú hatta? Ja, sanniliga geri eg tað. Hesa ferðina skemtist eg ikki, men eri so álvarsamur sum presturin inni fyri alt- arinum. Nei, tað veit Gud, at hatta fært tú meg ikki til. Hatta kann gera tær tað sama, og annars hevur tú longu játtað. Jú, men tað var í skemti. So, men eg bað teg í álvara. Ja, ja. So standi eg við mítt orð, meðni. Satt at siga var eg ikki lítið argur um, at eg skuldi hava átikið mær hetta starvið. Ikki tí, at eg ætlaði mær at taka mær tað nær, um eingin av ellum fýra vildi hava Geir, og annars tóktist tað heldur ikki serliga umráðandi fyri hann sjálvan. Annars var eg nú eisini illur inn á hann. Eisini var eg firtin um, at hann skuldi fara so lættliga um slíkt álvarsmál. Og eg, sum hevði hildið nakað vera millum Siggu og hann! Men tað ringasta av ellum var kortini, at eg skuldi noyðast at biðja um Rosu við Gil — fyri ein annan! Ti satt at siga hevði eg meira enn fegin friggjað til hennara fyri meg sjálvan — hevði eg bert torað. Men nú var ov seint at aftra seg. Og legðist eg boðini og spurdi ikki Rosu, kundu kanska bæði hann og onnur við fingið snevilin av, at eg hevði tokka til hennara, — og tað mátti ikki henda. Men eg kundi so fyrst fara niðan á garðin undir Fjalli, sum lá longst burtur, og síðani taka hinar so við og við heimeftir. Á tann hátt fór so Rosa at verða tann seinasta, ið kom at standa fyri terni. Og ímeðan kundi kanska okkurt henda, so eg slapp burtur úr hesum. Undi Fjalli sat alt hús- fólkið úti á bønum og drakk kaffi. Tey buðu mær ein munn, men eg bar meg undan, segði eg náddi ikki, vildi bert hitta Marsu tvey orð, hevði onkur boð at bera henni frá systir míni. Marsa kom læðandi aftan á mær. Satt at siga leyg eg, helt eg fyri, tá vit vóru komin nakað frá húsum. Boðini eru als ikki frá systur míni, men fra Geiri. Hann bað meg spyrja, teg, um tú vildi giftast við sær. Marsa stórlæði. Hahaha! — gongur tú biðlaferð fyri aþrar. Heilsa honum frá mær, at hann má koma sjálvur — tí eg tori ikki at lata tær kurvina upp í hendur (hetta við kurvini hevði hon úr donskum skald- søgum, sum hon las eina rúgvu av.) Heilsa systur tíni! So vendi hon niðanaftur, veittraði til mín og fór. Øluva á Sondum, sum beint kom út fyri dyr, tá eg sosialurin kom ríðandi til garðs, var ødrvisi av lyndo og tók hetta álvarsamt. Eg skilji ikki, svaraði hon stúrin, tá eg hevði borið fram erindi míni, hvussu maðurin hevur fingið hasa hugsan. Eg haldi meg als ikki hava givið honum orsakir til nakra vón í so máta. Mær tykir hjarta- liga synd í honum — hetta má vera hent uttan mína vitan og vilja. Hann er helst ein hampa maður og tað harmar meg, um hann fer at taka sær hetta ov nær . . . Men tað ber jú ikki til hjá mær at giftast manni, sum eg kenni so lítið, og hvers viður- skifti eg púrt einki veit um. So tú verður tíverri noyddur at siga honum, at eg segði nei. Men sig honum hatta so varliga sum tú fært. Synd er í honum. Men eg vóni, hann skjótt fer at gloyma meg, tá hann fær at vita, at vit bæði fara tað so ongantið at blíva. — Jónu á Teigi mátti eg hava boð eftir. Samreða okkara fór fram aftan fyri rossahúsið. Hon svaraði bragdliga sum henni vant: Er hann ein sovorðin stavnur! Torir hann ikki at koma sjálvur? Heldur hann meg fara at leggja á seg! Nei, tú, lat meg bert hitta jassin, so skal hann fáa av at vita! So, hann billar sær kanska inn, at fyri tað at eg eri farin um tey tjúgu — (satt at siga nærkaðist hon ógvuliga skjótt teimum tretivu) — at so er plássið sum versonur og komandi bóndi á Teigum soleiðis fyri hvenn mann at fáa! Nei takk! Hann fer at royna seg onkra aðrastaðni! Og horvin var hon. Tey brúnu eyguni logaðu og hon var líkbleik av at verða van- vird soleiðis. — Nú var so bert granni mín Rosa við Gil, eftir. Eg hevði ongan skund, læt tí hestin ganga fót fyri fót og skuldi rættiliga fara at hugsa meg um. Men lítið hepi var í tonkum mínum. Set nú fyri, at hon játtaði at hava — Geir? So hevði eg hetta mær sjálvum fyri at takka. Og tá hevði verið ein gremjan, tí eg elskaði hana fram um allar aðrar. Hevði bert ein av hinum trimum sagt ja, so hevði eg sloppið undan at tosa við Rosu og kortini havt góða samvitsku. Men eg hevði jú lovað at ríkið ørindini hjá Geiri — eisini til hennara. Og hóast eg kanska nú kom at beina fyri míni egnu eydnu — nei, eg sá mær eingi ráð. Oskepnan tóktist nú eisini miðvíst at elta meg, tí beint sum eg hóliga komi ríðandi og royni at fáa bilbugt við mínum ráðaloysi og royni at leggja eina fasta ætlan, verður talað á meg. Tú tykist ikki hava nógv um at vera, kæri granni — eftir ferdini at døma. Kom her eina løtu og sig mær onkur tíðindi. Tað var málið í Rosu. Hon sat í einari brekku við birkikjarri beint við vegin undir garðinum. Nú sat eg penur! hugsaði eg, ti eg hevði als onga ætlan fingið lagt. Stuttligt at finna teg her, tað var júst teg, eg ætlaði at hitta, fekk eg stamað burtur úr mær, men hugsaði sam- stundis við mær sjálvum: stórvegis tápuligari haldi eg neyvan, tú kundi byrja. Leitaði tú eftir mær niðri í dalinum? spurdi Rosa arga- andi? N-á-á . . . n-e-i, men eg ætladi at hitta teg å heim- leidini, ti eg havi okkurt at tosa vid teg um. Longur kom eg ikki fyri- bils, ti nú så eg, at hon rodn- aði. So varð tøgn eina góða letu til hon umsíðir helt fyri: — Veitst tú hvat . . . eg komi at hugsa um, at so nógv halda reytt hár vera ljótt, men tað haldi eg als ikki. Og frøknir dámar mær so væl. Eg haldi kortini, at eg hesa lotuna var meira reyður enn morflekkutur í andliti, men nú erraði eg meg upp og skuldi bera fram ørindi Eg skuldi heilsa tær ... Takk, takk, kvetti hon meg av. Hvussu livir systur tin? Og hini hjá tykkum? Jú, takk. Men eg eri komin at — at spyrja teg, um tú vildi — vildi gifta teg ... Ja, tað vil eg! mátti tú ikki ivast í. Hon var longu lopin um hálsin á mær, áðrenn eg fekk sagt meira. Hon læði og tárini runnu henni oman eftir kjálkanum. So slepti eg hugsanini um Geir og gjørdi av at triva eftir eydnuni sum ein maður, hóast samvitskan sum vera man ikki var tann besta. Eg væntaði altid tu fort at koma, segði Rosa. Hugsa tær til, eg havi rikið triggjar biðlar aftur í summar! Á, sum tú vart leingi um at siga tað. Og kortini eri eg bilsin um at tú skuldi vera so djarvur til endans. Sum tit menn eru býttir! — heldur tú meg kanska leggja í, at tú ikki ert so vakur — hóast tú kortini er tað. Eg skal kyssa hverja frøknu og hvert hár á tær. Rosa helt á at gráta og læða ísenn. Áðrenn vit skiltust varð nógv talað okkara millum — sum ikki skal umreðast her. — Men Geir varð ongantíð tikin upp á tunguna. Í skýmingini hitti eg hann á lyngtúgvuni oman fyri garðin. Hann sat og bíðaði eftir mær. Hann bríkslaði ein vísu- Hasum Nr. 68 — 4. oktober 1975 stubba og var í frálíka góðum lag. Tú vart so drúgvur. Nú, hvussu gekkst? Hóast hjarta mítt dukaði av gleði og eg kundi dansað og sungið, royndi eg kortini at látast syrgin og miskunn- samur. Og eg segði við einari rødd sum var tað deyðsboð eg bar: — Tíverri — gekkst ikki so væl í hond. Men eg havi kanska verið nakað óstorts- ligur. Og so fekk eg tosað við triggjar av teimum. Men — sum sagt — illa gekkst. Hvat er tað, tú sigur! Eg vóni ikki, at nøkur av teimum segði ja? helt Geir fyri. Nei — tíverri. Tíverri! Nú ert tú blivin ørur! Sig heldur: Gud havi lov, tí tað var sanniliga ikki ætlanin, at tær skuldu siga ja, hevur tú ikki skilt hatta? Tú manst vera stersti býttlingur á Guds grønu jørd! . . . Eg fekk eisini tvørt nei frå teimum fimm, sum eg spurdi! . . . So, so, tå fekk bara tosað við triggjar av teimum? Sama ger! — ein meir ella minni ger ongan mun! Og lat nú bara handa gamla hjá mær koma! Tað skal vera vitnisfast, at eg havi biðið um átta tær frægastu bóndadeturnar her í dalinum og alt til onga nyttu. Tá so illa gongst hjá teimum, ið álitið skuldu verið má takast útyvir at tú herjar á tær, sum tú hevur til at taka! Nú fari eg at tosa við Siggu. So fór hann. Nú tók so smátt at riva fyri mær. Hundraðtals fólk komu til hátíðarhaldið | sunnudagin. Lagið var gott longu frá morgninum. Her var ein talarastólur reistur, har ein sangarapallur. Stór tjøld vórðu reist, har tú kundi keypa kaffi, øl og vín. Rokast varð dúgliga við døgurå- anum, sum øll skuldu eta i felag. Um kveldið skuldi verða dansur í kyndlaglæmu og mánalýsi á einum flagg- og blómuskrýddum palli. Tey flestu kendust, tó var har ein fremmandamaður, sum øll gløddu at, tí hetta var eingin teðhólkur, kom har so finur við fylgisveini og ikki færri enn seks rossum. Skjótt frættist, at hetta var hin navnframi stórbóndin Einar Geirsson á Oyri, sum var komin alla hesa longu leið til hátíðarhaldið. Eisini fingu fólk at vita, at Geir, hann sum hetta summarið hevði verið banamaður hjá okkum, var sonur hansara og at pápin var komin eftir honum. Ikki so frægt at Geir, sum eg kortini metti sum vinmann, hevði grett hetta fyri mær við einum orði. Tá Geir bað meg fór eg við, Framhald á síðu 7