mikudagur 8. oktober 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 69 — 8. oktober 1975
stubbar uttaneftir
Guy Mollet deyður
Fyrrverandi franski sosial-
istaleiðarin og forsætisráð-
harrin Guy Mollet doyði
fríggjadagin í heimi sínum í
París, 69 ára gamal.
Mollet var franskur stjórn-
arleiðari undir bretsk-fronsku
innrásini í Egyptalandi í
1956, tá egyptiska stjórnin
tjóðartók Suezveitina.
Sambært almennar keldur
doyði Mollet av hjartasjúku.
Try løstad
i Nordurirlandi
Try fólk vórðu løstad friggja-
dagin, tå ein bumbubrestur
oyðilegði ein handil í Nordur-
írska høvudsstadnum Belfast.
Tað var ein kendur prote-
stantiskur leiðari, sum átti
handilin.
Hesin bumbubresturin var
tann seinasti í eini reð av
slíkum seinastu dagarnar. Í
hálvtannað samdegur eru 12
fólk dripin og meira enn 30
eru løstad, og við hesum
íroknaðum hevur stríðið í Ír-
landi kravt meira enn 190
mannaliv síðan ársskifti.
Turkaland kaldligt
móti USa
Amerikanska kongressin av-
gjørdi at steðga våpnasøluni
til Turkalands, og hevur
hetta fingið kaldliga mótteku
í Ankara.
Talsmenn fyri ymsar polit-
iskar flokkar søgdu friggja-
dagin, at tær treytir, sum eru
knýttar til hetta, eru ósam-
einiligar við sjálvsavgerðar-
rætt Turkalands.
Burturflyting
Hollendski leiðarin av einari
italskari bildekksverksmiðju
tætt við Limerick í Írlandi
varð friggjadagin burturflutt-
ur. Ætlandi er hann burtur-
fluttur av tí forbodna Írska
Tjóðskaparliga Herinum,
IRA.
Logreglan í Dublin segði
friggjadagin, at burturflyt-
ararnir hava hótt við at taka
hin 52 ára gamla stjóran
Tiede Herrena av døgum, um
írska stjórnin ikki letur leysar
trý fongslað IRA fólk innan
48 tímar
Fordøming
Russiska ortodoxa kirkjan og
sovjettiska baptistakirkjan
hava fordømt komandi »Sak-
harov-hoyringina« i Keyp-
mannahavn um menniskja-
rættindi i Sovjettsamveldin-
um sum einsiduga og skadiliga
fyri linnan i vidurskiftunum.
Nyggj roynd at fåa
Claustre leysa
Leygardagin tók sendimaður
frá fronsku stjórnini sam-
band við uppreistrarleiðaran
Hissen Habres í miðafrik-
anska statinum Tchad um at
fáa franska antropologin
Francoise Claustre leysa,
upplýsir ein talsmaður fyri
Elysee Paleið friggjadagin.
Francoise Claustre hevur
verið fangi hjá uppreistrar-
monnunum i Tchad í 17
månadar.
Talsmadurin vildi einki
siga um umsteðurnar annars
viðvíkjandi leysgevingini.
Trygdarløgreglan i
bardaga i Libanon
Våpnad trygdarløgregla tok
friggjadagin aktivan lut i
bardøgunum millum strið-
andi muhammedanskar og
kristnar bólkar í Libanon.
Frá tidliga á morgni og
allan dagin tók legreglan
niður vegbyrgingar, og læt
logreglan av fleiri skot móti
kristnum falangistum og
muhammedanarum, sum vildu
forða nidurtøkuni.
Semjan millum leiðararnar
av teimum stríðandi bólkun-
um um at gera våpnahvild frå
friggjadegnum at rokna —
fimta royndin at fáa í lag
våpnahvild seinastu 14 dag-
arnar — varð hótt, tá vápn-
aðir bólkar í landsynnings-
partinum av landinum tóku
uppaftur bardagarnar friggja-
morgunin — tveir tímar eftir
at våpnahvildin var fingin í
lag.
Matvøruhjålp
Matvøruhjålpin hjå ST, sum
skal geva hjálp til milliónir av
heimsins svøltandi, heitti
hósdagin á ríku londini um at
geva 750 milliónir dollarar
(umleið 4,5 milljardir krónur)
í matveruhjálp, pengar og
aðrar hjálparveitingar til
menningarlondini í 1977 og
1978.
Skjót hjálp
til Portugals
Mánadagin fer Felagsmarkn-
aðurin at geva tveimum
portugisiskum ráðharrum boð
um, at EF er til reiðar at lata
figgjarliga hjálp til Portu-
gals, sum sambært keldur úr
Bruxelles er »i stórum fíggj-
arligum trupulleikum«.
Europaráðið heitti álvars-
liga á stjórnirnar í ellum 18
limalondunum um so skjótt
til bar at senda figgjarliga og
tekniska hjálp til Portugal.
Antifasistiskur filmur
í Keypmannahavn
Nýggi biografurin Vester
Vov Vov í Keypmannahavn
hevur funnið sín egna máta at
mótmæla Franco-fasismuni.
Leygardagin og sunnudagin
vístu teir hin ógvuliga rám-
andi filmin hjá Arrabal »Livi
deyðin<, sum er eitt ævintýr,
sum vendir sær móti fasism-
uni.
Leiguflogfeløgini
ein hottan imoti SÅS
Stjórin í SAS, norðmaðurin Knut
Hagrup, sigur, at tey stóru donsku
leiguflogfeløgini fara at verða ein
álvarsom hóttan ímóti SAS.
Hagerup, sum eisini er forseti í
alheims loftferðslufelagsskapin-
um, IATA, sigur í einari bók um
loftferðslu og framtíðina, at tað
rillandi grundarlagið hjá rutu-
flogfeløgunum ikki einans fer at
koma búskapi teirra í vanda.
Men tað verður eisini ein spurn-
ingur, um flogrættindini í
Europa ikki fara at verða tikin
úr gildi.
— Tað verður sjáldan hugsað
um, hvussu torførar loftferðslu-
%*
Knut Hagrup, forseti í LATA
og har er tað, at vandin við
leiguflogfeløgunum tekur seg
upp. Tad kann henda, at leigu-
Stjórin i SAS roknar við, at loftskipini aftur fara at koma
i flogferðsluna
samráðingar mangan kunnu
vera. Tilsamans viga norður-
londini við 17 miljónum íbúgvum
ikki nógv á vektskálini, tá
norðurlendsku stjórnirnar biðja
tjóðir við 50 til 100 miljónum
íbúgvum um flúgvirættindi,
sigur Knut Hagerup, og tað at
fáa flúgvirættindi merkir eisini,
at ferðslan til og frá norður-
londum kann gerast so stór, at
flogfelog uttan fyri norðurlond-
ini kunnu fáa áhuga at flúgva
higar. Tað snýr seg við ødrum
orðum um at prutta um prísir,
flogfeløgini fara at fáa betri kor
at virka undir enn framman-
undan í mun til rutuflogfeløgini,
sigur Knut Hagrup. Hann
leggur dent á, at í tey 30 árini,
SAS hevur virkað, er tað vorðið
millum tey sterstu flogfeløgini í
norðurlondum og haraftrat eitt
norðurlendskt flogfelag burtur-
av.
Knut Hagrup er av teirri
áskoðan. at leiguflogfelogini
eiga at flúgva fyri so lítlan prís
sum gjerligt, Annars heldur
hann, at leiguflogfelegini liva
væl, hverja ferð rutuflogfeløgini
skifta flogfør síni ut, men at tað
nógva av leiguflogferðsluni í
framtíðini fer at verða yvirtikið
av rutuflogfeløgunum.
Loftskipini koma aftur
Hóast Frakland og Bretland ta
seinastu tidina hava roynt at
hildið aftur á flogferðslugkinum,
roknar Knut Hagrup við, at
flogfor, sum eru sterri enn
Concorde, fara at vera vanlig um
eini 15 ár. Haraftrat roknar hann
við, at jumbo-jetflogferini um
nøkur ár verða so stór, at tey
kunnu taka eini 1.000 fólk.
Hvat viðvíkir farmaflutning í
luftini roknar Knut Hagrup
eisini við einari kollvelting í
framtidini. Hann hevur gjert
sær metingar um flogfør, sum
fara at kunna ferma eini
400Ð500 tons av góðsi í kon-
tainarum. Hann heldur, at
farmaflutningurin fer at geva
nógv av sær, um atomkraftin
kemur inn í myndina. — Tá eru
loftskipini á veg aftur í flog-
ferðsluna, sigur Knut Hagrup.
Miðeystur sum kjarn-
orkuvápnaleyst oki
Sjey lond í Miðeystri góvu 21.
juli frågreiding um teirra stødu
til eina avgerð, tikin av aðal-
fundi ST í 1974, um at gera
Miðeystur til eitt kjarnorku-
våpnaleyst eki.
Galdandi fyri øll var, at ein
fyritreyt fyri stovnanini av slík-
um eki er, at Ísrael tekur undir
Egyptaland hevur sagt seg
vilja staðfesta hesa avtalu —
sum teir longu hava undirskriv-
að — so skjótt sum Ísrael sigur
seg vilja skriva undir.
Sýrialand, sum hevur staðfest
avtaluna um at gera Miðeystur
til kjarnorkuvåpnaleyst eki,
fannst á sama hátt sum Egypta-
land á, at Ísrael hevur ikki
undirskrivað sáttmálan.
Umsókn Suðurkorea burturvíst
Umsóknirnar frá teimum báðum
vietnamesisku tjóðunum um
limaskap í ST vóru ST í hendi
15. og 16. juli. Umsóknin frá
Suðurkorea kom fram 29. juli.
6. august avgjørdi Trygdar-
ráðið at taka tær báðar vietnam-
esisku umsóknirnar á dags-
skránna, men samstundis varð
avgjort ikki at taka umsókn
Suðurkorea við. Tey londini,
sum stuðlaðu umsókn Suður-
korea vóru: Costa Rica, Frak-
land, Italia, Sveríki, Japan,
Stóra Bretland og USA. Hesi
vóru tó í minniluta. Guyana og
Kameroun greiddu ikki atkvoðu
í hesi sak.