leygardagur 29. november 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 84 — 29. november 1975
Einki endaligt úrslit
ST-aðalskrivarin, Kurt Wald-
heim, hevði fyrr í vikuni sam-
ráðingar við ísraelskar leið-
arar um Miðeystur. Sam-
stundis vóru eingin tekin til,
at Sýrialand, sum Kurt
Waldheim vitjaði seinasta
vikuskifti, vildi ganga við til
at leingja heimildina hjá ST-
hermonnunum á Golan-fjóll-
unum. Heimildin er úti í
morgin.
Aftan á samráðingar við
ísraelska uttanríkisráðharran,
Yigal Allon, segði Kurt
Waldheim við tidindamenn,
at tad enn var ov tidliga at
siga nakad, um heimildin hjå
ST-hermonnunum verður
framlongd við einum ári.
Surinam
fær sjálvstýri
Eftir at hava verið hollendskt
hjáland í meiri enn 300 ár,
fekk Surinam í Suðuramerika
sjálvstýri um dagarnar.
Surinam (fyrr hollendskt
Guyana) umfatar eisini
oyggjarnar Tær Smáu Antill-
urnar, og samlaða fólkatalið í
landinum er 400.000. Landið
hevur í veruleikanum havt
sjálvstýri í fleiri ár, tí hol-
lendska uppileggingin í inn-
anhýsis viðurskifti hevur ver-
ið nógv avmarkað í seinast-
uni.
Calley hjálpir Wallace
Fyrrverandi loytnanturin,
William Calley — kendur frá
hópdrápunum í My Lai í 1968
— hevur avgjørt at styðja
George Wallace til forseta-
valið í USA næsta ár. Ein
limur í valnevndini hjá
Wallace sigur, at teir meta
Calley sum ein nýggjan
mann. Calley varð dømdur til
10 ára fongsulsrevsing í 1971.
Fangauppreistur
í New York
Fleiri hundrað fangar gjørdu
mánadagin uppreistur í ein-
um fongsli í New York og
tóku fimm fangavørdar til
gidslar. Hetta hendi aftan á
úrslitaleysar samráðingar við
fongsulsmyndugleikarnar um
frægari viðurskifti í fongdl-
inum.
Trý samráðingar-
umfør í Kina
Tad er ætlanin. at hava i
minsta lagi try samrådingar-
umfør vid kinesisku leidarar-
nar undir fyra daga vitjanini
hjå amerikanska forsetanum,
Gerald Ford, i Peking i næstu
viku, siga vælvitandi keldur i
USA.
Samrådingarnar verda frå
kinesiskari sidu leiddar
av varaforsætisrådharranum,
Teng Hsio Ping, sum verður
sagdur at vera tann hægsti
politiski leiðarin í Kina í
løtuni.
stubbar uttaneftir
Vil skiljast
Rock-stjørnan, Gregg All-
mann Friday, hevur bodad
einum dómstóli frå, at hann
ynskir at skiljast frå koríu
|
|
sínari, Cher. Henda myndin
varð tikin bert átta dagar
eftir brúdleyp teirra, meðan
framtíðin tóktist ljós og góð.
Tann 9. dagin kom illstøda
millum hjúnarfelagarnar, men
tað lagaði seg seinni. Hjúnar-
lagið hevur vart í fýra mán-
aðir.
Kina vil hava viet-
namesiskar oyggjar
Eitt dagblað í Peking skriv-
aði í vikuni, at Kina eigur at
fáa allar oyggjarnar í suður-
kinesiska havinum, sum
landið hevur rættindi til. Við
hesum er gjørd ein roynd til
tess at spjaða tey bæði
vietnamesisku ríkini, sum nú
eru við at finna hvert annað
af. Eisini hevði greinin boð til
Moskva, siga eygleiðarar.
Í greinini verður serligur
dentur lagdur á kinesiska
kravið til Spratley-oyggja-
bólkin millum Suðurvietnam
og Borneo í suðurkinesiska
havinum. Blaðið kallar havið
eitt heilagt hav.
Bretsk flogfør í
toskakríggið
Bretska stjórnin hevur av-
gjørt at senda flogfør til
Íslands at flúgva uppi yvir
bretsku trolarunum, sum
veiða innan fyri 200 fjórð-
ingamarkið, og íslendsku
verjuskipunum har á leið.
Samstundis hevur ís-
lendska stjór$nin noktað
bretum at flúgva uppi yvir
íslendskum landagki. ís-
lendski samferðslumálaráð-
harrin, Halldur Siguðsson,
segði mikudagin, at tiltøkini
ímóti bretum fara at herðast.
Hann nevndi, at bretsk
hjálparskip fara meguliga
ikki at fáa loyvi at koma inn í
íslendskar havnir. Um diplo-
matisk sambandið við Bret-
land segði samferðslumála-
ráðharrin, at stjórnin um-
hugsar at taka sendimann sín
í London heim.
Jens Pauli Heinesen og forlagsútgáva
— at skriva tungt og bókaummæli
Fyri stuttum hevði SOSIALUR-
IN eina áhugaverda samreðu við
Jens Paula Heinesen, rithøv-
unda. Samreðan avdúkaði m. a.
hvussu tilvildarliga mentunar-
politikkur verður rikin í Føroy-
um. Men mest snúði hon seg um
steðu og royndir hjá Jens Paula
sjálvum. Vónandi góvu orðini
fólki og ikki minst politikkar-
unum nakað til eftirtektar.
Tað vóru serliga tvey fyri-
brigdi, eg gav mær far um. At
hansara bekur verða so lítið
seldar (»Frænir eitur ormurin«
er einans seld í 500 eintøkum, og
tað er hampiligt eftir foroyskum
viðurskfiftum). Sjálvur heldur
Jens Pauli, at ein tann stóra
grundin til ta ikki stóru seluna
er, at bókhandlarnir gera ov lítið
burtur úr at selja føroyskar
bekur.
Hitt, eg hefti meg við, er, tá
hann sigur: >Fólk halda kanska,
at eg skrivi ov tungt< . .'. og
seinni: >Upp á spurningin, um
hann so fer at leggja seg eftir at
skriva tað, ið fólk vil hava, sigur
hann: — Eg skrivi tað, sum
mær lystir, tí ella er tað ikki mín
list. Tað ber ikki til at skriva
upp á »bestilling«. SO hevði alt
steðgað upp, og eg hevði ikki
kunna tað<.
Er tað rætt, at bókhandlarnir
ikki leggja seg eftir at selja
foroyskar bøkur, er tað skammi-
ligt. Men hvussu er tað við for-
logum. Hetta nertir Jens Pauli
eisini við. Best dámar honum, at
rithevundar sjálvir geva bekur
sínar út. Eisini leggur hann
afturat, at hann er ikki selu-
maður, og tað so langt ífrá, og
heldur at tað er nóg mikið, at
hann skrivar bøkur og letur bók-
handlunum tær at selja.
Tað skuldi ein eisini trúð. Men
tað tykist, sum stødan er í dag,
má rithevundin, ið sjálvur vil
geva bøkur sínar út, eisini rokna
at hava strid við sølu og møgu-
liga peningaligum halli — ella
øvugt.
I Føroyum hava vit ikki nakad
rikt og vittfevnandi bokaforlag.
(Uttan Bókagarður, sum meira
fæst við útgávu av gomlum
bókum enn av nýggjum, men lat
meg ginki siga um hann, tí tað er
ikki , tt at skilja, hvat er Bóka-
garður, og hvat er Varðin).
Hetta vil, sum Jens Pauli sigur,
fora til sensur. Og tað er púra
rætt — :tað sum loysir seg, er
eitt handilsligt forlag sinnað
geva út, meðan avrikið, ið
kanska ikki selist, verður blakað
aftur í skortin á skaldinum.
Men onkur lo,sn má finnast
millum hesar báðar hættirnar
fyri bókaútgávu. Heilt at for-
kasta forlagsútgávu kann ikki
vera nakað framstig. Eitt bóka-
forlag hevur ikki fyri neyðini at
vera komersielt. Rithøvundar,
áhugaði og onnur, ið hava hug at
fáast við slíkt, kundu tikið seg
saman og miðvíst skipað fyri
útgávu av bókum og ødrum
lesnadi: eitt forlag, sum hevur til
endamál at klára útgávuna til
minst meguliga kostnað, men tó
so at tað fíggjarliga ber seg.
Í Feroyum eru fleiri smá
forlog, ið av og á geva bekur út,
men lítið megna afturímóti
einum møguligum vælskipaðum
forlagi. Eitt forlag, ið dagliga
fæst við bókaútgávu og er sam-
skipað við prenting, innbinding
og marknaðin, vil í nógvum
forum koma at arbeiða meira
rationelt, enn hvat ein einstakur
eprsónur kann megna.
Óivað liggja mong handritini í
skuffum, tí fólk hættir sær ikki
at fara undir útgávu á egnum
Jóhan Mortensen
forlagi. Her kann eitt forlag, ið
ikki hevur peningaligt endamál,
koma væl við. Harafturat hevur
eitt forlag betri meguleikar at
gera vart við seg við upplýs-
ingum og tilikum.
Søla og lesnadur. Tungt skriv-
ingarlag og tad at skriva upp å
»bestilling«.
At »Frænir eitur ormurin«
ikki er seld i meira enn 500
eintøkum er legið, ti bókin er
væl dåmd. Og fantastiskt ljóðar
tað, at seinasta bókin hjá Jens
Paula Heinesen, »Gamansleik-
ur«, er ikki seld i meira enn i
einum 200 eintøkum. Hetta er
kanska eitt prógv um, hvussu
lítlan ans føroyingar hava fyri
egna skaldskapi sínum — ella
hvussu lágt mentunarliga stødid
liggur. Ella viðkemur Jens Pauli
ikki føroyinginum? Tað síðsta
trúgvi eg einki uppá. Eftir
mínum tykki er hann rótfor-
oyskur og appellerar til foro-
oyingin. Í hvussu er í sínum
fyrstu skald- og stuttsøgum. At
hann síðan hevur fingið eitt
víðari perspektiv í skaldskapin
er nakað annað.
Heldur ikki munnu føroyingar
lesa minni enn onnur fólkaslog.
Ein grundin má so vera hon, at
teir fáast nógv við annan lesnað,
tí ikki er tað lítið úrval, blað-
selurnar hava av lættari undir-
haldslesnaði. Og ikki er tað
smávegis, tær selja. Mong cow-
boybókin verður óivað seld í
minst 500 eintøkum og saman
við teimum nógv annað komm-
ersielt lort.
Rætt hevur Jens Pauli, tá
hann sigur, at fólk halda hann
skriva tungt. Eingin ivi um, at
tað er ein av orsøkunum til, at
hann verður alt ov lítið lisin.
Men júst her haldi eg, at tvey
ting verða blandað saman, tá
hetta við at skriva tungt, og so
tað at skriva upp á »bestilling«
kemur fram í samreðuni. Sjálv-
andi skal ein rithøvundur skriva,
sum honum lystir, og somuleiðis
ein listamaður mála, sum honum
lystir. Ella er tað ikki egin list,
ið Jens Pauli sigur.
Men eitt er at skriva lætt-lesi-
ligt (ikki tungt). Eitt annað er at
skriva upp á »bestilling« — tað
sum lesarin vil hava. Ikki trúgvi
eg, at tað broytir listina ella
minkar um virðið av henni, um
ein rithøvundi leggur seg eftir at
nýta eitt lætt mál, ið fólki dámar
at lesa og ikki brúkar krayonsk-
an leiðaramálburð.
Ikki skuldi tað verið torført
hjá Jens Paula, ið í nógvar
mátar hevur ein hepnan penn,
stórt orðaúrval og nógvar sig-
andi vendingar, at skriva lætt-
ari, skriva meira kontant og ikki
so ólukksáliga bronglut, sum
hann og so mangur annar skriv-
andi foroyingur ger.
Aftan á samrøduna i SOSIAL-
INUM hevur Jens Pauli havt
eina grein í Dagblaðnum, >Hví
er tøgn í skaldsliga høsnagard-
inum?« Hann visir i hesi grein å,
hvussu lítið tað almenna stuðlar
rithøvundar og bókmentir í heila
takið. Eg kann ikki siga annað
enn, at tað er syrgiligt, hvussu
lítla virðing tað almenna hevur
fyri hesum týðandi tátti fyri eitt
og hvert samfelag. At hetta
hvessir pennin er ikki logið.
Nú um dagarnar kom ein bók út
í Danmark av unga rithøvund-
anum Christian Kampmann.
Hetta er fjórða bindið í eini
familju-skaldsogu. Vit kunnu nú
samanbera „hetta fyribrigdi við
tað foroyska, tá ein bók kemur
út.
Fyri langari tid síðani vita øll
um bókina, ella hava havt
møguleika til tað. Blød hava
umtalad hana frammanundan.
Utvarpid hevur havt onkra vid-
merking. Forlagid hevur reklam-
erað. Bókhandlar hava í synis-
gluggum plakat við bók og rit-
høvunda o. s. fr. Tú kanst ikki
lata vera við at bíta merki í tað
b