leygardagur 11. oktober 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — 11. oktober 1975
sosialurin
Minningarorð um
Kristian Lagfoss
Náttina til 17. sept. andaðist
Kristian Lagfoss, Sandvík. Bert
60 ára gamal. Kristian í Skúgvi,
sum hann vanliga varð róptur
her suðuri.
Tað liggur í orðinum, at hann
varð borin í heim í Skúvoy. Tann
25. jan. 1915.
Foreldur hansara vóru Jakkup
Poulsen ættaður úr Leirvík, og
móðurin Susanna Fredrikka f.
Mørk Sandvík. Tey bæði fingu 9
børn, hvar Kristian var eitt
teirra. Nú eru mong ár liðin,
síðan tey doyðu. Av ellum
niggju børnunum liva bert 3
eftir. Og eru tey oll deyð at kalla
í góðum árum. Kristian fór
ungur til skips saman við eldra
bróðuri sínum, Magnus Paula.
Soleiðis kom Magnus at blíva
eins og ein faðir, og eldra
systirin, Dina, eins og ein móðir
fyri teimum yngru systkininum
eftir at foreldrini vóru deyð
Hann. ið har kom á gátt, fekk
skjótt at kenna, hvat hjartaligur
bliðskapur var. Neyvan man
meira samband millum tvær so
fjarstaddar bygdir hava verið,
sum nettupp Sandvík og Skúv-
oy. Væl hava tær verið bundnar
saman við sterkum ættarbond-
um. Ikki at ivast í var mangur
heldur ófísin túrur við opnum
ára- og maskinbáti. Eg minnist
fyrstu ferð, Kristian kom til
Sandvíkar at vitja ættarfólk.
Hann mundi vera um 17—18 ára
aldur
Stillførur, litillåtin og heldur
smæðin. Hesir eginleikar komu
at fylgja honum upp gjøgnum
árini
Helst man hann hava dámt
har. ti í 1943 kom hann suður
mestsum at búgva. Tá var hann
vorðin trúlovaður við systur
mini.
Tey giftust årid eftir.
Vit komu soleidis at bugva i
sama husi eina tid. Men skjott
fór hann at byggja egna heim
sitt.
Ta tíðina og út til deydastund-
ina vóru vit eins og góðir brødur,
eins og hinir allir mínir brødur.
Ti hann var friðarmaður
burturav og livdi væl saman við
ollum, hann kom saman við,
bæði til lands og vatns. Tað
kundi verið mangt zt sagt um
Kristian.
Skývoyingar og fleygingar-
stong hoyra nær saman, hetta
fall væl fyri í hansara hondum.
Hann var skipsfiskimaður burt-
urav, og var hann bæði huga-
góður og idin og lá hansara
partur ikki eftir, hvat antin tað
var við snerinum ella snelluni.
Hann var eisini sum oftast við
góðum fiskiskipum.
Kristian var vorðin heilsu-
brekaður seinastu árini. Men fór
altið avstað aftur, tá hann helt
seg kunna.
So var tað í mei í fjør, hann fór
i land vegna helsuna, men ætlaði
sær við aftur, tá hann var
batnaður. Men her metti hann
sjálvur skeivt. Tá var deyðin
komin í fylgi við honum, og
bidadi bert eftir ti rottu letuni.
Aldrin hoyrdi tú hann klaga seg
um illsku.
Kristian og Jensia systir fingu
tvey børn, drong og gentu.
Hettar, at hann bleiv so
knappliga heimkalladur, kom
okkum øllum i familjuni sera
dått vid.
Og nettupp tå vit øll at kalla
vóru samlað til jarðarferð móður
okkara, og sum vera man,
svigarmammu hans sjálvs.
Tað seinasta hann kom at gera
var at bera kistuna við svigar-
mammuni úr bilinum og inn í
kirkjuna.
Hann var eisini góður við
hana í lívinum, og hon við hann,
ti hann hevði verið eins og ein
sonur í húsinum.
Hann var ein góður husfadir,
ið altid bar tann tyngra endan, ti
konan hevur verið illa sjúk í
mong ár. Tað nýtist ikki at
leggjast til, at hann verður stór-
liga saknaður og syrgdur av
fleiri enn konuni og børnunum.
Guds signing og frið lýsi eg yvir
titt minni
Svágur
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging
Føroya Sjovåtrygging
Føroya Brunatrygging
Føroya Vanlukkutrygging
Tlf. 14590
— 14590
Vit tryggja:
Bátar, skip, vørur, hús, innbúgv, akfør o. a.
,
Føroyingar eiga at tryggja i landsins egnu
trygging.
Hampa
vegjadararnar
Nu er nakad sidani, at tad
størra arbeidid upp å nyggja
landsvegin oman fyri bygd-
ina í Kollafirði var liðugt.
Men enn eru nakrir mans í
arbeiði har. Teir fáast við at
hampa vegjaðararnar.
320.000 pund
Fiskivarði, sum er einasti
bátur, id rør út frá Haldórs-
vik, veiddi í troltíðini 320.000
pund. Teir trolaðu alla tíðina
uttan fyri fiskimarkið.
Rokveiða í mun til
onnur lond
Laksa- og sílaveiðan á vetn-
unum hevur roynst væl í ár.
Tað hevur t. d. verið nógv
roynt á Breiðavatni, men á
Mjáuvetnum heuvr eisini
borið væl til, síðani trappurn-
ar vóru lidnar i fjør. Roknað
verður við, at talið man liggja
um einar 300, og tað mesta
hevur verið laksur. Hetta
siga teir konu vera sanna rok-
veiðu í mun til onnur lond.
Síða 5
kring oyggjarnar
Gera bátahyl
Teir hava grivið av einum
stykki sunnan fyri lendi-
brúnna í Hósvík, sum landið
skal brúka til at seta tangar
á. Avlopstilfarði verður koyrt
sum ikast til båtahylin, sum
bygdaráðið letur gera i Hós-
vík.
Klárir at fara
Sundaberg hevur eisini verið í
Noreg til eftirsýn og var í
vikuni á Klaksvík eftir út-
gerð. Teir eru klárir at fara
næsta saltfiskatúrin.
Reisingin datt niður
Í ódnarveðrinum um viku-
skiftið fóru eini nýreist hús í
Havn um koll. Tað vóru
húsini hjá Jóan Pætur Mid-
jord í Gundadali. Húsini
vórðu reist leygardagin, og
morgunin eftir var øll reis-
ingin farin um koll.
Eini timburhús í Hvalba,
sum stóðu innilokað, skak-
aðust so mikið av grundini,
at menn vórðu noyddir at
stíva tey av, fyri at tey ikki
skuldu fara um koll.
Roynt eftir brislingi
Útróðrarbáturin Løvan í Kollafirði, sum lan
Rasmussen eigur, hevur roynt eftir brislingi í
summar. Teir hava roynt í Sundalagnum og á
Skålafjørdinum og hava fingið eitt sindur.
Í seinastuni hava teir róð út á Norðhav-
inum. Levan,
sum her er avmyndad við
bryggju í Kollafirði, er av Viksund-slagnum.
34 hús seld
Tilsamans 34 av teimum 36
radhúsunum, sum Tórshavn-
ar kommuna letur byggja í
eysturbýnum í Havn, eru
seld. Tey bæði, sum eftir eru,
eru upp á 140 kvadratmetrar
hvert, og kosta eftir uppruna-
prísinum 351.625 kr. Annars
liggur prisurin fyri húsini frå
170.000 til 450.000 kr
Byggifelagið Danberg á
Sørensen ger jørd- og beton-
arbeidid, Guttesen & Staks-
berg timburarbeidid og pro-
jekteringsarbeidid, sum teir i
felag hava vid Sofus Jakobsen
og býráðið. Einar Mikkelsen
ger el-arbeiðið
Í starvsnevndini fyri bygg-
ingina sita Eliesar Arge
formaður, Sofus Sivertsen og
Finnur Johansen. Gunnar
Hoydal er skrivari
Tað verður upplýst, at
eydnast byggingin av teim-
um 36 radhúsunum, er ætl-
anin at halda fram, so at tað
at enda vera 140 hús
Úr Klaksvík til Afrika
Í farnu viku fór danin Per
Kirkemann av landinum, eftir
at hava starvast sum býar-
verkfrødingur í Klaksvík í
umleið 14 mánaðir. Tey kom-
indi tvey árini skal Per
starvast sum byarverkfrød-
ingur í Kenya í samráð við
danska uttanríkisráðið
Eftirmaður }
Klaksvík er tan
3orge Keln
1 Mel
Ung blaðstjórn
Norðlvsið
hevur fingið nýggja blað-
Klaksvíkarblaðið
stjórn. og man vera
vngsta blaðstjórn. ið stjórn
einum førovskum blað. Allir
HF-n
Klaksvík. Abyrgs
blaðstjórarnir eru
ingar í
blaðstjóri er Jústinus J
hannesen. Leirvik. Hinir
blaðstjórarnir eru Simun
Olavur W
Absalonsen.
Hognesen og Jógvan Brim
úr Klaksvík
Seldur
sum gamalt jarn
Vågatrolarin Jegvan Elia
Thomsen er seldur til Spa
un, sam
sum MAN
kr
Foroya 1 1956
lagdur í vær
Mattias Henriksen skipari a
Jógvan Elíasi
Nýggjar hústelefonir
Byraðið í Havn hevur tingið