mikudagur 22. oktober 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 22. oktober 1975
sosialurin
Bokmentavirdislønin
seinkad i ein månad
Bókmentavirðislon M. A. Jacobsens varð latin á
samkomu á Býarbókasavninum í Havn friggja-
dagin. Tað var ein mánaða eftir fødingardag M.
A. Jacobsens, tá virdislønin plagar
H
Petur Christiansen, borgarstjóri, handar William Heinesen
virðislenina
Tað vóru rithevundarnir Sámal
Johansen og William Heinesen,
sum fingu heiðurslenina í år.
Hon er upp á 8.000 kr. Sámal
Johansen fekk heiðurslenina fyri
yrkisbókmentir fyri bókina Á
bygd fyrst i 20. eld og William
Heinesen fyri fagrar bókmentir
fyri bøkur sínar, sum nú eru
týddar til føroyskt. Teirra
millum Móðir sjeystjørna og
Nóatún.
Á samkomuni fríggjakveldið
segði Sigfried Skaale, sum er
limur í bókmentavirðislen M. A.
Jacobsens, at tað hevur verið
vanligt at lata virdislønina foð-
ingardag M. A. Jacobsens, sum
er 17. september, men at hetta
nú var seinkað við einum
mánaða m. a. av ti at nevndar-
limir hava verið burturstaddir í
erindum.
Sigfried Skaale upplýsti, at
at verða latin
virdislønin fyri nekrum árum
síðani var 2.000 kr., men at hon
seinni varð hækkað til 4.000 kr.
Nú er virdislønin 8.000 kr.
Lósu úr verkum
Báðir rithevundarnir takkaðu
fyri virðislenirnar og lósu úr
verkum, sum teir hava skrivað.
Sámal Johansen segði, at hann
var so ovfarin, at tað skuldi vera
hann, sum fekk: heiðurslenina
fyri yrkisbókmentir, at hann
visti einki annað uttan at siga
takk. Síðani las hann úr bókini
Á bygd fyrst í 20. eld. Hendan
bókin viðger tíðina í heimbygd
hansara Haldórsvík í tíðarskeið-
inum 1905 til 1920. Sum Sámal
segði, at í 1905 byrjaði hann at
duga á at skyna, og í 1920 flutti
hann úr heimbygdini.
William Heinesen segði í
takkarreðu síni, at við at fáa M.
A. Jacobsens virðislen hevði
hann skilt, at hann nú var al-
ment virdur í Feroyum, hóast
hann bert skrivaði á donskum.
Væl av fólki var samankomið á Býarbókasavninum
Føroysk bókaverk, sum eru kómin seinastu árini
Eg øtist
at lesa tad føroyska
William Heinesen segåi, at hann
var uppvandur vid at tosa å før-
oyskum, og at hetta eisini hevði
havt ávirkan, tá hann fór at
skriva.
— Eg dugi at skriva føroyskt.
Men eg øtist við at lesa tað, sum
eg havi skrivað á føroyskum,
segði William Heinesen. Hann
segði, at allir millumtónarnir eru
burtur, og málið virkar tí fá-
tæksligt í mun til tað góða
foroyska, sum Chr. Matras
skrivar.
Síðani las hann eina grein um
M. A. Jacobsen, sum hann
sjálvur hevði skrivað.
Limirnir í bókmentavirðislen-
arnevndini eru Sigfried Skaale,
Jóhan H. W. Poulsen, sum er
komin fyri Chr. Matras, Her-
mann Jacobsen, Guðrið Helms-
dal Nielsen og Jóannes av
Skarði. Hermann er formaður.
Síða 3
filmir ið koma
Ein dagur í lívi
Ivan Denisovitsjs
Ein dagur i livi Ivan Denoso-
vitsjs er ein hugtakandi frå-
søgn úr Sibiria i Sovjetsam-
veldinum, har fleiri túsund
navnleysir menn /stigfeta
gjøgnum ta myrku polarnått-
ina, undir eftirliti av her-
monnum, hundum og
maskinbyrsum.
Millum teir mongu fang-
arnar er handverkarin, Ívan,
sum er demdur til 10 ára
revsiarbeiði fyri nøkur óvarin
orð.
Í leguni upplivir hann lítið.
Hann saknar hendingar, og
hver tími á degnum er tí ein
bardagin fyri at yvirliva.
Filmurin vísir okkum
myndir frá umsteðunum í
leguni, tá Ivan fyri eina ferð
skuld hevur ein góðan og
kennir á sær, at hann er við
yvirlutan í bardaganum ímóti
tilveruni. Hann sleppur und-
an einari uppibornari revsing
fyri eitt lítið mistak, fær
meiri at eta enn vanligt,
verður ikki sjúkur, sum
hevur borið ótta fyri, fær
hendur á tubbakki, finnur
eitt segublað, upplivir arb-
eiðsgleði.
Men hóast letur sum hesar
veit Ivan, at hann er við
undirlutan í stríðnum við
lagnuna. Hann kennir ongan
uttan fyri múrarnar, sum
kann senda honum gávur. Og
eftir er so bert einsemið,
kuldin og svongdin. Men í
mun til fangafelagar sínar,
sum fyri langari tíð síðani
tykjast hava uppgivið alt,
letur Ívan seg ikki kúga.
Hann dugir at fáa javnvág í
tað, sum kallast sjálvsvirðing
og at sleppa undan revs-
ingum.
Letur sum hesar gera hann
lukkuligan.
Filmurin, sum verður
sýndur í Leikhús Bio í Havn,
er gjørdur yvir skaldsøguna
hjá sovjettiska rithevund-
anum og nobelheiðursvinnar-
anum, Aleksander Solsjenit-
syn. Tað er A/S Norsk Film,
sum hevur staðið fyri upp-
tøkuni, og lagt til rættis
hevur Casper Wrede. Hev-
uðsleiklutin sum Ívan hevur
Tom Courtenay. Tað tók
Casper Wrede fimm ár at
gera filmin.