Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 1975síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 18. oktober 1975 Á sama arbeiðsplássi í 50 ár: sosialurin — Eg fekk arbeiðið, sum varð ætlað systrini Svend Vilhelmsen í Havn heuði fyrr í ár verið í arbeiði hjá A/S Thorshavns Mælkeforsyn- ing og Margarinefabrik í 50 ár. Hann byrjaði at arbeiða á meiarinum í 1925 og var tå 13 ára gamal — Eg gekk í skúla tá, og meiaríið skuldi hava eitt konufólk í arbeiði aftrat. Pápi bað um pláss fyri einari systur mínari, men tá hon skuldi byrja at arbeiða, var hon farin til Dan- markar. Og eg kom so í staðin, frá. greiðir Svend Svend Vilhelmsen: Gekk til handa Fyrstu tíðina gekk eg ellum til handa á meiarinum, men lut- tók eisini í ti vanliga arbeið- inum, so sum at pakka margarin. Tá varð alt pakkað við hond, og nógv fólk gjørdu hetta arbeiðið. Eg kann minnast, at tá gjørdu vit margarin upp í stórar kirnur, og tað kom so út í longum strimlum. Margarinstrimlarnir vórðu skornir sundur og síðani pakkaðir. Nú gongur alt fyri seg automatiskt. Tá í tíðini mátti arbeiðast, til man var liðugur Fyrstu árini, Svend arbeiddi á meiarinum, vóru eini 8— 10 fólk í arbeiði har. Øll tey, sum eg arbeiddi saman við, eru farin. Rubek Rubeksen, sum sigldi við Ruth, er tó á lívi. Eg kann minnast t.d. gamla Jákup Lindenskov, Johan Michelsen (á meiarinum) og Karl Jensen, sum var pápi núverandi stjóran, Peder Jen- sen. Somu fólkini arbeiddu í mjólka- og margarinframleiðsl- uni. Á sápufabrikkina Eftir at hava arbeitt á meiarin- um í nekur ár fór Svend oman á sápufabrikkina. Hon helt tá til, sum vaskariid nú er, og vaskari- ið var har, sum sjómansheimið er. At byrja við vóru teir bert tveir mans, sum framleiddu sápu. — Tá eg var 21, fór eg at koyra bil fyri meiaríið. Bilurin, sum eg koyrdi, varð drivin við battarium, og eg kann minnast, at hann tók nógv. Hver kveld máttu battariini lødast. Tað var ikki langt, vit kundu koyra tá. Tað longsta mundi vera til Vetbastaðar og Kirkjubear. Annars koyrdi eg nógv oman í Vágsbotn til rutubátarnar við farmi. Enok á Frælsinum, vit kallaðu, gekk við posti til Velba- staðar og Kirkjubøar, og ofta Mjólkaforsýningin í Tórsgetu tók eg hann uppi. Tá hann gavst at ganga við posti, yvirtóku vit hetta arbeiðið. Farmurin frá meiarinum til Smyril mátti forast út við einum lítlum báti. Sápufabrikkin á Hálsi Tá var eystara kei ikki liðug, og Smyril lá útfyri á vánni. Skipini, sum meiariið hevði fyrstu tíðina, vóru Ruth og Sigmundur. Hetta vóru tveir smáir bátar, men seinni komu fleiri og sterri skip aftrat, Svend plagdi eisini at koyra farm frá skipunum hjá Skipa- felagnum oman í Vágsbotn til rutubátarnar. Tað gjørdu vit leingi. Tá sluppirnar fóru um várarnar, var altið úr at gera á meiarinum. Tá skuldu skipini hava nógva veru og hartil skuldi alt latast isenn Nýggj sápufabrikk A/S Thorshavns Mælkeforsyn ing og Margarinefabrik bygdi Síða 7 nýggja sápufabrikk uppi á Hálsi í 1940. Tá eg hevði koyrt bil í nøkur år, gjørdist eg sjúkur: í rygginum, og tí fór eg niðan á Háls at arbeiða. Húsini á Hálsi hýstu eisini framleiðsluni hjá Jacob Veyhe, verkfrødingi, við oljufernis. Vit vóru eini 12 fólk í arbeiði tilsamans, og summi seymaðu oljuklæðir. Framleiðsl- an við oljuklæðum helt næstan uppat undir krignum, ti tað gekk so illa at faa tilfar úr út landinum tá. Frammanundan hevði Jacob Veyhe hildið til í gomlu sápufabrikkini í Tórs- gøtu Nú eru vit bert tveir mans í arbeiði uppi á Hálsi, og tað er bert sápuframleiðslan, eftir. Tá vit framleiddu sápu í Torsgøtu og fyrstu árini uppi á Hálsi eini 8—10 enlige sum er gjørdu vit