Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 1975síða 1

allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi 23 kommunur limir i Føroya Kommunufelag javnaður brødralag Nr. 83 — Mikudagin 26. november 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. orðaskifti Í oddagrein blaðsins í dag verður skrivað um sjóri- varpið: Úr eðrum londum vita vit, at sjónvarp í ein vissan mun hevur savnað húsfólkini heima við hús um kveldarnar. Hetta hev- ur sjálvandi hildið serstak- liga nógv ungfólk burtur frá ringum. Men tað hevði verið meiri gagnligt, um vit fingu eitt meiri alment orðaskifti um spurningin at stovnseta eitt sjónvarp í Feroyum. Síða 2 Brandt ætlaði at taka seg av døgum Fyrrverandi vesturtýski samveldiskanslarin, Willy Brandt, ætlaði at taka seg av døgum aftan á njósn- aragøluna. Sjálvur trúði hann lítið tí, sum frágreið- ingar segdu um njósnaran, Giinther Guilliaume. Síða 3 1000 fólk dripin í Irlandi Higartil hava 1.000 sivil fólk latið lív í Írlandi i bardaganum millum pro- testantar og katolikkar. Grein um írsku frælsis- rørslurnar í Írlandi. Síða 4 Sandá sami kostur sum Havnará? Til viðgerðar á býráðsfundi í Havn í síðstu viku var ein umsókn um eitt byggiloyvi úti við Sandá. Finnur Johansen skeyt upp, at loyvið varð givið, meðan Jákup Suni Jacobsen bað hann taka upp- skot sítt aftur. Til ein fyrispurning, um væntast kundi byggiloyvi til sethús á eini trød úti við Sandá, svaraði Byggi- og býarskipanarnevndin, at hetta loyvið verður givið, tå ið góðkendur vegur og góðkend kloakk er til troðna. Finnur Johannsen: geva loyvi nú Til hetta svar frá byggi- og byarskipanarnevndini hevði Finnur Johansen eitt broyting- aruppskot. Hann skeyt upp, at loyvi skuldi gevast til bygg- ingina beinanvegin, um eigarin sjálvur syrgdi fyri einum pumpuverki og ein sivbrunn, sum býráðið tilskilaði sær rætt til at halda reinan fyri eigarans rokning. Øll somu viðferð Jákup Suni Jacobsen var ikki samdur við Finn, tí hann helt, at hetta var at geva einum ein- stakum rætt fram um onnur. Hann segði, at nógvar um- sóknir um at byggja harúti eru % Jåkup Suni Jacobsen, formaður i teknisku nevnd steðgaðar, vegna tað at eingin kloakk er gjørd, og fyri at Sandá ikki skal forfarast. Haruppi sum henda trød er, er áin rein, og hann helt, at By- ráðið fyrst átti at fáa tíð til at leggja rør niðan við ánni, áðrenn nakar bygdi har. Jákup Suni segði, at øll áttu at fáa somu kor bjóðað at geva einum manni undantaksloyvi, sum í hesum føri, einum, sum hevur hús frammanundan, var at seta hini í skammikrók. Hann bað Finn Johannsen taka sítt perspektivleysa upp- skot aftur. Kloakkin førd í nærmasta gil Petur í Gong legði upp í orða- skiftið og helt, at sum stødan við bygging var í Havnini, so sýnt- ist tað, sum formaður í teknisku nevnd, J. S. Jacobsen, var smokkaður til herðarnar í hes- um. Jákup Suni helt, at Petur í Gong var ikki tann maður, sum hevði havt tað skilabestu bygg- ingina, men hevði harafturímóti volt mangan skaða. Mangt hevur verið tikið upp- aftur av tí, sum hann hevur bygt, og mangastaðir hevur hann ført kloakkina í nærmasta gil, segdi Jåkup Suni Jakobsen. Frá einum heilum byarparti rennur kloakk í Sandá, og hana hevur Petur í Gong bygt. Málið varð ikki avgjort á fundinum, men varð beint i nevnd. akse] Framin Framin, nr. 7 og 8, er komin i bókaselurnar. Hetta er dupult- nummar, og blaðið telur hesa- ferð 24 síður. Er tvær ferðir so stórur Nýggjur SAM til Foroya um hálvan desember sum núverandi ferjan, ið røkir rutusiglingina Vestmanna-Oyragjógv Um miðjan næsta mánaða kemur nýggja ferjan til rutusiglingina Vestmanna-Oyra- gjógv til Føroya. Alfred Olsen, reiðari, er í løtuni staddur í Noreg, har ferjan verður smíðað, og hann roknar við, at ferjan verður klár at lata frá skipasmiðjuni um hálvan desember. Ætlanin er at royna nýggja skipið fyrstu ferð í jólasiglingini. TVÆR FERÐIR SO STÓR Nýggja ferjan er tvær ferðir so stór sum nú- verandi SAM, sum í løtuni røkir rutusigling- ina Vestmanna — Oyragjógv. Hon kann taka 21 bilar á trimum røðum og 150 ferðafólk. SAM tekur ávikavist 11 bilar og 75 ferðafólk. Dekkið á nýggju ferjuni er 33 metrar langt og 9,4 metrar breitt. Hon hevur tveir motorar upp á 280 hestar hvgr og tvær skrúvur, umframt eina bógskrúvu, sum verður drivin av einum 150 hesta Volvo Penta motori. Skipið er åtgjørt við tveimum salénum, og tað eru fýra manningarrúm. Á brúnni eru øll tey nýggjastu tólini. SAM SELJAST Ferjan er bygd á somu skipasmiðju sum SAM. Sáttmálaprísurin var um 4,5 milj. kr., men endaligi kostnaðurin kemur helst at verða nakað hægri. Hetta er triðja ferjan, sum Alfred Olsen hevur útvegað til rutusiglingina Vestmanna- Oyragjógv. Tann fyrsta var Bragd, sum varð seld til almenna, og sum nú eitur Teistin. SAM kom til Føroya fyri nøkrum árum sidani, og ætlanin er at selja hann. -sigurd