Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 72 — 18. oktober 1975 Fyri at vera rithøvundur í Føroyum mást tú eisini vera sølumaður — sigur Jens Pauli Heinesen Jens Pauli Heinesen man vera ein hin mest skrivandi rithev- undur, ið vit hava í Feroyum. Seinastu avrikini, vit sóu frá hansara hond, vóru Frænir eitur ormurin, sum var ein drúgv bók, men sum varð seld rættiliga væl. Hon er seld í einum 500 ein- tøkum, og sigur Jens Pauli, at hetta er væl selt at meta við aðrar bøkur, hann hevur skrivað. — Mínar bekur verða ikki væl seldar, sigur Jens Pauli. Fólk halda kanska, at eg skrivi ov tungt. Til dømis er síðsta bókin Gamansleikur bert seld í stívum 200 eintøkum, og tað er lítið, sjálvt eftir feroyskum viður- skiftum. Upp á spurningin, um hann so fer at leggja seg eftir at skriva tað, ið fólk vil hava, sigur hann: — Eg skrivi tað, sum mær lystir, ti ella er tað ikki min egna list. Tað ber mær ikki til at skriva upp á »bestilling«. So hevði alt steðgað upp, og eg hevði ikki kunna tað. Umsettur til norðurlendsk mål Jens Pauli er eisini umsettur til norðurlendsk mål. Ein bók er komin út á íslendskum. Tað er eitt søgusavn. Nýliga er komin út ein bók á svenskum, ið nevnist Vágorna rullar mot stranden. Væntandi kemur ein bók á norskum eisini. Hon skuldi komið nú í vetr, og er tað eisini eitt stuttsøgusavn. Í sjónleikarhúsinum fara teir undir at spæla ein sjónleik eftir Jens Paula Heinesen, sum eitur Hvenn stakkin skal eg fara í pápi. Hetta er ein sjónleikur í trimum pørtum. — Tað er ein heilt onnur og meira bundin uppgáva at skriva sjónleik. Har skalt tú lata inni- haldið fara fram á einum av- markaðum palli og innan eina avmarkaða tid. Sølumaður ella rithøvundur Tann, ið fer undir at skriva, má gera sær greitt, at skal hann fáa bøkur sínar væl seldar, so má hann vera selumaður eisini. Jens Pauli Heinesen er einasti føroyski rithøvundur, sum hevur tikið seg úr arbeiði sínum og fæst einans við at skriva. Tað ber einans til, tí at kona hansara Maud vinnir til livsins uppihald við arbeiði sínum. Tað ber sostatt ikki til at liva av at skriva í Føroyum. — Eg eri ikki sølumadur, og so langt ífrá tí — Eg eri ikki sølumadur, og tað so langt ífrá. Eg haldi, at tað skuldi verið nóg mikið, at eg skrivi bøkurnar og lati tær til bókhandlarnar at selja. Men bókhandlarnir gera lítið fyri at selja foroyskar bøkur. Og tiskil verður eisini nógv meir selt av útlendskum. — Tað er sostatt lítið, ið birtir uppundir og stuðlar ein í at halda fram. Handlarnir gera lítið og einki við at selja, og fólk, kanska av hesum, lítið av at keypa og lesa. Kanska er tað ti, at foroyskar bøkur eru ikki nóg góðar. Skuld: 50.000 Jens Pauli gevur sínar bøkur út ATLANTICPANE termorútar Termorútar verða gjørdir í ollum støddum og fleiri tjúktum. Obindandi tilboð verða givin. Vit senda rútar kring alt landið. FRAMLEIÐSLA — SØLA — ISETING. ATLANTICPANE TERMORÚTAVIRKI Vestmanna - tif. 244 sjálvur og ikki gjøgnum onnur forløg. — Mær likar tad betur, at rit- høvundarnir sjålvir geva bøkur sinar ut. Hetta havi eg eisini altið framført uttanlanda, har tað jú er meir aktuelt. Stór forløg sita og geva út tað, ið teimum lystir, og kunnu sjálvi avgera, hvat ið er vert at geva út. Hetta verður til sensur. Men tað er ikki góður handil í at geva út bekur í Føroyum. Jens Pauli hevði fyri einum ári síðan 50.000 krónur í skuld, bert upp á bekur, sum hann hevði lænt pengar til. Sum sagt, tað er lítið, sum birtir uppundir. Hann sigur, at hann hevur tvey handrit liggjandi í skuffuni, sum hann ikki fær givið út. Eitt stuttsøgusavn og ein skaldsøga. — Tað er tað bera hall at geva bøkur út. Skal eg tildømis geva út eina bók, sum er 120 síður til longdar í einum 2000 eintøkum, so kostar tað umleið 20.000 krónur. Og tað er greitt, at sum stødan er í dag, fæst hetta ikki innaftur við selu. 100.000 á fíggjarlógini til bókaútgávu einum 4—5 árum síðan 100.000 krónur upp á figgjarlógina, sum skuldi fara til Fyri komu at løna skaldunum fyri útgávu sína. Og hetta varð býtt út millum einar 20 hevundar, so ætlast kann, at tað hevði verið ein lítil stuðul, um eitt skald bert skuldi livað av hesum. — Men vit fegnaðust um hetta. Tað var ein byrjan. Men til hesa figgjarlógina varð tað broytt so, at nú er tað lán, og ikki sum áður ein løn, ið tú fekkst fyri eitt avrik. Tað var fyrstu ferð í søgu Føroya, at vit finu játtaðan pening á figgjar- lógini, sum var rein len. Men skjótt varð tað tikið. — Vit í Rithevundafelagnum vildu havt, at tað á fíggjarlógini vóru latnar 200.000 at Mentunnargrunnurin varð gjørdur um til ein lånistovn upp á 1 miljón. Hetta hevði verið ein stór hjálp. Vána dagløn — Bókina Frænir eitur ormurin, skrivaði eg fimm ferðir umaftur, og eg byrjaði at skriva hana í 1968. Sigast kann aftrat, at eg havi so at siga skrivað dagliga til ta bókina. Tá hon varð komin út, fekk eg 20.000 fyri hana av fíggjarlógini, so tað má sigast at vera ein sera lítil dagløn Eru skaldini verd sína løn — Tað eru nógv, sum hava vent sær móti hesum veitingum: á fíggjarlógini, tí tað skal vera so ringt at býta. Til dømis hevur verið sagt, at tað er ikki hvert og eitt skald, id er vert sina løn. — Men hetta er ikki haldbart. Ti hvør kann borga fyri, at hvør løgtingsmadur, prestur, lækni ella onnur eru verd sina løn. Og hesar'eru tó eitt sindur størri, en talan er um at geva rithev- undum. Eingin byrður Tað er lítið, ið eggjar ein til at skriva. Fólk lesa lítið, bókaselu- menninir gera einki fyri at selja foroysku bekurnar, og lítil hjálp fæst frá landinum. — Men hinvegin, so er tað einki, ið hvessir pennin meira enn mótvindur. Um ein bert hevði góðan byrð í ryggin alla tíðina, so varð eingin kampur, ið kundi geva ein brodd í skriv- ingina. — Hesin mótvindur fær meg ikki til at skriva kriminalrom- anir ella kærleikssøgur, bert fyri at fáa tær seldar. Tað er ikki uppgávan hjá skaldinum, at renna aftan á rákinum og vera har, ið fólkið lystir, at hann skal vera. Hansara uppgáva er at vera samvitskan í samfelagnum og royna at ganga framman- undan og slóða. Heldur tú ikki posthúsinum Blaðhald kann teknast á