leygardagur 18. oktober 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GA EÐ ANNE ONE NSU GET EÐ ÓÐ ll a EA Í
gro t
rshavn
en (ábyrgd), telf GAll
Neser telf. 132 42
Brúkarafelag
MIKUDAGIN Í seinastu viku varð boðað til
fundar í Havn til stovning av einum landsum-
fatandi brúkarafelag. Við teimum 60 limunum,
sum vórðu teknaðir á fundinum, kann sigast,
at hetta tiltak fekk góða undirtøku beinan
vegin.
OKKUM KUNNUGT hevur felag av hesum
slag ikki verið í Feroyum áður, men eru
brúkarafelog væl kend í okkara grannalondum,
har tey á mangan hátt hava roynst brúkar-
unum hent.
SJÁLVANDI HAVA brúkararnir nógv felags
áhugamál mótvegis teimum, sum framleiða,
umboða og selja tær verur, ið dag og dagliga
verða keyptar. Prísir, geðska, eykalutir,
service og mangt annað, megu haldast at vera
spurningar, sum eitt tílíkt felag kemur at taka
sær av.
TAÐ MÅ HALDAST avgjørt neyðugt, at
virkað verður fyri, at príseftirlitið gerst meira
vittfevnandi og meira stødugt. Somuleidis at
vit fáa gødskueftirlit við teimum verum, sum
innfluttar og seldar verða í Føroyum. Hetta er
eitt rímiligt krav, tá hugsað verður um, hvussu
stór krøv verða sett á hesum øki til tær verur,
sum vit selja av landinum.
EYKALUTIR OG service eru ikki spurningar
av minni týdningi. Tiverri er tað ofta so, at
áhugin fyri at selja er stórur, meðan tað er so
sum so við viljanum, tá brúkarin hevur brúk
fyri eykalutum ella hevur umvæling av tí
keypta lutinum fyri neyðini. Tað hevði verið
nátúrligt, um ávísar skyldir viðvíkjandi eyka-
lutum og service vórðu lagdar á tey, sum selja.
OG IKKI MINST má tað verða endamálið hjá
hesum felag at gera eitt upplýsandi arbeiði
millum limirnar. At upplýsa brúkararnar um
prísir, gødsku, um meguleikarnar fyri at fáa
eykalutir og um møguleikarnar at fáa teir
keyptu lutirnar umvældar.
TAÐ VIL SIGA, at felagið yvir fyri limum
sínum kundi givið teimum handilsfólkum við-
mæli, sum selja bíliga, sum hava dygdargóðar
verur, ið hava eykalutir á goymslu, og sum eru
for fyri at veita neyðuga servicu.
SAMANTIKIÐ MÅ haldast, at brúkarafelagið
er eitt hent og neyðugt tiltak, sum longu átti at
komið í lag fyri mongum árum síðani, men sum
orðatakið sigur — betri seint enn ongantíð.
VIT YNSKJA tiltakinum góða eydnu og blíðan
byr við vón um, at tað má fara at roynast før-
oysku brúkarunum.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend á Nesi, altar-
gangur, K. O. Videre í Sand-
vík, konfirmatión, J. Weihe í
Fámjin, altargangur, Eivind
Vilhelm í Havnar kirkju,
konfirmatión, Axal Tórgarð
í Vesturkirkjuni, Torkil Beder
í Fuglafirði, altargangur,
Frímann á Brúnni í Skálavík
kl. 11, konfirmatión, talvan
gongur til frama fyri kirkj-
una, Martin R. Jacobsen í
Vági kl. 11, altargangur, og í
Sunba kl. 18, altargangur, N.
P. Danielsen á Viðareiði
(Streingjakórið á Strondum
luttekur), Hans J. Joensen í
Nólsoy, Høgni Poulsen í Mið-
vági, altargangur.
Nýggjar guds-
tænastutíðir
Frá sunnudegi verður farið í
kirkju í Vágum kl. 12 og í
Kollafjarðar kirkju.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliugransking
við M. Andersen og guds-
tænasta við P. Berg í skúl-
anum við Hoyvíksvegin.
Thabor,
Fuglafirði
Ungdómsmeti og konfirma-
tiónsveitsla verður i Thabor
sunnukveldið kl. 21.
Betesta, Klaksvík
Um vikuskiftið verða ser-
stakir fundir fyri kristnan
ungdóm. Fundirnir byrjaðu í
gjárskveldið.
Brúdleyp
Í dag giftast í Havnar kirkju
Bjartur Olavsson Dalsgarð,
Argir, og Jonny Olsen, Toftir.
Adr.: Hotel Feroyar.
Í dag giftast í Vedbæk
kirkju Sára Guttesen og Páll
Heinesen, bæði úr Servági.
Adressa: Ellefolden 13, Ved-
bæk.
SKIPIÐ
í Klasksvík
Sjónleikurin SKIPIÐ verður
framførdur í Klaksvík um
vikuskiftið. Fyrsta sýningin
verður í kveld kl. 19, og tað
er 40. sýning av Skipinum. Sí
annars lýsing aðrastaðni í
blaðnum.
Fermingar
Í Havnar kirkju 19.
oktober 1975:
Dánjal Hejgaard, Hellutún 6,
Bjarki Haldansen, Traðarvegur
18, Olaf Lava, Liitzentrød 4, Oli
Niclasen, Janstovugeta 20,
Mads Udbe, Skipara Hansens-
gøta, Jarnard Olsen, Dj. í Geils-
Nr. 72 — 18. oktober 1975
Tøkk
Okkara hjartans tøkk veita vit øllum, sum tóku lut og
vístu okkum samkenslu í sorgini, tá ið kæri maður, pápi,
Sofus Debes
keypmaður
Gjógv
verfaðir og abbi
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður; tøkk til starvsfólkið á
'pleygudeildini, sum vóru so góð við hann ta tíð, hann lá
har; tekk til Petur Martin Rasmussen prest og Martin
Petersen fyri troystarrik orð i kapellinum og kirkjuni;
takk fyri blómur og kransar. Somuleiðis takka vit
tykkum, sum fyrireikaðu alt so væl, sangarum og
berarum og ellum teimum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Jóhanna, Hannelina,
Oddver og Óli
Lydia Arge boðar frá, at limateknan og
stovnandi aðalfundur
FYRI FIMLEIKAFELAG
verður týskveldið 21/10—75, kl. 19.30 á Hotel Hafnia.
SKRÁ:
1. Frágreiðing (Lydia Arge)
Val av: 2. Formanni
3. 2 nevndarlimum
4. 2 tiltaksmonnum
5. 1 grannskoðara
6. Navn felagsins
7. Ymiskt
Månad. | Týsd. Hósd.
Friggjad. |
kvinnur YE 7— 9 ár
17.00—17.50 3
— gentur
menn kvinnur
20.55—20.40 Motion | Framsyn-
(kvinnur) | ingarlið
Undirvíst verður av fimleikalærarinnu Aase Grønbak frá
Aarhus Ítróttarskúla (elitufimleikara hjá Astrid Hart-
vig), Gunver Nielsen og Lydia Arge.
Øll vaksin eru vælkomin. Børn verða biðin um at
melda seg FRÍGGJADAG tann 24/10—75 í Fimleikar-
hellini hjá Franciscanarasystrunum kl. 16—18.
Lydia Arge
gøta, Just Sivertsen, Bakka-
hella 6, Jan Alberg, Verðslan 2,
Jåkup Hjaltalin, Hoydalar, Suni
Djurhuus, Dj. i Geilsgøta 7,
Henrik Herlin Jensen, Dj. i
Geilsgøta 28, Hermann Mikkel-
sen, úr Skúvoy, Dj. i Geilsgøta
11/A, Eirik Suni Danielsen,
Traðarvegur 12, Eyðstein Søren-
sen, Langatún 16, Kristoffer
Laksá Hansen, Handaratún 3,
Johan Udbø Jensen, Lågar-
vegur, Olivar Dam, Vaktarhús-
gøta 4, Håkun Djurhuus, Hoy-
dalar, Andreas Róin, Oman
Hoydalar, Kristina Niclasen,
Janstovugøta 20, Anida Daniel-
sen, Stoffalåg, Sigrun Daniel-
sen, Geilatún 2, Halldis Liitzen,
Liitzentrød 31, Eydbjørg Har-
aldsen, Janstovugøta 10, Anna
Kari Thomsen, Fagralíð 6, Jaku-
bina Johannesen, Brattalíð 10,
Annika Hammershaimb Debes,
Tinghúsvegur 29, Elsa Súsanna
Dalsgaard, Hoydalar, Elsa
Lindenskov Petersen, Handara-
tún 9, Jenny Kristina Petersen,
J. D. Schrøtersgøta 10, Karin
Jóhanna Leitisstein Knudsen,
Stoffalág, Jórun Joensen, Dj. í
Geilsgøta 4, Brynhild Irena
Joensen, Hvitanes, Mariann
Dam, Heimaratún 9, Unnur
Fríða Jensen, Vardagøta, Marin
Jensen, J. Nolsøesgøta 37.