leygardagur 11. oktober 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
soSjalurin telf. 1 1820 giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Uitgevavi: Forova Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 132 42
Prent: Dimmalætting
Kvinnuår
VIT ERU NÚ komin inn i seinasta ársfjórð-
ingin av tí Harrans kvinnuári 1975, og vert
kundi verið at stungið hendur í egnan barm og
spurt, um vit soleiðis kunnu lata kvinnuárið
fara aftur um bak og liva í tí sælu trúgv, at í
Feroyum verður als ongin munur gjerdur á
kvinnum og monnum?
VIT HALDA IKKI! Vinnulívsharrarnir í Fer-
oyum meta, at ársarbeiðið hjá eini kvinnu er
einar 4—5.000 kr. minni vert enn ársarbeiðið
hjá einum manni. Og tað, í fleiri forum at spara
einar 4—5.000 kr. í lønarutreidslum, týðir ikki
so lítið hjá hesum vinnulivsharrum. Og mun-
andi sterri týdning hava hesar 4—.5.000 kr.
fyri hina einstøku arbeiðskvinnuna, ið er fyri
hesum lønarmissi.
Í VALSKEIÐNUM 1966—70 hendi tað gleði-
liga, at hitt størsta og týdningarmesta stigið
varð tikið til tess at javna munin millum lønina
hjá kvinnum og monnum. Hetta varð gjert
eftir uppskoti frá landsstýrinum, sum gav
kvinnulenini somu prístalshækking, sum menn
fáa. Hetta var ikki meira enn rímiligt og átti
bert at verið gjørt nógv ár fyrr.
EIN HEVÐI TÁ væntað, at vinnulívsharrarnir
— arbeiðsgevararnir, skjótt eftir fóru at gera
tað sama og geva kvinnunum somu len fyri
sama arbeiði. Men síðani tá er onki hent, við ti
úrsliti, at arbeiðskvinnur í sáttmálabundnari
løn framvegis liggja einar tvær krónur lægri
um tíman enn arbeiðsmenn. Og ongin ivi er um,
at kvinnur í nærum øllum forum gera arbeiðið
eins skjótt og væl, og í summum forum skjótari
og betri.
MEN TAÐ LØGNA er, at á nærum øllum
ødrum økjum verður ongin munur gjørdur á
kvinnum og monnum. Soleiðis kunnu vit
nevna, at millum lærarar verður ongin munur
gjørdur á kvinnum og monnum, hverki lønar-
liga ella á annan hátt. Heldur ikki millum
sosialráðgevar, fulltrúar, læknar o. s. fr.
TAÐ VIL SIGA, at tað bert eru verkakvinn-
urnar og tær, sum starvast í krambúðum, á
gistingarhúsum og á ødrum líknandi stoðum, ið
eru fyri hesum mikla órætti. Og so mikið verri
má tað haldast at vera. At lenarmunurin
millum kvinnur og menn bert skal raka ein
åvisan stætt, nevniliga tann stættin, sum
frammanundan er låløntur.
LØGGÁVUVALDIÐ átti í hesum ári at tikið
seg saman og lógfest somu løn fyri sama
arbeiði. Hetta er sjálvsagt og ikki meira enn
naturligt, og tå kann føroyska kvinnan
minnast árið 1975 sum kvinnuár.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
Martin R. Jacobsen í Vági
kl. 11, konfirmatión, K. O.
Viderø í Øravik kl. 12, P.
Petersen i Vestmanna kl. 11,
konfirmation, J. Follend å
Glyvrum kl. 12, altargangur,
og i Rituvik kl. 18 altar-
gangur, Frimann á Brúnni á
Sandi kl. 11, konfirmatión.
H. J. Joensen í Havnar
kirkju, J. Weihe á Tveroyri,
altargangur, S. J. Joensen í
Árnafirði kl. 12, altargangur,
og í Hvannasundi kl. 19,
altargangur. Kjartan Mørk-
øre i Vesturkirkjuni, kon-
firmation, Høgni Poulsen i
Sandavågi, konfirmation.
I øllum kirkjum i Nes
prestagjaldi verður savnað
inn til frama fyri Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar.
Adventista-
samkoman
Í morgun kl. 9.30 bíbliu-
gransking og gudstænasta
við Gunnar Pedersen í skúl-
anum við Hoyvikstjørn.
Evangeliihúsið
Í kveld bíbliutími kl. 20 og
útifundur kl. 21.30. Dennis
Burnett talar og syngur. Í
telefonandaktini = — — telf.
12266 — talar Dennis
Burnett.
Vestmanna
missiónshús
Fundir verða í Vestmanna
missiónshúsi frá hósdegi 16.
til sunnudagin 19. oktober.
316 fólk færri
Í september mánaða ferð-
aðust 2.380 fólk um flogvellin
í Vágum. Tað eru 316 færri
enn sama mánaða í fjer.
Fyrstu trý fjórðingsárini í ár
hava tilsamans 26.541 fólk
ferðast um flogvellin móti
30.412 sama tidarskeid í fjør.
Tad er ein minking upp å 12,7
pst.
Fiskikappingar
i dag
Í dag verða fiskikappingar í
Havn og í Klaksvík. Í Havn
er tað Lions Klubbur, sum
skipar fyri, og peningurin fer
til frama fyri klekistød hjá
Føroya Sílaveiðifelag. Í
Klaksvík fer peningurin til
felagið Hugna.
Yvir 200 luttakarar
Til dansiskeiðið hjá Rhodu
Rubeksen í Havn, sum byrj-
aði í vikuni, eru yvir 200 lut-
takarar. Tað eru nakrir fleiri
enn i fjør. Luttakararnir eru
býttir upp í seks bólkar.
Nr. 70 — 11. oktober 1975
Fermingar
Konfirmantar í
Klaksvíkar Kirkju
12. oktober 1975:
Oskar Haldursson Johansen,
Uppsalageta. Markus Tummas
Fróði Jacobsen, á Flettinum.
Emil Jacobsen, Húsar. Knud
Elleby Andersen, Geilin. Karl
Napoleon Andreasen, Búðinum.
Jan Åsbjørnson Joensen, Vágs-
gerðum. Ingvi Ragnarsson, Lá-
víkarbrekka. Suni Poulsen, Sel-
heyggjavegi. Louis Oddfríður
Christiansen, Skoltavegi. Kaj
Sigmund Gullaksen, Stengavegi,
Anfinnur Thorsteinsson, Kósa-
brekka. Símun Olsen, Víkunum.
Kristian Sune Høgnesen, Fossá-
gota. Poul John Æðustein,
Bumshamarvegi. Jóhanna Sam-
uelsen, á Brekku. Sólfinn
Christiansen, Víkunum. Gulakur
Matras, Uppsalagetu.
Marita Sólva Krosstein Jacob-
sen, Heygavegi. Birgit Súsanna
úr Hvalvík, Klaksvíksvegi.
Sigrid á Høvdanum, Jørisgøta.
Svanhild Sélbjørg, á Brekku.
Susanna Malena Poulina Jacob-
sen, Garðavegi. Malan Joan
Dalså, Heygavegi. Elisabeth
Malan Olsen, Vikavegi. Selma
Marjun Petersen, Kósini. Maria
Olsen, Árnafjorð. Malan Heine-
sen, Garðar. Andrea Durhuus,
Heygavegi. Súsanna Nolsee,
Víkunum. Anna Malena Peter-
sen, á Brekku. Elisabeth Olsen,
Årnafjørdur. Maria Bjørgheim
Rasmussen, Bumshamarvegi.
Elisabeth Gudjónsson, Bøgøta.
Vesturkirkjan
Hesir eru konfirmantarnir í
Vesturkirkjuni sunnudagin 12.
okt. kl. 11:
Halda Tausen, J. Patursson-
argeta 59. Vigdis Frýdal, Nor-
egsvegur 13. Laufey Vilbergs-
dóttir, Hornageta 2. Maiken
Samuelsen, Perskonugeta 15.
Torfrida Jacobsen, Undir
Heygnum 3A. Sigrun Halldørs-
dóttir, Undir Heygnum 54A.
Kristin Balle, Argjavegur 11.
Marna Heinesen, Rasmusargøta
8. Gudrun Seyer Hansen, Eiriks-
gøta 15. Tina Rønne, Svalbards-
vegur 7. Laila Johannessen,
Bakkagøta 7, Argir. Hildur
Johannesen, Heygsmannavegur
5. Kristvør Hentze, Íslands-
vegur 25. Sólvá Olsen, Leivs-
gøta 1. Beinta Nielsen, pers-
konugøta 3A. Guðrið Poulsen,
Bóndabrekka 21. Johanna Vest-
ergaard, Haraldstrød 7. Harryet
Olsen, Rossagøta 5A, Argir.
Marit Petersen, Biggjarvegur 6.
Sélrun Mortensen, Argjavegur
41b, Argir. Arnfríða Olsen,
Argjavegur 24, Argir. Maiken
Mikkelsen, Vardagøta. Ingun
Simonsen, Frælsið 18.
Magni Dalsgarð, Bakkageta
5, Argir. Richard-Martin Mort-
ensen, Argjav. 42. Argir. Dánjal
Petur Olsen, J. Paturssonarg.
42B. Cornelius Midjord, Landa-
vegur 73. Páll Vesturbú, J.
Paturssonarg. 42. Daniel Peter
Thomsen, á Heygnum Mikla.
Asbjørn Johannesen, Íslands-
vegur 27. Bjørn Hansen, Ís-
landsvegur 33. Jogvan Tréndar-
son, Midrås 5. Frank Jakobsen,
Grønlandsvegur 22. Karstin
Hansen, við Gráastein. Erling
Dam, við Landavegin. Sjúrður
Johannesen, Hoydalar. Páll
Danielsen, Velbastaður.
Gudstænastuna við konfirma-
tiónini hevur Kjartan Mørkøre.
Konfirmantar í Vágs
kirkju 12. okt. 1975
Zacharias Jóannes Fribjørn
Bæch, Porkeri. Årni Debess,
Vågi. Niclas Johannes Delmar
Hentze, Sumba. Johan Palli
Mortensen, Vågi. Poul Johannes
Poulsen, Sumba. Tórmóð Petur
Sølvi Stenberg, Sumba. Thomas
Jacob Fridålvur Vestergaard,
Akrar.
Eydna Joan Danielsen, Hovi.
Anna Sofia Djurhuus, Vågi.
Alla Hansen, Vågi. Ann Maj-
britt Holm, Vågi. Winnie Jacob-
sen, Vågi. Edith Jensen, Vågi.
Barbara Fridbjørg Joensen,
Lopra. Elsy Jacobina Thomasia
Joensen, Vági. Majbritt Sváva
Fridgerå Kjærbo, Sumba.
Marita Dagmar Kjærbo. Sumba.
Thurid Poula Kjærbo, Vági.
Kirstin Ludvig, Vági. Dagnhild
Magnussen, Vági. Elna Olevina
Nielsen, Sumba. Súsanna Olivia
Petersen, Vági. Jonna Poula
Poulsen, Sumba. Rannvá Thurid
Poulsen, Sumba. Marita Simon-
sen, Vági. Øluva Sigrid Michela
Thomassen, Vági. Joan Samue-
lina Krossá Toftum, Vági.
Sandavágs kirkja
Konfirmantarnir í Sandavágs
kirkju sunnudagin 12. oktober
1975:
Elias Johannesen, Miðvágur.
Jóannes Rasmussen, Miðvágur.
Heðin Wejhe, Sørvågur. Jákup
Magnusen, Miðvágur. Ihme
Jacobsen, Servágur. Dánial Jo-
hansen, Miðvágur. Oddmar Sel-
foss, Sørvågur. Harald Poulsen,
Miðvágur. Petur Olsen, Sanda-
vágur. Símun Jacobsen, Ser-
vágur. Jógvan Helgi Hansen,
Miðvágur. Leif Hansen, Mið-
vágur. Andreas Johansen, Ser-
vágur. Jóan Pauli Wejhe, Sør-
vágur. Hans David Nielsen,
Sørvågur.
Heidi Rubeksen, Sørvågur.
Lis Jensen, Sandavågur. Borg-
heiður Thomsen, Sandavágur.
Bjørg Svabo, Miðvágur. Andrea
Sivertsen, Sandavágur. Mariane
Haraldsen, Miðvágur. Marian
Skaalum, Servágur. Bergdis
Skaalum, Sørvågur. Súsan Hús-
dal, Servágur. Hanna Harald-
sen, Miðvágur. Finngerð Rasm-
ussen, Miðvágur. Dina Fagra-
berg, Miðvágur. Jónvá Joensen,
Servágur. Eina Gudmundsen,
Sandavágur. Aud Hansen,
Sandavágur. Mette Olsen,
Sandavágur. Sólgerð Johanne-
sen, Miðvágur. Hronn Rasmus-
sen, Servágur. Nancy Johanne-
sen, Sandavágur, Heidi Askham,
Sørvågur. Jonna Hammer
Haraldsen, Sørvågur. Arngerð
Frederiksen, Sandavågur. Eiley
Hansen, Sørvågur.