Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Byggja ný garð til 84 børn sosialurin ggjan barna- — KFUM & K í Klaksvík fer undir at byggja nýggjan barnagarð, sum væntandi stendur liðugur um 10 mánaðar KFUM & K í Klaksvík hevur ætlanir um at byggja nýggjan barna- garð, sum er projekter- aður, og sum varð útboðin fyrr í ár. Talan er um at byggja ein byggning upp á 24 x 12 metrar við einum til- byggningi upp á 12 x 12 metrar Í tveimum hæddum. Niðara hædd- in í nýggja byggning- inum, sum kann rúma 84 børnum, skal nýtast til barnagarð. Felagið fekk tvey til- boð upp á fyrsta byggi- stigið, sum umfatar innilokan av byggning- inum og niðaru hæddina gjørda til barnagarð. Teir, sum boðið hava, eru byggifelagið G. West Hansen 1.799.000 kr. og byggifelagið Kanjon 1.807.000 kr. KFUM & K hevur tikið við tilboðnum frá G. West Hansen. Byggitíðin verður mett til 8—9 mánaðar. Torført at fáa fígging Upplýst verður fyri blaðnum, at byggingin byrjar, so skjótt fígging er fingin, men lagt | verður afturat, at tað sýnist at vera torført fyri ikki at siga heilt Ogjørligt at fáa fígging í Fer- oyum. Felagið hevur tí vent sær til Kredittforeningen Danmark. Haðani er tó onki svar komið enn. KFUM & K hevur i letuni stivar 100.000 kr. tøkar umframt byggning og grundøki, sum eru virðismett * til 1,2 mill. kr. Klaksvíkar byråd hevur givið tilsøgn um útgrevstur og planer- ing. Og i gjårkvøldid byrjadi eydnuhjólsútsela i KFUM & K, sum heldur fram i kvøld, til Nr. 74 — 25. oktober 1975 frama fyri bygging av nyggjum barnagarði. Stérur tørvur Tørvurin å einum størri og meira tíðarhóskandi barnagardi í Klaksvík er stórur. Barnagarðurin hjá KFUM & K, sum er tann einasti í býnum, hevur verið fullsettur seinastu árini, og eisini hava nógv bern staðið á bíðilistum. Tann verandi barnagarðurin, sum varð tikin í nýtslu í 1957, hevur pláss fyri 63 børnum. Sonur Charles Lindbergh á lívi — er handilsmaður í Chicago Tann lítli Charles saman við pápanum stutt áðrenn burturflytingina Er sonur tann kenda flogskiparan, Charles Lindberg, framvegis á lívi? Spurningurin verður nú reistur í einum sjónvarpsfilmi um hendingina, tá sonur Charles Lindbergh varð burturflyttur í 1932. Charles Lindbergh rindaði 250.000 kr. í loysi- gjaldi fyri sonin, sum seinni varð funnin deyður í einum skógi bert 10 kilometrar frá húsunum hjá foreldrunum. Tað er sjónvarpsfelagið NBC, sum stendur fyri filmsupptek- uni Høvudsleiklutin sum Charles Lindbergh hevur Cliff de Young. Sendingin fer at fåa ymsar hendingar í málinum fram aftur i ljósið. Bruno Richard Haupt- mann, ein snikkari, sum var ættaður úr Bronx í New York, varð handtikin og dømdur fyri burturflytingina, hóast hann til sín deyðadag helt fast við, at hann var ósekur. Men Haupt- mann varð avrættaður. Serfrødingar ivast Seinni hava fleiri kriminalser- frødingar sett eitt spurnartekin vid progvini fyri, at Hauptmann var sekur i dråpinum av ti litla Charles Lindbergh. Teir halda, at dómurin einans var eitt úrslit av einum fólkavilja, sum kravdi, at burturflytararnir vórðu funnir og revsaðir. Og tað var eisini tað, sum tann táverandi FBI- leiðarin J. Edgar Hoover livdi upp til. Tað hevur eisini ljóðað, at FBI sjálvt smíðaði prógvini ímóti Hauptmann. Teir vórðu noyddir til at vísa á eitt úrslit, um virðingin fyri teimum skuldi ikki minka mill- um fólk. Teir slógu seg tí til tols við, at Bruno Hauptmann var tann seki, og teir útvegaðu líkið av einum barni, sum teir søgdu vera tann lítla Charles Lind- bergh. Snikkarin kundi takast av døgum, og málið var harvið uppklárað. Er í Chicago Nú ljóðar tað, at tann lítli Charles Lindbergh ontantíð varð Bruno Hauptmann, tá dómurin fall myrdur, men at hann kom at vera hjá nekrum barnleysum hjúnum, sum síðani fostraðu hann upp. Í sjónvarpsfilminum verður hann navngivin sum ein handilsmaður í Chicago. Charles Lindberg, eldri, doyði av krabbameini í august mánaða í fjør. Hann var 72 ára gamal. Charles Lindbergh fekk fólka- tekki, tá hann sum tann fyrsti fleyg um Atlantshavið í „Spirit of St. Louisa. Seinni giftist hann við Onnu Marrow. Tey livdu eina eydnu- sæla tilveru, til náttina 1. mars í 1932, tá sonur teirra varð burturfluttur úr kamari sínum í húsunum uttan fyri Hopewell í New Jersey.