leygardagur 29. november 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 84 — 29. november 1975
sosialurin
Síða 5
Síggið sannleikan
i eyguni
Eg vil halda, at tað er ikki loyvt
borgarum at blanda seg upp í
míni privatu viðurskiftir. Heldur
er tað mær ikki loyvt at blanda
meg upp í viðurskifti hjá eðrum
borgarum. Men tað hevur mang-
an hent, at ókvæmisorð hava
verið rópt eftir mær fyri tað,
sum eg havi skrivað í blødunum.
Hetta er serliga komið fyri á
samlingssteðum. Slíkt er ógvu-
liga harmuligt og niðurbrótandi
bæði likamliga og sálarliga fyri
oll tey, sum eru fyri menn-
iskjansligum órætti.
Borgarar í Havn! Latið okkum
yvirhalda politiviðtekurnar fyri
Havnina og harundir eisini re-
stauratiónslógina og ferðslulóg-
ina. Latið okkum øll í felag
heldur royna at byggja eitt sam-
felag upp, har oll kunnu trívast,
tað veri seg í ungdómsarbeiði,
ítróttarlívi og eðrum. Tá verður
oðrvísi.
Eg vil ikki verða ålvarsliga
hóttur!
Hans Birgir Hansen
på
Hvat ger landsstýrið
við ungdómsspurningar?
Eg vil við hesum seta tykkum,
håttvirdu landsstýrismonnum,
hesar spurningar um ungdóms-
hús og stuttleikaskatt, sum eg
vóni, tit fara at svara mær her í
blaðnum. Hesir spurningar eru
av almennum áhuga. Teir hava
' fáa áhuga fyri bókini. Rit-
høvundin kann vera vissur í, at
bókin verður ikki liggjandi á
onkrari goymslu.
Og sama dag, sum bókin
kemur út, ummæla øll dagblød
bókina. Sjálvandi, um tey hava
virðing fyri skaldskapi, bók-
mentum og sær sjálvum.
Men sært tú nakrantíð eitt
ordiligt bókaummæli í foroysku
bløðunum. Svar er ikki neyðugt.
Viðhvert. Onkuntíð bert ein lítil
viðmerking, ið lítið hevur upp á
seg. Her er avgjørt nakað hjá
foroysku blødunum at fara
undir, nú gødskan á um ikki
annað tveimum av teimum er
batnandi.
Apropos bókaselu. Eitt lítið
komersielt domi. Sama dag sum
umredda danska bók kom út,
hevði eitt av veruhúsunum í
Keypmannahavn eina lýsing í
blødunum, har teir boðaðu frá,
at nakrar dagar seinri kom rit-
hevundin har í bókaseluna og
signeradi bøkur. Verið viss i, at
bidiradid var langt.
Og so tann seinasti munurin
millum føroyska og danska
dømi. I eini samrødu i dag-
blaðnum Politiken útgávudagin
sigur Chr. Kampmann: >... Jeg
har ikki noge imod gode an-
meldelser. Og en forfatter
skriver jo for at blive læst.
Derfor lægger jeg megen vægt
pá at skrive let — ikke tynd-
benet — men sá læseren forstár
mine beger. Og máske kommer
til at tænke over dem . . .«
Eg leggi bert afturat, at eg
sjålvur keypti »Frænir eitur
ormurin« um jóltíðir tað árið,
hon kom út, men . . . Las bert
knappar hundrað síður. Um eg
ikki skilti hana, ikki tímdi at
lesa hana ella hvat, veit eg ikki.
Var hon ov tunglisin? Eg tveitti
hana í øllum forum frá mær. Í
kvold havi eg tikið hana fram-
aftur. Eg eri spentur.
Jóhan Mortensen
B
R
Ø
V
fleiri ferðir verið frammi, men
einki er gjørt við teir.
1. Hvat hendir í málinum um
bygging av ungdómshúsum í
Feroyum?
2. Hvussu nógvar umsóknir
eru komnar til landsstýrið frá
ungmannafeløgum um bygging
av ungdómshúsum?
3. Hverji ungdómsfelog hava
sekt um studning til hetta
endamál?
4. Hvussu nógvar umsóknir
eru játtaðar um studning.
5. Hverji ungdómsfelog hava
fingið umsóknir játtaðar um
studning?
6. Hvussu nógvur peningur
kemur inn í stuttleikaskatti í
Feroyum. Tað vil siga frá kyk-
myndahellum, almennum dansi-
hellum og føroyskum orkestrum
hvert sær?
7. Hvat verður stuttleika-
skatturin brúktur til?
8. Hvussu nógv rinda kyk-
myndahellirnar, almennu dansi-
høllirnar og orkestrini hvert
sær?
9. Er tað meguligt at broyta
stuttleikaskattaskipanina, so-
leiðis at diskotekini koma at
gjalda stuttleikaskatt, sum øll
onnur nevndu hølir og orkestur?
10. Hvussu nógv orkestur fáa
studning til keyp av instru-
mentum?
11. Er tað meguligt, at tey
foroysku orkestrini kunnu sleppa
undan at gjalda stuttleikaskatt,
so tey sleppa undan fíggjarligum
trupulleikum við at spæla til
almennan dans?
12. Kann stuttleikaskatturin
verða latin til uppbyggjandi
ungdómsarbeiði i Føroyum, av
einum hverjum slag, og til tón-
leikaáhugað?
Lesarunum skal eg upplýsa, at
omanfyrinevndu spurningar eru
sendir landsstýrinum. Og eg
vóni, at tað svarar skjótt.
Vinarliga
Hans Birgir Hansen
Havnin takast í brúk
6. desember
Nýggja havnalagið heima á
Sandi verður alment tikið í
brúk leygardagin 6. desem-
ber. Tað var ætlanin, at
vígslan skuldi verða í dag,
men hon er útsett til næsta
leygardag.
Sandoyingar siga, at havn-
in roynist væl. Tó vísa teir á,
at tað hevði verið væl betri,
um pierurin var nakað longri.
Til domis mátti Svanur liggja
á Havnini allan mánadagin
og bíða eftir líkindum at
sleppa til Sands at innskipa
60 tons av flaki frá flaka-
virkinum í Skopun. Havnin á
Sandi kostar góðar 10 milj.
kr.
1000 tons um árið
Hvalbingar høgga kol við
sama lag, hóast hetta er ikki
nøkur lønandi vinna longur.
Arbeiðið gevur eina dagløn,
tá væl gongur í hond, men
oftast minni. Kolið, sum
hvalbingar framleiða, verður
selt ymsastaðni í landinum.
Fyri stuttum avskipaðu teir
nakað av koli við Skarva-
steini til Valdemar Liitzen í
Havn. Seinasta ár arbeiddu
15 mans í kolinum. Í ár hava
teir verið 11, og higartil hava
teir høgt eini 1.000 tons.
kring oyggjarnar
Veitt fyri 3 milj. kr.
Teir fimm månadirnar, kraft-
blokkabåturin Chr. í Grótin-
um i Klaksvik hevur veitt
sild, hava teir selt fyri umleid
3 milj. kr. Manningin hevur
hesa tíðina fyri tað mesta
ligið um 16, og manningar-
parturin hevur verið um
40.000 kr. Teir hava veitt
makrel, brisling og sild.
Kristian Martin Rasmus-
sen, sum er skipari á Chr. í
Gråotinum, sigur, at hann er
ikki dapurskygdur um fram-
tíðina. Í einari viðmerking til
sildakveteringarnar hjá
NEAFC sigur hann, at lands-
stýrið átti heldur at býtt
kvotuna út millum skipini,
soleiðis at ein visti, hvat
hvert skipið sær kundi veiða.
— Tá hevði eisini borið til
at avgjørt sjálvur, nær fiski-
skapurin eftir sild kundi
byrjað. Og hetta hevði havt
alstóran týdning fyri skipini,
heldur hann.
Kristian Martin Rasmus-
sen sigur, at tað hóskar illa,
at veiða sild um summarið, tí
tá er so heitt í veðrinum.
Fiskiskapurin eftir makreli
hesa ársins tid hóskar nógv
betur, men sum nú er, er
neyðugt at fiska sild um
summarið fyri at fáa sín part
av kvotuni, sigur Kristian
Martin Rasmussen.
Ov ring servica,
sigur DFDS
DFDS í Keypmannahavn
hevur í einum opnum brævi
til Atla Dam, løgmann, funn-
ist at, at tað frá føroyskari
síðu ikki eru tikin stig til tess
at beta um servicuna hjá út-
lendskum ferðamonnum, sum
” vitja Føroyar.
DFDS visir å, at stjørin
á Ferðamannastovuni, Sigurd
Simonsen, hevur sagt, at
Feroyar hava ongan áhuga
Atli Dam,
legmaður, sum
hevur fingið bræv frá DFDS
fyri inntøkum frá útlendskum
ferðamonnum, og tað eru
ongar ætlanir um at økja um
hotelorkuna við t. d. 500
hotelseingjarplássum.
DFDS vísir eisini á, at
felagið fyrr hevur havt trup-
ulleikar við at fáa útlendskum
ferðamonnum tak yvir høvdid
í Feroyum, at rutusiglingin
millum Feroyar og Danmark
bert kann halda fram, um
ferðamenn gera nyttu av
sambandinum. Harafturat
verður upplýst, at DFDS í
samarbeiði við Dansk Turist-
råd hevur gjørt stórar pen-
ingailøgur i Vesturtysklandi
til frama fyri Foroyaferðir.
Fyrr í ár útvegaðu føroy-
ingar sær ferjuna Smyril til
ferðamannasigling, og frá
foroyskari síðu er stórt trýst
lagt á donsku myndugleik-
arnar til tess at fáa flogvellin
í Vágum útbygdan, sigur
DFDS.
— Men hverki Smyril,
Danair ella DFDS fara í
longdini at hava figgjarligt
stødi undir ferðafólkaflutn-
ingi millum Danmark og
Feroyar, um tað ikki verða
útlendskir ferðamenn, sum í
størstan mun fara at gera
nyttu av sambandinum, verð-
ur sagt í einum skrivi frá
DFDS. Tað varð sent út
samstundis sum Danair flutti
ferðafólk nr. 100.000 á rutuni
millum Feroyar og Keyp-
mannahavn
Í Føroyum
49 tímar um vikuna
Sambært ferðaætlanina hjá
Smyrli komandi summar
verður hann ein størri part av
tíðini í uttanlandasigling í
mun til seinasta summar. Til-
samans verður hann í Feroy-
um 49 tímar um vikuna.
Smyril fer komandi summ-
ar í eina uttanlandarutu
aftrat. Tað er til Scrabster í
Skotlandi. Fyrsta túrin hagar
ger hann 13. juni. Siglings-
tíðin er 13 tímar. Fyrsti túr-
urin hjá Smyrli komandi
summar til Bergens verður 9.
juni og til Seyðisfjarðar 11.
juni. Tær tíðirnar, Smyril
verður í Feroyum, verða
sunnudag kl. 13 til 24, týsdag
kl. 06.00 til mikudag kl. 13 og
friggjadag kl. 17 til 24.
Ulvaarbeiði
á Argjum
Mánadagin 1. december kl.
18.00 byrjar úlvaarbeiði á
Argjum. Arbeitt verður í
ungdómshúsinum á Argjum,
og kunnu allir dreingir í aldr-
inum frá 8 til 11 ár tekna seg
sum úlvungar.
Úlvaarbeiðið á Argjum
verður ein deild av Skótaliði
KFUMs í Havn, og leið-
ararnir verða bæði av Argjum
og úr Havn.
At byrja við koma skót-
arnir yvir 11 ár enn eina tíð at
meta KFUM til skóta-
fundir, men ætlanin er, at
eisini hesir skulu hava teirra
dagligu fundir á Argjum, so-
leiðis at einans seniorskótar-
nir yvir 15 ár og rovararnir
koma heim til Havnar á
fundir saman við teirra javn-
aldrum í KFUM og KFUK.
Fyri skótaarbeiðið í KFUM
í Havn kemur hetta væl við
at kunna byrja sjålvstøduga
deild á Argjum, tí við ti stød-
ugu tilgongd arbeiðið hevur,
eru helini í KFUM alt ov
trong. Teir 180 til 200 limirnir
hava einans 80 m?*, og hølini
eru 25 ára gomul. Tað er tí at
vóna at KFUM skjótt verður
liðugt við útbyggingarætlan
sína. Sum er, arbeiða senior-,
skótarnir ein stóran part í
KFUK saman við teirra
seniorskótum. Í KFUK* er
eisini trongt, og har eru meira
enn 250 skótar og títtlingar.
Anne Marie
Petersens legat
Landsstýrið lýsir, at um jól-
tíðir verða latnar nakrar
portiónir av Anne Marie
Petersens legati, Eftir regl-
unum eiga verdugar og
treingjandi einkjur og for- |
eldraleys bern í Suðuroy
rættin til hetta legatið, ser-
stakliga einkjur og bern hjá
sjómonnum og fiskimonnum,
sum hava sett lívið til á
sjónum.
Umsóknir skulu vera latnar -
landsstýrinum í seinasta lagit
3. desember. '