Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Heimsmetið hevur gjørt enda á Hans Tholstrup Eg helt, at eg gjørdist ríkur, áðrenn eg byrjaði ferðina. Nú verði eg noyddur at selja flogfarið fyri at sleppa undan einari stórari skuld, sigur Hans Tholstrup. Tað var ein alt annað enn fegin Hans Tholstrup, sum í vikuni boðaði frá, at hann hevði sett heimsmet við at flúgva kring allan knettin í einum lítlum flog- fari. Tann spennandi ferðin kemur at kosta honum dýrt. Hann noyðist at sleppa sær av við flogfarið. Eg helt, at eg fór at gerast ríkur, áðrenn ferðin byrjaði. Nú verði eg noyddur at selja flog- farið fyri at sleppa undan allari skuldini, sigur Hans Tholstrup, sum í letuni er staddur í Tennesee í USA. Royndin at seta heimsmet í flúgving gjørdist nógv dýrari enn væntað. Hans Tholstrup, sum fyri nokrum árum síðani var í Føroyum í einum lítlum speed- báti, sigur, at tað er alt annað enn stuttligt at flúgva í teimum tilafturskomnu londunum. Har halda tey, at ein er ríkur, um ein hevur eitt flogfar. Og í summum plássum kostar tað 2.000 kr. bert at lenda. Hans Tholstrup er 30 ára gamal, og hann hevur nú australskan ríkisrorgararætt. Ferðin kring knettin byrjaði tann 26. april. Hann hevur verið í luftini í 331 tímar og vitjað í 30 londum. Hans Tholstrup. — Ferð hansara gjørdist dýr. Hví verður Helsinki-skjalið burturtagt ? Europeiska ráðsstevnan um trygd og samarbeiði endaði herfyri. Seinasti fundurin varð hildin í finska høvudsstadnum Helsinki, og tá settu leið- arar úr 33 europeiskum iondum og USA og Kanada undirskrivt sína undir eitt skjal, sum inni- heldur úrslitini av teimum longu og drúgvu sam- ráðingunum, sum vóru havdar frammanundan. Hóast Helsinki-skjalið má sigast at vera ein varði í teirri europeisku eftirkrigssøguni, so er líkt til, at tað verður mett rættiliga ymiskt fyri eystan og fyri vestan. Um hetta skrivar Igor Pavlov (APN): Í Sovjetsamveldinum hevur hvert mansbarn havt hevi til at seta seg inn í Helsinki-skjalið. Fyri triggjar kopekur (25 oyru) fæst annaðhvert »Pravda« ella »Isvestija« (samanlagt upplag 20 milliónir eintøk), og bæði bloðini hava prentað Helsinki- skjalið í heilum líki. Líka víða útbreiðslu hevur skjalið fingið í hinum sosialistisku londunum. Á túsundtals fundum og lesi- ringum í Sovjetsamveldinum hava fólk granskað og mett skjalið, og allastaðni hevur veið semja um, at hetta er eitt stórt og týdningarmikið stig á leiðini til fruktagott samarbeiði og Vit hava altíð á goymslu alt tilfar til - Tórshavn TIf. 11071 blikksmið sanitet hitaverk ventilatión Verður sent um alt landið Lýsið í sosialinum varandi og óbrótandi frið á meginlandi okkara. Til demis hevur Rithevundafelag Sovjet- samveldisins hildið fund við Helsinki-skjalinum á dagsskrá, og fundurin samtykti at gera alt fyri at víðka tað mentunarliga umbýtið millum londini — so sum skjalið mælir til. Patriarkurin yvir Moskva og ollum Russlandi (hetta er tittul hansara) Pimen segði i rødu her- fyri, tá hann beyð gestum frá finsku luthersku-evangelisku kirkjuni vælkomnum, at Hel- sinki-skjalið er ein stórur sigur fyri friðarkreftirnar og alla mannaættina, og at allar kristn- ar kirkjur eiga at samvirka til at gera friðin óbrótandi bæði í Europa og ellum heiminum. Men hvussu verður Helsinki- skjalið móttikið vestanfyri? For- maðurin í teirri sovjetisku nevndini fyri trygd og samarb- eiði í Europa Aleksej Sjitikov sigur í viðtali, at tað tíverri sær út til, at skjalið verður burtur- tagt í summum londum vestan- fyri. Í Englandi hevur ríkisstjórnin givið skjalið út sum »Hvitbok« — men í einans 3.000 eintøkum til 55 milliónir íbúgvar. Í Vesturtýsklandi hevur Bundes- tag givið skjalið út í 3.000 ein- tókum, og tað hevur staðið í javnaðarblaðnum »Vorvårtz«, sum kemur út í 60.000 ein- tókum. Men Vesturtýskland hevur 60 milliónir íbúgvar, so hetta er als ikki nóg mikið. Og í Fraklandi, Italia, Danmark, Belgia og summum eðrum londum er skjalið mestsum ókent í almenninginum. Tað er greitt, at krigsins kreftir eru ikki tamdar. Enn eru fólk, sum hava peningaligan áhuga í spenningi og krígsótta. Ti er tað neyðugt, at slík stig sum Helsinki-skjalið finna stuð- ul hjá ellum teimum, sum hava góðan vilja og ynskja frið millum londini. Igor Pavlov Nr. 70 — 11. oktober 1975 Kaggin bert eitt ølfelag? Eg var satt at siga eitt sindur illa við av lesarabrævinum í 14. september hósdagin, har ein, sum nevnir seg Kyros, sigur seg undrast yvir, at Kaggin nakað herfyri mótmælti í bløðunum, at hann varð skírdur elfelagið Kaggin í útvarpinum og 14. september. Hesin Kyros skrivar, at Kaggin hevur bert eitt aðalmál, og tað er at útvega lim- unum so nógv øl og brennivín, sum teir orka at svelgja. Nei, min góði Kyros. Hevði tað verið endamálið burturav, so haldi eg, at eg langt síðani hevði strikað meg sum lim í Kagg- anum. Tað ræður ikki um bert at fylla kykarnar við øli og brenni- B R Ø V víni. Í Kagganum savnast lim- irnir bæði til gamans og álvara, og nú er eisini stovnað ein bridgedeild. Men, góði Kyros, hví so ikki nevna Havnar Klubba fyri t. d. Øl- og brennivinsfelagið Havnar Klubbi? Eg haldi, at onkur hevði rist við hevdinum. Limur x Fyrispurningur til Kjartan Mohr Hvat er ætlan tín við gamla sjómansskúlanum, sum nú er umvældur bæði uttan og innan? Mín vón skal vera, at hann fer til eitt gott endamál, sum vit kunnu fáa gagn av, tá umvæl- ingararbeiðið er liðugt. Og her verður hugsað, um vit ikki hava tørv á einum húsarhaldsskúla ella kokkaskúla, hvert sær ella bæði, har skeið kundu verið hildin innan húsarhald og kokka- útbúgving. Eg bíði so eftir, at okkurt Bøn skilagott skal verda framt av tær, Kjartan Mohr, sum ein góður, gamal havnarmaður. Tekk fái tú fyri tað, sum tú av góðum hevur framt fyri okkum oll somul. Men tíð tín sum politikkari fer aftan á komandi valskeið at vera liðug, soleiðis at skilja, at tú tá kemur at lata aðrar mætar menn sleppa framat í býráði og á tingi. Vinarligast Hans B. Hansen Kæri Jesus, tak í hjarta mínum búgu, og gev mær vín, og gev mær trygd. D