leygardagur 11. oktober 1975síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Hvat segði Dimma
í 30-árunum ?
Halda vit hesum saman við tí, ið Dimma sigur í
dag, fæst ein skillig mynd.
Dimma kann skjóta seg undir,
at hon ikki beinleiðis sigur, at
Frano er ein hetja, og á sama
hátt læt hon vera við at kalla
Hitler eina hetju í 30 árunum.
Men at leiða eyguni hjá fólkinum
burtur frá fasismuni við falskari
talu um menniskjukærleika, tað
er Dimma ikki sein til.
Tað var ikki Dimma, sum var
skjótast til at fordema Franco í
36 og 37, sum hon harafutrímóti
umtalaði við orðum sum hesum:
„General Franco's sejrrige frem-
march<. Og Hitler varð um-
talaður soleiðis: >týska fólkið er
sera ótakksamt, um tað ikki til
allar tíðir vil minnast, at bondini
frá Verseilles, ið snørdu armar
og æru, høvdu neyvan verið
slitin enn, um ikki Hitler hevði
kvett tey. Dimma læt eisini
koma fram propagandamyndir
úr Stórtýsklandi, har Hitler varð
fagnaður av børnum etc.
Men onnur blød, eitt nú
Arbeiði, åkærdi longu í 34 Hitler
fyri at vera ein blóðhund.
USA letur ikki
við seg koma
Avrættingarnar av teimum fimm
fasistaandsteðingunum í Spania
fordi við sær, at felog allastaðir í
heiminum skipaðu fyri mótmæl-
um, sum harðliga fordomdu fas-
istiska stýrið hjá Franco. Arb-
eidararørslan førdi nógvastaðir
kravgongur og harðar atsóknir á
sponsk umboð í nógvum londum.
Kommunistar og sosialistar hava
mælt til hør boykett av Spania,
og mælt til at stuðla upp-
reistrarmenninar.
Ymsar stjórnir hava eisini
mótmælt, um enn onkur nakað
jánkasliga og uttan at tað fekk
nakrar avleiðingar. USA hevur
ikki latið við seg koma, sum
vituligt er, tí fasistarnir halda
saman.
Dimma og Franco í dag
Blødini her hava eisini ført fram
atfinningar at Franco og fasista-
FRANCO: »Ja, eg må siga sum vinurin Crayon — eg fati ikki, hvi
folk øsa seg upp um 5 vanligar avrættingar»
styri hansara. Men Dimma,
gamla Dimma, hevur latid adrar
røddir koma til orðanna.
Teir hava siterað ein so
mætan mann sum Alf Ross, og
hann er bæði professari, doktor
juris og philosofis.
Hesin sigur, at oll mótmælini
eru hysterisk, og hann sigur seg
ikki kunna avsanna, at mótmæl-
Nr. 70 — 11. oktober 1975
ini eru komin »inspireret af
yderliggående venstrekredse«.
Og hann sigur, »at man benytter
lejligheden til at protestere mod
Franco og vanskeliggøre Span-
iens kontakter med Vesten (EF
og NATO).
Og oddagreinin í Dimmu
henda sama dag er ikki heilt ólík
hesum, men má sigast at svara
til tað, ið Alf Ross skrivar.
Fimm vanligar
avrættingar
Dimma spyr, hví eingin mót-
mælti, at fimm løgreglumenn i
Spania vórðu dripnir, og hon
samanlíknar tey drápini við
morðini á fimm ungar demokrat-
ar. Hetta ger Dimma fyri at
káva útyvir veruleikan. Tað
vóru ikki bert fimm vanligar
avrættingar, sum fóru fram í
Spania hin viðgitna leygardag.
Hernaðareinaræðið hjá Franco
hevur fingið eina slíka harða
mótsteðu í fólkinum, at teir nú
mugu taka til álvarslig morð-
vápn, fyri at halda demokrat-
isku kreftunum niðri. At myrða
antifasistar er einasta vápnið
teir hava. Teir fylgja dømunum
úr USA, har teir ikki eru óvanir
við slíkt. Og tá Dimma ræður
fólki til at hugsa um teir
stakkals løgreglumenninar inn-
an terrorløgregluna hjå Franco
styrinum, so er hetta bert ein av
vanligu verjum Dimmalættingar
fyri fasismuni, sum hon hevur so
heitar kenslur fyri. HO
Oleva Hansen, Kirsten V. Andreasen og Oluva Bærentsen
—.—
einari kommunalari nevnd á
einum plássi sum okkara. Tað er
ið hvussu er ikki størri og tyngri
arbeiði, ið stendst av ti, sigur
Kirsten.
- Eg eri eisini limur í renova-
tiónsnevndini. Sunnari og eyst-
ari partur av Eysturoynni eru
felags um renovatiónina. Á
hesum økinum eru sjey komm-
unur, og hver kommuna sendir
eitt umboð, tá fundur er í nevnd-
ini. Tað hevur gingið væl at
samarbeitt við hinar limirnar i
bygdaráðnum, og eg kann siga,
at eg eri ovfarin av ti góða sam-
arbeiðinum. Tað hevur gingið
nógv betur enn eg hevði væntað,
sigur Kirsten Viberg Andreasen.
Visti einki
um uppstillingina
Øluva Bærentsen, sum er limur í
Skopunar bygdaráð, sigur, at
hon visti einki um, at hon varð
uppstillað til seinasta bygda-
ráðsvalið í bygdini.
TOSA 2
på
— Eg frætti tad ikki, fyrr enn
listin var útkomin. Og eg stóð
ovast á listanum. Atkvødutalid
var 28 Annars fekk okkara listi
tilsamans 54 atkvødur.
Oluva sigur, at hon kemur væl
åt av ti vid hinar byrådslimirnar.
Onkuntíð hevur ósemja verið.
Men tað hevur borið til at tosa
seg til rættis.
Oluva Bærentsen er formaður
i barnaverndarnevndini og
heilsunevndini. Haraftrat er hon
limur í skúlanevndini fyri Sand-
oyar Meginskúla.
Smyril skal ikki
sigla upp á Klaksvík
Suðuroy er í mun til fólkatalið
mest isoleraða oyggj i Føroyum.
Medan hinar Føroyar eru
vorðnar meira og meira saman-
bundnar, hevur Suðuroy í. so
máta staðið í stað.
Henda samanbinding hevur
verið ein fylgja av og ein treyt
fyri ti framburði, ið kom i kjala-
verrinum av teirri hákonjunkt-
ur, ið vit hava upplivað.
Eg meini, at størsti meinbogi
og stersta forðing fyri framburði
á ellum økjum her suðuri stendst
av vantandi sambandi millum
Suðuroy og hin partin av land-
inum. Hetta samband er Strand-
ferðslan.
Tá nýggi Smyril varð keyptur,
var skaptur meguleiki fyri at
upprætta tidarhoskandi komm-
unikatión millum Suðuroy og
hinar Føroyar. Hesin meguleiki
er, sum tað týðuliga framgongur
av ferðaætlanini, ikki troyttur.
Sum suðringur kanni eg mær
rætt til at krevja, at Smyril røkir
Suðuroyarsiglingina sum hev-
uðsuppgávu við
1) at Smyril siglir titt, t. e.
tveir reisur um dagin aftur og
framm høvnn dag — eisini leyg-
ardag og sunnudag. Tað er
royndur lutur, at jú títtari eitt
ferðasamband er, jú meira
ferðast fólk. (Eitt gott domi um
hetta hava vit í Tróndir.
2) at Smyril siglir regluliga,
t. v. s. til somu klokkutíðir
hvønn dag, so at ein ikki nýtist
at vera vitinskapsmaður fyri at
lesa ferðaætlanina.
3) at ferðaætlanin verður hild-
in, v. ø. 0. at Smyril ikki verður
tikin úr síni rutu til stevnur,
gravarferðir o. a.
Eg rokni ikki uttanlandasigl-
ingina upp í her, tí at henda
sigling er so ovurhond góð
forrætning, men tíðarskeiðið
eigur at avmarkast mest møgu-
ligt.
Smyril eigur ti at halda uppat
at sigla upp á Klakksvík. Sjálv-
sagt er tað ein fyrimunur fyri
klakksvíkingar at hava bein-
leiðis samband við Havnina,
men tað gongur út yvir okkum
suðringar. Klaksvíkingar sleppa
heiman og heim 7—8 ferðir
hvønn dag uttan leygardag. Tað
ber illa til at trúgva, at teir í
nakran mun vinna tað, ið vit
hervið missa.
Tað, at Smyril skal leggja at
tveimum plássum her suðuri,
haldi eg vera burtur úr vón og
viti. Meiningin má vera tann, at
bilarnir koyra til ferjuna, og ikki
at ferjan skal sigla eftir teimum.
Smyril eigur at leggja at antin
bara í Vági ella bara á Tveroyri.
Bilarnir sleppa so til hann eftir
góðum vegum.
Eg fór mær í gjár eftir post-
inum, sum vit altið hava fingið
leygardag. Eg fekk at vita, at
frá nú av fingu vit hann ikki fyrr
enn mánadag.
Hvat bagir?
Er tað Finnbogi Isaksen,
landsstýrismaður, sum einsa-
mallur stýrir hesum? Kalt og
kyniskt?
Tvøroyri 8/10—75
H. A. Magnussen