leygardagur 25. oktober 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
Nr. 74 — Leygardagin 25. oktober 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Bakgrundin
Oddagrein blaðsins í dag,
sum ber yvirskriftina Bak-
grundin, viðger avrætt-
ingarnar í Spania:
— Dimmalætting Tinga-
krossur, J. Vágadal og
Bladfod gráta um, at
nakrir løgreglumenn verða
skotnir av Franco-and-
stødingum, og tað versta
av ellum: teir verða skotnir
í teirra lógliga arbeiði,
verður sagt. Men hvussu
lógligt er nú hetta arbeiði?
Jú, teir arbeiða fyri eitt
ólógligt stýri.
Síða 2
Prístalið
Óli Jacobsen, fiskimanna-
felagsformaður, sigur í
panelgrein blaðsins í dag,
at inntil prístalið er komið
,
upp å 103 merkir nyggja
skipanin tap, og til tad er
hækkad til 106, man
standa toluliga å jøvnum.
Men við hækkanum út
yvir prístalið 106 er talan
um ein skilligan fyrimun.
Síða 4
100.000 tons
við Feroyar
Samlaða veiðan undir Fer-
oyum hevur higartil verið
um 100.000 tons. Men tey
seinastu tvey árini hevur
verið veitt meiri. Í 1973
vórðu veidd 150.000 tons
við Feroyar.
Síða 3
Veitslan útsett
50 ára stovningarveitsla Suð-
ursterymoyar Javnaðarfelags
verður útsett til friggjakvøld-
ið 7. november kl. 19 á Hotel
Føroyum. Tekningarlisti ligg-
ur frammi á telf. 11820 til
mikudagin 5. november.
javnaður
brødralag
Sélbjørn Jacobsen, telefonverksstjóri, avmyndadur saman við Atla
Dam, legmanni, tá ein patur av Norðurstreymi fekk automatiskt
millumbygdasamband
Uttanlandatelefon-
Roknar
við fjølbroyttari
útbúgving í Føroyum
FM
Tad var i seinastu løtu, at Hans Husted, år
Esbjerg, gjørdi av at fara til Føroya at lesa
á Fróðskaparsetrinum. Upprunaliga ætlan
hansara var at lesa danskt við eitt universitet |
í Danmark, men í staðin valdi hann at lesa ein
part av tidini í Føroyum. Hans Husted roknar
við, at útbúgving hansara verður meiri fjøl-
broytt, um hann sleppur at ganga í tvey ár
á Fróðskaparsetrinum. Í løtuni varir skeiðið
bert eitt ár.
Síða 7
samband 15. november
Um miðjan næsta mánaða verður høvi hjá øllum
teimum, sum hava automattelefon,
at snara
beinleiðis til lond í Europa. Samstundis verða
takstirnir fyri uttanlandasamtalur niðursettir.
15. november verður gjørligt hjá
ollum teimum, sum hava auto-
mattelefon, at snara beinleiðis til
telefonfelagar í Europa. Sam-
stundis kunnu telefonfelagar i
teimum fremmandu londunum
snara beinleidis til automatiskar
telefonir i Føroyum.
Umframt at snara beinleidis
til Danmarkar verður „eisini
møguligt at snara beinleiðis til
hesi londini: Belgia, Finland,
Vesturtyskland, Frakland (har-
undir Andorra og Monaco)
Grikkaland, Irland, Italia (har-
undir San Marino og Vatikan-
statin), Holland, Noreg, Póland,
Sveits (harundir Lichtenstein)
Spania, Bretland og Norðurír-
land, Sveríki Eysturtýskland,
Ungarn, Eysturriki og Luxem-
bourg.
Takstirnir lækkadir
Samstundis verda telefontakst-
irnir fyri samtalur uttanlands
lækkaðir; Millum kl. 8 og 18
verdur gjaldid fyri at snara
beinleidis 1 kr. fyri hvørji 22
sek., og millum kl. 18 og 8 å
morgni 1 kr. fyri hvørjå 44 sek.
Hetta svarar åvikavist til 2,70
kr. og 1,35 kr. fyri minuttin. Við
at snara beinleidis verdur bert
goldið fyri tíðina, sum samtalan
varir
Avgreiðslan hjá ríkistelefonini
heldur fram, og her verða takst-
irnir 2,70 kr. fyri minuttin í
tíðarskeiðinum 8 til 18, og 1,35
kr. frá kl. 18 til 8 á morgni. Í
minsta lagi skal gjaldast fyri
tríggjar minuttir, og um sam-
talan kundi verið snarað bein-
leiðis, verður eitt eykagjald upp
á 3 kr. fyri hverja samtalu.
Samantikið verða gjøldini
nógv niðursett. Verandi gjøld
eru í tíðarskeiðinum kl. 9—18
4,50 kr. fyri minuttin og frá kl.
I8—9 á morgni .3,50 kr. fyri
minuttin.
Vitjan av
telegrafstjóranum
Í sambandi við at nýggja uttan-
landasambandið verður sett til,
kemur aðalstjórin hjá danska
post- og telegrafverkinum, Poul
Hansen, til Feroya. Post- og
telegrafverkið og Telefonverk
Foroya Legtings hava í felag
borið kostnaðin av nýggja uttan-
landasambandinum, meðan tele-
fonverkið hevur staðið fyri ti
tekniska arbeiðinum.
Vestmanna
millumbygdasamband
Solbjørn Jacobsen, tekniskur
stjóri á telefonverkinum, sigur,
at automatiseringin innanoyggja
annars gongur væl. 8. november
verður automatiska millum-
bygdasambandið í Vestmanna
tikið í nýtslu, tá automatsteðin,
sum er bygd har, verður sett til.
-sigurd.