leygardagur 11. oktober 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
stubbar uttaneftir
Skjót EF hjálp
til Portugals
Uttanríkisráðharrarnir í EF
løndunum avgjørdu mána-
dagin at bjóða Portugal eina
einvesteringshjálp upp á um-
leið 1150 miljónir krónur frá
europeiska investerings-
grunninum. Lánið verður
latið við 3% í rentu og út-
reiðslurnar til rentuiløgurnar
skulu gjaldast til nationala
statskassan.
Nýggi krøv fyri at
leyslata Claustre
Franski forsetin Giscard
d'Estaing segði mánadagin
frá, at hann hevur fingið eini
boð frá uppreistrarleiðaran-
um Hissen Habre í Tsjad, har
hesin sigur frá, at franski
fornfrødingruin Francoise
Claustre verður ikki leys-
latin, fyrr enn franska stjórn-
in hevur latið vápn og lóður
til uppreistrarmenninar í
Tsjad.
Uppreistrarmenninir hava
hildið Claustre fanga í meira
enn eitt ár. Fyri tveimum
vikum sidan høvdu uppreistr-
armenninir sett eina seinastu
frest til at bjarga lívi
hennara, og skuldi stjórnin í
Frankariki tá gjalda eina
stóra peningamongd. Tað
hendi, men nú eru aftur
komin nýggj krev til stjórn-
ina aftur.
Kissinger til Kina
Amerikanski uttanríkisráð-
harrin fer at vitja í Peking frá
19. til 23. oktobur, sigur kin-
esiska tíðindastovan mána-
dagin.
Partisanálop
í Argentina
Hidartil størsta byarpartisan-
ålopid i Argentina tók mána-
dagin lívið av minst 30
fólkum, tá vápnaðir menn
lupu á eina hermannalegu og
flogvellin í býnum Formosa,
einar 1000 km norðan fyri
hevuðsstaðin Buenos Aires.
Alopið var í veruleikanum
beint móti varðhaldinum í
býnum, sigur logreglan.
Politiskir skjáltar í
Vesturtýsklandi
Tað hevur framt stórar
skjálvtar í Bonn, at Eystur-
týskir njósnarar hava avdúk-
að kjarnorkusamarbeiði mill-
um Vesturtýskland og Suður-
afrika.
„Frankfurter Allgemeine«,
eitt blað av stórum týdningi,
skrivar mánadagin, at har er
stór ósemja á stjórnini um
fyritøkan »Kraftwerkunion«
KWU, kann fáa høvi til at út-
flyta eina kjarnorkustød til
Sudurafrika.
Skattalættar fyri
stavn i Noreg
Skattalættar, hægri eftirløn
og betri barnaumsjón, øktir
teletakstir og meiri tollur å øli
og tubbakki — tad er urslit
av ti figgjarætlan fyri 1976,
sum Per Kleppe figgjarmåla-
ráðharri, legði fram måna-
dagin í norska stórtinginum.
Håland ikki nøgt
vid irska noktan
Hålendska stjórnin er ikki
glad fyri at írska stjórnin
hevur noktað at lata leysar
triggjar ætlaðar limir í írska
tjóðskaparliga herinum IRA,
sum loysigjald fyri ein há-
lendskan verksmiðjustjóra,
Tiede Herema.
Hetta segði hálendski am-
bassaderurin í Dublin, Felix
van Raalte, mánadagin.
Eingin hevur hoyrt
nakað frá burturflytarunum,
síðani friggjadagin, men vit
rokna við, at Tiede Herema
enn er á lívi, segði hálendski
ambassaderurin mánadagin.
lvaleysur sigur
til Kreisky
Ivaleysi sigurin fyri Eystur-
ríkska kanslaran, hin 64 ára
gamla Bruno Kreisky, og
stjórnarflokk hansara, Eyst-
urrikska Sosialdemokratiska
flokkin, SPO, merkir, at
flokkurin komandi 4 árini
kann halda fram við javnað-
arpolitikki sinum.
Sambært fyribils upptelj-
ingarnar mánadagin fingu
javnaðarmenninir 94 ting-
sessir móti 93 áðrenn, og
50,6% av atkveðunum, með-
an Eysturrikski Fólkaflokk-
urin fekk 78 sessir móti 80
fyrr og 42,8% av atkvød-
unum. Tjóðskaparligi liberali
flokkurin, FPO, fekk Il
sessir moti 10 fyrr og 5,4%
av veljarunum aftan fyri seg.
Italskur kommun-
istur einki innferðar-
loyvi til USA
John Volpe, amerikanski am-
bassadørurin i Róm, hevur
sýtt leiðara innan ítalska
kommunistaflokkin at fáa
innferðarloyvi til USA.
Hann hevur harafturímóti
givið fleiri italskum fasista-
leiðarum innferðarloyvi.
Tað eru einans fáar vikur
síðan, at Volpe segði frá at
amerikanska stjórnin fer aldri
at viðurkenna eina italska
stjórn, har kommunistar lut-
taka.
Fasistarnir sum fóru til
Amerika, fingu eisini høvi til
at hitta tjóðskaparliga trygd-
arráðið í Washington og
greiddi teimum frá, at einasta
bjargingin fyri Ítalia er, at
fasistarnir sleppa at atkvøda
við teimum borgarligu ann-
ars.
Nr. 70 — 11. oktober 1975
panelið
Dimmalætting og fascisman
Leygardagin 4/10 hevur Dimma-
lætting eina viðmerking til tær
seinastu avrættingarnar í Span-
ia. Í hesi grein, ið er oddagrein,
ger blaðið ella rættari blaðstjórin
G. L. Samuelsen sínar viðmerk-
ingar til tey mótmæli, ið hava
verið móti avrættingunum.
Hesar viðmerkingar eru fullar
av illgitingum móti teimum, ið
hava mótmælt harðskapinum í
Spania. Hetta eru vit so von við,
tí Dimma hevur fyrr borið í
bøtuflaka fyri fascismuna, meira
enn so. Hesar illgitingar eru ikki
verdar nakra kommentar, bert er
at vóna, at Bratteli, Palme,
Wilson, Giscard d'Estaing,
Anker Jørgensen, Schmith og
påvin i Rom ikki taka sær alt ov
nær, hvat Georg Lindenskov
Samuelsen meinar um teirra
mótmæli.
Í hesi nevndu oddagrein eru
harafturimóti tveir påstandir, ið
eru beinleiðis ósannir ella í besta
fori sera ivingarsamir.
Tann fyrsti: » . . . De hersken-
de myndigheder i Spanien har
fradømt 5 spaniere livet, fordi
disse 5 spaniere har ombragt
andre 5 landsmænd< (citat
endad). Til hetta er at siga, at
einki sum eitur prógv er fingið
fyri, at hesir fimm dripnu mót-
stødumenninir hjá Franco vóru
sekir í teimum ákærum, teir
vórðu deydadømdir fyri. Tað
einasta, sum er heilt vist, er, at
teir fimm vóru sera illa píndir og
at teir at kalla onga verju fingu.
Eg vil síggja tann mann, sum
eftir at hava verið í beðils-
hondum í Spania nakrar vikur,
ikki vildi viðgingið hvat tað
skuldi verið.
Aftur at hesum kemur, at
fascistarnir í Spania hava nýtt
tann framferðarhátt, at taka til-
feldug fólk og døma tey fyri tey
tiltøk, sum antifascistarnir gera
runt um í Spaniu. Við hesu
terrori vónar diktaturið at tað
skal kunna ræða fólk frá at hava
nakað við motstøduna at gera —
eingin skal kunna kenna seg
tryggan, uttan so, at hann er
aktivur = viðhaldsmaður hjá
Franco.
Tann annar pástandurin ljóðar
soleiðis: »Diktaturstyret i
Spanien har ellers i de senere år
ført en politik, sum tilsyne-
ladende pegede imod overgangen
til mere demokratiske forhold«.
(citat endad).
Hetta er tiverri ikki beint.
Rætt er, at i 60 unum var ein
åvis liberalisering at hóma i
sponskum politikki. Henda lib-
eralisering er stedgad fyri 6—8
årum sidani, og diktaturstyret
hevur tverturímóti ført ein meira
og meira harðrendan politikk, og
fleiri avrættingar av politiskum
mótstaðumonnum hava verið
tey seinastu árini. Tað eru ikki
tvey ár síðan, 2 unglingar lótu
liv í garottuni.
Henda her umtalaða grein í
Dimmu eitur Hvilket formál. Ja,
vit mugu spyrja, hvat endamálið
við slíkari skriving er. Svarið er
diktaturinum í Spania, tí >... hi-
storien viser gang pá gang, at et
folk tømres stærkere og stærkere
sammen om hvad det skal være
af at stå overfor en kompakt
modstand udefra . .« (citat
endad).
Sum um tað spanska fólkið
nakratid hevur staðið aftan fyri
eitt blóðdálkað diktatur, ið
hevur hildið tí niðri í 39 ár!
Sanniliga eitt óhoyrt fornermilsi
móti ti spanska fólkinum.
At høgrakreftirnar herða stríð-
ið, tá tær kenna grundina rilla
undir sær, er ikki annað enn ein
kann vænta. Hetta eigur ikki at
fáa tey, ið vilja mótmæla fasc-
istiska yvirganginum at ivast.
Spanska fólkið er enn sum áður
ímóti Franco, og mótmælini
kunnu tí bert vera ein hart til-
trongdur moralskur stuðul hjá
hesum hart roynda fólki.
Og so er bert at vóna at Palme
og pávin og allir hinir góðu
statsmenn, ið nú royna at leggja
trýst á Franco, heldur fylgja síni
samvitsku enn illa undirbygdu
ávaringunum frá blaðstjóranum
á Færø Amtstidende.
Jóannes Dalsgaard
eygsyniligt: Lesarin skal gerast
negativur mótvegis antifascism-
uni i Spania.
Nakad, sum eisini bendir å
hetta, er, at blaðstjórin móti
endanum í oddagreinini ávarar
ímóti fleiri mótmælum móti
Jóannes Dalsgaard
Froðba
N
N
—
a TRADERLINE
X
Vit ferma
HVØNN EINASTA
TYSDAG i ALBORG
MIKUDAG i HALMSTAD
HOSDAG i KØBENHAVN
LARVIK 15/10
ALESUND 15/10
BLYTH 29/10
SANDNES 14/10
hvørja viku
3. hvørja viku
3. hvørja viku
hvørja viku
BEINLEIDIS TIL FØROYA
AVGREIDSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Alborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN
Lýsið í sosialinum