Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 1975síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 25. oktober 1975 — kaprifoliu í hondini, dóyði í stundini. Hon hevði fingið eina kúlu beint í hjartað. Mussolini, sum hevði fingið fimm kúlur í seg, livdi enn. Audisio gekk fram at honum og skeyt hann í hjartað. HONGD UPP Á TORGINUM Líkini av Mussolini og Clar- ettu vóru við lastbili koyrd til Milano. Har vórðu tey blakað á torgið, Piazzale Loreto, sama staðið, har Týskarar nakað frammanundan hevdu skotið 15 italskar partisanar. Dagin eftir kom hópur av fólki oman á torgið. Hevdið á Mussolini hvíldi í fanginum á Clarettu. Bráddliga kom eði í mannamúgvuna. Ein maður leyp fram og sparkaði eftir hevdinum á Mussolini. Fólk geylaðu og fóru at dansa uttan um líkini. Eitt konufólk skjeyt fimm skot í tann lívleysa kroppin á Mussolini — eitt fyr hvenn sonin, hon hevði mist í krignum. Ein onnur skræddi skjúrtuna utt- an av honum og setti eld á hana. Tá kom ein partisanleiðari har og bað fólk vera sinnilig, men sama gjørdi. Fólk hæl- sosialurin Síða 11 aðu likini í sansaleysari ødi. Hetta var hatrið frá mongum árum, sum nú breyt seg fram. Trý hundrað politistar, sum skuldu leggja uppí, máttu skundisliga taka til rýmingar við klæðunum í lepum. So varð slekkiliðið boðsent, men heldur ikki vatnið frå slang- unum kundi slekkja hetta sansaleysa hatrið. At enda vórðu líkini hongd upp eftir øklunum, Mussolini og Claretta lið um lið. Ein partisanur hevði spent reim sína um beinini á Clarettu, so kjólin skuldi ikki glíða niður um. Tá helt eitt konufólk fyri: >Er tað ikki legið? So mongum vása, sum hon hevur verið í, at ikki eittans eyga skal vera farið á sokk- unum hjá henni!« Kirkjuklokkurnar í Milano tóku at kima. Fyrst kom tann syrgni ljómurin frá San Babila kirkjuni, síðani tann álvarsami klangurin frá San Ambrogio kirkjuni, og allar hevdu tær somu boðini at bera: Il Duce er deyður, sigurin og frælsið er okkara. Hesi tíðindi kimaðu tær út um býin, út um Ítalia, út um allan heim. Il Duce var farin yvir í seguna. Endað B-2R við rytmubox, basspedalum og bonki Kontantprísur Setið sparipening tygara í FØROYA SPARIKASSA — fólksins peningastovn tað lønar seg Blåsilampur Tær vælumtóktu Kosan blåsilampurnar eru aftur á goymslu týsdagin 28/10. Fa. Martin J. S. Mortensen Tungugøta 9 - 3800 Tórshavn Telefon 11706 Dr. Jacobsensgeta 20 - telefon 11330 - eæleKtra VIKUTILBOD stor, svensk i bk. å 6 stk. Cream Cracker Á 10 í pk. á 215 gr. NU 2 Kaffi í posum á l/2kg NÚ 129 Agurkur Speygusild ibk. å4 stk. NU 3 Høsnarungar 850 gr. NU 8% Hakkikjøt irl. å 1/2 kg Eisini hava vit: Sera gott føroyskt oksakjøt — Ræst kjøt — Salt kjalkar — Góðan ræstan fisk — Tvøst og spik o.m.a. Handilsvirkid P.A.RESTORFF TLF. 14733 *Handilin við tveimum parkeringsokjum