mikudagur 22. oktober 1975síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fridtjof Nansen hevði lítlar
vónir um Føroya framtíð
Í 1888 var Fridtjof Nansen
á veg til Grønlands, har h
i Føroyum
ann gjørdi
ta stóru skíferðina um innlandsísin.
Fridtjof Nansen var hugtikin av
náttúruvakurleikanum i
Men um føroyingar mund
halda stórt.
„Ein lítil, avbygrd og gloymd
leivd úr farnari tíð, sum vissu-
liga tosaði eina gamla, vestur-
norska dialekt, innibyrgd og
Og Nansen helt ikki, at hetta
fólk í oyggjunum millum Noreg,
Skotland og Ísland átti framtíð-
ina í sær.
stirvnað í minnunum úr norður-
lendskari stórmaktstíð, og av
hesum hevði folkalivid sín ser-
liga dám.
Fátækt samfelag
Í 1888 vóru Feroyar steðugt eitt
87 ár eru millum hesar báðar myndirnar, sum eru tiknar framman
fyri Bauers hús úti í Rættará. Tann fyrra myndin vísir, hvussu
Nansen sá húsini við grenlendska hvalakjaftinum frammanfyri,
meðan tann seinna myndin vísir, hvussu tað sær út í Sigmundargøtu
í dag.
Tað var Grenlands-Jóhan, sum í sínari tíð var kolonifyristeðu-
maður í Grenlandi, ið reisti hvalakjaftin, og hann stendur uppi enn.
Almennur fyrilestur
Í fyrilestrarsalinum á Debesartrød heldur Bogi Hansen,
mag. scient., almennan fyrilestur við ljósmyndum
hóskveldið 23.10.1975, kl. 20. Evnið er: Havfreðiligar
rannsóknir við Føroyar.
Fróðskaparsetur Føroya
Listaframsýning
Hósdagin 23. oktober kl. 14.00 opnar framsýning í
Listaskálanum, luttakarar eru Th. Arge, Zakaris
Heinesen, Frimod Joensen, Elinborg Liitzen, Bent
Restorff, Ingálvur av Reyni og Th. M. Smith.
Opið verður til og við 26. oktober, dagliga kl. 14 — 19.
Á framsýningini verða burturlutað 7 verk — tekningar
ella grafikkur — eftir framsýnandi listafólkini.
Listafólkini
Føroyum.
i hann ikki
fåtækt samfelag. Nyggja tidin
vid havfiskiskapinum var i sini
byrjan, og samfelagid var åvegis
úr miðeldini. Hetta mundi
Nansen ikki hava fingið varhuga
av.
Í árinum 1800 vóru 5.000
íbúgvar í Føroyum. Tá Nansen
vitjaði í 1888 vóru tað 11.000
fólk i Føroyum, i 1900 15.000, og
i 1930 var fólkatalið 25.000. Í
dag búgva meiri enn 40.000 fólk
i Føroyum.
I einari grein i svensku Vecko
Journalen skrivar svenski rikis-
dagsmaðurin, Per Olof Sund-
mann, um Føroyar sum »Det
fullindata lokalsamhållet«, og
Per Olof Sundmann
tað er úr hansara fråsøgn, at vit
hava tikið frágreiðingina um
vitjan Fridtjof Nansens í Før-
oyum fyri 87 árum síðani.
Trívist best
í tí lítla
Í grein sínari nemur Per Olof
Sundman í tað kjakið, sum
hevur verið serliga nógv frammi
í Finlandi, noregi og í Sveríki
um >lokalsamfundet<, har stórur
dentur verður lagdur á týdn
ingin av at hava smá samfelog.
Tí har trívist menniskjan best í
mun til tey stóru samfeløgini.
Per Olot Sundmann er rit-
høvundur og umboðar miðflokk-
in í ríkisdegnum.
Ein fólkafloksmaður segði
fyri mær í gjár, at hann hevði
hoyrt, at »kompromissid« nú
skal sigla til Skotlands.
*
Mangt umskiftist á mansins
ævi. Nú er Árni, útvarps-
maður, farin at hava samrødu
við sin fyrrverandi blað-
stjóra.
A TLtLtLtLt|{t{|———T—T————
mej Framhald frá síðu 5
á landi í Skálavík. Tað er ikki
nøkur fantasihavn til at goyma
listbátar ella bullverksmatrósar
i, sum okkum manglar, men
fyrst og fremst mugu vit
steingja landnyrðingin úti, um
nøkur framtíð skal verða her á
plássinum. Tað nyttar lítið at
liggja inni í landinum og ikki
sleppa út og inn fyri brimi. Tað
man neyvan vera nekur bygd í
Feroyum, sum hevur havt so
stóra skattainntøku sum Skála-
vík eftir fólkatalinum. Her eru
sjómenn, sum gjalda í hundrað-
vís kr. í skatt um dagin bara fyri
at liva í bygdini og eru burturi at
kalla alt árið, so teir fáa lítla og
onga gleði av sínum skatti ella
ødrum, sum kemur okkum til
góðar. Nú meini eg einamest við
teir, sum sigla við sildabátum.
Tað man mangan vera teirra
stersta ynski, tá teir koma tætt
framvið her á heimleið og síggja
konu og børn á landi, og tó ikki
sleppa í land vegna lendingar-
viðurskifti, og noyðast tískil at
fylgja við til landingarplássið.
Og fara so nýggjan túr, og hava
ikki verið við hús, tí eingin
stødgur er. Eg haldi, at eg tori at
siga, at hesir menn einki høvdu
havt ímóti at hoppa í land og
fingið ein steðg heima hjá
familjuni. Sovorðnir skattaborg-
arar kundu sett ynski og krev
fram fyri bygdarráðið, men
tíverri visir tað seg, at teir, sum
einki gjalda, forlanga mest og
klóra inn undir seg. Tað er sum
tað stendur í Fuglakvæðnum:
»Vertin á hvat annar fær, eg
skal nera at mæra.
Sjálvandi vilja vit
hava
Strandferðsluna eisini at sigla
her upp á plássið. Vit hava onga
fasta rutu, tað er bara tá ikki
líkindi eru aðrastaðni, at teir
brúka okkum sum neyðhavn.
Men nú sær tað soleiðis út, sum
Strandferðslan hevur fingið bæði
horn og hala. Tað eru ikki so
nógv ár síðani, at tað varð
gingið við addressu í hvert hús,
sum skuldi sendast til lands-
stýrið til tess at krevja táverandi
Rituna at sigla higar á plássið, tí
tað var so synd og dýrt fyri skál-
víkingar at ferðast um Skopun.
Man plagar at siga, at gamal
kærleiki rustar ikki, men tað sær
út, sum hesin er rustaður, sum
tað var kærleiki, tað snúði seg
um??
Nú kann tað sjálvandi gera
rutubilunum tað sama, hvar teir
koyra, tí teir eru fastlontir.
Vit eiga tveir ungar tingmenn
í Sandoynni. Nú seta vit okkara
vón til tykkum báðar, at tit
hjálpa okkum at fullfora henda
havnarplan, so kunnu tit koma
stoltir aftur til Skálavíkar at
agitera. Tá vænti eg, tit fáa
góða undirtøku; men sjálvandi
má bygdarráðið ganga á odda og
seta krevini fram.
Ein sum ikki
fær til knettir
*
Hví rindar Sjómans-
heimið ikki skatt?
Hvussu kann tað bera til, at
Tórshavnar Sjómansheim slepp-
ur frá at gjalda skatt til tað
almenna?
Eg kann hugsa mær til, at
hetta er ein heilt gomul avtala,
sum uttan iva er gjørd frá
teimum árunum, tá sjómans-
heim av fyrstan tíð vórðu
stovnað.
Tá var hesin ordningur iva-
leyst góður og tiltrongdur. Men
eg haldi, at í dag, har vit hvenn
dag síggja, at hesi góðu sjó-
mansheim liggja og konkurrera
við onnur hotell her í býnum,
sum als ikki hava somu treytir,
og mugu betala sín fulla skatt til
tað almenna.
Hetta kann ikki vera rætt, og
ein broyting má koma í skjótast
møguligt. Eg sigi ikki hetta, ti
eg havi nakað persónligt ímóti
sjómansheiminum, als ikki. Men
eg havi sjálvur búð har, og eg
veit, hvat tað kostar. Og kann
eg eisini leggja aftrat, at tað
vóru minst sjómenn, sum eg sá
har.
Eg dugi ikki at fata, at hini
hotellini í bynum ell hesi mongu
ár hava noyðst at betalt skatt,
meðan Tórshavnar Sjómansheim
sleppur heilt undan. Tað er
gaman í at eksistera hjá okkum
ollum, um vit sluppu frá ti, sum
kallast skattur.
Vónandi kemur broyting í
hetta skjótast gjørligt.
Tøkk fyri upptøkuna.
S.P.