Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 72 — Leygardagin 18. oktober 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Brukarafelag Um nystovnada Brukara- felagid verdur sagt i odda- grein: — Sjálvandi hava brúk- ararnir nógv felags áhuga- mál mótvegis teimum, sum framleiða, umboða og selja tær verur, ið dag og dagliga verða keyptar. Prísir, gødska, eykalutir, service og mangt annað, megu haldast at vera spurningar, sum eitt tílíkt felag kemur at taka sær av. Land- búnaðurin Landbúnaðurin verður við- gjørdur í panelgrein blaðs- ins í dag. Hanus Wardum skrivar: — Skal hitt almenna geva bóndum og búnaðar- monnum meguleika at lyfta í felag, so verður eisini neyðugt, at tað, meiri enn higartil, rættvist býtur almennu peninga- iløgu í landbúnaðinum — endurgjald og lendi —, ið ikki stendur á legtingsins figgjarlog. Sida 4 Sida 2 Yvirtøku- frimerkir I sambandi vid yvirtøkuna | av postverkinum 1. april verða sonevnd yvirtøku- frimerkir send út. Tey verða try í tali. Finnbogi Isaksen, landsstýrismaður, sigur, at yvirtøkan verður framd 1. apríl uttan mun til, um fyrireikingarnar verða lidnar ella ikki. Síða 3 Klaksvík: Fiskikapping, dugna- skapskoyring og dansur góvu 12.300 krónur Seinasta leygardag skipaði fiski- kappingarnevndin í Klaksvík fyri fiskikapping, dugnaskaps- koyring, seiðabergskapping og dansi. Allur peningurin, sum inn kom, tilsamans 12.300 kr. , fór til felagið Hugna. Fiskikappingin var í tveimum. Samlaða luttøkan var 28 bátar við 64 monnum. 13 bátar luttóku í fyrru kappingini, ið byrjaði kl. 8, meðan 15 bátar luttóku í seinnu kappingini, sum byrjaði kl. 12. Fyrru kappingina vann båt- urin »Kallanes« vid Otto Joen- sen, Hans Leksagarð og Jógvan Petersen. Teir høvdu 121,6 kg. pr. mann. Nr. 2 varð >Jóhan á Dunga« við Frodur Joensen og Vitalis E. Vitalis. Teir hevdu 95 kg. pr. mann, og nr. 3 varð »Hilda« við Kristian og Osvald Isaksen. Teir hevdu 92,5 kg. pr. mann. Seinnu kappingina vann bát- urin >Gudny< við Helgo Finn Larsen og Andreas Jacobsen. Teir høvdu 36,5 kg. pr. mann. Nr. 2 varð »Summaldur« við Sigurð Heinesen og Ísak Mikla- dal. Teir høvdu 29,5 kg. pr. mann, og nr. 3 varð »Havgåsin« við Erland og Birgir Mørkøre. Teir høvdu 28 kg. pr. mann. Manningarnar å trimum teim- um bestu båtunum i hvørjari kapping fingu steyp til ognar. Øll steypini vórðu givin av Norðoya Banka. 14 bilar luttóku í dugnaskaps- koyringini, sum varð dømd av einum koyrilærara saman við logregluni. Luttøkugjaldid var 20 kr., og gav kappingin sostatt 280 kr. Vinnari av dugnaskaps- koyringini var Jógvan Leivur Nólsee. Nr. 2 var Tummas Lervig, meðan Karl Dahl var ð staðin. 50 ár á sama arbeiðsplássi Fyrri í ár hevði Svend Vilhelmsen í Havn verið í sama arbeiðsplássi í 50 ár. Í 1925 kom Svend í arbeiði hjá Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik, og hann var tá 13 ára gamal. Svend sigur, at í veruleikanum var tað av tilvild, at hann kom at arbeiða hjá Mjólka- forsýningini. Pápi hansara bað um arbeiði har fyri dóttrini, men tá hon skuldi byrja, var hon farin til Danmarkar. Svend kom so í z Síða 7 A —TÞ——— nr. 3. Allir fingu steyp til ognar, ið somuleiðis vórðu givin av Norðoya Banka. Í seiðabergskappingini luttók ein ótaldur riðil av smádreingj- um. Á Kósabrúnni varð Símun Pauli Sivertsen ur. 1, á brúnni hjá pf. Fávur úr Gerðum varð Ingvi Ragnarsson nr. 1, og á Stangarbrúnni varð Jóannes Kristiansen nr. 1. Eisini hesir fingu steyp til ognar. Dansurin í KI-høllini um kveldið gav 5.740 kr. Bókahandlarnir gera ov lítið fyri at selja foroysk- ar bøkur. Hesa áskoðan hevur rithevund- urin Jens Pauli Heinesen. Hann sigur, at fyri at vera rithøvundur í Feroyum, mást tú eisini vera selumaður Og tað eri eg als ikki, sigur hann. Jens Pauli sigur, at hansara bøkur verða lítið seldar. Eitt undantak var tó Frænir eitur ormurin. Men tann bókin varð eisini skrivað umaftur fimm ferðir. áðrenn hon kom út. SÍÐA 6