Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 26. november 1975 Willy Brandt ætlaði at taka seg av døgum aftan á njosnaragøluna Fyrrverandi samveldiskanslarin í Vestur- týsklandi, Willy Brandt, ætlaði at taka lívið av sær aftan á njosnaragøluna, -sum var orsøkin til, at hann legði frá sær sum polit- ikkari, verður sagt í einari nýggjari biografi um Willy Brandt — Hevði eg havt eitt skotvápn uppi á mær, so hevði eg tikið meg sjálvan av døgum. Hesi orðini skal Willy Brandt hava sagt stutt áðrenn hann legði frá sær sum samveldis- kanslari í mai mánaða í fjør. Willy Brandt var í stórum iva, tá hann frætti um handtekuna av næsta medarbeiðara sínum, sum varð skuldsettur fyri njósn- ing til frama fyri Eysturtýsk- land. Og tað gjørdi ikki støduna betri, tá tíðindi bórust um, at táverandi samveldiskanslarin hevði havt tilknýti til nakrar ålvarsligar kærleikshendingar. Biografiin »The other german: Willy Brandts life and times«, sum amerikanski blaðmaðurin, David Binder, hevur skrivað, er um, hvussu næsti medarbeiðari Brandts, Gúnther Guilliaume fekk atgongd til rikisloyndar- mål. Hetta hendi eisini aftanå, at myndugleikarnir høvdu fingið illgruna um, at hann njósnaðist fyri Eysturtyskland. Sakin ímóti Giinther Guilli- aume hevur verið fyri í rættinum í Diisseldorf í Vesturtýsklandi síðani 24. juni. Hann er ákærdur fyri landasvik. Verður hann kendur sekur, kann Guilliaume fáa upp til lívlanga fongsuls- revsing. Bókin, sum uttanlandatid- Willy Brandt, til hegru, hevdi altid næsta medarbeidara sin, G indamadurin hjå New York Times hevur skrivað, kemur i bókaselurnar fyrst í januar mánaða. Hon viðger allar hend- ingarnar, sum vóru orsekin til, at Willy Brandt legði frá sær sum samveldiskanslari. Dugnaligur maður Giinther Guilliaume varð kendur fyri sitt dugliga virksemi i vest- urtyska javnadarflokkinum og gjørdist at enda næstimedarb- eidari hjå Willy Brandt, hoast menn i nøkur år høvdu illgruna um, at hann njósnaðist fyri grannalandið. Orsøkin til, at Guilliaume fekk eitt so høgt starv var, at honum ikki eydn- aðist at fáa starv í vesturtysku trygdartænastuni. Undir rættarviðgerðini hevur Willy Brandt sagt, at hann fekk frágreiðingar um, at Guilliaume varð illtonktur so tíðliga sum í 1973, men at hann vísti hesum frágreiðingum aftur. Willy Brandt helt ikki, at nakað hald kundi vera í teimum. Tað var á sumri sama ár, at hamarslagið fall hjá Willy Brandt. Hann fór saman við Guilliaume og nøkrum starvs- monnum hjá fregnartænastuni til Noregs í summarfri. Meðan teir vóru har, fekk Willy Brandt tvey loynilig boð úr útheimin- um. Annað var frá táverandi amerikanska forsetanum, Ric- hard Nixon. Koduserfrødingar- nir hjå fregnartænastuni hand- aðu Giinther Guilliaume tað, sum skuldi handa tad vidari til Willy Brandt. sosialurin Vøkur konufólk Navn vesturtýska samveldis- kanslarans varð tíðum sett i samband við konufólk tað 18 mánaða langa tíðarskeiðið mill- um valstríðið í 1972, og til hann legði frá sær í 1974, verður sagt í bókini. Rithevundurin skrivar, at fleiri blaðkvinnur vórðu bodnar inn í privata tokvognin hjá Willy Brandt, sum hann koyrdi í undir valstriånum i 1972. Tað verður eisini sagt í bókini, at Willy Brandt hevði vitjan av fleiri konufólkum í tokvogn- inum, sum hann brúkti undir valstríðnum til landspartavalini í 1974, og at Giinther Guilliaume visti av hesum. Rithevundurin skrivar, at ein avdúking av einari NATOfrá- greiðing varð tað seinasta av- gerandi slagið ímóti Willy Brandt. — Avdúkingin gjørdi enda á ti, sum bant Giinther Guilli- aume, søgur um konufólk og NATOfrågreidingina saman, skal ein annar av medarbeidar- um Willy Brandts hava sagt. Tann 4. mai segði Willy Brandt við sín fyrrverandi næst- formann í javnaðarflokkinum, Herberth Wehner: — Eg eri púrt fyri ongum. Og eg ivist í, um eg ikki skal leggja frá mær. Fyri fyrstu ferð talaði Willy Brandt um sjálvmorð, verður sagt. Honum nýttist bert tveir dagar at umráða seg í. Tann 6. mai fekk táverandi forsetin, Gustav Heinemann, eitt bræv frá Willy Brandt, har hann bað um at sleppa frá sum samveldis- kanslari. iinther Guilliaume, í nánd Síða 3 stubbar uttaneftir Íslendsk verjuskip Íslendska verjuskipið »Tyr« kvetti hósnáttina veirarnar hjá bretska trolaranum »Benella« frá Hull umleið 30 fjórðingar úr Íslandi. Skipararnir á bretsku trol- arunum eru ósamdir um, hvat ið gerast skal. Nakrir vilja fara heimaftur, meðan aðrir vilja hava bretsk her- skip at koma til Íslands. Koma herskipini ikki innan triggjar dagar, fara vit heim, siga teir. Skotbardagar í Beirut Hósdagin fyrrapart vóru skotbardagar í eystara parti av Beirut, og náttina fyri hevdu samanbrestir verið millum kristnar og muhammedanarar. Seinastu bardagarnir fóru fram í Dora, har bæði kristnir og muhammedanarar búgva, og í muhammedanska býl- inginum Karantina niðri við strondina. Eygleiðarar vóru ræddir fyri, at hesir síðstu bardag- arnir merktu, at nú var einki eftir av våpnahvildini, sum nú hevði vart í 3 vikur. Tvey deyð av flogvaniukku Tvey fólk doyðu, tá eitt av teimum svensku hernaðar flogførunum av slagnum »32 Lansen< hósdagin datt niður við Malmslátt uttan fyri Linkøping. Ohappid hendi beint eftir at flogfarið var farið í gongd. Hetta var ein royndarflúgv- ing, verður sagt í flogleiðsl- uni. Verkfall á norska útvarpinum Eftir eina stutta tidindasend- ing klokkan 9 hósmorgunin fóru umleið 1200 starvsfólk við norska útvarpið í 24 tíma verkfall, tí at tey fingu ov stutta frest til at svara í lønartrætu. Utvarpid sendi einans ved urtidindi og vanlig tidindi, og sjónvarpsskermurin var myrkur. Orkufundur er í vanda Alheims ráðstevnan um orku, ráverur og hjálp til menn- ingarlondini er nú hótt við út- skjóting, vegna ósemju um talið á luttakarum Ætlanin er, at átta ídnað- arlond og 19 menningarlond skulu hittast á ráðharrastigi hin 16. og 17. desembur til at leggja til rættis fleiri fundir, men higartil er tað miseydnað at finna, hverji londini skulu luttaka í fyrireikingunum. Ronald Reagan vil verða forseti Fyrrverandi guvernerurin í Calefornia, Ronald Reagan, segði hósdagin frá, at hann ætlar at stilla upp sum for- setavalevni í USA Hann fordømdi alt ov um- fatandi ábyrgdirnar hjá stjórnini, segði stýrið vera veruleikafjart og innbland- ingina ov stóra. Tá hann hevði sagt frá, at hann fór at vera kandidatur hjá republikanska flokkinum, segði henda fyrrverandi kú- boyhetjan frá Hollywood í eini tíðindastovu í Washing- ton: Eg stilli upp fyri at bjóða Gerald Ford forseta av, og tí eg eri alt meira stúrin av menningini í USA og í heim- inum. Ronald Reagan Royndi at drepa Reagan Limir í amerikansku trygdar- legregluni tóku hósdagin ein mann, sum sambært hjá- stadd fólk tók fram eina skambyrsu og ætlaði at skjóta fyrrverandi guverner- in í Calefornia, Ronald Reagan. Reagan, sum fyrr sama dag gav boð um, at hann stillaði upp til forseta vegna Republikanska flokkin, sýnt- ist ikki at vera skaddur MPLA tekur seg aftur Vinstravenda tjóðskapar- rørslan MPLA misti hósdag in valdið á tveimum býum, eitt strategiskt týdningar- mikið oki, Malanje, 430 km eystan fyri hevuðsstaðin Luanda, og býin Gabela, 285 km sunnan fyri Luanda, sum vórðu hertiknir av åvikavist einari herdeild frá UNITA og einari stridsvognadeild, leidda av hvitum leiguhermonnum. Ein tíðindamaður i tíðinda- stovuni i Zaire, AZAP, sigur frå hernadarligum keldum, at stríðsvognadeildin er seink- að, ti at MPLA deildir hava sprongt seks bryr, sum liggja millum havnabyirnar Novo Redondo og Porto Amboim, 200 km sunnan fyri Luanda.