leygardagur 11. oktober 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — 11. oktober 1975
sosialurin
Síða 7
Fyrstu kvinnurnar i føroysku bygdaráðunum
Fýra kvinnur vórðu valdar í foroysku bygdaráðini í desember
í fjør. Tær fara at fáa tydning, tá soga verður skrivað
Tær fýra kvinnurnar Poula
Christiansen Kollafjørður, Oleva
Hansen, Leynar, Kirsten V.
Oleva Hansen: — Eg setti meg
sjålva seinast å lista, men var
fyrst vald
Andreasen, Toftir og Óluva
Bærentsen, Skopun, fara at fåa
tydning, tá sega verður skrivað.
Tær eru tær fyrstu kvinnurnar,
sum eru valdar í eitt føroyskt
bygdaráð, og allar vórðu tær
valdar á bygdaráðsvalinum í
desember í fjør.
SOSIALURIN hitti í vikuni
Olevu Hansen, Kirsten V.
Andreasen og Oluvu Bærentsen
eftir ein fund í kvinnufelagnum í
Havn, har tær greiddu frá
kommunalum arbeiði. Tær eru
allar um 50 ára aldur, og eru
samdar um tað, at høvdu tær
verið eini 20 ár yngri, so hevði
arbeiðið í kommunum fallið
lættari.
Men samstundis eru tær
samdar um, at tær finna seg væl
til rættis saman við øllum mann-
fólkunum í teimum ymsu bygda-
ráðunum.
Setti seg á lista —
varð fyrst vald
Oleva Hansen, sum er limur í
Kvivikar bygdarráð, sigur, at
hon øll tey seinastu árini hevur
verið til at gjørt lista til komm-
unuvalid i Kvivíkar sókn. Men
til valið i desember gekst illa at
fáa fólk á lista. Tað skulu helst
vera fimm fólk á hverjum lista,
og tað eydnaðist henni við neyð
og deyð at fáa fýra fólk.
— Og tá tað bert restaði ein í
fekk eg áheitan um sjálv at seta
meg á lista. Og so setti eg meg
sum nummar fimm. Eg roknaði
ikki við, at nakað fór at henda,
eftirsum eg stóð seinast á list-
anum, men tað hendi júst tað
øvugta. Eg varð fyrst vald á
okkara lista.
Skælingur, Stykkið, Leynar
og Válurin koma eisini undir
Kvívíkar bygdaráð, og í letuni
eru eisini tvær kvinnur í skúla-
ráðnum hjá kommununi.
Oleva Hansen situr sum for-
maður í barnaverndarnevndini.
Reglurnar eru tær, at tann av
bygdaráðnum valdi limurin i
hesa nevnd, er sjálvskrivaður
formaður. Hon situr eisini í val-
nevndini, sum verður vald uttan
fyri bygdaráðið, og har hevur
Oleva sitið síðan 1966. Oleva
sigur, at tibetur hevur uppgávan
Oleva Hansen, Jona Henriksen og Øluva Bærentsen
hjá barnaverndarnevndini ikki
verið stór. Nevndin hevur skipað
seg, og so er ikki meiri hent.
Kirsten V. Andreasen: — Tey
ungu vildu hava meg inn
Skrivari í kommununi
Oleva Hansen hevur annars
verið skrivari í Kvívíkar komm-
unu í fleiri ár, og hon sigur, at
hon hevur tað gott millum ell
mannfólkini í bygdaráðnum.
Oleva heldur, at tað sjálvandi
má vera rætta leiðin at ganga, at
konufólk verða umboðað í
bygdaráðunum kring landið.
Tilsamans 400 fólk eru í
Kvívíkar Sókn. Harav búgva
stórt 200 í Kvívík.
Tey ungu
vildu hava meg inn
Kirsten Viberg Andreasen er
formaður í heilsunevndini hjá
Nes bygdaráð og er limur í
renovatiónsnevndini.
Eg havi eisini verið limur í
verjuráðnum, men nú eri eg ikki
har longur. Tað er eingin treyt
fyri at vera bygdaráðslimur fyri
at vera limur í verjuráðnum,
sigur Kirsten.
Tað er kanska ov nógv
Eva Thomsen,
formaður Kvinnufelagsins,
á rødarapallinum
sagt, at eg nú er farin beinleiðis
upp í politikk, sigur hon. — Tað
vóru tey ungu har á plássinum,
sum søgdu við meg, at tey
ætlaðu at stilla meg upp, men eg
trúði hesum ongantíð. Eg helt
tað vera nakað, sum tey bert
søgdu. Men tey settu meg so á
ein lista, og eg vónaði, at eg fór
ikki at verða vald.
Men Kirsten varð vald. Hon
fekk 28 atkvødur og varð vald
sum nummar fýra á listanum. —
Og so var ikki annað enn at góð-
taka tað, sigur hon.
Nógv arbeiði
í kommununi
Nes kommuna hevur nógv
arbeiði um hendi í løtuni. Tað er
m. a. keigerð, sum er fyri, øking
av skúlanum og vegagerð. Eisini
er ætlanin at gera veg millum
Nes og Toftir til eitt eki, har
sum hús skulu byggjast. Haraft-
rat eru ætlanir um at planera
niðri við keiina.
— Í heilsunevndini eru tað
Óluva Bærentsen:
— Eg visti ikki av,
at eg var sett á lista
WF
mest kloakkgerðir, sum verða
vidgjørdar. Eg haldi ikki, at tað
merkist, at ein er formaður í