Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SOSKÅIPIN … 1 1x20 - viro 628. box 76, 3800 Torshuvn Utgevari: Førova Javnaðarflokkur Bladstjorn > Vilhelm Johannesen (ábyrgd), tell. 564 11 + Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Vrent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Sjonvarp ella ikki Í SEINASTUNI hevur eitt sindur verið skrivað fyri og ímóti sjónvarpi. Eisini hevur ungmannafelagið Skansastova hildið almennan tjakfund um hetta evni. TAÐ ER longu nógv ár síðani, at øll okkara grannalond hevdu fingið sær sjónvarp, men ymiskt er, hvussu fólk í hesum londum eru nøgd við tað, at tey hava fingið hetta sjónvarp. TAÐ, AT VIT koma fleiri ár seinni enn hini londini, skuldi í ollum førum givið okkum tann fyrimun, at vit kunnu taka við læru av teimum royndum, sum hinir longu hava gjørt. Fyrst av ollum megu vit gera okkum greitt, hvat tað er, sum fólk í okkara grannalondum eru ónegd við í hesum sambandi. ONGIN IVI er um, at sjónvarp er eitt frålikt undirvisingarambod, at tað hevur roynst sera upplýsandi, at tað hevur gjørt fólk meira með- vitandi og aktiv í ollum samfelagsviðurskiftum — og spurningum. Eisini er tað undirhaldandi og góð dagdvelja, men tað, sum er altav- gerandi í hesum sambandi, má uttan iva verða, hvussu eitt sjónvarp verður rikið, hvussu ofta tað skal senda, hvussu langa senditið tað skal hava, og hvat skal sendast. ÚR OÐRUM londum vita vit, at sjónvarpið í ein vissan mun hevur savnað húsfólkini heima við hús um kveldarnar. Hetta hevur sjálvandi hildið serstakliga nógv ungfólk burtur frá nógvum ringum. Men hinvegin kann tað eisini virka lemjandi fyri itrottarfeløg og aðrar góðar og mennandi felagsskapir, at fólk bert sita við hús kveld eftir kveld og stara inn í sjónvarp. EIN HEILT annar spurningur er, um vit ikki, og tað uttan mun til um vit sjálvi vilja ella ei, fáa sjónvarp inn gjøgnum bakdyrnar. Tað eru longu nógv sjónvarpstól í Føroyum. Og teir foroyingar, sum eiga sjónvarpstól, kunnu longu nú av og á síggja útlendsk programm. Hesin møguleiki verður bert at gerast betri og betri sum frålidur. SJONVARP undir hesum formi hava vit onga ávirkan á, og mentanarliga, siðmenningarliga og tjóðskaparliga fer hetta væntandi at kosta okkum dýrt. Tá man tað fara at roynast betri, at vit binda um heilan fingur, t. v. s. stovna egið foroyskt sjónvarp. Í FYRSTANI søgdu vit, at eitt sindur hevur verið skrivað fyri og ímóti føroyskum sjón- varpi, og valla er talan um meira enn eitt sindur. Tað hevði verið mikið gagnligt, sum vit fingu eitt meira alment orðaskifti um hendan týdningarmikla spurning. sosialurin Nr. 83 — 26. november 1975 dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Fuglafirði kl. 12, barnagudstænasta kl. 16. J. Follend á Nesi, altárgangur, K. O. Viderø á Tvøroyri. I Nes prestagjaldi verdur savnad inn til frama fyri Guds orðs útbreiðslu. Fundur Í kveld kl. 20 verður fundur í Missiónshúsinum við Landa- vegin. 210 tons Sjúrðarberg, sum hevur roynt við Norðurnoreg síðani 20. oktober, hevur veitt 210 tons í saltfiski. va Í V4-spæli útvarpsins leygar- kveldið vórðu hesi tel tikin: 0, 7, 8, 9, 19, 28, 28, 34, 47, 55, 59, 70, 70, 71, 78, 74 og 92. Vinningurin var 5.570 krónur og tveir vinnarar: annar úr Havn og hin úr Mið- vági. Eykavinningurin upp á 1.000 kr. fór til Sørvågs. 25 fólk til dugnaskapsskeið 25 mans ganga til dugna- skapsskeið í sigling hjá Fischer Heinesen í Klaksvik. Hetta er annað árið, Fischer skipar fyri tilikum skeiði. Leiga Norðvíking Feroya Fiskasela hevur leig- að Norðviking. Í Feroyum skal hann m. a. ferma nakað av saltfiski til Spania saman við fiski, sum er lagdur upp á Nordafar i Føroyingahavnini. Opið hús Losjan hevur alment opið hús í Uppistovu fyri tilkomnum og eldri, monnum og kvinn- um, hvenn hósdag klokkan 3 til 6 seinnapart. 30 og 35.000 pund Norðfinnur og Vestfinnur landaðu í Vestmanna mána- dagin. Norðfinnur hevur 30.000 og Vestfinnur 35.000 pund. Á sleipistød Polarfarið og Mariann standa á Vestmanna skipasmiðju, har tey verða umvæld. Mari- ann fór á land norðuri í Sundalagnum herfyri og fekk so mikið stóran skaða, at hon mátti takast upp á sleipistoð beinanvegin. Koma í hesi vikuni Einaferð í hesi vikuni koma menn eftir Kap Farvel, sum er seldur til Sudurafrika. Kap Farvel, sum er hekkutrolari, varð keyptur úr Vesturtýsk landi fyri nekrum árum síðani Tann nógv selda og eftir- spurda vaskimaskinan, sum hevur glett so manga kvinnu, bæði við síni dygd og hartil vøkru útsjónd. Tann, sum hugsar um vaskimaskinu, hann keypir sjálvandi eina Atlas Super Automatic. Og tað mest ótrúliga: hon vaskar ullint og tøvir ikki. Atlas er borgan fyri goðsku. Tygum fáa hana við at venda tygum til Atlas umboðini Tveroyri: Poul Eli Bærentsen Klaksvík: Tummas Thomsen Fuglafirði: Gordon M. Petersen Strendur: John Rasmussen Runavík: Frants Petersen Servágur: Hegni Nielsen, el. innst. Tórshavn: LAMPUBÚÐIN Er nakað á vási, sum tú vilt hava í blødini, so ring — vit eru til reiðar. Telefon okk- ara er 11820. Almennir fyrilestrar Maga- og tarmasjúkur Í framhaldi av tveimum fyrilestrum í oktober undir sama heiti heldur Jógvan Róin, yvirlækni, 2 almennar fyrilestrar aftrat í fyrilestrasali setursins í nýggju starvsstovuhúsunum á Debesartreð. Fyrri fyrilesturin (um gulsótt) verður hóskveldið 27. november kl. 20, seinri fyrilesturin hóskveldið 4. december kl. 20. Fróðskaparsetur Føroya Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins størsta flokk? Undirritaði: Navn: Bústaður: tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva til: = =