leygardagur 25. oktober 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1820 giro 6282725
300 Torshavn
2 (ábyrgd). tell. 564111
Bakgrundin
AVRÆTTINGIN av fimm andstødumonnum
hjå Franco-styrinum i Spania fyri stuttum
elvdi til nógv og hvøss mótmælir, serstakliga i
Vestureuropa, og eisini tóku einstøk føroysk
blød til orða ímóti hesum harðskapi.
MILLUM TEY føroysku blødini, sum tóku til
orða ímóti Franco-stýrinum og avrættingum
tess, var SOSIALURIN. Fyri hetta hoyra vit
í Dimmalætting, at blaðið er reytt, og at
blaðstjórin helst er kommunistur.
SAGT VERÐUR, at teir avrættaðu vóru
drápsmenn og terroristar, og at teir høvdu ikki
annað uppiborið, tá teir hava verið við í ella
hava staðið aftan fyri drápini av fleiri løgreglu-
monnum. Men alt hetta er demagogi, so leingi
bakgrundin fyri ellum tí, sum nú hendir í
Spania, ikki verður tikin fram.
ALT HETTA hevur sín uppruna í valinum í
februar 1936, tá fleiri demokratiskir flokkar frá
miðjuni og út til vinstru við eini felags upp-
stilling vunnu valið ímóti nationalistunum
(facistunum). Teir sterstu stjórnarflokkarnir
vóru sosialdemokratar og radikalir.
MEN GLEÐIN var stokkut. Við blóðigum
uppreistri gjørdi Franco generalur statskvett.
Hann fekk hjálp frá ríkisleiðarunum í tveimum
londum. Mussolini í Italia og Hitler i Týsk-
landi. Báðir tveir kendir sum sterstu brots-
menn í seguni. Facistiski uppreisturin kostaði
fleiri hundrað túsund fólkum lívið.
SOLEIÐIS KOM facistiska stýrið til ræðið í
Spania. Tað traðkaði fólksins vilja undir fót og
ger tað framvegis. Fyrimyndirnar hiá hesum
stýri vóru: Hitler í Týsklandi, Mussolini í
Ítalia og Salazar í Portugal.
DIMMALÆTTING, Tingakrossur, J. Vága-
dal og Bladfod gráta um, at nakrir løgreglu-
menn verða skotnir av Franco-andstødingum,
og tað versta av øllum: teir verða skotnir i
teirra lógliga arbeiði, verður sagt. Men hvussu
lógligt er hetta arbeiði? Jú, teir arbeiða fyri eitt
ólógligt stýri. Og teirra arbeiði er at handtaka
allar andsteðingar, at syrgja fyri at teir verða
píndir nóg ofta og nóg leingi, og at teir í
summum forum verða tiknir av døgum.
OG TÁ SOSIALURIN tekur til orða ímóti
hesum, so er blaðið reytt, og blaðstjórin er
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika: J. Foll-
end í Rituvik, K. O. Viderø í
Hvalba kl. 12, altargangur,
og í Sandvík kl. 18, altar-
gangur. Martin R. Jacobsen í
Hovi kl. 12, altargangur, og á
Leiti kl. 18, altargangur.
Torkil Beder í Leirvík kl. 12,
altarg., og í Elduvik kl.
16.30, altarg., Eivind Vil-
helm i Havnar krikju, altarg.,
H. J. Joensen i Vesturkirkj-
uni, altargangur, Kjartan
Mørkøre i Kirkjubø, altarg.,
P. M. Rasmussen i Funningi,
Høgni Poulsen i Sørvågi,
skriftarmål kl. 10.40, og i Bø
kl 19, N. P. Danielsen å
Skála, S. J. Joensen á Viðar-
eiði, Frímann á Brúnni i
Skálavík kl. 12, altargangur,
í Húsavík kl. 17, altargangur,
og í Dali kl. 19, altargangur.
Jóhan Weihe á Tveroyri,
konfirmatión.
Adventistasam-
koman
Í dag kl. 9.30 bíbliugransking
við T. Tomasson og guds-
tænasta við B. Jensen í skúl-
anum við Hoyvíkstjern.
Gideon Vestmanna
Á fundinum í Gideon sunnu-
kveldið kl. 18 verður evnið:
Kristi Onnur Koma.
Verkfrødingur
Vid Odense Teknikum hevur
Jens Julian Reinert tikið
progv sum elektroverkfrød-
ingur (svagstrøm).
Endar i morgin
Listaframsyningin, sum læt
upp i Listaskålanum hós-
dagin, endar í morgin. Opið
er hvønn dag frá kl. 14 til 19.
Fødingardagar
Mikudagin verdur Poul Høj-
gaard, fyrrverandi bóndi á
Húsum, 80 ár.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin kunnu hjúnini Ásla
og Torfinn Dahl, Klaksvík,
halda silvurbrúdleyp. Tey eru
burturstedd.
Fiskimannafelagið
landsfund
Í dogunum 8. og 9. november
verður landsfundur Feroya
Fiskimannafelags hildin í
Havn, har ymisk týdningar-
mikil mál koma til viðgerðar.
Annan av degunum skal
Birgir Danielsen, fiskaselu-
stjóri, halda reðu um útlitið
fyri fiskasølumøguleikum í
framtidini.
Ikki 19, men 21
Nr. 74 — 25. oktober 1975
Nå kann tå
fåa meg
sum
lampu
Småsøla og heilsøla
R. C. Effersøesgøta - tlf. 14477
Vit ferma
HVØNN EINASTA
TYSDAG
MIKUDAG
HOSDAG
2. hvørja viku
3. hvørja viku
3. hvørja viku
3. hvørja viku
i ÅLBORG
i HALMSTAD
i KØBENHAVN
i LARVIK 28/10
i SANDNES 31/10
i ÅLESUND 13/11
i BLYTH 28/10
BEINLEIÐIS TIL FØROYA
AVGREIÐSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Álborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson á Co., tlf. 18135 Halmstad
kommunistur — ongin ivi um tað. Men hvat
við Edward Kennedy, Giscard d'Estaing og
pávanum í Rom, sum eisini mótmæltu, eru teir
Bugge á Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Álesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
Í fråsøgn blaðsins mikudagin
um bilvanlukkuna í Vest-
manna var komið at standa,
at bilførarin, sum læt liv, var
eisini kommunistar?
ÁJÚ, TEIR, sum geva Franco ein vissan rætt,
kunnu saktans fáa pávan í Rom til kommunist
og fyri tann skuld eisini Giscard d'Estaing.
19 ára gamal. Politistødin i
Vestmanna sigur, at hon
hevur givið blaðnum skeivar
upplýsingar, og at bilførarin
var 21 ár. Vit biðja lesararnar
bera yvir við okkum.
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN