Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Síða 3 Nr. 74 — 25. oktober 1975 Besti báturin fiskaði mest uttan fyri markið Samlaða veiðan í troltíðini í ár var 4.967 tons. Tann besti báturin veiddi tað mesta uttan fyri fiskimarkid 15. september helt trolingin á landleiðini uppat í ár, og í vik- uni fekk fiskirannsóknarstovan veidutølini, sum hava verið til dataviðgerðar. Jákup Sverri Joensen, fiski- frødingur, upplýsir, at samlaða veiðan í ár var 4.967 tons, og tað er nakað meiri enn i fjør, tá samlaða veiðan var 4.760 tons. Í 1973 vórðu veidd 4.965 tons í troltíðini. Troltíðin í ár var ein mánaða longri enn i fjør. Men tað. kom ymiskt ímillum, sum t. d. út- róðrarverkfallið, sum vardi í einar triggjar vikur. Tilsamans 54 bátar hava luttikið í trolingini innan fyri- mark i ár. Jákup Sverri Joensen sigur, at fiski- rannsóknarstovan - veit einki åvist um, hvussu nógv er fiskað uttan fyri fiskimarkið, men fleiri bátar royndu uttan fyri markið ta loyvdu troltidina, og tann besti báturin í ár fiskaði tað mesta uttan fyri markið. Saml- aða veiðan hjá honum var 310 tons. Mest toskur Tað mesta fiskaslagið, sum hevur verið veitt í ár, hevur verið tosku. Negdin var 2.500 tons ella 31 pst. av samlaðu veiðuni. Tað er eitt sindur meiri enn í fjør. Hinvegin var tað væl meiri av tungu í år enn í fjør. 15 pst. av samlaðu veiðini var tunga ímóti 12 pst. í fjør. Av teimum trimum árunum, sum tað hevur verið loyvt at trola á landleiðini hevur mest verið fiskað av hýsu í ár. Tað vórðu Tilsamans 54 bátar hava luttikið í trolingini í ár veidd 960 tons av hýsu ímóti 800 tonsum í fjør. Jákup Sverri Joensen sigur, at hýsufiski- skapurin undir Feroyum seinnu árini hevur verið minkandi. Hvør er ætlanin við trolingini Tá spurningurin um troling á landleiðini fyrstu ferð varð havdur á lofti, mælti Fiskirann- sóknarstovan til, at einir 6—8 bátar sluppu at royna innan fyri mark eftir flatfiski, sum einki hevði verið roynt eftir fyrr. Men seinni varð,so loyvi givið til allar bátar undir eina ávísa stedd at trola -innanfyri. Jákup Sverri Joensen sigur, at hetta við at trola við meiri enn 50 bátum víkir eitt sindur frá tí uppruna- liga uppskotinum hjá Fiski- rannsóknarstovuni, og hann vísir á, at spurningurin um troling nú er farin at snúgva seg um, hver ætlanin er við henni. — Tað er jú ikki neyðugt at veiða eini 7—800 tons av flat- fiski við 50 bátum. Hesa nogd kundu eitt nógv minni bátatal klárað at veitt, sigur Jákup Sverri Joensen. Hann leggur aftrat, at hin- vegin er jú eisini vert at fáa nakað av rundum fiski við troli um summarið, men tað er ein spurningur, um rundur fiskur er so góður hesa ársins tíð. Hann er ógvuliga smáur, og í ár var tann sterri parturin av rundum fiski smáur. Trolbátarnir hava veitt mest av flatfiski á leiðini eystan fyri Nólsoynna. Men har hevur Jákup Sverri Joensen: — Av samlaðu veiðuni við Feroyar veiða vit eini 25. 30 pst. annars verið lítið roynt í ár. Samlaða veiðan á hesari leiðini var 755 tons. 43 pst. av ti, sum varð veitt har, var flatfiskur. 100.000 tons við Føroyar um árið Higartil hevur samlaða veiðan undir Føroyum verið um 100.000 tons, men tey seinastu tvey árini hevur verið veitt meiri. Í 1973 vórðu veidd 150.000 tons og nakað minni í fjør. Nógvir útlendskir trolarar fiska upsa og kongafisk við Foroyar. Í hesum fiskiskapi taka vit at kalla ikki lut. Føroyingar veiða sjálvir eini 25—30 pst. av samlaðu veiðuni undir Feroyum. Jákup Sverri Jonsen roknar við, at teir vesturtýsku trol- ararnir, sum royna undir Føroy- um í letuni, royna mest eftir toski. Hann sigur, at verður talið av útlendskum trolarum um 70, sum tað hevur ljóðað, os kann tað fáa heilt stórar avleið- ingar. Eisini vísir Jákup Sverri Joensen á, at ein sáttmáli er um veiðuna undir Feroyum, og eftir sáttmálanum hava vesturtýsk- arar ikki loyvi til at leggja veiðuna um. Higartil hava teir bert fiskað upsa og kongafisk, og so hava teir ikki loyvi til at útgera nakrar trolarar til at veiða eftir toski undir Føroyum, heldur Jákup Sverri Joensen. kommúnunýtt kannast Eftir tilmæli frá ráðhúsa- nevndini varð samtykt á al- mennum býráðsfundi í Klaks- vík týskveldið, at nýggja bókasavnið skal ikki bíða eftir ráðhúsabyggingini, men at bókasavnið verður bygt fyri seg. Mælt verður til, at bóka- savnsnevndin arbeiðir víðari við málinum og m. a. fær til vega skitsur til tvey alterna- tivir, annað á matr. nr. 437a og hitt á matr. nr. 484. Bæði matr. nr. eru á økinum vest- an fyri posthúsið. Tað fyrra er í norðara enda á økinum, meðan hitt er í syðra enda, t. v. s., at í seinna førinum A fundinum vórðu tvey skriv um bygging av barnagørdum. Annað frá foreldrum at bernum í barnagarðinum hjá KFUM & K óg hitt frá Klaksvíkar húsmeðrafelag. Í báðum skrivunum verður sagt. at tørvur er á einum barnagarði afturat, og verður heitt á býráðið um at loysa hetta mál. Foreldrini at bernunum í barnagarðinum hjá KFUM á K hetia á býráðið um at stuðla KFUM & K við at byggja nýggjan barnagarð og mæla samstundis til, at ein barnagarður verður bygdur afturat. Í hesum sambandi varð upplýst, at KFUM & K hevur Eftir tilmæli frá havnanevnd- ini varð samtykt at siga strandferðslumyndugleikun- um frá, at nevndin heldur fast við upprunaliga planin, hvar eftir Smyril skal hava legu á Stongunum, meðan legan á høvudspierinum bert verður at rokna sum ein fyri- bilsloysn. Nevndin mælir til, at strandferðslan fær eina freist upp á seks mánaðar til at nýggju leguna samg. ta avtalu, ið gjørd varð, tá strandferðslan fekk loyvi at gera fyribilsleguna á pierinum á vestursíðuni. Nakað av orðaskifti stóðst greiða ta Bókasavnið verður bygt fyri seg — Tervurin á vøggustovu og einum barnagarði afturat skal x Tørvur á barnagarðsplássum x Smyril á Stengurnar kemur facadan væntandi at venda ímóti Vágstúni og gamla kirkjugarði. Víðari mælir ráðhúsa- nevndin til, at ráðhúsið verður bygt á Vágsbe, t. e. millum posthúsið og telefon- stødina. Í tilrådingini sigur nevndin eisini, at hon seinni fer at koma við uppskoti um, at boðið verður út til arki- tektkapping um nýggja ráð- húsið. Av tí at málið eisini var fyri á seinasta býráðsfundi, varð orðaskiftið stutt, og til- ráðingin varð einmælt sam- tykt. sekt býráðið um at fáa ókeypis maskinur til út- grevsturin og ókeypis tilfar til planeringina, og at hetta longu er játtað. Annað ynski er ikki komið frá teimum, sum stjórna KFUM & K og barnagarðinum har. Í skrivi sínum sigur Klaks- vikar húsmeðrafelag, at fel- agið er til reiðar at hjálpa til við at útvega pening til bygging av veggustovu, barnagardi og møguliga fri- tidarheimi. Fleiri byrådslimir høvdu ordid um hetta mål, og mælt varð til, at málið fær viðgerð i sosialu nevndini, sum m. a. fekk álagt at kanna tervin á vøggustovum og einum barnagarði afturat. um etta mál. Greitt varð frá, at ferðsluviðurskiftini til og frá strandferðslubryggjuni á Stongunum eru sera góð, at parkeringsvidurskiftini har somuleidis eru i lagi, medan ongi parkeringsplåss eru å keiøkinum vestanfyri, og at ferdslutrupulleikarnir har eru stórir í sambandi við Smyril. Eisini varð víst á, at hovuðspierurin á vestursíð- uni er tann einasta bryggjan, ið kann taka sterri skip, og at tað er sera óheppið, at hesin pierur verður nýttur til ferju- legu. Tilráðingin frá havna- nevndini varð samtukt