mikudagur 15. oktober 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 15. oktober 1975
sosialurin
kingar
nytt bokasavn
Kunnu byggja fyri 900.000 kr. uttan låntøku!
A býráðsíundi í Klaks-
vík seinasta tyskvøld
legði bókasavnsnevndin
fram álit í spurninginum
um bygging av bóka-
savni.
Í álitinum verður sagt,
at í byggigrunninum
hjá Klaksvíkar Bóka-
savni standa í løtuni
góðar 230.000 kr., og
um hesa tíðina næsta
ár roknar nevndin við,
at talið er komið upp á
300.000 kr.
vndin visir á, at um komm
unan letur grundøki og ger hetta
byggibúgvið, so kann tað lætt
liga metast til 150.000 kr., og
erður samlaði eginpeningurin
sostatt 450.000 kr.
Víðari verður sagt í álitinum,
at við 450.000 kr. í eginpeningi
er møguligt byggja fyri
900.000 kr. uttan lánteku,
meðan kommunal lánteka upp á
50.000 kr. er neyðug, um bygt
verður fyri 1 mill. kr. Verður
bygt fyri 1,2 mill. kr. má
kommunan taka 150.000 kr. í
láni, og verður bygt fyri 1,5 mill.
kr. verður kommunala låntøkan
til hesa bygging 300.000 kr.
Hetta kemst av, a landskassin
rindar 50% av samlaða byggi-
kostnaðinum.
Byggja vestan fyri
Posthúsið
Í álitinum verður eisini sagt, at í
Danmark byggja teir bókaseyvn
við eini golvvidd upp á 546 kvm
i býum við 5.000 íbúgvum og
762 kvm. í byum vid 10.000
íbúgvum
Bøkasavnsnevndin mælir til,
at bygt verður á okinum vestan
fyri posthúsið, og at onnur
byggimál verða ikki drigin upp í
bókasavnsbyggingina.
Sum heild fekk málið góða
undirtøku á býráðsfundinum
tyskvøldid, men allir býráðslimir
Tryggingarsambandið |
FØROYAR
Føroya Brunatrygging
Føroya Vanlukkutrygging
Tlf. 14590
14590
11098
— 11466
Vit tryggja:
Bátar, skip, verur, hus, innbugv, akfør 0. a.
Føroya Kriggstrygging ....
Føroya Sjovåtrygging ..
Føroyingar eiga at tryggja i landsins egnu
trygging.
moti kr. 300, i veðhaldi.
Pilbod verða
ÚTBJÓÐING
Vegna Tórshavnar kommunu verður við hesum arbeiðið
viðvíkjandi gerð av tilsamans umleið 250 m av kloakk í
Gundadali boðið út alment.
Jtbjóðingartilfarið fæst til láns á skrivstovu okkara
saman við møguligum fylgiskrivi — at
senda til skrivstovu Landsbyggifelagsins P/f, Gren-
landsvegur 5 í afturlatnum brævbjálva, merktur:
»Høvudskloakk i Gundadali«
Boð skulu vera okkum í hendi i seinasta lagi týsdagin
28. oktober 1975 kl. 16.00. Tey verða tá latin upp, og
kunnu teir, ið boðið hava, vera hjástaddir.
Tórshavn, tann 8. oktober 1975
Landsbyggifelagið P/f
Grønlandsvegur 5
3800 Torshavn
Tlf. 14744
tóku ikki undir við, at onnur
byggimál ikki verða drigin upp i
hesa bygging.
Víst varð á, at økid, sipað
verður til, júst er ætlað til ráð-
húsabygging. Somuleiðis varð
víst á, at hetta er søguligt pláss
gamal tingstaður — og at
ekið markar ímóti Vágstúni og
gamla kirkjugarði.
Undir hesum orðaskifti varð
eisini sagt, at kommunala um-
sitingin húsast undir sera vána-
ligum helisviðurskiftum og víst
varð á, at tekniska umsiting
húsast í leigaðum helum úti í
býnum. Tað gera kommunu-
læknarnir eisini, og meguliga
verður nú neyðugt eisini at leiga
hølir úti í býnum til skatta-
deildina.
Undir orðaskiftinum varð
skotið upp, annaðhvort at
byggja bókasavnið soleiðis, at
hetta verður fyrsta byggistigið
av einum sterri bygningi, ið
eisini skal verða ráðhús ella at
byggja bókasavn og ráðhús alt í
einum beinan vegin.
Víst varð á, at kommunan
kemur at spara stórar leigu
útreiðslur, og at ráðhúsið møgu-
liga kundi hýst eðrum stovnum,
eitt nú Gjaldstovudeildini,
Sjúkrakassanum o. t., og at
kommunan soleiðis kundi fáa
leiguinntøkur við einum slíkum
húsi
Aðrir fordu fram, at hetta bert
vildi tarna málinum og gera, at
vit onki bókasavn fáa. Til hetta
varð svarað, at tann lagaliga
løtan til tess at fáa ráðhúsið
bygt júst var nú, meðan hetta
neyvan kom tey fyrstu nógvu
árini, um hesin meguleikin ikki
verður nýttur.
REIÐARAVIRKI
HEILSOLA
Kolonial á útgerð
FLAKAVIRKI
TIMBURHANDIL
KLÆDNABUD
SLEIPISTØD
SHELL-AVGREIDSLA
Deildir
HANDELSHUSET
PESCADERO A-S
Skudehavnsvej 2
København Ø
rf (01)297300 - Telex 15290
Partafelagid
J.F.Kjølbro
3870 Klaksvik - Føroyar
Telefon 55489 - Telex 81220
Telegramadressa:
Kjølbro Klaksvik
Sida 3
kommununýtt
Úr Tórshavnar býráð:
Breiðkan av
Hoydalsvegnum
Til viðgerðar á býráðsfundi í
Havn í farnu viku var eitt
uppskot frá einum meiriluta í
teknisku nevnd at gera
gongubreyt á aðra síðuna av
brúnni, ið fer um Havnará á
Hoydalsvegnum.
Ein minniluti mælti ikki til
at samtykkja uppskotið, sum
so var, at hetta fór at smalka
búnna, tí har er vandamikið
fyri gongufólk.
Meint varð, at um gongu-
breyt varð gjørd har, so fór
ferðslan ikki at vera so stór,
at vandi stóðst av ti. Eisini
varð lagt aftrat, at gongu-
breytin bert skuldi gerast
ødrumegin fyribils, og ti
kundi vegurin breiðkast
seinri, sum tervur var á ti.
Býráðslimirnir sýntust at
hava lítið skil á, hvat ið sakin
snúði seg um. Men málið
varð samtykt eftir meiriluta-
tilráðingini.
Fråfalla ognartøku
Á sama fundi kom til umrødu
mål um at fråfalla ognartøku
Ur Klaksvikar byråd:
av einum parti av ti lendi,
sum sambæit tekningar
skuldi fara til skúlabygging.
Talan er um eina trød, sum
býráðið ikki hevur fyri neyð-
ini at taka alla, men bert
nýtist at taka partar av
A fundinum varð einmælt
samtykt at fráfalla ognartek-
una, ti at tað ikki var
neyðugt at halda fast við
hana.
Viðkomandi eigari skuldi
nýta ognina til at hava kúgv
og kálvar á, sum hann eisini
higartil hevur havt
Tveir manns í nevnd
fyri ungdómshúsið
Eftir tilráðing frá Mentun-
armálanevndini varð skotið
upp at velja tveir manns til
umboð býráðsins í nevndina
fyri ungmannafelagið
Skansastova. Uppskotið varð
at velja Olav Michelsen og
Heðin Mortensen. Hetta varð
samtykt uttan orðaskifti við
8 atkvødum fyri og ongari
ímóti
Stuðul til
Húsmóðrafelag
Klaksvíkar Húsmeðrafelag
hevur sekt Klaksvíkar byråd
um ein stuðul upp á 50.000
kr. til útbygging av felags-
húsunum.
Figgjarnevndin, sum hevur
havt umsóknina til viðgerðar,
mælti býráðnum til at siga
húsmeðrafelagnum frá, at
ongin peningur er tekur til
hetta endamál á verandi
figgjarætlan.
Fleiri byrådslimir høvdu
orðið um hetta mál. Skotið
varð upp at játta hendan
stuðul, annaðhvert í komandi
ella tveimum komandi figgj-
arárunum.
Undir orðaskiftinum kom
fram, at tað var ógreitt, um
husmødrafelagid sekir 50.000
kr. afturat, ella um tær søkja
um ein samladan studul upp å
50.000 kr. Felagið hevur áður
fingið 32.000 kr., sum eru
latnar í tilfari og ókeypis út-
grevstri og planering.
Fyri at fáa greiðu á hesum
varð samtykt at beina málið
aftur í figgjarnevndina, sum
fekk álagt at koma við upp-
skoti um, hvussu umsekti
stuðulin skal latast.
Onnur mál
Av ødrum málum, sum vóru
fyri á seinasta býráðsfundi í
Klaksvík, kunnu nevnast
triggjar umsóknir um byggi
grundir, sum allar vórðu
játtaðar.
Av fýra umsóknum um
byggiloyvir vórðu tvær jått-
aðar, ein útsett og ein sam-
tykt við ymiskum avmark-
ingum.. Ein umsókn um loyvi
til kiosk varð játtað og ein til-
ráðing frá teknisku nevnd um
brævskeið fyri teknikarum
hjá Klaksvíkar kommunu
varð beind aftur í teknisku
nevnd.