Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 25. oktober 1975 sosialurin Síða 5 Strandferðslan orsøkin til mista postsambandið hjá skúvoyingum Arne Jensen úr Havn er mis- nøgdur vid rutusambandid til Skúvoyar. Fyrr kundi hann vera og ferðast í Skúvoy í seks heilar dagar um heystið. Men í ár blivu tað bert tveir dagar av niggju, orsakað av rutusambandinum. Arne Jensen, sum seinastu niggju árini hevur verið i Havn, sigur, at hann er vanur at vera í Skúvoy og ferðast í heystfri- tíðini. — Eg eri farin suður leygar- dag og komin norður aftur leyg- ardag. Havi sostatt havt heilar seks dagar har suðuri. Eg havi altid verið væl nøgdur við tað, hóast onnur, ið høvdu betri ferðasamband kundu verða bæði ein og tveir dagar longur heima hjá foreldrunum. Men heystfritidin i ár royndist ødrvisi. Arne Jensen sigur, at hann hevði roknað við at fáa eina heila viku eisini í ár. Hann slapp suður týsdagin, men var noydd- ur at koma norður aftur friggja- dag. — Eg hevði sostatt møgu- leikar at vera í Skúvoy í tveir dagar av niggju. Tað er ótrúligt, at slíkt kann henda í 1975, heldur Arne Jensen. Arne Jensen heldur fram, at Strandferðslan var beinleiðis or- sekin til, at Skúvoyggin nú hevur mist leygardagssamband- ið við Sandoynna og Havnina. Til fyri fáum árum síðani sigldi ein bátur úr Skúvoy til Sands eftir posti týsdag og leyg- ardag. Og hesir túrar vórðu goldnir av postverkinum. Síðani birjaði strandferðslan at sigla til Skúvoyar báðar hesar dagarnar. — Skilligt var, at eingin grund var til, at bátur sigldi til Sands eftir posti sama dag sum skip frá Strandferðsluni kortini kom suður. Strand- ferðslan røkti hesa sigling, og tað hevur hon eisini gjørt til september mánaða í ár, sigur Arne Jensen, sum leggur aftrat, at Strandferðslan hevur sostatt verið beinleiðis orsøkin til, og hevur skuldina fyri, at Skuv- oyggin hevur mist leygardags- sambandid vid Sandoynna og Havnina. Tveir unglingar um syfilis-sjåkuna: Allir føroyingar mugu til læknakanningar Hetta kann tykjast veruleikafjart Men eftir okkara tykki er hetta tann einasti effektivi mátin — Okkara uppskot er — stutt og greitt — at øll fólk i Føroyum, umframt teir, ið koma heim úr Grenlandi, eiga at verða kannað av lækna. Hetta kann tykjast veruleikafjart og torført at seta í verk. Men hetta er eftir okkara tykki einasti effektivi máti at steðga og útrudda hesa ógvu- ligu, til aðrar tíðir lítið um- talaðu, vandamiklu kynssjúku. Hesa áskoðan hava tveir ungl- ingar, eftir at tíðindi bórust um kynssjúkuna syfilis. Samveran Teir siga, at eftir at hava hoyrt Norderø, lækna, har hann segði, at fólk kunnu verða smittað, uttan at hava havt likamliga samveru, má og skal ein slík kanning setast í verk. Eisini vísa teir á, at tá tuberklarnir = herjaðu landið, gjørdi Magnussen eina slíka kanning, sum var sera úrslita- góð. — Men ein kanning av hesum slag vil uttan iva bæði vea kostnadarmikil og krevj- andi. Og samstundis mugu folk skilja vandan og lata seg kanna, siga unglignarnir. Teir halda, at um sjúkan fær fríar teymar, so vil kostnaðurin av læknaviðgerð og heilivági gerast nógv sterri enn kostnað- urin av einari umfatandi kann- ing. Teir likamligu skaðar, sum standast av sjúkuni, mugu eisini tala fyri hesum tiltaki, siga teir báðir unglingarnir Heimskendir tónleikarar higar Í døgunum frá 1. til 4. november fær Tórshavnar Musikkskúli vitjan av heims- kendum tónleikarum. Tað er eitt professionelt kamar- orkestur saman við heims- kenda violinistinum Tibor Varga, sum i løtuni er å kon- sertferð i Nordurlondum, sum kemur higar. Tað er aðru ferð, at Tibor Varga vitjar í Feroyum. Fyrru ferðina var í 1970, tá hann var í Føroyum saman við Sønderjyllands Symfoniorkestri. Erik Pedersen, Tórshavnar Musikkskúli, sigur, at Tibor Varga altid hevur ynskt at komið aftur til Føroya, og tað varð hildið, at hetta er tann rætta letan, nú hann er á x kring oyggjarnar konsertferð í Norðurlondum. Áðrenn týska kamarorkestrið kemur higar við flogfari friggjadagin í næstu viku, skuldu teir halda konsertir í Danmark. Erik Pedersen hevur sjálv- ur verið næmingur hjá Tibor Varga, sum er búsitandi í Sion í Sveits. Hetta var í 1966/67. Annars hevur Tibor Varga undirvísing fyri tón- leikarum, sum teljast millum heimsins bestu. Í 1948 gjørd- ist hann professari í tónleiki við lærda háskúlan í Dettnold í Týsklandi. Tibor Varga er føddur í 1921 í Ungarn, og undir krignum fekk hann bretskan ríkisborgararætt. Bæði landsstýrið og býráð- ini í Havn og Klaksvík hava hjálpt til vid figgingini av ferðini. Á einari av teimum trimum konsertunum, sum verða hildnar bæði í Havn og í Klaksvík, skal Tórshavnar Musikkskúli eisini luttaka. Og Musikkskúlin venir nú burtur úr tilfari, sum teir skulu spæla saman við Kam- arorkestrinum. Fyrsta konsertin verður í Læraraskúlahellini í Havn leygarkvøldid 1. november. Sunnudagin verður konsert í Klaksvík og mánakveldið aftur í Havn í Læraraskúla- hellini saman við Torshavnar Musikkskúla. Á konsertun- um leygarkveldið og sunnu- dagin verða spæld Árstíð- irnar av Vivaldi, Dupult- konsert av Bach fyri tvær violinir og orkestur og violin- konsert í A-dur av W. A. Mozart. Mánakveldið er Natiónsoverturan eftir Tele- mann á skránni. Eisini verða violinkonsert í E-dur av Bach og symfoniin í A-dur av W.A. Mozart spæld. Nýtt fimleikafelag í Havn Týskveldið varð nýtt fim- leikafelag stovnað í Havn. Tað er fimleikafelagið Ljósið. Á stovnandi fundinum varð Eliesar Arge valdur til for- mann, Kirstin Hansen til skrivara og Gudmund Skæl- ing til kassameistara. Sum tiltakslimir vóru valdar Her- gerð Joensen, Lydia Arge og Winnie Stensborg. Grann- skoðarar eru Liggjas Joensen og Torgerð Nielsen. Tað er ætlanin at skipa fýra fimleikalið. Eitt lið við mødrum og bernum, trý vaksnamannalið og eitt barnalið. Hesi limagjeld vórðu ásett: 220 kr. um árið fyri móður og barn tvær ferðir um vikuna, 150 kr. um árið fyri vaksin tvær ferðir um vikuna, 90 kr. fyri vaksin eina ferð um vikuna og 50 kr. um árið fyri børn eina ferð um vikuna. Limatalið í nýggja fim- leikafelagnum er um 50. Felagið fær í næstum vitjan av einum lærara frá ítróttar- háskúlanum í Árhus. Tað er Åse Grønbech. 300 folk sóu framsýningina Millum 200 og 300 fólk sóu fiskivinnuframsýningina hjá Meginfelag Útróðrarmanna, sum var í Klaksvík í farnu viku. Í Havn sóu 2000 fólk framsýningina. Adolf Han- sen, sum er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sigur, at tað er ætlanin at fara um alt landið við fram- sýningini. Hon er nú á Eiði og endar í dag. Trý virkir fingu treytaleysa løggilding Nevndin, sum hevur skip- anina um løggilding i Føroy- um um hendur, var i fjør og synadi øll fiskavirkir i land- inum. Try virkir vóru i so- vorðnum standi, at tey fingu treytaleysa løggilding í eitt fimm ára skeið. Restin av virkjunum fekk fyribils tíðar- festa løggilding við treytum um at fáa tað í rættlag, sum ikki var sambært lóg um reglugerð um løggilding. I teimum førum, har kommun- an hevði skyldu til at fáa ymisk viðurskifti í rættlag, sum t. d. viðvíkjandi haldi av vegum og brúm uttan um virki og at skaffa nóg nógv vatn, hevur verið skrivað frá eftirlitsmyndugleikunum beinleiðis til kommunurnar. Landsstýrið hevur heim- ilað fiskiidnaðarstovuni at hava í hondum leiðsluna og dagligu umsitingina av løg- gildningarskipanini. Í nevnd- ini sita: Niclas Magnussen, valdur av arbeiðseftirlitinum, D. J. Bærentsen, valdur av heilsumyndugleikunum, Ro- bert Poulsen, Feroya Fiska- sela, Haldor Hansen, vraka- stovnurin, og Karsten Hoydal, fiskiidnaðarstovan. 150.000 pund Pison var á Klaksvík miku- dagin og landaði 150.000 pund av línufiski. Nógv nýggj hús Ein nýggjur býlingur er komin á Eiði. Tað er vesturi á Bo, sum teir rópa. Tað eru nøkur ár síðani nú, at tey fyrstu húsini vórðu bygd har. Eini 10— 12 nýggj hús standa vesturi á Bo.