leygardagur 18. oktober 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 — 18. oktober 1975
Marius í kókibók
eiðasórur
Nú eg eri í holt við blaðstjórar og
annað hampafólk, so kann eg
ikki annað enn nevna tað, ið
Marius Johannesen skrivar í
sínari oddagrein henda leygar-
dagin.
Tað er sjálvsagt ikki hvørs-
mannsføri at vita um søguna at
siga. Summi koma ikki so nær
bókunum, at tey fáa hevi til at
lesa tær. Men harafturimoti eru
summi, sum eru so býttliga
ólogisk, og við bæði segubók og
kókibók í hondini siga ósatt.
Marius skrivar í oddagreinini
leygardagin, at týskarar nú
hava mótmælt drápunum í
Spania. Og so rættur hann
deiggjuta fingur sín á loft og
sigur, at týskarar skuldu tagt, tí
ikki ein einasti týskari talaði at,
tá tað landið drap fleiri 10
miljónir av fólki.
Jú, Marius hevur rætt í tí, at
tað ber ikki til at hava mjøl í
munninum og samstundis blása.
Men eg fari at illteinkja Marius
fyri at havt mjel í eygunum, tá
í søgubok
hann las segubókina, og tað
hann annars hevur lisið. Og tað
er jú ikki frægari.
Nei, Marius, tak nú móðuna
omanav og legg uppúr við veru-
ligum seguligum sannroyndum.
Kennir tú ikki Bertholt
Brecht. Ella Ernst Thálmann.
Ella onkran annan av teimum
túsundum av týskarum, sum
ávaraðu móti Hitler, sum mæltu
móti honum og fullu fyri hansara
hond.
Stutt sagt kann sigast, at
hatta er lygn, sum Marius setir á
borðið.
Sami maður
x
Tjørupotturin 2. partur
Ja, nú eru teir kroystir, allir teir
borgarligu her í oynni, tí teir
maktaðu ikki uppgávuna, men
máttu senda boð eftir Ova
Mikkelsen, legtingsmanni í
Vági. Hverja stødu Ove tekur,
má vera hansara sak. Men eg
vóni, at hann er so mikið at sær
komin, at hann ikki verður
nakað lokkibarn. Og býráðini og
sóknarstýrini má man spyrja,
um tey vilja hava ein lækna,
sum leggur á sínar starvsfel-
agar. Ja, tað var enntá so galið,
at á sjúkahúsinum í Havn
protesteraðu starvsfólkini har, tí
tey høvdu frætt, at Vestergaard
hevði hug at sekja tann vegin.
Sambært tey bæði svarini, sum
ríkisumboðsmaðurin gav teim-
um báðum løgtingsmonnunum,
Kjartan Mohr og Jákup Morten-
sen, so skuldi ein trúð, at fólka-
valdir menn tóku undir við
svarinum og vildu hava skil í.
Men gakk, tað varð akkurát
mótsatt. Í staðin dríva teir á at
fáa hann aftur. Eg veit so um
fleiri, sum vóru hjá honum. Og
tað var eitt fleirtal, sum meiri
ella minni vóru misnegd við
Vestergaard. Tað var Signar
Dam, lækni, sum hevði eina
yvirskrift sum hesa, tá hann
skrivaði á sinni. Eg haldi, at hon
hóskaði so væl, og tí havi eg
eisini valt hana.
Arbeiðsmaður á Tveroyri
*
Hann má vera
spinnandi óður!
Blaðstjórin á SOSIALINUM
skrivaði seinasta leygardag eina
oddagrein um kvinnuárið. Her
tók hann fram.tað, ið rætt er, at
um kvinnuárið 1975 fer um bak
við berum tvætli og ongum
realitetum, so er einki vunnið.
Heldur er okkurt tapt. Nei, eg
má taka undir við blaðstjóran-
um og siga, at kvinnurnar mugu
fáa somu len sum menninir.
At javnaðarmenn, og kanska
serliga blaðstjórar, hava verið
bláoygdir, tað eri eg væl vitandi
um. Men at so illa var statt við
hesum, tað visti eg ikki. Og at
illa er statt við hesum fólkum,
tað prógvar restin av umtalaðu
oddagrein.
Hann sigur fyrst, at tað var
eitt stórt stig at fáa prístals-
hækkingina javna hjá kvinnum
og monnum. Lat tað liggja. Men
so sigur hann, at „ein hevði
væntað, at vinnulivsharrarnir
arbeiðsgevararnir, skjótt eftir
fóru at gera tað sama og geva
kvinnunum somu løn fyri sama
arbeidi«
Og eg sigi vid meg sjålvan, at
hasin madur må vera spinnandi
óður í høvdinum. Og tað kemst
kanska av, at hann er bæði
javnaðarmaður og blaðstjóri.
Nær hava vinnulívsharrar
givið nakað fyri einki. Hví
heldur harra >javnaðarblaðstjór-
in«, at teir eru kallaðir »vinnu-
livsharrar«. Nei, far ikki og
lumpa fólk við hasum, tí hatta
passar ikki.
Og tað næsta. >Lóggávuvald-
ið átti í hesum ári at tikið seg
saman og lógfest somu løn fyri
sama arbeiði<.
Danskir javnaðarmenn hava
sett hesa lóg í gildi, at kvinnur
og menn skulu fáa somu løn fyri
sama arbeiði. Men hvat hendi.
Nú verða danskar kvinnur bert
sett í onnur sterv, har lenin er
lægri. Nú sita tær í sonevndum
låglønarstørvum, í einum landi,
har sama løn er fyri sama
arbeiði. Men tær fáa bara ikki
Framhald á síðu 10
sosialurin
Arbeiða
við kanningunum
Jarðfroðissavnið arbeiðir í
løtuni við teimum kanning-
um, sum Jóannes Rasmus-
sen, jarðfroðingur, gjørdi við
Dagsstjørnuni i summar.
Kanningin vardi í tveir
mánaðir.
Tey úrslit, sum teir koma
til, verða send til Danmarkar
til endaliga kortlegging.
Roknað verður við, at kortið
verður liðugt í mai ella juni
næsta ár.
Endamálið við kanningun-
um í summar hevur verið at
kanna, hvussu langt út bas-
altid røkkur.
Veitslan
leygarkvøldid
Komandi leygarkvøld verdur
50 åra stovningarveitsla Sud-
urstreymoyar Javnadarfelags
hildin å Hotel Føroyum. Har
verður borðreitt vid ræstum
kjøti og súpan og nåttmati.
Eisini verður undirhald, før-
oyskur og enskur dansur.
Freistin at tekna luttøku er
uti mikukvøldid. Tekningar-
listi liggur å telf. 11820.
Minnisvarði
á Strondum
Tað er ætlanin at reisa ein
minnisvarða yvir sjólætnar á
Strondum. Í hesum sambandi
skipar minnisvardanevndin
fyri eydnuhjóli og útselu um
vikuskiftið.
Síða 5
kring oyggjarnar
Gera plasttangar
í Kaldbak
Nú tað er farið at líða ímóti
vetri og båtatidin er av, eru
teir á Marinplast í Kaldbak
farnir undir framleiðslu av
tangum. Hetta er ein gomul
ætlan. Tangaframleisðlan
byrjaði í seinastu viku, og
teir nýggju tangarnir eru ikki
komnir á marknaðin enn.
Amboðini til tangafram-
leiðsluna kosta 50.000 kr.
Strandingur verður
umbygdur
Strandingur, sum liggur við
bryggju á Strondum, skal nú
umbyggjast. Hann skal yvir-
dekkast, og farið verður
undir arbeiðið í næstum.
Arbeiðið, sum væntandi kem-
ur at taka einar tveir mán-
aðir, kemur væntandi at
kosta einar 500.000 kr. Tað er
P/f Danganes á Strondum,
sum eigur Stranding. Hann
er bygdur á Skála skipa-
smiðju í 1963.
Vilja hava tamarhald
á byggingini
Til tess at fáa tamarhald á
byggingini i Runavikar
kommunu arbeida teir nu vid
einum byarplani, sum skal
umfata eitt eki frå Rúnavík
og út á Skipanes. Planurin
skal góðkennast av býráðn-
um, áðrenn hann verður
sendur landsstýrinum til góð-
kenningar.
Verður liðugur
til tíðina
Nýggi tekniski skúlin, sum eftir ætlanini skal
verða liðugur einaferð í februar mánaða
næsta ár, verður helst liðugur til tíðina. Tann
har lærlingaheim verður
bygt, er nærum liðug, og í løtuni arbeiða
ovasta hæddin,
målarar við at leggja seinastu hond á verkið.
Verkstadshøllin, vum verður í einari hædd,
verður takt í næstu viku.
Lasse Klein
Vilja hava meiri úr
landskassanum
Feroya Kommunufelag hevur
sett niður eina nevnd til at
kanna tað fíggjarliga býtið
millum land og kommunu.
Kommunufelagið er av teirri
áskoðan, at landskassin rind-
ar ein ov lítlan part av
teimum vaksandi útreiðslun-
um hjá teimum einstøku
kommununum. Útreiðslurnar
umfata t. d. skúlabygging,
havnabygging, itrottarhallir
og annað slíkt
Næstan allar
í landinum eru nú
í Feroya Kommunufelag.
Skrivari felagsins er Lasse
Klein, Klaksvík. Lasse, sum
hevur skrivstovu í Fuglafirði,
er eisini blaðstjóri á blaði
felagsins Kommunutíðindi,
sum kemur fýra ferðir um
árið.
kommunur
limir
Misnøgdir við
postsambandið
Suðuroyingar eru misnegdir
við postsambandið, eftir at
tann seinasta ferðaætlanin
hjá Strandferðsluni er komin
í gildi. Blødini fáa tier ongan-
tíð sama dag, tey koma út. Í
Hvalba fáa teir t. d. miku-
dagspostin ikki fyrr enn
dagin eftir, og hósdagspost-
urin kemur ikki fyrr enn
mánadag.
Liðug um ársskiftið
Brúgvin um Getugjógv, sum
nú verður gjørd, verður
væntandi liðug um ársskiftið.
Sjálvt brúgvaarbeiðið skal
verða liðugt tá, men asfalt-
eringsarbeiðið skal eisini ger-
ast. Roknað verður við, at
tað kann koyrast eftir nýggju
brúnni seinast í januar.
Brúgvin kemur tilsamans
at kosta 850.000 kr. Tá eru
fyribilsbrúgvin íroknað. Hon
kostar góðar 100.000 kr.
Dávur Jacobsen í Klaksvík
ger arbeiðið.
Umbygdur
Getuskipið Logos er í letuni
í Noreg, har tað verður
umbygt til rækjuveiðu. Logos
verður liðugt umbygdur sein-
ast í hesum mánaðinum.
Fleiri føroysk skip eru nú
farin at veiða rækjur við
Grønland.