mikudagur 26. november 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 83 — 26. november 1975
——
stubbar uttaneftir
10.000 politiskir
fangar í Sovjett
Í minsta lagi 10.000 fólk eru
sett fost í Sovjettsamveldin-
um grundað á politisku og
átrúnaðarligu stødu sina,
verður sagt í eini 154 síðu frá-
greiðing, sum varð kunn-
gjørd í síðstu viku í London
av Amnesty International,
sum er ein óheftur felags-
skapur, sum arbeiðir til
frama fyri samvitskufangum.
Frágreiðingin er hin mest
detaljeraða frágreiðingin, sum
Amnesty International hevur
gjørt um brot á mannarætt-
indi í einum einstekum landi.
Sovjett enn størsti
oljuframleidari
Sovjettiska oljuframleidslan
kemur í år upp á 490 milliónir
tons, sigur sovjettiski olju-
málaráðharrin Valentin Sja-
sjin. Landið er sostatt enn
heimsins størsti oljuframleið-
ari.
Oljulondini
um hjálp til
Cleaver heim
til rættargongd
Fyrrverandi leiðarin í <Black
Panther Partys, svertu
pantararnir, Eldridge Cleaver,
sum flýddi úr USA fyri sjey
árum síðan, er farin aftur til
USA, til reiðar at standa til
svars fyri at vera farin út um
mark í royndartíðini frá
fongslinum. Hann varð hand-
tikin, so skjótt hann steig á
amerikanska jørd og skal i
rættin.
Taka fólk
uttan ákæru
Indiska stjórnin hevur fingið
fullan rætt til at taka fólk,
sum eru illtonkt fyri at hava
gjørt eitthvert, og sum áður
eru sloppin leys aftur, ti tey
vórðu funnin ósek. Hetta
skilst av boðum frá indiska
forsetanum. Sambært boðini
kann hver og ein takast aftur
av somu grund sum fyrru
ferð, hóast ein er funnin at
vera ósekur fyrr.
Osamd
menningarlond
Figgjarmålarådharrar frå limalondunum i fel-
agsskapinum av oljuframleiðandi
londum
OPEC kjakaðu mánadagin í Wien um møgu-
leikarnar fyri at leggja eitt sindur av teimum
vaxandi
oljuinntøkunum Ii
ein grunn til
menningarhjálp í triðja heiminum.
Útlit var tó ikki fyti, at hetta fór at eydnast.
OPEC keldur søgdu mánadagin, at fleiri av
oljulondunum eru meira hugað at geva sjålv-
støðuga hjálp.
Harðasti talarin fyri uppskotinum er lran,
og innaríkisráðharrin Jamshid Amouzegar
segði, at hann vónar at ein ætlan kann verða
gjørd, áðrenn samráðingarnar um orku og
ráevni millum umboð fyri oljuframleiðandi
og oljukeypandi
londini í
París í næsta
mánaða og menningarlondini.
Amouzegar
bað á manafdagsfundinum
hini OPEC londini um at fylgja dómi Irans og
geva menningarlondunum 10 amerikanskar
cents fyri hvgrja tunnuna av olju.
Jamshid Amozegar
1000 dripin í irska
orgarastriðnum
Ein víttfevnandi kreppa hevur rakt
landið — IRA í klovningum
Týsdagurin í farnu viku var ein merkisdagur í
nýggjari
søgu Norðurírlands.
Síðan borgara-
stríðið byrjaði í 1969 hava 1000 sivilir borgarar latið
lív. Nummar 1000 í raðnum var ein ungur boksari.
Í vikuni frammanundan fór ein onnur hending
fram, ið møguliga fær stóran tydning fyri framtíð
Írlands. Tann 78
manns stóra stýrisskipanar-
nevndin gav eina frágreiðing um, hvussu írska
samfelagið skal skipast. Men enn er lítið likid út
um innihaldið.
Arbeiðið upp á hesa frágreiðing
fór nevndin undir tann 11. sep-
tember í ár. Endamálið við
arbeiðinum var at finna fram til
eina stýrisskipan, har valdið
verður býtt millum protestant-
iska meirilutan og katólska
minnilutan.
Aðrenn fundarrødina møttust
teir protestantisku luttakarar-
nir. Á hesum fundinum varð eitt
uppskot sett fram um at nokta
katolikkunum avgerðarrætt.
Bert ein atkveddi ímóti.
Norðuríirland, ella Ulster, sum
tað eisini kallast, er ein partur
av bretska statssamfelagnum,
so leingi sum ein meiriluti av
fólkinum ikki er ímóti hesi
skipan. Hetta er sligið fast í
Hvítubók fyri Norðurírland, ið
varð almannakunngjørd i mars
1973. Bókin snýr seg um stýris-
skipanarligu framtíðina fyri
landslutin og ger vart við, at
stoðugt politiskt samarbeiði
millum protestantar og kato-
likkar er treytin fyri, at Ongland
tekur seg aftur sum verji
Norðurírlands.
Bretskir politikkarar halda
ikki at uppskotið, ið 43 av lim-
unum samtyktu, meðan 31
atkveddu ímóti, er serliga virðis-
mikið. M. a. vegna tann tepra
meirilutan. Men í sjálvum sær
hevur arbeiði og fundarreðin
virðir, siga teir.
Vittfevnandi kreppa
Landið er ikki bert í politiskari
tómgongd. Kreppan er vitt-
fevnandi, og vinnulivid er meint
rakt. Utlendsk vinnufelog eru
varin við umbiðingum, sum
vegna terrorvirksemi ofta eru
seinkaðar Hetta hevur m. a. við
sær, at bíleggingar til skips-
idnadin eru so óregluligar, at
hann hevur stórar trupulleikar
at dragast við. Ikki minst figgj-
arligar. Vegna minkandi út-
lendskan kapital er arbeiðsloysi
eisini rættiliga stórt í bæði
skipsidnadinum eins og innan
ídnaðin í heila takið. Fyrst og
fremst eru tað katolikkarnir, ið
ganga arbeiðsleysir. Nordurirsku
katolikkarnir taka eisini til: Last
hired — first fired. Seinast settir
fyrst koyrdir.
Religiónsstríð
— stættarstríð
Umframt teir nú yvir 1000 borg-
ararnar, ið hava latið lív, eru 240
hermenn, 67 politistar og 50
limir av borgaraverjuni dripnir,
síðan ófriðurin brast á í 1969.
Religiónsstríðið, sum summi
nevna ófriðin, stættarstríðið, ið
onnur nevna hann, er nú ikki
bert eitt stríð millum protestant-
iska meirilutan og minnilutan av
katolikkum, ið vil hava eina
sameining við restina av landin-
um — við tjóveldið Eire, men
eisini í stóran mun eitt sínámill-
um stríð innan IRA — Irish
Republican Army.
Ofridurin hevur lítið og einki
við eitt religionsstrid at gera. Tá
tað tykist so, er tað ti, at
protestantarnir generelt eru pro-
bretskir, medan katolikkarnir —
eisini generelt — eru anmti-
bretsksinnaðir.
Í IRA er tað ein bólkur, ið
stríðist fyri sosialismu, meðan
ein annar bólkur heldur vil hava
eitt liberalt Irland. Hetta innan-
hýsisstríðið hevur fort við sær,
at tað hendir at IRA-fólk oftari
liggja fyri byrsumúlanum. Men
framvegis stendur herurin
brennandi samdur um høvuds-
spurningurin: at Norðurírland
verður loyst frá Bretlandi og
verður innlimað í tjóveldið Eire.
Hesum er tað at protestant-
iski meirilutin er ímóti, ti teir
kenna seg sum bretar og ikki
sum írar. Í heila takið eru kato-
likkarnir samdir í einum sam-
eindum Írlandi. Og tað er
grundin til, at IRA í ein stóran
umboðar katolikkarnar, meðan
bretski hermenninir umboða og
verja protestantarnar.
Í Ulster búgva hálvonnur
millión menniskju. Av teimum
eru tann eina milliónin prote-
stantar, meðan tann hálva eru
katolikkar, so skal ein fólka-
atkvøda avgera, um Noråurir-
land skal sameinast við Eire, er
eingin ivi um, at svarið er nei.
Figgjadur m. a. úr USA
Fleiri frælsisrorslur tóku seg
upp seinast í farnu eld, meðan
oll oyggin var undir bretskum
harradømi. Ein av teimum val
IRA. Myndugleikarnir í báðum
landslutunum siga, at IRA el
6løgligur, og ti er IRA ein so
kallaður undirgrundsherur. Fyr
ein stóran part figgja írski
emigrantar í USA vápnini og
aðra útgerð. Ikki so fáir a
hesum emigrantunum eru múgv
andi handilsmenn, ið enn ikk
hava slept dreyminum um eit
sameint Írland. Við vissu er tór
fort at siga, hvussu nógvar lími
IRA telur. Summir eru meir:
aktivir enn aðrir og nógvi
sympatisørar finnast eisini, mer
talið liggur einastaðni millun
5.000 og 10.000.
Sundurbýtt í 54 ár
Í 1921 slapp sunnari parturi
undan bretskum valdi, men var:
verandi í bretska statsveldinun
— undir bretsku krúnuni. Síðan
1916 hevði verið ófriðarligt, me)
1920 varð vápnahvild fingin
lag. Ein irsk sendinevnd var
London og samráddist vi:
bretsku stjórnina. Teir gingu vi:
tl eitt sáttmálauppskot til ein:
stýrisskipan fyri Írland. Me
írska sendinevndin varð noyd:
til at góðtaka minni enn ful
sjálvstýri. Við teprum meirilut
samtykti írska tingið, ið var
stovnað í 1921, sáttmálan. Efti
honum fingu írar ræði á flest
målsøkjunum, men ikki á verju
og uttanríkispolitikki.
Bretska valdið, hermenn o,
onglendingar tóku seg aftur ú
Írlandi. Burtursæð frá Norður
irlandi, har seks greivader
søgdu seg framvegis vilja verð
undir bretsku stjórnini.
Men írarnir kundu ikki semi
ast um skipanina av landslut
inum og fóru aftur í strid mót
hverjum ødrum.
Tingbygningurin varð bumt
aður — byrjanin til eitt blóðug
borgarastríð. Í mei 1923 endað
ófriðurin, men politiskt
Írland framvegis veikt.
Innan IRA royndu menn a
skapa eina politiska rorsh
ístaðin fyri ta hernaðarlig
áskoðanina, herurin hevði. Hett
eydnaðist ikki. Nú er IRA aftur
klovningum — affisielli IRA o
provisoriski IRA. Millum hesa
bólkarnar hava verið nógv
samanbrestir seinastu tíðina. S
mikið nógvir, at í bretska undi;
húsinum er uppskot frar
um broytingar í kreppulógini fr
1973 fyri Norðurirland.
Tað er henda lógin, id gevv
bretsku stiornini heimild til 2
seta fólk í fongsul, eru te
mistonkt fyri at vera limir
ólógligum felagsskapum. Ráí
harrin fyri Nordurirland, Merlyn
Rees, hevur sett fram uppskot í
b
————|—…m——