Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Føroya Bridge Samband hev- ur havt ársaðalfund tann 5. 10. 75. Sum nevndarlimur varð Mortan Rasmussen, Tórs- havn, afturvaldur fyri 3 ár, Einar Larsen, Tveroyri, til- takslimur fyri 1 ár og A. G. Nielsen, Tórshavn afturvald- ur grannskoðari fyri 1 ár. Nevndin hevur havt fund og skipað seg við Elmar Ell- ingsgaard, Tórshavn, sum formanni, Jógvan Clement- sen, Klakksvík, sum næst- formanni og Mortan Rasmussen, Tórshavn, sum kassameistara. Aðalfundurin góðkendi spæliskránna fyri 1975/76. 10 felog koma at luttaka í FM-kappingunum, og av praktiskum orsekum er við- tikið at spæla liðkappingina í 2 bólkum framyvir. FM- kappingin í fjør er nytt sum grundarlag i bytinum til ein meistarabólk vid 4 teimum bestu (Bridgedeild Kaggans, Havnar Bf., Nýggja Bf. og Vágs Bf.) og ein kvalifika- tiónsbólk við hinum 6 felog- unum (Fuglafjarðar Bf., Klaksvíkar Bf., Vága Bf., Tveroyrar Bf., Vestmanna Bí. og Uttara Bí.) Tað verður so spælt um FM-heitið og upp- og niðurflytan eftir besta/vánaligasta úrsliti. Tann 1. og 2. mei spæla oll felogini í Havn, meistara- bólkurin øll móti øllum og kvalifikatiónsbólkurin 3 um- Gevari: N I hættu: E—V Kontrakt: 4 sp Utspæl: ru 5 Urslit: +5 SP F før. 13. og 14. mei spælir meistarabólkurin einaferð aft- urat øll móti øjlum í Vági og kvalifikatiónsbólkurin spælir somu dagar tey seinastu 2 umferini á Tveroyri, so tað er lagt upp til eina stóra bridge- stevnu í Suðuroy næsta vár. FM fyri per verður spælt við kvalifikatiónskapping (32 por) tann 8. mars og finalu (12 per) tann 21. mars. Báðar hesar kappingar fara fram í Havn. Eg havi lovað blaðnum at skriva nekur orð um bridge annanhvenn leygardag, og meiningin er at hava tíðindi um kappingar og annað av áhuga innan- og uttanlanda, og sum kryddari eitt spæl ella tvey, antin úr eini kapping higani, ella t. d. okkurt »problemspæl« ella stuttligt spæl evt. aðrastaðir frá, hesuferð verður tað spæl nr. 25 úr D-raðnum úr kapp- ingini í Hoydelum tann 27. september, har mótspælarar- nir vóru nóg so gávumildir. Tá suður nýtir Kjøpinhavn- konventiónina, fær spælarin góðar upplýsingar um, hvussu kortini sita, og tá norður ger feil i mótspælinum, fær spælarin 1 stikk ov nógv. Kongarnir í spælinum fingu ikki nógv at siga. 2 fullu undir essið, 1 varð stungin yvir av essinum og 1 bleiv kniptur av. MELD: N E Ss V — 1sp 2UT*) Dbl - Srú 3sp 4 sp *) merkir minnst 5-lit í rú og kl. "-10-4-3 HJ E-10-9-6-3 RU KL 8—7 N SE H Á RI Li KL 6 SP 8-6-2 HJ 8-4 RU E-Dr-2 KL E-F-Dr-5-4 10-4 SP E-Dr-9-7-5 HJ F-Dr-7-5-2 SPK HJ K RI F-9-8-6-5-3 KL K-10-9-3-2 Úrslit fyri spælið: E 4 sp * 5 EF 4 sp ] E 4 sp +2 V3UT 45 V3UT 43 S spælir rú 5 út, og Dr á borðinum tekur stikkið. Sp 2 til sp E (N leggur lágt) og sp K fellur undir essið. Kl. 6 til kl F. Sp 8 fáa loyvi at ganga runt, men sp 6 tekur N við sp F og trekkir hj E so hj K hjá S fellur undir essið. N spælir síðan rú 10 út, og rú K verður tikin av rå E á borðinum, so kl E kann takast og ein lítil hj blakast á hondini. Nú verða hj 8 spæld frá borðinum og fáa loyvi at ganga runt (N eigur at legga hj 9 á), rú 2 til trumf og sp Dr tekur síðsta trumf frá N, og E fær tey síðstu stikkini fyri hj F og Dr Mortan sosialurin Nr. 72 — 18. oktober 1975 panelið Landbúnaðarspurningar Í seinastuni hevur verið at lisið fleiri áhugaverdar greinir um ymiskar spurningar innan land- búnaðin, og hava flest øll tey politisku bleðini í leiðarum sínum sýnt áhuga og vilja, at loysa fleiri av hesum. Hetta er at fegnast um, og vónandi verða hesar framførslur at verða grundarsteinar í okkara nógv saknaða landbúnaðarpolitikki. Av ti at tað er ógjerligt at viðgera gjølla nógvar spurningar í so mikið stuttari grein, so skal bert verða nomið við eina almenna ílegu, ið stendst av m. a. sølu av jarð til húsabygg- ing, grótbrot, endurgjald fyri ognartøku til veg, vatnbrunnar 0. a., ið fer inn á konto hjá Før- oya Jarðarráð, ið festið eigur — hin sokallaða festi-kontoin. Endurgjaldið fyri hesar ognar- tekur er ymiskt. Er talan um dyrkað lendi, so verður hetta yvirhevur mett í mun til grund- stykkja-prísin á staðnum og minni í mun til, hvat virði hetta hevur sum búnaðarjarð. Hetta hevur m. a. fort við sær, at á plássum, har landbúnaðurin eig- ur bestu treytir, hevur tað dyrkaða lendið ikki verið mett nóg høgt, og er ein tilvildarlig og planleys bygging farin fram. Tå ið bygdin so er komin i vøkstur og hevur ført annað skapandi virksemi við sær, so fer grund- stykkja-prísurin upp, og tá fyrst eru meguleikar skaptir at broyta hugsunnarhátt, at nýta ódyrkað lendi til hetta endamál. Her má vend koma í alt fyri eitt, um ein framvegis skal hugsa um land- búnað. Øll hóskandi landbún- adarjørd, bæði innan- og uttan- garða, eigur við lóg at verða sett av til hetta endamál. Tá fyrst hevur ein eisini hjálpt eðrum áhugamálum, at fingið byrjan til ein útbyggingarplan. Áhugin verður í dag so nógv vendur ímóti uttanbiggjajørdini, og rætt er tað, at eisini her eigur ein betri loysn at verða funnin, men hetta má ikki vera nøkur orsøk til, at ein samstundis gloymir týdningin av verandi innangarðajorð og meguligari økjan av hesi. Tað vildi verið at tikið spurningarnar til viðgerðar í evugtari raðfylgju. Tað er harmiligt at síggja, at frægasti verjin hjá framtíðar-bóndanum møguliga verður friðingarnevnd, um honum skal verða lív lagað. Ymiskt er eisini endurgjaldið fyri haga. Summir fáa okt um festikontoina, aðrir fáa eitt seyð- hús ella tvey, eitt vegapetti og / ella lutvíst fjós. Fyri uppaftur aðrar hevur tað týdning fyri upphæddina, um teir m. a. hava skorið torv har fyri einum mannsaldri síðan o. s. fr. Í flestu forum samsvarar hetta endur- gjaldið illa við ognartøkuna, um ein kann nevna tøkuna soleiðis, tí aloftast er tað almenningurin, ið ognartekur sítt egna, og ei heldur samsvarar upphæddin altíð við framleiðsluvirðið av sama ekið. T. d. verður endur- gjaldið fyri eitt grótbrot ikki roknað eftir viddini, men sam- bært kubikkmetrar av gróti, og verður hetta so at siga altid størri, enn hvat ið viddin kann geva av kjeti. Tað skal vera mær langt frá at illkennast um hetta, tí sanniliga Hanus Wardum landbúnaðarráðgevi er ílogutervurin sterri enn tær kr. 200.000, ið avsettar verða á fíggjarlógini, men her verða nakrir ålvarsamir feilir gjørdir frá almennari síðu. Øll hesi endurgjald koma fyrst og fremst festaranum til góðar, ið umsitur hesi lendi. Hann kann byggja (fjós, seyðhús og set- hús), velta, stika og gera meiri varandi arbeiði fyri hetta endur- gjald, og væl er tað, men her verður órættur gjørdur ímóti teimum búnaðarmonnum, ið ikki hava verið so mikið »heldigir« at fingið tilika »ognartøku« av sínum lendi. Lat meg taka onkur dømi. I eini bygd eru 9 manns (eg vil ikki nevna hvørja bygd), id hava landbúnað sum hevuðsvinnu. Tveir av teimum hava verið fyri ti lagnu, at landið hevur ognar- tikið nakað av lendi til grótbrot — ein vídd, ið møguliga fødir 1—2 seyðir. Fyri hvenn m' av gróti verður umleið 65 oyru sett inn á festikonto hjá hesum monnum, sum soleiðis kunnu útbyggja framleiðsluna á eðrum økjum, soleiðis at missurin av lendi til grótbrot ikki kemur at kennast so svárur. Hetta er ein góður og rættur tanki, um »samsyning« samsvaraði tað, id mist var, og at síðan restin kom ollum búnaðarmonnum til góðar, antin teir so búðu í hesi bygd ella aðra staðir. Tað kann ikki vera rætt frá almennari síðu, at ein »heldigur« bóndi kann fremja peningaíleggingar nær sum hon- um sjálvur lystir, meðan grann- in, ella hin „>óheldigi<, verður noyddur at taka lán til líknandi endamál. Báðir tveir umsita al- menna jerð. Eitt annað demi. Vegur verður gjørdur til eina bygd (eg vil ikki nevna hverja), sum ikki hevði vegasamband áður. Tá ið vegurin er gjørdur, hevur tað al- menna skapað øktar vinnulivs- meguleikar fyri báðar bóndurnar í hesi bygd, sum eisini síggja hesar og fara at byggja nýggj og tíðarhóskandi fjós. Hin eini er so »heldigur«, at vegurin er gjørdur gjøgnum hansara haga, og stendur tí á betri fíggjarligum grundarlag, tá ið fjósið er liðugt byggt. Vist skal bóndin hava endurgjald fyri mist lendi til veg, men ikki foraktar seyðurin teir snotiligu vegjaðarar, ið gjørdir verða i dag. Tað eru so mong felagstek, ið skulu takast. Innan landbúnaðin tekur løgting og landsstýri við sínum stovnum nekur, meðan bónda- og búnaðarfelagsskapir taka onnur. Skal hitt almenna geva bónd- um og búnaðarmonnum megu- leika at lyfta í felag, so verður eisini neyðugt, at tað, meiri enn higartil, rættvist bytur størstu almennu peningailøgu i land- búnaðinum endurgjald fyri lendi —, ið ikki stendur á log- tingsins figgjarlog. Hanus Wardum Broytist At gråta yvir tad farna, tað má tú gjarna. Men tað farna, tað broytist ei. Sjálut um tú grætur alla tína livsins leið. D