leygardagur 25. oktober 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
— —
koma ásámt við teir, kundi
hetta kanska fyribyrgja ein-
um uppreistri í Milano og
einum borgarastríði, sum
bert kundi elva til neyð og
oyðileggingar. Uppreisturin
lá longu nógvastaðni og lúrdi
og nógvir handlar vóru aftur-
latnir.
Á einum fundi 25. apríl
kravdu partisanarnir treyta-
leysa yvirgeving, og hesum
vildi Mussolini ikki taka við.
Hann fór aftur í hevuðs-
miðsteð sína saman við adju-
dantum sínum, sum nú
hvørki vistu, um teir vóru
keyptir ella seldir. Mussolini
hevði nú púra slept Valtellina
ætlanini. Nú vildi hann hava
teir at taka seg aftur til
Como-vatnið einar 50 kilo-
metrar longur norðuri.
Nú komu í heilum boð um,
at Milano var fallin, og at tað
uddi við partisanum uppi í
fjøllunum. Í hesum stand-
inum settist Mussolini at
skriva konu síni, Rachele,
skilnaðarbræv. »Eg eri nú
komin til seinasta kapittul,
seinastu síðuna av livssøgu
míni. Eg fari at biðja teg um
fyrigeving fyri alla ta sorg, eg
havi volt tær. Tað var ikki
ætlan mín at gera tær ilt. Tú
veitst væl, at tú ert einasta
kvinnan, eg nakrantið havi
verið góður vid«.
VINIRNIR RÝMA
Einans hjákonan Claretta og
teir trúgvastu av teimum
gomlu fasistunum vórðu ver-
andi eftir hjá honum. Allir
teir mongu, sum saman vóru
savnaðir til tann seinasta
stóra bardagan, sníktu seg
burtur so við og við. Teirra
trúgv á Il Duce var fokin. Tá
Mussolini einaferð spurdi,
hvussu mangir vóru eftir,
sum fúsir vóru at fylgja sær,
varð svarað »tolv!«.
>Vit fara hiðani klokkan
fimm í morginåri,« segði
Mussolini. >Vónandi kunnu
vit vera í týsku sendistovuni í
Merrano, áðrenn myrkt verð-
ur.«
Mussolini og fylgismenn
hansara flyddu saman vid
einari tysk-italskari rød av
hervognum. Å odda koyrdi
ein pansaravognur við einari
20 mm kanón í torninum og
einari maskinbyrsu hverju-
megin við. Aftan á kom so
Mussolini í sínum egna Alfa
Romeo bili (seinni fór hann
upp í pansaravognin). Í fylg-
inum vóru m. a. 200 týskir
hermenn, sum nu tóku seg
aftur.
Pansaravognurin koyrdi
spakuliga eftir vegnum vest-
an fyri Como-vatnið, men
einar tiggju kilometrar norðan
fyri Menaggio kom ein seym-
ur fastur í hjólið, so teir
noyddust at steðga. Teir
triggir Tyskararnir, sum sótu
í vogninum, fóru út. Nú
sirmaði. Einar hálvt hundrað
Pier Luigi Bellini, greivi, ítalski
partisanførarin, sum saman við
monnum sínum tók Mussolini og
hjákonu hansara, Claru Petacci,
til fanga við Como-vatnið
metrar longur frammi var
vegurin stongdur við viðar-
bulum og hesum stóru klett-
unum.
Uppi á ti lága grótgarð-
inum fram við vatninum
flákraði eitt hvítt lumma-
turriklæði. Eina letu seinni
stóðu bráddliga triggir parti-
sanar har. Hevuðsmaður
teirra var Pier Luigi Bellini,
turrisligur svartskeggjutur
ungur maður úr Firenze.
>VIT HAVA
FANGAÐ HANDA
GAMLA FANAN!«
Hans Fallmeyer loytnantur
greiddi vegna Týskararnar
frá, at teir vóru á veg til
Merano og avgjort ikki
ætlaðu sær at stríðast við
Italienarar, men Bellini risti
vid høvdinum og segdi seg
hava fingid bod um at stødga
ollum, sama hvert tað var.
>Tit eru umgyrdir av mínum
partisanum í allar ættir, og
teir kunnu gera av við
tykkum allar eftir fáum
minuttum.«
Bellini spurdi nu, hvussu
nógvir Ítalienarar vóru við.
Fallmeyer, sum ikki vildi
geva Mussolini og fylgi
hansara upp til partisanar-
nar, segði bert nøkur fá sivil-
fólk vera vid, sum hann onga
ábyrgd hevði av.
Fallmeyer segði, at tann
einasti, sum kundi avgera,
antin teir sluppu igjøgnum
ella ikki, var divisjónsgener-
alurin, og ti mátti Fallmeyer
koma við á høvudsmidstød-
ina.
Úrslitið varð, at Týskarar-
nir sluppu at halda leiðina
fram til býin Dongi, meðan
Italienararnir skuldu vera
eftir. Einans Mussolini kundi
sleppa við, segði Fallmeyer.
Mussolini var ílatin sum
týskur hermaður, so parti-
sanarnir skuldi ikki kenna
hann aftur. Hann slapp
hvorki at hava hjåkonuna ella
ráðharrar sínar við sær.
Klokkan 3 seinnapartin
koyrdu vognarnir oman á
bryggjuna í Dongo, og har
komu í stundini nakrir parti-
sanar at kanna teir. Høvuds-
maður teirra, Urbano Lazarro,
var beint í ferð við at kanna
pappírini hjá Týskarunum, tá
hann hoyrdi eitt róp. Ein av
monnum hansara kom renn-
andi ímóti honum. Hesin
maðurin kallaðist Negri og
hevði einaferð verið kanón-
skjútti á einum herskipi, sum
Mussolini einaferð hevði verið
umborð á. Tá hevði hann sæð
italska einræðisharran og
hevði síðani ongantíð gloymt
andlit hansara.
>Bill!< teskadi hann frå
sær sjálvum. »Vit hava
fangað handa gamla fanan!«
»LAT MEG
DOYGGJA SAMAN
VIÐ HONUM !<
Mussolini gjørdi onga mót-
stødu, tá partisanarnir tóku
hann. So fóru teir við honum
til ráðhúsið í Dongo, har
hann hoknaði niður á ein stól
og varð sitandi sum ein, ið
hevur verið fyri ringum
skelki. Hann bað geva sær
eitt glas av vatni.
Hjákonan hjá Mussolini,
Claretta Petacci, var imedan
eisini afturkend og tikin til
ráðhúsið í Dongo. Hon rætti
frá sær sjálvum hendurnar
fram móti Bellini og spurdi,
hvussu leingi teir ætlaðu at
hava Mussolini í varðhaldi.
„Hvussu skal eg fáa sannført
tygum um, at eg einans havi
fylgt honum ell hesi árini, av
ti at eg eri góð við hann?
Týgum mugu trúgva mær!«
segði hon og fjaldi andlitið í
hondunum.
Bellini lovaði rerdur at
gera, hvat hann kundi, so
hon ikki skuldi koma at líða.
Claretta turkaði tárini but-
ur. >Lovið mær eitt!< segði
hon. >Skal Mussolini skjót-
ast, so lovið mær at verða hjá
honum til endan, og skjótið
so meg við. Latið meg
doyggja saman við honum!«
MUSSOLINI OG
CLARETTA TIKIN
AV DØGUM
Bein í hesum degum vóru
menn altráir eftir at fanga
Mussolini. Kommunistarnir á
hevuðsmiðsteðini hjá parti-
sanunum vildu, at hann
skuldi verða dripin, meðan
teir sameindu vildu fanga
hann livandi.
Tann 27. apríl fór ein
amerikanskur heryvirmaður,
Emilio Q. Daddario kapteyn-
ur saman við 12 italienarum
at leita eftir Mussolini.
Daddario var fyrsti Amerik-
anarin, sum kom fram til tað
innigyrda Milano.
Partisanarnir vistu framm-
anundan, hvar teir skuldu
leita eftir Mussolini, og teir
høvdu longu valt mannin,
sum skuldi drepa hann. Tað
Nr. 74 — 25. oktober 1975
So ljótur skuldi endin verða. Her hanga líkini av Mussolini og
hjákonu hansara, Claru Petacci, upp eftir øklunum vid høvdinum
niður á torginum í Milano, meðan mannamúgvan háðar tey . -
var tann 36-ára gamli Walter
Audisio, sum eisini gekk
undir dulnevninum Valerio
oberstur. Audisio hevði sitið
leingi í fongsli, av tí at hann
hevði verið ímóti fasistunum,
og hann hataði Mussolini.
Tá Audisio kom til Dongo,
hevði Bellini alt fyri eitt ill-
gruna til hansara, men hann
fekk einki gjørt, av ti at hesin
gjørdi eftir boðum frå høv-
udsmidstødini.
Tá Audisio segði, at bæði
Mussolini og Claretta skuldu
skjótast, øtadist Bellini og
helt fyri: >Júmen, vit kunnu
tá ikki fara at skjóta eina
kvinnu. Hon hevur bert
hildið saman við honum, tað
kann hon ikki demast
fyri ..
>Tað eri ikki eg, sum havi
avgjørt hetta,« kvetti Audisio
hann av. >Dómarnir eru feldir
frammanundan.«
Bellini, sum sturdi av ti at
so mong vistu, hvar Musso-
lini var, hevdi kvøldid fyri
flutt hann og Clarettu nidan i
eina bygd uppi i fjøllunum.
Niðan har fóru nú Audisio og
menn hansara. Klokkan 4
seinnapartin komu teir fýra
menninir til smáttuna, har
Mussolini og Claretta hevdu
sovið um náttina.
Audisio gav nú fangum
sínum boð um at savna við-
forið saman og koma út í
bilin. Nakrar hundrað metrar
,
longur niðri var bugur í
vegnum og har bað Audisio
bilstjóran um at steðga. So
vórðu Mussolini og Claretta
biðin um at fara út úr bil-
inum.
„Eftir boðum frá hevuðs-
miðsteðini skal eg útinna
dómin yvir tygum í navni
italska fólksins!< hjelt Au-
disio fyri.
»Nei!« rópti Claretta. >Nei,
hatta kunnu tygum ikki!«
»Havid tygum heldur til
viks, um tygum ikki eisini
vilja doyggja!< hvesti Au-
disio. So trýsti hann á stilli-
pinnin, men einki hendi.
Maskinbyrsan var farin í
baklás. So fekk hann sær illur
revolvara sín upp í hondini,
men hann bert klikti, annað
hendi einki. >Gev mær re-
volvara tín!< rópti hann á
Moretti, sum var við honum.
Hesin gjørdi sum hann varð
biðin.
Bilstjórin hekk niður á
róðrið og tók at spýggja, tá
hann sá Mussolini skræða
seg úr jakkanum. »Skjot meg
í bringuna!< segði hann hart
og skilliga. Claretta sprakk
fram og stillaði seg framman
fyri honum. Í næstu letu
skjeyt Audisio tvær ferðir —
fyrst fimm skot, síðani fýra.
Mussolini og Claretta smullu.
Claretta, sum hevði eina
——
|
Í
|