mikudagur 22. oktober 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
stubbar uttaneftir
Forsetavalevni
í Europa
Alabama-guvernerurin, Ge-
orge Wallace, var í farnu viku
á einari rundferð í Europa og
vitjaði millum annað í Brux-
elles. Har hitti hann belgiska
forsætisráðharran, Leo Tinde-
mann, haðani hendan myndin
er tikin, og uttanríkisráð-
harran, Renaat van Elslande.
George Wallace vitjaði eisini
í París, Vesturberlin, Rom og
Edinburgh. Hann hevur vónir
um at gerast demokratiskt
valevni til forsetavalið í USA
næsta ár.
Rundferðin í Europa skal
vera eitt prógv fyri, at
Wallace hóast sítt avlamni,
kortini heldur seg væl, og
skal vera førur fyri at rekja
sítt starv í Hvítu Húsunum.
Venda heimaftur
Umleið 1500 suðurvietnames-
isk flóttarfólk fóru hósdagin
av kyrrahavsoynni Guam
aftur til eina óvissa mótteku í
heimlandinum, haðani tey
flýddu fyri góðum fimm
mánaðum síðani.
Medisinheidurslønin
i try
Nobelheidurslønin fyri medi-
sin 1975 verður býtt millum
amerikanararnar David Balti-
more og Howard Martin
Temin og italiumannin Re-
nato Dulbecco.
Tað var Karolinski stovn-
urin, sum boðaði frá, at
Renato Dulbecco
nobelheiðurslenin fyri medi-
sin í ár verður býtt sundur í
trý.
Hava tað betri
í fongslinum -
Takkað verið nøkrum lækn-
um hava limirnir í Baader
Meinhofbólkinum nú fingið
betri viðurskifti í fongslinum.
Andreas Baader, Ulrike
Meinhof, Gudrun Ensslin og
Jan Carl Raspe hava nú
fingið loyvi til at útvega sær
eitt sjónvarpstól, og gongu-
túrarnir hjá teimum eru nú
longdir úr einum tíma til 90
minuttir. Meðan tey eru úti
og ganga, kunnu tey eisini
íðka ítrótt. Rættarmálið ímóti
Baader Meinhof-bólkinum
bólkinum heldur fram 28.
oktober.
Kom aftur
leygardagin
Franski forsetin, Valery Gis-
card d'Estaing, kom leygar-
dagin aftur til Fraklands eftir
at hava verið á almennari
vitjan í Sovjetsamveldinum í
nakrar dagar. Vitjan hansara
hjá Leonid Bresnjev, flokks-
skirvara, hevur vakt miklan
ans, tí alt fór so óregluliga
fram. Fleiri fundir, sum
skuldu vera millum Giscard
og Bresnjev, vórðu útsettir,
og summir vórðu als ikki
hildnir.
Áðrenn Giscard skuldi fara
heimaftur leygardagin, varð
ein fundur ásettur millum teir
báðar leiðararnar, men fund-
urin varð av ongum. Eisini
ljóðaði tað, at Bresnjev var
vorðin sjúkur.
Eygleiðarar halda, at stór
ósemja er millum Sovjet-
samveldið og Frakland um
ymsar spurningar, meðan
franski forsetin sigur júst tað
ovugta.
Sukurframleiðslan
veksur
Sukurframleiðslan í heimin-
um millum august 1975 og
september 1976 verður mett
til 81,13 milj. tons av fram-
leiðaralondunum í Latínam-
erika. Talið er grundað á
nakrar útrokningar, sum
vórðu lagdar fram á einum
fundi, har umboð fyri 22 lond
luttóku. Í sama tíðarskeiði
verður roknað við, at nýtslan
fer at hækka millum 2 og 2,5
pst, til umleið 81 milj. tons.
Príshækking
innan árslok
Innan árslok verður prísurin
á fiskamjøli hækkaður. Mill-
umtjóða felagsskapurin fyri
fiskamjølsframleidarar held-
ur, at tað tå fer at verða ein
øktur eftirspurningur eftir
fiskamjøli.
Á 15. ráðstevnuni hjá fel-
agsskapinum varð undirstrik-
að, at selan longu var
hækkað í USA, har prísirnir
lógu munandi oman fyri pris-
irnar í Europa.
Ávara Ísrael
Arabiskir uttanríkisráðharrar
úr 16 londum ávaraðu í farnu
viku Ísrael ímóti at gera sær
dælt av bardegunum í
Libanon, og teir søgdu, at tað
sum skaðar Libanon, skaðar
eisini ell hini arabisku lond-
ini. Ávaringin varð send út
aftan á ein snarfund í Kairo,
har uttanríkisráðharrarnir
vidgjørdu støduna í Libanon.
sosialurin
Nr. 73 — 22. oktober 1975
Handilsmenn
fyrireika
stóran
heroinmarknað
í Danmark
Teir hava góðar møgu-
leikar at tváa tann skitna
peningin reinan
Bæði í og uttan fyri Danmark eru narkotikasølu-
menn farnir undir fyrireikingar av einum stórum
heroinmarknað í Danmark. Morfin hevur nú í
langa tíð verið ein vøra, sum stórur tørvur hevur
verið á millum danskar narkomanar, og prísirnir
eru tí farnir munandi upp.
Prísirnir á morfini eru so hegir
nú, at tað er vorðið bíligari at
brúka heroin, sum er ein vera, ið
nakað finst av í Danmark. Nar-
kotikamarknaðurin í Danmark
sum slíkur er ikki eitt ókent fyri-
brigdi. Hann hevur verið til í eini
20 ár.
Longu í 1955 vistu menn at
siga um narkotikamarknaðin í
Danmark. Ein stór negd av
tablettum, sum innihelt metha-
don, varð stolin av einari verk-
smiðju, sum framleiðir medisin-
verur, og tablettirnar vórðu so
býttar út millum fólk, sum
gingu á getunum í Keypmanna-
havn. Stutt eftir varð ein
marknaður skipaður, og prísir
vórðu ásettir.
Narkotika við avsláttri
— Hetta við at selja narkotika
fyri lítið og einki er ikki nakað
nýtt fyribrigdi, sigur ein løg-
regluserfrødingur í narkotika-
málum, Volmer Nissen., —
Longu í 1974 vistu vit um tað,
og tá vóru menn í ferð við at
skipa ein morfinmarknað í Dan-
mark. Tá ein morfinnegd var
komin til Danmarkar, varð hon
seld við stórum avsláttri, ti tað
nýggja evnið skuldi jú roynast
millum brúkararnar fyrst, áðr-
enn ein prísur kundi verða
ásettur. Hendan avsláttarskip-
anin hevði við sær, at eitt nál-
hylki við 80 pst. av fínum
morfini og einari nøgd upp á 0,8
gramm kostaði 60 — 75 kr. Síðani
tá eru prísirnir hækkaðir heilt
nógv. Í dag kostar eitt nálhylki
við 0,5 grammi av morfini
4—600 kr., og tå er dygdin bert
40 pst.
Narkotikamarknadurin hevur
økt nógv um virksemi sitt. Um
ein persónur hevur verið narko-
manur, hevur hann altid roynt at
fingið onnur til at brúkt nark-
otisk evni. Tað hevur havt við
sær, at hann hevur fingið
narkotika biligari enn framman-
undan, bæði til sín sjálvs og
hini, sum hann hevur fingið við
sær.
— Tað er í veruleikanum so,
at hjá einum einsamøllum rakar
vanlukkan ikki so meint, meðan
ein felags vanlukka elvir til
samanhald, sigur Volmer Nis-
sen. Hann sigur, at teir hava
fleiri dømi um, at ungfólk finna
saman við einum narkomani, og
at úrslitið tá oftast verður, at
bæði gerast narkomanar.
Keypmannahavn
knútapunktið
Keypmannahavn hevur leingi
verið knútapunktið í narkotika-
flutninginum. Partvíst hevur
býurin virkað sum ein utbyit-
ingarmiðsteð og partvist eum
ein millummiðsteð fyri smugling
til onnur norðanlond. Haraftrat
eru dømi um, at smuglarabólkar
úr fjareystri hava millumlent í
Danmark ávegis til europeisku
narkotikahevuðsmiðsteðina, sum
er í Amsterdam.
Hasj kemur serliga til Dan-
markar úr Norðurafrika. Men
eisini úr Pakistan koma hasj-
nøgdir. Bilar, sum serliga eru
utgjørdir til endamálið, flyta
hasj úr Norðurafrika, og teir
gera ein steðg í Pakistan eftir
kuffertum við dupultum botni á
vegis til Danmarkar.
Heroin kemur úr fjareystri um
Amsterdam, meðan morfinið
kemur úr Turkalandi. Men
flutningurin av heroini er nú
nógv minkaður, og eisini tykist
eftirlitið við opiumsdyrkanini í
Danmark fara at eydnast væl.
Í seinastuni er ein nýggj
framleiðsla komin á narkotika-
marknaðin í Danmark. Tað eru
pakistanskir morfinpillarar, og
teir finnast eisini á eðrum europ-
eiskum heroinmarknaðum. Ein
kanning vísir, at hesir pillarar
fyri nøkrum árum síðani vórðu
framleiddir í Europa og síðani
Volmer Nissen við einum úrvali
av narkotika á borðinum
sendir til Pakistan. Men pill-
ararnir eru komnir i skeivar
hendur.
Gjalda dýrt
Danskir narkomanar gjalda hes-
ar prísir fyri narkotika:
Hasj: 12—15 kr. grammið.
Heroin: 1000 kr. grammið.
Morfin: 1000 kr. grammið.
Pakistanskir morfinpillarar:
60—100 kr. stykkið.
Í 1974 legði løgreglan hald á
eini 500 kg av hasji. 10,5 kg av
morfini, 0,3 gram av heroini og
90.000 pillarar av ymsum slag.
Og hetta var bert í Keypmanna-
havn. Fyrra hálvár í ár hevur
logreglan í Keypmannahavn lagt
hald á 287 kg av hasji, 100
gramm av heroini, 2 kg av
morfin, 8.000 stykkir av pakist-
anskum morfinpillarum og
50.000 aðrar pillarar.
3 tons av hasji
Til í 1974 hildu vit, at vit høvdu
eitt gott eftirlit við marknað-
inum. Men so komu fleiri mál
fyri, har nøgdir upp á eini 3 tons
av hasji vóru uppii. Hetta var
ein marknaður, sum vit púrt
einki kendu til, sigur Volmer
Nissen, sum nú heldur, at teir
aftur hava fingið tamarhald á
marknaðinum.
— Men tað er altíð torfort at
finna menninar aftanfyri. Nú
bendir nógv á, at handilsmenn í
Danmark eisini luttaka í narko-
tikasøluni — bæði við sølu av
heroini og morfini. Volmer
Nissen sigur, at tað krevst ikki
so nógvur peningur til narko-
tikaflutning. Ein ferð til Mar-
okko eftir hasji gevur einar
250.000 kr. av sær, og tað er jú
altið ein góð byrjan. Og hevur
viðkomandi innflytari eisini
handil við síðuna av, so er jú
lætt at tváa tann skitna
peningin reinan, sigur Volmer
Nissen.