mikudagur 15. oktober 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SpSjahrin ... tIS20 giro 628 2725
box 76, 3800 Tórshavn
Utvevari: Føroya Jacnadarflokkur
d-tjorn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), tell. 564111
Johnsigurd Johannesen, telf. 13212
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
eye
Ofatiligt
NÆRUM ALT Europa og stórur partur av
vesturheiminum hevur við andstygd vent sær
ímóti avrættingunum av teimum fimm Franco-
andstødingunum fyri stuttum.
TO HAVA TVEY føroysk blød — Dimma-
lætting og Tingakrossur — mest sum borið í
bøtuflaka fyri hesum avrættingum. Skrivingin
í Dimmalætting varð umredd her í blaðnum
leygardagin av Jóannesi Dalsgaard og skal tí
ikki verða umredd aftur í dag.
MEN SO ER tað Tingakrossur. Í oddagrein
leygardagin skrivar blaðstjórin, at hann hevði
hug at smilast við, tå hann hoyrdi øll mót-
mælini, sum hann als ikki er hugadur at taka
fyri fult. Síðani leypir hann púra sansaleysur á
hin »uppgjørda« Palme og brikslar, at Sveríki
hevur ein stóran krigsidnað og stóran vápna-
handil.
eina verju, og eitt nátúrligt lið í hesum verjum
er, at tey skulu hava vápn. Og hesi vápn, sum
tíbetur sjáldan verða nýtt, verða framleidd og
seld, uttan mun til um Svøriki ger tey ella ikki,
men neyvan kann sigast, at teir fimm í Spania
høvdu verið dripnir kortini, um ikki Franco-
stýrið syrgdi fyri at taka teir av dogum.
TAÐ ER NÚ tíverri so, at nærum øll lond hava
EITT AV TÍ, sum mótmælarar kring allan
heim hava víst á, er, at hesir fimm vórðu illa
píndir og noyddir at viðganga seg sekar, at teir
lítla og onga verju fingu, og at verjarnir fingu
ikki stundir og heldur ikki atstødur til at seta
seg inn í sakarmálini. Teimum varð sýtt at fáa
rættargongdina útsetta.
MEN FYRI okkum føroyingar, sum siga
okkum at vera eitt kristið og mentað fólk, átti
hetta at verið líka gildugt. Hóast tað hevði
verið próvfast, at teir fimm vóru sekir, so áttu
vit føroyingar at mótmælt kortini, ella í minsta
lagi at tikið undir við teimum, sum mótmæltu.
Vit góðtaka ikki, at ein borgari drepur ein
annan, og enn minni kunnu vit góðtaka, at eitt
yvirvald í einum landi ger tað.
OG TÅ VÍST verður á, at Franco-andstødingar
fremja yvirgang og standa aftan fyri dråpini av
fleiri løgreglumonnum, so eigur ikki at vera
tagt vid ti, at talan er um ein frælsisbardaga,
liknandi ti norska og danska undir seinna
heimsbardaga, ímóti einum ólógligum stýri, ið
kom til við blóðigum uppreistri.
»TANN SUM reinur er kasti fyrsta steinin«,
verður sagt, og tað er kanska her, at Dimma og
Krossur halda, at Franco hevur ein vissan
rætt.
FYRI OKKUM tykist skrivingin í Dimmu og
Krossi ófatilig.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend á Nesi, altar-
gangur, K. O. Viderø í Sand-
vík, konfirmation, og J.
Weihe í Fámjin, altargangur.
Unggentudeild
KFUKs
hevur ongan fund i kvøld,
orsakað av konfirmanta-
veitsluni í KFUM.
Fundur
verður í Missiónshúsinum við
Landavegin í kveld kl. 20.
Filadelfia
Í I kveld kl. 20 systirmissión.
Telefonandakt alt samdøgrid
å telf. 14880.
Evangeliihúsið
I kveld útifundur í Vest-
manna kl. 20. Í telefonand-
aktini, telf. 12266, talar
Dennis Burnett.
Etiopiamissiónin
hevur fund í kveld kl. 20 í
missiónshúsinum í Hvalvik
og í Avhaldshúsinum í Hal-
dórsvík hóskveldið kl. 20.
Skála
håsmødrafelag
hevur limafund i Losjuni i
kvøld kl. 20.
Fødingardagar
I dag verður Jákup Adrian
Høj, Klaksvik, 80 år.
I dag verdur Olga Tofte-
nes, Leirvik, 70 år.
V4-spælid
I V4-spæli útvarpsins leygar-
kveldið vórðu hesi tel tikin:
5, 6, 20, 21, 22, 31, 38, 56, 66,
73, 76, 82, 89, 90, 92 og 99.
Vinningurin var 5.980 kr. og
tveir vinnarar. Annar úr
Havn og hin úr Vestmanna.
Eykavinningurin upp á 1.000
kr. fór til Klaksvíkar.
Sjúkrahjálparar
Arligi aðalfundurin hjá Før-
oya Sjúkrahjálparafelag verð-
ur á Hotel Føroyum hósdagin
30. okt. kl. 19.
Nr. 71 — 15. oktober 1975
KUNNGERÐ
TILL TEINHR, IÐ VERÐUR
BREIÐKAÐUR
Farið er nú undir arbeiðið at breiðka Sundsvegin í
samband við útstykkingina á Ternuryggi.
Meðan hetta vegarbeidi verður gjørt, verða atkomu-
viðurskiftini nakað skerd hjá teimum, ið búgva á ella við
Sundsvegin á hesum teini, eins og arbeiðið verður til
meir ella minni ampa fyri tey, sum har búgva, og tey
sum hava erindi niðan hagar.
Vegurin verður tó hildin opin alla tíðina. Er neyðugt
eitt stutt tíðarbil at steingja vegin, verður boðað frá
hesum í Utvarp Føroya.
Arbeiðið er ætlað at vera liðugt í juni 1976.
Heitt verður á fólk um ikki at koyra óneyðugt á hesum
eki, eins og fólk verða ávarað um, at umkoyringarvegir
ikki altíð kunnu væntast at vera í so góðum standi.
Byarverkfrødingurin
Lýsið i sosialinum
Fráboðan
Kredittfelagið Danmark, sum er ein
realkredittstovnur, veitir nú lán til nýbyggjan v.m.
av fastognum eisini í Føroyum — fyribils tó serliga í
Tórshavn og Klaksvík.
Í tí sambandi hevur felagið til umboð fyri
Føroyar tilnevnt
advokat Tormóður Djurhuus
Bryggjubakki 22
Tórshavn
og fáa tygum hjá honum upplýsingar og
vegleiðing í ollum spurningum viðvíkjandi låntøku og
um realkredittskipanina.
DD
BK E2 ED» TO FI GG I
ID AR FR FYR ÆR. FR BG.
Jarmers Plads 2
1590 København V