mikudagur 22. oktober 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Síða 2 Nr. 73 — 22. oktober 1975 — |
LIro b 2}
- -
bo í Á
00 Torshavn
Nr
en HAÐNYMSG), (ET)
on
Husabygging
INNFLUTTNINGURIN av Jlidugtgjørdum
sethúsum, ella sonevndum typuhúsum, hevur
verið stødugt vaksandi seinastu árini.
SÍÐANI BANKAR og sparikassar í Føroyum
fóru at halda aftur við at veita lán til m. a. set-
húsabygging, hevur ein selusamskipan hjá
nøkrum donskum typuhúsframleiðarum eisini
boðið sær til at útvega húsakeyparum neyðugt
lán til keypið.
SJÁLVANDI ER hetta eitt freistandi tilboð
hjá teimum, sum byggja skulu, bæði ti at
útlendsku typuhúsini eru ódýrari enn tey
húsini, ið bygd verða i Føroyum, og so eisini
tað, at seljarin útvegar figging.
AT ÚTLENDSKU húsini soleiðis eru ein
vandamikil konkurentur hjá foroyskum hand-
verkarum er eyðsæð. Ferola Hsndverksmeist-
arafelag hevur ti biðið um fund við landsstýrið
um hendan spurning. Hesin fundur varð hildin
í vikuni, sum fór. Nakað beinleiðis úrslit
spurdist sjálvandi ikki burturút.
EITT AV TI, sum ger, at útlendsku typuhusini
eru ódýrari enn tey føroyskt bygdu húsini, er,
at innbygdir lutir, so sum frystiboxir, køliskåp,
komfýrar, vaskimaskinur o. t., ið annars
verður tollað við 50 pst., bert koma undir inn-
fluttningsgjaldið upp á 13 pst., tá hesir verða
innfluttir sum partur av einum lidugtgjørdum
húsum.
HETTA GER TO neyvan tann stóra munin á
prísinum. Heldur man tað verða hin væl-
skipaða hópframleiðslan í okkara granna-
londum, sum ger at tað er møguligt hjá teimum
at framleiða hús til so lágar prísir. Og her áttu
vit nærsagt at tikið við læru.
FRAMLEIDSLAN AV sethúsum í Føroyum,
ið fer fram á tann hátt, at ein og sami verk-
staður ger úthurðar, innhurðar, skápshurðar,
vindeygur, køkar o. s. fr., er órationell og má
vera kostnaðarmikil. Verkstaðurin skal ofta og
titt leggja um frá eini framleiðslu til aðra. Og
hver umlegging hevur sín pris.
Í HESUM MÁLI eru tveir partar. Handverk-
arar, og so tey, sum lata hús byggja og skulu
sita við hesum húsum. Sjálvandi ber til at
hækka tollin á innfluttum húsum. Fyri hand-
verkararnar vildi spurningurin harvið verið
loystur. Men ikki fyri hin partin í hesum máli.
HIN RÆTTA loysnin fyri báðar partar vildi
verið, at foroyskt húsasmið verður umskipað til
hópframleiðslu av ymiskum lutum, ið síðani
verða samlaðir saman til eini liðug hús.
T.V.S., AT ein verkstaður bert ger hurðar, ein
annar vindeygur, ein tridji køkar o. s. fr.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend í Rituvík, K. O.
Videre í Hvalba kl. 12 og í
Dandvík kl. 18, Martin R.
Jacobsen í Hovi kl. 12 og á
Leiti kl. 18 og Torkil Beder í
Leirvík.
S. J. Joensen hevur guds-
tænastu í Viðareiðis kirkju
kl. 12 sunnudagin við altar-
gangi.
Etiopiamissiónin
hevur fund í missiónshúsin-
um á Skála í kveld og í missi-
ónshúsinum í Getu hóskveld-
ið. Bæði kveldini kl. 20.
Unggentudeild
KFUK's
hevur fund í kveld kl. 20.
Filadelfia
Í kvold kl. 20 systirmissión.
Telefonandakt alt samdøgrid
å telf. 14880.
Evangeliihusid
I kvøld utifundur i Vest-
manna kl. 20. Telefonandakt-
in å telf. 12266.
70 år
Sunnudagin verdur Astrid
Petersen, Fåmjin, busitandi
Toftevej 22, Marstal, 70 år.
V4-spælið
Í V4 spæli útvarpsins leygar-
kveldið vórðu hesi tel tikin:
4, 5, 8, 10, 28, 34, 65, 72,
79, TI, 91, 82, 86. 92 og 97.
Vinningurin var 5.450 kr.
og ein vinnari úr Klaksvík.
Eykavinningurin upp á
1.000 kr. fór til Vágs.
Almennur fyrilestur
verður á fyrilestrarsalinum á
Debessartrød hóskveldið kl.
20. Bogi Hansen, cand.
scient., talar og vísir ljós-
myndir um evnið Havfrødi-
ligar rannsóknir við Feroyar.
Eykaaðalfundur
Suðuroyar margarinvirki og
Mjólkafelag hevur eykaaðal-
fund mikudagin 5. november
kl. 20 á Hotel Tveroyri.
Veitslan útsett
50 ára stovningarveitsla Suð-
urstreymoyar Javnaðarfelags
sum varð lýst at vera nú
leygarkveldið 25. oktober, er
útsett til leygarkvøldid 7.
november. Tekningarlistin til
frammi til 5. november á telf.
11820.
Skrivstovustjóri
Starv sum skrivstovustjóri hjá elfelagnum S.E.V.
verður at seta so skjótt sum tilber.
Søkja um starvið kunnu fólk við HD ella AD í virkis-
skipan ella líknandi útbúgving. Umsekjari má vera
roknskaparkenur og hava hollan skrivstovupraksis.
Skrivstovustjórin skal serliga hava roknskap elfel-
agsins í hondum, og skal hann eisini taka sær av viður-
skifti starvsmanna.
Umframt má skrivstovustjórin sjálvsteðugt kunna
seta upp hagtel og annað, ið er neyðugt til rakstrar,-
gjaldføris- og figgjarætlanir elfelagsins.
Løn og aðrar treytir verða at seta sbr. útbúgving og
avtalu; men vit vilja fegin vita, hvørji krøv umsøkjarin
setur fram.
Skrivlig umsókn skal sendast beinleiðis til stjóran fyri
S.E.V, 3860 Vestmanna, og må hon vera elfelagnum i
hendi áðrenn 15. november í ár.
Elfelagið S.E.V.
Kassameistari
Til kassameistara á skrivstovu elfelagsins í Vestmanna
sóknast vit eftir dugnaligum manni (ella kvinnu) við
hollari útbúgving.
Um tað gerst neyðugt, skal kassameistarin eisini
kunna arbeiða á ødrum staði.
Len og aðrar treytir verða at seta eftir avtalu.
Umsókn við frásegn um útbúgving og fyrrverandi
størv skal sendast til Elfelagið S. E. V., 3860 Vestmanna,
í seinasta lagi hin 10. november 1975.
Elfeiagid S. E. V.
Verkmeistari
til elverkir SEV's
í Vestmanna
Verkmeistarastarvið i Vestmanna verdur lýst leyst at
seta so skjótt sum tilber.
Verkmeistarin, ið hevur allan rakstur og umsiting
elverkanna í hondum, skal vera útbúgvin sum maskin-
meistari við háspenningarprógvi. j
Len, arbeiðsviðurskifti og aðrar treytir verða at seta
eftir avtalu.
Umsókn við frásegn um útbúgving og fyrrverandi
størv skal sendast til Elfelagið S.E.V., 3860 Vest-
manna, í seinasta lagi hin 10. november 1975.
Teir, ið áður hava sent umsókn til Sundsverkið, mugu
boðað frá, um teir eisini sekja hetta starv.
Eifelagið S. E. V.
Maskinmeistarar til
elverkið á Sundi
SEV sóknast eftir tveimum maskinmeistarum við há-
spenningarprógvi til hitt nýggja motorverki á Sundi.
Byrjanardagur, løn, vaktarskipan og aðrar treytir
verða at seta eftir avtalu.
Umsókn við fråsøgn um útbúgving og fyrrverandi
størv skal sendast til Elfelagið S.E.V., 3860
Vestmanna, í seinasta lagi hin 15. november 1975.
Teir, ið áður hava sent umsókn, mugu boða frá, um
hon framvegis stendur við.
Eifelagid S.E.V.
Lýsið í SOSIALINUM