leygardagur 11. oktober 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — 11. oktober 1975
sosialurin
Síða 3
Føroyskt brúkarafelag
eftir íslendskari fyrimynd
Ynski frammi um, at tað almenna
setur ein brúkaraumboðsmann
Eitt landsumfatandi brúkara-
felag er stovnað.
Á almennum fundi á Hotel
Feroyum mikukveldið varð sam-
tykt at stovna eitt brúkarafelag,
hvers endamál er at verja
áhugamál brúkaranna í sam-
felagnum við at ansa eftir, at
sjónarmið brúkaranna verða al-
ment vird, tá fyriskipanir og
reglur verða settar, ið koma
áhugamálum teirra við. Enda-
mál felagsins er eisini at skipa
fyri upplýsingararbeiði fyri at
økja í pris- og vørukunnleik-
anum hjá brúkarunum og leið-
beina og vera teimum til
tænastu, um teir koma fyri tapi
av keypi og veru ella tænastu.
BRÚKARAFELAGIÐ, sum
navn felagsins er, hevur heim-
stað í Tórshavn. Fundurin sam-
tykti eina lógarreglu um, at øll,
sum eru fylt 18 ár, kunnu gerast
limir í felagnum, hvar í landinum
tey so búgva. Fyri at fáa at-
kvødurætt á aðalfundi má lima-
skapur vera teknaður í seinasta
lagi eina viku áðrenn aðalfundin,
sum verður hildin á hverjum ári í
oktober.
Sigrid Dalsgaard greiðir frá brúkarastovnum í Grenlandi og Íslandi.
Á myndini síggjast annars Jákup F. Nielsen og Kjartan Hoydal,
sum var orðstýrari
}
#%
#2
-
me
puste
2
Sverri Egholm, sum er ein av
stjórnarlimunum, hevur orðið
á fundinum mikukveldið
Sjeymannastjórn
Fundurin valdi sjeymannastjórn
fyri felagið, og reglurnar eru
tær, at limirnir skulu veljast fyri
tvey ár á aðalfundi á henda hátt:
Annaðhvert ár verða valdir 4
og annaðhvort 3 stjórnarlimir og
líka nógvir tiltakslimir. Á fyrsta
aðalfundi eftir stovnanina fara
fýra stjórnarlimir og tiltakslimir
frá eftir lutakasti.
Í stjórnina vórðu vald Sverri
Egholm, Sigrid Dalsgaard, Petra
Samuelsen, Niels Juel Nielsen,
Adolf Hansen, Hanna Absalon-
sen og Gugga Nielsen. Sum til-
takslimir vórðu vald: Anna
Mikkelsen, Johild Andreasen,
Hjørdis Jensen, Marjun Berg,
Ingrid Dalsgarð, Marita Peter-
sen og Andrias Debes.
Til grannskoðara varð valdur
Eiko Apol og til tiltaksgrann-
skoðara Ebba Jacobsen. Fund-
urin samtykti at seta limagjaldið
til 60 kr. um árið.
Eftir íslendskari
fyrimynd
Limatalið í Brúkarafelagnum er
um 60. Listi til limatekningar
gekk runt á fundinum miku-
kveldið, og har fór limatekning
fram.
Lógin fyri Brúkarafelagið er
gjørd eftir islendskari fyrimynd.
Ein starvsnevnd, har umbod fyri
Havnar Arbeidskvinnufelag,
Havnar Arbeiðsmannafelag,
Kvinnufelagið i Havn og lima-
nevnd Feroya Keypssamteku
hava sitið seinasta árið, hevur
útvegað tilfar um brúkarafelog í
grannalondunum. Tað varð hild-
ið, at tær íslendsku lógarregl-
urnar hóskaðu best til okkara
viðurskifti. Í íslendska brúkara-
felagnum eru millum 3.000 og
4.000 limir. Tað var stovnað í
1954. Felagið hevur miðsteð í
Reykjavík.
Má arbeiða
óheft og sakligt
Undir orðaskiftinum á fundinum
varð fort fram, at felagið má
arbeiða óheft og sakligt, og at
miðað verður ímóti, at tað al-
menna setur ein brúkaraumboðs-
mann. Eisini varð tað hildið
rímiligt, at tað almenna hevur
áhuga fyri felagnum, og tað
veitir tí studning. Tað varð fýlst
á, at prísansingin er ov lítið
effektiv, og at BRÚKARA-
FELAGIÐ eisini her hevur eina
uppgávu at rekja.
Gera fim-
leikarhøll
i Sumba
Ein fimleikarhøll skal byggjast
aftrat skúlanum i Sumba. Skúla-
stjórnin hevur góðkent . eitt
uppskot um eina upphædd upp á
400.000 kr. til byggingina. Har-
aftrat hevur skúlastjórnin mælt
til, at studningur verður latin úr
lands- og ríkiskassanum til
byggingina.
elle
Byggja upp
i skúlan á
Oyrabakka
Skúlastjórnin hevur í prinsipp-
inum samtykt, at farast kann
undir bygging av einum uppi-
bygningi til skúlan á Oyra-
bakka. Talan er um, at skúlin
skal víðkast við 4—5 skúla-
stovum, sum lutvíst skulu inn-
rættast sum serhølir. Kostnad-
urin er mettur til 2,4 milj. kr.
Tilmæli
um Axel
Nýggi skúlastjórin við Sand-
oyar Meginskúla kemur helst
at eita Axel Skoubo. Á fundi í
skúlastjórnini fyrr í vikuni
Axel Skoubo
varð samtykt at mæla til, at
Axel Skoubo verður skúla-
stjóri við Sandoyar Megin-
skúla.
Eisini bygdaráðini í Sand-
oynni hava einmælt mælt til,
at Axel Skoubo fær skúla-
stjórastarvið. Starvið sum
skúlastjóri vid Sandoyar
Meginskúla hevur tvær ferðir
verið lýst leyst. Fyrru ferðina
var eingin umsekjari.
Pí. J. F. KJØLBRO
—| er
Jorð til sølu
í Sandvík
6 gyllin og 16 skinn.
Liggur við koyriveg við
innhegnaðum stykki.
Tlf. 12855