leygardagur 11. oktober 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
—
og nú helt mamman hann
vera blivnan vitleysan, men
Benito lítli bað hana ongan
ótta bera: >Ég fyrireiki meg
til tann dagin, tá míni orð
fara at fáa alt Italia at
skelva.«
Hansara snarsinni og
maktgirnd hjålptu honum
væl at koma sær fram i ti
hurlivasa, sum valdadi í
Italia eftir fyrra heimsbar-
daga. Hann varð rikin úr
skúlanum, av ti at hann hevði
stungið ein flokksfelaga við
knívi. Í 1922 skipaðu hann og
fasistar hansara fyri ti gitnu
»hergonguni móti Rom« og
noyddu kongin, Vittorio Em-
anuele III, at útnevna eina
fasistiska stjórn, og frá tí
degi gjørdist Mussolini II
Duce (førarin) og orð hansara
vóru lóg í Italia.
EIN RÓMVERSKUR
CÆSAR
Tey fyrstu árini vann hann
ein sigrin fyri og annan eftir,
tók alt Abessinia sum tað var
og skipaði eitt nýtt >róm-
verskt heimsveldi<, meðan
400.000 reddir róptu frá sær
sjálvum >Duce! Duce!< Men
nú var alt hetta farið fyri
skeytið, malið sundur í
meldurstreyminum frá eðrum
heimsbardaga. Í Norðuafrika
var herur hansara knasaður
og bæði flogvápnið og her-
flotin nógv skerd. Nú vóru
flogfør farin at bumba Róm
og tvær vikur frammanundan
— hin 9. juli 1943 — vóru
herlið hjá teimum sameindu
farin á land á Sicilia.
TOSAÐI Í
TVEIR TÍMAR
Nú fór Mussolini undir eina
einreðu, sum vardi í nærum
tveir tímar. Við ljómleysari
redd royndi hann at rættvis-
gera samgonguna við Týsk-
land og leiðslu sína av bar-
daganum, kom við einari
á
rúgvu av hagtelum og reksaði
oll tey råevnini upp, sum
Italia hevdi flutt inn ur Tysk-
landi sidani 1940. Eisini reyp-
aði hann av framleidsluni
hjá våpnaidnadinum hesar
seinastu 31 mánaðirnar, hóast
tann beiski sannleikin var
tann, at ítalski herurin einans
átti 2 vápnaðar divisjónir
eftir. Flogvápnið var minkað
niður í 200 flogfør, og her-
flotin vágaði sær ikki út í
rúman sjógv longur. Og nú
fór Mussolini bráddliga at
tosa um týdningarleys viður-
skifti, sum einki hevdu við
málið at gera.
Mussolini var longu ein
liðugur maður. Tá Italia og
Týskland noyddust at gevast
í Norðurafrika var hann farin
í summarbústað sín at búgva.
Har fekk hann ein stóran part
av døgunum at ganga við at
sita og klippa blaðgreinir út
og strika undir setningar við
reyðum og bláum. Hesin áður
so bráði og viljasterki maður-
in kundi nú drála í vikur at
taka týdningarmiklar avgerð-
ir.
GRANDI
TEKUR ORÐIÐ
Meðan Mussolini stóð og
vavdi við síni fløktu einrødu,
sótu ráðslimirnir og tutlaðu
sínámillum. Grandi sat sum á
glóðum. Hann hevði bert
samráðst um viðurskiftini við
14 av ráðslimunum, av teim-
um hevdu teir 12 sett navnið
undir ta dagsskrá, sum lá á
borðinum framman fyri hon-
um. Endiliga slapp hann
framat at siga nøkur orð. Nú
ráddi um at vera maður,
høvid fór kanska ongantíð at
koma aftur. Hann fór á føtur.
»Italska fólkið varð svikið
av Mussolini,< helt hann fyri.
„Hann var tað, sum rak
okkum í fevningin á Hitler.
Hann dróg okkum upp í
henda bardaga, sum býðir
imoti og
italska fólkinum
* P
*
Ein brosandi Franco generalur aftan á at Hitler og Mussolini hava
hjálpt honum til valdið í Spania
sosialurin
sum tað púrt ongan áhuga
hevur fyri.<
Kvirt var sum i grevini inni
í tí stóru hellini. Menn vildu
illa trúgva tí, teir hoyrdu.
Kundi tað bera til, at nakar
tordi at siga Mussolini sum
var og sleppa frá tí við lív-
inum? Il Duce sat so saman-
hoknaður á stóli sínum við
hondini upp fyri eyguni. Ikki
so mikið sum ein rersla
boðaði frá, hvat hann mundi
halda.
Grandi hevði fingurin
ákærandi á lofti móti honum.
„Eg fari at vera opinskáraður
og siga beint sum er! Italia
var longu fokið tann dagin,
tygum settu tann gullsnóraða
marsjallhattin á hevdið.
Leggið hasar tápuligu fjaðr-
arnar, tygum pynta tygum
við, frá tygum og gerist aftur
okkara Mussolini!«
Grandi tosaði í ein heilan
tíma. Síðani hevdu aðrir
orðið, men fáir vóru teir, sum
mæltu ímóti dagsskránni hjá
Grandi. Á midnátt helt
Mussolini, at teir skuldu slíta
fundin og seta hann aftur
morgunin eftir, men hesum
tók Grandi harðliga til orða
ímóti. »Nei!« helt hann fyri.
„Vit mugu taka eina avgerð
og tað beint í kveld. Eg
krevji, at atkvett verður um
So varð fundurin slitin í
eitt korter. Meðan hesin
stutti steðgurin var, fekk
Grandi nakrar undirskriftir
aftrat, so at tær nú vóru 19 í
tali.
So sessaðust ráðslimirnir
aftur við fundarborðið og
Mussolini bað um orðið. Og
hesa ferðina nýtti hann alla
sína tungusnild, segði seg
vilja taka alla ábyrgdina av,
at Italia var farið upp í
kriggið. So talaði hann um alt
tað, sum hann hevði gjørt
hesi 20 árini og helt fyri, at
hann, nú hann var farin um
tey trýsinstjúgu >kanska átti
at umhugsa at enda hetta
undursama ævintýrið. Men
sum frá leið kom sjálvsálit
hansara aftur og hann risnadi
á málinum. >Ég fari ikki frå!«
rópti hann. »Kongur og
italska fólkið eru í parti við
mær. Í morgin fari eg at siga
kongi frá hesum fundi, og tá
lystir meg at síggja, hvat fer
at verða gjørt við teir, sum
hava sett seg upp ímóti mær
her í kvøld!«
„Hann kemur við hottum!«
rópti Grandi. >Hann ætlar
sær at noyða okkum til at
velja ímillum trúskapin, vit
einaferð høvdu ímóti honum,
og kærleika okkara til Italia,
og her kann eingin ivi vera.
Vit velja Italia!«
>TYGUM HAVA
DRIPIÐ FASISM-
UNA!»
Sidani for storrådid at at-
kvøda. Grandi kendi ta hør8u
og isakøldu hondgranatina
Nr. 70 — 11. oktober 1975
Benito Mussolini — Il Duce — og viðhaldsmenn hansara, tær
sonevndu >svertuskjúrturnar< i Rom í 1922
aftrat beininum á sær og
aftur kom hesin óttin á hann
um, at Il Duce fór at lata teir
allar handtaka.
Allir bíðaðu alspentir, með-
an atkvødurnar vórðu upp-
taldar og einki orðið varð
talað. Hetta tóktist ongan
enda at fáa. Endiliga kom so
úrslitið: »Nitjan ja-atkvødur,
sjey nei-atkvødur og ein
atkvødusedil blankur.« Ein
av ráðslimunum hevði sett
sítt egna uppskot fram til
dagsskrá.
Mussolini reistist hálvveg-
is upp av stólinum. >Upp-
skotið hjá Gandi er samtykt,<
segði hann. »Fundurin er
lokin. So vendi hann sær
móti Grandi, og eygu hansara
logaðu av hatri. >Tygum
hava dripid fasismuna!« helt
hann fyri. Framhald
*
Mussolini í vælmaktini. Her vitjar hann saman við Badoglio
marsjalli ítalska hersetingarliðið í Suðurfraklandi